BEGIN:VCALENDAR VERSION:2.0 PRODID:-//Synergi - ECPv6.3.3.1//NONSGML v1.0//EN CALSCALE:GREGORIAN METHOD:PUBLISH X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo X-WR-CALDESC:Events for Synergi REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H X-Robots-Tag:noindex X-PUBLISHED-TTL:PT1H BEGIN:VTIMEZONE TZID:UTC BEGIN:STANDARD TZOFFSETFROM:+0000 TZOFFSETTO:+0000 TZNAME:UTC DTSTART:20240101T000000 END:STANDARD END:VTIMEZONE BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC:20240506T090000 DTEND;TZID=UTC:20240506T153000 DTSTAMP:20240328T172732 CREATED:20240205T124419Z LAST-MODIFIED:20240205T124419Z UID:22268-1714986000-1715009400@www.synergi.fo SUMMARY:Lær at brúka Canva DESCRIPTION:Lær at brúka Canva | Grundskeið\n– til dagligu grafisku uppgávurnar til heimasíðuna og sosialu miðlarnar\n\n  \n\nArbeiðir tú við at leggja tilfar út á heimasíðuna\, intranet\, Facebook\, Instagram\, LinkedIn ol.?\nHevur tú ikki tørv á ella tol til\, at læra tey heilt tungu grafikforritini\, sum InDesign\, Photoshop og Illustrator\, men tú hevur tørv á einari lættari loysn – sum tú kanst læra uppá ein dag?\nSaknar tú eitt forrit\, sum ger tað lætt\, at gera tilfarið lekkurt?\nKundi tú hugsa tær at fingið betri skil fyri visuellum innihaldið og layout?\nKennir tú eitt sindur ótryggan ella ivasaman\, tá tú skalt gera myndir og video til online innihald?\n\nSo kann eg lova\, at tú verður SERA glað/ur fyri Canva!\n  \n\nKom og lær at brúka Canva uppá ein dag!\nLær at framleiða grafiskt innihald til tykkara Facebooksíðu\, Instagram og heimasíðu\n– skjótt og lætt\n\nVið Canva kanst tú kombinera egnar myndir og video við grafikk\, so tú kanst skapa tað\, sum hóskar best til tykkara brand. Skeiðið er ein kombinatión av at læra at brúka Canva og at læra um layoutprinsippir. Vit gjøgnumganga allar møguleikarnar\, sum eru í Canva\, umframt vanligar reglur fyri design. \n  \n\n\nHetta lærir tú\n\n\nUpprætta títt fyrsta dokument í Canva\nLær at brúka layout og elementir\nSoleiðis setir tú tekst inn\, broytir tekstfont vm.\nSoleiðis setir tú tykkara logo inn\nBrúk av myndum í Canva\nLær at brúka video og animatiónnir í Canva\nLær at brúka og tillaga tær óteljandi skabelónirnar í Canva\nLær um designprinsippir\, rættningslinjur og tað gylta snittið\nArbeiði við typografi og um hvat ger ein tekst meiri lesiligan\nKompositiónir\, litir og kontrastir\nVisuel kommunikatión og tann reyði tráðurin\nFramleiðsla av hugskotum og móttakarin\n\nÁ skeiðnum arbeiða vit við Canva\, sum er eitt online grafiskt forrit. Tað finst sum ein ókeypis útgáva og sum keypsútgáva. Á skeiðnum arbeiða vit við keypsútgávuni\, so tú lærir allar funkurnar at kenna. Áðrenn tú møtir á skeiðnum\, mást tú tí hava upprættað eina konto á Canva.com. Ynskir tú ikki at keypa Canva\, kanst tú upprætta eina konto við royndarútgávuni (trial). Men ger ikki tað\, fyrr enn fáir dagar áðrenn skeiðið\, tí royndarútgávan hevur avmarkaða livitíð. \n  \nHvat fært tú burturúr?\n\nAftaná skeiðið dugur tú at brúka Canva til at gera lýsingar\, kunningartilfar\, videotilfar\, animatiónir vm. Eisini uppsløg til prent. Tú dugur at brúka og tillaga allar tær skabelónir\, sum frammanundan eru tøkar í Canva. \nUm tú hevur hug at vita\, hvussu vit her hjá Synergi brúka Canva\, kanst tú vitja okkara Facebooksíðu. Allar tær seinastu lýsingarnar vit hava har\, eru gjørdar í Canva. \n  \n  \nOBS! Møguleiki fyri einstaklingaundirvísing!