BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
PRODID:-//Synergi - ECPv6.18.0//NONSGML v1.0//EN
CALSCALE:GREGORIAN
METHOD:PUBLISH
X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo
X-WR-CALDESC:Events for Synergi
REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H
X-Robots-Tag:noindex
X-PUBLISHED-TTL:PT1H
BEGIN:VTIMEZONE
TZID:UTC
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:UTC
DTSTART:20250101T000000
END:STANDARD
END:VTIMEZONE
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20261022T130000
DTEND;TZID=UTC:20261022T160000
DTSTAMP:20261006T095732Z
CREATED:20260526T081927Z
LAST-MODIFIED:20261006T095732Z
UID:26935-1792674000-1792684800@www.synergi.fo
SUMMARY:Skrivstovudagurin 2026
DESCRIPTION:GG! Tiltakið er flutt til Norðurlandahúsið!\n\nNÚ ER TAÐ TÍN TÚRUR ✨\nFyll teg við nýggjari orku\, vitan og fá yvirskot\n  \nVælkomin til spildurnýggju ráðstevnuna:\n \nSkrivstovudagurin verður ein afturvendandi árligur dagur fyri øll sum arbeiða innan skrivstovuyrkið so ella so. \nHví skalt tú luttaka?\nSkrivstovudagurin 2026 er fyri teg\, sum:\n✓ hevur tørv á einum degi fullum av fakligum íblástri og nýggjari orku\n✓ ynskir at brúka minni orku uppá at stúra og hava fokus á tað\, sum tú fært gjørt nakað við\n✓ ynskir at duga at samskifta við allar typur\, so samskiftið ikki er lætt við summi og óneyðuga trupult við onnur\n✓ ynskir at læra hvussu Copilot kann gera arbeiðsdagin hjá tær lættari\n✓ hevur hug til ein kveikjandi dag\, har tú verður forkelað/ur við góðum kaffi\, leskiligum ábitum\, onkrum søtum og góðum felagsskapi \n  \n🌱 Ein dagur við meining\nSkrivstovudagurin 2026 er meira enn ein ráðstevna – tað er ein dagur\, sum tú fert at merkja leingi aftaná – kanska heilt til Skrivstovudagin 2027 🤩 – bæði í arbeiðslívinum og persónliga😍. \nKom og verð við til at seta dagin á kortið saman við okkum. \n  \nPrísur\n\n1 luttakari: 2395 kr + mvg\n5 luttakarar: 2295 kr + mvg pr pers. – nýt avsláttarkoduna SKRIV5\n10+ luttakarar: 2245 kr + mvg pr pers. – nýt avsláttarkoduna SKRIV10\n\nGG. bólkaavslátturin er treytaður av at bílagt verður saman.\nTit kunnu eisini senda okkum nøvnini á luttakarunum við telduposti\, so skráseta vit tað fyri tykkum. Tað er eitt sindur lættari 🙂
URL:https://www.synergi.fo/skeid/skrivstovudagurin-2026/
LOCATION:Norðurlandahúsinum\, Norðari Ringvegur\, Tórshavn\, Faroe Islands
CATEGORIES:KT,NÝTT!,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti,Vitlíki
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2026/05/Starvsolkadagurin-2026-10.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20261109T090000
DTEND;TZID=UTC:20261110T150000
DTSTAMP:20260910T103057Z
CREATED:20260215T095547Z
LAST-MODIFIED:20260910T103057Z
UID:26504-1794214800-1794322800@www.synergi.fo
SUMMARY:Excel - tey fyrstu fetini
DESCRIPTION:Tekna teg bara beinanvegin!\nseinastu skeiðini vóru útseld!\n\n“Skeiðið hevur fingið meg sjálvboðið\nog við sjálvsáliti í gongd at brúka excel.\nHavi longu brúkt hetta í verki. ”\n \n__ \n“Eg visti onki um Excel áðrenn skeiðið….\nSkeiðið hevur givið mær hug og mót uppá at fara í gongd.” \n__ \n“Við skeiðnum havi eg sæð\,\nat Excel kann nýtast bæði til arbeiðis\nog sanniliga eisini privat.” \n__ \n“Sera greitt\, við ítøkiligum dømum.” \n\n\nTað sum fyrr tók hálvan tíma\n– fer at taka 2 min.\nSitur tú enn við roknimaskinuni og hyggur eitt sindur øvundsjúk/ur eftir teimum\, sum bara tasta alt inn á Excel og vupti\, so er úrslitið klárt? Ella brúkar og hevur tú kanska brúkt Excel í minni mun\, men kundi hugsa tær at lært forritið heilt frá grundini? \nTað er nú\, tú hevur møguleikan at læra og fáa stóra gleði av Excel. \nKom á 2-daga skeið saman við øðrum og fá Excel-dreymin uppfyltan;-).\nTekna teg bara longu nú\, tí plássið er avmarkað! \n \n“Eg lærdi at gera listar\, brúka autosum\, frysta rútar o.a. Eg dugdi EINKI tá eg kom á skeiðið. Akk tilpas tempo til mín. Tolin skeiðleiðari\, sum gav sær tíð at hjálpa.”\n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/excel-tey-fyrstu-fetini-19/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,Byggivinnan,KT,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/05/Excel-til-heimasiduna.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20261111T090000
DTEND;TZID=UTC:20261111T140000
DTSTAMP:20260819T092436Z
CREATED:20260818T134303Z
LAST-MODIFIED:20260819T092436Z
UID:27446-1794387600-1794405600@www.synergi.fo
SUMMARY:SharePoint og OneDrive | Fílagoymsla í skýnum
DESCRIPTION:Brúka tit OneDrive ella SharePoint til at goyma tykkara fílur í?\nSo hevur tað alstóran týdning\, at tit gera tað rætt – frá byrjan!\nGera tit ikki tað\, kann tað fáa stórar fylgjur\, eitt nú tá starvsfólk fara úr starvi. Tí goyma starvsfólk týdningamiklar upplýsingar í sínum OneDrive\, so verða hesir slettaðir\, tá viðkomandi fer úr starvi (tú fært 3 mðr.). Tí hevur tað týdning\, at fílurnar vera goymdar rætt\, beinanvegin. Hetta er bara ein av nógvum orsøkum til\, at tit eiga at seta tykkum inn í nýtsluna av OneDrive og SharePoint 😉 \n\n  \nHugsar tú onkuntíð um >>\n\nHvør er munurin á SharePoint og OneDrive?\nNær skal eg goyma í OneDrive?\nNær er betur at brúka SharePoint?\nEr tað kanska líkamikið?\n\nJa\, tað er ikki so løgi\, at nógv ivast í hvat er hvat\, tá tað kemur til hesi bæði forritini. Bæði eru partur av Office 365 for Business og bæði hava datalagur í skýnum. Men tey eru ikki eins og virka heldur ikki uppá sama máta. Brúka tit OneDrive ella SharePoint til at goyma tínar fílur í\, so hevur tað alstóran týdning\, at tit gera hetta rætt – frá byrjan. Eitt nú tá fólk fara úr starvið\, kann tað vera sera\, sera óheppið\, um viðkomandi hevur goymt alskyns felags tilfar inni á sínum egnum OneDrive og tit ikki varnast tað\, fyrr enn ov seint. \n  \n\nKom á skeið og fá skil á hvussu tú brúkar SharePoint og OneDrive – og ikki minst\, nær tú brúkar hvat.\n\nSharepoint er ein sera góður pallur til at savna ymisk sløg av tilfari\, sum verður nýtt m.a. í verkætlanum og øðrum innanhýsis samstarvi. Tú kanst lættliga gera ymiskar síður\, sum vísa júst tað\, sum tit hava brúk fyri at nýta. \nVið OneDrive kanst tú goyma alt títt persónliga tilfar (sum bara tú skalt hava atgongd til) á einum tryggum stað í skýnum. Tú hevur altíð atgongd til tilfarið og alt verður goymt sjálvvirkandi. Við snildu deilifunkunum kanst tú samskriva við øðrum í øllum Office-skjølum\, og tú sleppur undan endaleysum viðfestum fílum í teldupostum. \n  \n\nLær at skipa tykkara fílur rætt.\n\n\nVælkomin á skeið í SharePoint og OneDrive.\nTú fert ikki at angra tað.\n  \nLegg til merkis\, at hetta skeiðið er sera gott til fyritøkur\, deildir og stovnar\, sum vilja deila skjøl regluliga. Legg eisini til merkis\, at vit á hesum skeiðnum fokusera uppá fílu-partin av Sharepoint. Tvs. vit koma ikki til at undirvísa í øllum SharePoint funkunum. 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/sharepoint-og-onedrive-filagoymsla-i-skynum-2/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,FB,KT,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/02/sharepoint-1201-×-500px2.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20261118T090000