\n\nKundi tú hugsað tær at lært at brúkt Canva\, men liggur ikki fyri júst handan dagin ella kundi tú hugsað tær\, at lært Canva og fingið hjálp til eina ávísa verkætlan\, sum tú ert í gongd við\, so er einstaklingaundirvísing ein super møguleiki.  Tú fært undirvísaran fyri teg sjálva/n í ein heilan dag og verður ikki “órógva/ur” av spurningum frá øðrum luttakarum. \nHevur tú ein ella fleiri starvsfelagar\, sum eisini kundu hugsað sær at lært Canva\, so ber hetta eisini til. Tak tey við. \nKostnaður | Undirvísing kl. 9-15.30 \n\nKr. 6000 + mvg. pr. dag um tað bara er tú\nKr. 2000 + mvg. pr. luttakara pr. dag fyri luttakara nr. 2\, 3 og uppeftir\n\nVið einstaklingaundirvísing sleppur tú at arbeiða við júst tí tú hevur tørv á. Tú kanst hava eitt projekt við\, sum tú arbeiðir við. Men tú kanst eisini velja at brúka uppgávurnar\, sum undirvísarin hevur við til tín. URL:https://www.synergi.fo/skeid/laer-at-bruka-canva/ LOCATION:Online\, Online\, 188\, Faroe Islands CATEGORIES:KT,Onlineskeið,Skrivstova og samskifti ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/03/canva-heimasidan.png END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC:20240516T090000 DTEND;TZID=UTC:20240516T153000 DTSTAMP:20240328T172732 CREATED:20240223T113231Z LAST-MODIFIED:20240223T115122Z UID:22481-1715850000-1715873400@www.synergi.fo SUMMARY:Vitlíki (AI) í Adobe og Leonardo.AI DESCRIPTION:Kom og lær at nýta vitlíki (AI) í Adobe pakkanum og Leonardo.AI\n  \nTað besta av øllum er\, at skeið er online\, so tú kanst sita heima í stovuni og læra 😉 \n  \nKollveltingin er byrjað! – Vitlíki í grafikki og talgildari sniðgeving\n  \nVið fullari ferð er vitlíki í gongd við at kollvelta tí grafisku vinnuni. Í 2024 útgávuni av Adobe pakkanum\, er vitlíki ein integreraður partur av forritinum. Photoshop hevur nú lagt afturat funkurnar Generativ Fill og Generativ Expand\, ið geva tær møguleikan\, uppá bert fá sekund\, at broyta útsjónd av myndum ella leggja ymiskar lutir afturat eini mynd. Harvið ber skjótt til fáa úrslit\, sum fyrr vóru ómøgulig ella sera tíðarkrevjandi. Í Illustrator kunnu vit stovna AI genererde vektorbaseraðar illustratiónir og í Adobe Firefly kunnu vit m.a. stovna myndir við vitlíki\, har tað er ógjørligt at kenna mun millum ektaðar og óektaðar myndir. \nUm vit vilja leggja uppaftur fleiri funkur afturat forritinum\, kunna vit nýta onkrar av teimum mongu tænastunum á netinum\, ið geva okkum uppaftur fleiri møguleikar at skapa veruleikakendar myndir. Ein av teimum bestu er Leonardo.ai og sjálvandi fara vit eisini at læra um tað á skeiðinum. \n  \nVer við….