DTEND;TZID=UTC:20261120T150000
DTSTAMP:20260618T082821Z
CREATED:20260414T113613Z
LAST-MODIFIED:20260618T082821Z
UID:26732-1794992400-1795186800@www.synergi.fo
SUMMARY:Fundraising Manager | Útbúgving í 3 modulum
DESCRIPTION:Ein útbúgving í 3 modulum um praktiska og strategiska fundraising \nHevur tú eina góða verkætlan? Manglar tær fígging? Hvar og hvussu kanst tú søkja um stuðul? Sum fundraiser eru altíð nýggir møguleikar og avbjóðingar at søkja um stuðul úr grunnum og puljum.  \n  \nKom við og lær eina rúgvu\, sum tú kanst brúka beinanvegin!\nMarknaðurin broytist støðugt og kappingin um at fáa stuðul úr teimum ymisku grunnunum er størri enn nakrantíð\, tí fleiri og fleiri umsøkjarar eru. Tí er tað alneyðugt hjá teimum\, ið standa fyri at søkja\, at tilogna sær bæði nýggja vitan og førleikar\, um mann skal gera sær nakra vón um at vera við í stóru kappingini. \nFundraising Manager-skeiðið er ment við tí fyri eyga at skapa fleiri og betri fundraisarar við røttum fortreytum og førleikum at fáa uttanhýsis stuðul frá m.a. grunnum og ymiskum puljum. \n  \nLær alt um fundraising\nÁ teimum 3 modulunum lærir tú alt um fundraising – frá praktiska arbeiðinum við umsøknunum til at menna fundraising-strategiir – við støði í tíni egnu verkætlan ella strategi. \n  \nEndamál\nEndamálið við hesi styttri útbúgving í 3 modulum er\, at tú ikki bert fært prógv fyri tínar førleikar\, men eisini eina greiða fatan av\, hvussu ein umsókn\, sum er verd at stuðla\, skal síggja út og hvat ein foundraising stategi skal innhalda. Undirvísingin byggir á nýggjastu vitan um fundraising. Tú fært undirvísing frá royndum fundraisarum\, harumframt verða eisini framløgur frá fremstu fakfólkum og serfrøðingum innan økið. Fundraising Manager útbúgvingin sameinir praktiskar førleikar við teoretiskari vitan á høgum fakligum støði. Tað tryggjar tær ein dagførdan amboðskassa. \n  \n👉👉Útbúgvingin gav mær amboðini at søkja grunnar\, sum endaði við eini\n👍6-siffraðari játtan frá Spar Nord Fonden\nCharlotte Thyberg\, Stifter\, Det Kærlige Måltid \n  \n2 høvuðsundirvísarar og 3 gestaundirvísarar\nDennis Hørmann og Rasmus Munch eru báðir fastir undirvísarar á skeiðinum. Umframt teir báðar\, verða 3 gestaundirvísarar við (on-line).\nTeir eru báðir útbúnir cand.merc. og hava arbeitt við verkætlanarleiðslu\, altjóða sølu\, marknaðarføring v.m. síðani 2005\, og hava síðani 2010 verið partnarar í ráðgevarafyritøkuni Fundraiseren.dk  og í fyritøkuni Fonde.dk P/S\, sum er størsta stuðulssíða í Danmark. \nTeir eru høvundar av bestseljaranum Håndbog i fundraising. Hetta gevur teimum eina serliga innlit og vitan um stuðulsøkið. \n  \n👉👉Fundraiseren hevur í 15 ár veitt ráðgeving innan verkætlanarmenning og stuðulsfígging \n👍 og fingið meira enn 650 milliónir kr. til verkætlanir\nSíðani 2010 hevur Fundraiseren fingið meira enn 650 mió. kr. til verkætlanir\, býttar á meira enn 700 játtanir. Fyritøkan hevur undirvíst meira enn 13.000 luttakarum í fundraising og útbúgvið yvir 250 Fundraising Managers seinastu 8 árini\, so tú ert í tryggum hondum. \nEin góð íløga – kom við!\nRætta stuðulsumsókin kann geva sera stórar upphæddir í stuðli til tína verkætlan!\nEin sera hent útbúgving hjá øllum sum skulu søkja um stuðul úr einum grunni\, pulju ella líknandi. Tú fart eisini ein lista við viðkomandi grunnun\, ið tú kanst søkja úr. \n  \nLuttakarar september 2025
URL:https://www.synergi.fo/skeid/fundraising-manager-utbugving-i-3-modulum/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,Leiðsla og HR,NÝTT!,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2025/04/Business-central-Heimasidan-2.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20261202T100000
DTEND;TZID=UTC:20261202T140000
DTSTAMP:20260624T084206Z
CREATED:20260624T083618Z
LAST-MODIFIED:20260624T084206Z
UID:27253-1796205600-1796220000@www.synergi.fo
SUMMARY:Sjúkrafrávera | HR-løgfrøði | Modul 5
DESCRIPTION:Tak røttu avgerð\nog slepp undan at ivast\nVit kunnu øll verða rakt av sjúku. Sjúkrafráveran kann tó eisini gerast ein kostnaðarmikil trupulleiki á arbeiðsplássinum.\nKom og fá greiðu á hvussu tú tekur rættar avgerðir og sleppur undan at ivast tá tað kemur til sjúkrafráveru. \n  \nLær um galdandi lógar- og sáttmálareglur\nÁ skeiðinum fara vit ígjøgnum galdandi lógarreglur og týdningarmestu sáttmálareglurnar. Vit fara at greina reglurnar um hvørjar skyldur starvsfólk og arbeiðsgevari hava\, tá starvsfólk ikki kemur til arbeiðis vegna sjúku. \nM.a. nær arbeiðsgevarin hevur skyldu at gjalda løn undir sjúku\, nær dagpeningaskipanin tekur við\, nær eitt starvsfólk kann sigast úr starvi o.m.a. \nLuttakari sigur:\n“Stórsta aha upplivingin er at eg skuldi haft tikið hetta fyri langari tíð síðan.” \n“Eg vil viðmæla øllum teimum\, ið hava við lønarviðurskifti og sjúkradfráveru at gerða at koma á skeiðið.” Rúni Eur-Express\, 2026 \n  \nGG! Hevur tú luttikið á modul 1-3 í HR-løgfrøði útbúgvingini fært tú 1.000 kr. + mvg. í avsláttri uppá modul 4 og 5. Nýt hesa gávukortkodu tá tú teknar teg: HR5-1000
URL:https://www.synergi.fo/skeid/sjukrafravera-hr-logfrodi-modul-5-2/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,HR-Løgfrøði,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/shutterstock_142814494.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20270111T090000
DTEND;TZID=UTC:20270113T150000
DTSTAMP:20260923T130310Z
CREATED:20260116T115917Z
LAST-MODIFIED:20260923T130310Z
UID:26319-1799658000-1799852400@www.synergi.fo
SUMMARY:Bókhald frá grundini
DESCRIPTION:Eftir 3 døgum ert tú væl koyrandi\nKundi tú hugsað tær at fingið innlit í bókhald heilt frá grundini? At lært um debet og kredit\, kassaroknskap\, MVG\, vøruroknskap\, kontobygnað o.m.a.? Uppá 3 dagar lærir tú tað grundleggjandi\, so tú kanst koma í gongd. \nTú lærir øll tey vanligu grundleggjandi bókhaldshugtøkini. Tvs. líka frá hvat debet og kredit er til kontobygnað\, kassaroknskap\, skuldarar\, ognarar\, MVG\, roknskaparuppseting v.m. \nEgið virkið? Arbeiðir tú við bókhaldi? Í banka? Á skrivstovu? \nSkeiðið er sera viðkomandi fyri teg\, um tú hevur hevur egið virkið\, arbeiðir á skrivstovu ella um tú kundi hugsað tær at arbeitt við bókhaldi ella á skrivstovu. Eisini er skeiðið gott fyri teg\, um tú bara kundi hugsað tær at fríska vitanina upp ella koma nærri bókhaldshugtøkunum. \nSkeiðið krevur ongan forkunnleika – undirvíst verður á byrjanarstøði\, so øll kunnu vera við. \n  \n\nUndirvísingardagar\n\n11. januar kl. 9-15\n12. januar kl. 9-15\n13. januar kl. 9-15\n\n\nKom við til eitt av okkara populerastu skeiðum!\n\nMen bíða ikki ov leingi\, tí skeiðið er nærum altíð útselt.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/bokhald-fra-grundini-18/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,FB,KT,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/IMG_1070.jpg
END:VEVENT
END:VCALENDAR