\nVer við í menningini\, tí tínir kappingarneytar taka seg framum\, um tú ikki fylgir við. Hettar skeiðið gevur tær innlit í nøkur av teimum mest bergtakandi møguleikunum vitlíki gevur tær innan grafiska- og talgilda sniðgeving og hvørji forrit eru mest hóskandi at nýta í tínum arbeiði. \n  \nInnihald\n\nGenerativ Expand og Fill i Photoshop\nVitlíki vektorgrafikkur í Illustrator\nVitlíki í InDesign\nVitlíki gjørdar myndir í Adobe Firefly\nStovnan av myndum við Leonardo.ai\nHvussu tú brúkar tekst-prompts til at gera einstakar myndir\nHvussu tú nýtur ChatGPT\nStovnan av produkt- og SEO optimeraðum tekstum\nVitlíki gjørdar myndir og copyright\nMynda kunning við Content Credentials URL:https://www.synergi.fo/skeid/vitliki-ai-i-adobe-og-leonardo-ai/ LOCATION:Online\, Online\, 188\, Faroe Islands CATEGORIES:FB,NL,NÝTT!,Onlineskeið,VP ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/02/AI-skeid-covers-4.png END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC:20240902T080000 DTEND;TZID=UTC:20250902T170000 DTSTAMP:20240328T172732 CREATED:20220316T151124Z LAST-MODIFIED:20240116T134531Z UID:15953-1725264000-1756832400@www.synergi.fo SUMMARY:Scrum Master Certified™ DESCRIPTION:  \n\n“Orsøkin til at vit valdu at senda øll okkara starvsfólk á Scrum Master skeið\, var geva øllum eitt felags mál\, styrkja um tann agila arbeiðsháttin\, og fara tann vegin har nógvir av okkara kundum vilja verða. Við online pallinum høvdu vit stóran fleksibilitet í undirvísingini\, og kundi ein altíð hyggja aftur í upptøkurnar fyri at uppfríska okkurt til sertifiseringina. Heilt klárt eitt skeið Elektron kann viðmæla.” \nKristjan Petursson\, Deildarleiðari fyri Hýsing og Tænastu \n\nTak skeiðið í tínum egna tempo!\nOkkara Scrum Master-skeið er sjálvlestur við video-e-læring. Undirvísingina skalt tú stroyma\, og tú gert sjálv/ur av hvar og nær. Tú stýrir eisini sjálv/ur\, hvussu skjótt tú vilt taka skeiðið. Tú fært góðan stuðul bæði undir og aftan á skeiðið við einari samanseting av spurningum (quiz)\, sjónfílum og stuðlandi tilfari og royndarpróvtøkum. \n\nLær at leiða eina verkætlan eftir kenda Scrum leistinum\n\n  \nTú arbeiðir kanska sum verkætlanarleiðari og treingir til at fáa nøkur amboð\, til at gera arbeiði lættari. Tú hevur kanska hoyrt um Scrum og hevur hug at royna tann leistin. \nSo er hetta er skeiðið til tín. Hetta er eitt skeið fyri tey\, sum hava hug at royna Scrum og fyri øll\, sum hava áhugað fyri verkætlanarleiðslu yvirhøvur. \nFokus er á\, at læra hvussu tú skalt tryggja eina vælvirkandi Scrum-prosess\, \n  \nVið einari Scrum Master-sertifisering kanst tú tryggja\, at Scrum-toymið hevur optimalar arbeiðsumstøður í mun til at kunna lata eina verkætlan úr hondum. \n  \n\n4.67 av 5 í eftirmeting | 99 % standa royndirnar\n\n  \nHetta kemur tú at læra um\n\nHvussu tú hugsar og arbeiðir í agilum verkætlanum\nScrum-førleikarnar og hvussu tú brúkar tær\nTín leiklut sum Scrum Master og leiklutirnar hjá hinum innan Scrum\nØll amboðini\, so tú kanst handfara og leiða eina Scrum-verkætlan\nHvussu tú kanst hjálpa við at implementera Scrum á tínum arbeiðsplássi\n\n\n\nTá tú hevur tikið skeiðið\, ert tú før/ur fyri at virka sum \nScrum Master í professionellum sambandi.\n\n  \nLýsing av Scrum Master Certified™\nScrum er eitt eyðsýnt og smidligt leiðsluamboð\, sum kann tillagast nógv fakøkir\, mentanir og vinnugreinar. Alt er grundað á best practice og holla vitan. Rammuverkið hevur langt síðani prógvað sítt virði. Scrum er heimsins mest útbreiddi háttur til smidliga verkætlanarleiðslu og framleiðslustýring. Í ítróttinum verður Scrum nýtt at fáa gongd á aftur bóltin\, tá alt er steðgað upp. Hiðani stavar navnið Scrum. Scrum verður serliga brúkt til verkætlanir\, har tað er torført at meta um\, hvat fer at henda\, og har lýsingin av produktinum og krøvini til tað javnan broytast. \nEin Scrum Master vegleiðir\, fasiliterar og undirvísir øllum luttakarum í verkætlanini. Scrum Master beinir fyri forðingum hjá liðinum og tryggjar\, at allar Scrum-mannagongdir vera fylgdar. \n  \n\nTak skeiðið í tínum egna tempo!\n\nFá altjóða Scrum Master-sertifisering URL:https://www.synergi.fo/skeid/scrum-master-certified-4/ LOCATION:Online\, Online\, 188\, Faroe Islands CATEGORIES:Byggivinnan,KT,Leiðsla og HR,Onlineskeið,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2021/08/scrum.png END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC:20240930T080000 DTEND;TZID=UTC:20250930T080100 DTSTAMP:20240328T172732 CREATED:20220316T150938Z LAST-MODIFIED:20240116T134719Z UID:15950-1727683200-1759219260@www.synergi.fo SUMMARY:PRINCE2® Foundation | Verkætlanarleiðsla DESCRIPTION:Fá útbúgving sum verkætlanarleiðari eftir kenda PRINCE2® leistinum\n\nÁ hesari onlineútbúgving\, fært tú eitt grundarlag til at stýra einari verkætlan eftir PRINCE2®-leistinum. Tú fært førleikaranar til at fullføra væleydnaðar verkætlanir við høgari góðsku til tíðina og innan fyri fíggjarætlanina við einari PRINCE2® Foundation sertifisering. \n\nEftirmeting: 4.68 av 5 | Í meðal  lúka 95\,67% próvtøkuna\n\n  \nHetta fert tú at læra um >>\n\nPrinsippini og prosessirnar handan effektiva verkætlanarleiðslu.\nTemaini\, sum sermerkja verkætlanina allan vegin ígjøgnum.\nTín leiklut sum verkætlanarleiðari\, og hvussu tú stýrir einari verkætlan við PRINCE2-háttinum.\nHvussu tú miðvíst og effektivt planleggur\, skipar og stýrir verkætlanum.\n\n  \n\nFá PRINCE2 Foundation-sertifisering\nEitt altjóða viðurkent prógv\n\n\nLýsing av PRINCE2® Foundation\nÁstøðið handan PRINCE2-háttin er grundað á verkætlanir í túsundatali\, har verkætlanarleiðarar og onnur\, sum nýta háttin\, hava givið sítt íkast. Fyritøkur og felagsskapir\, sum nýta háttin\, tryggja\, at allir luttakarar í einstøku verkætlanini tosa sama mál\, skilja leiklutirnar og ábyrgdina hjá hvørjum øðrum og nýta sama leistin til at fullføra verkætlanina á bestan hátt. Hetta økir møguleikan fyri einum góðum úrsliti av verkætlanini\, og tað endaliga úrslitið verður eisini munandi betri. Tá tú hevur staðið skeiðið\, fært tú eina PRINCE2 Foundation-sertifisering\, sum er eitt altjóða viðurkent prógv\, sum tú kanst nýta í øllum heiminum at prógva tínar førleikar innan verkætlanarleiðslu. \n  \nGG: Tú hevur atgongd til online-platformin í 12 mánaðir. \n  \n\nMortan Joensen\, Projektleiðari innan KT og Talgilding hjá Betri:\n“Super\, at man kann velja mál! Eg valdi sjálvur enskt\, tí eg dagliga samskifti á enskum. Hetta ger\, at eg fái brúkt innihaldið frá skeiðnum alt fyri eitt. Fyrstu ferð eg havi lisið sjálvlestur\, so tað tók eina løtu at koma í gongd. Kanska tí freistin er so/ov long 😉 Minst til: Bókin er eitt uppslagsverk!” URL:https://www.synergi.fo/skeid/prince2-foundation-3/ LOCATION:Online\, Online\, 188\, Faroe Islands CATEGORIES:Byggivinnan,Leiðsla og HR,Onlineskeið,Skrivstova og samskifti ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/03/Prince2-Heimasidan.png END:VEVENT END:VCALENDAR