BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
PRODID:-//Synergi - ECPv6.18.0//NONSGML v1.0//EN
CALSCALE:GREGORIAN
METHOD:PUBLISH
X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo
X-WR-CALDESC:Events for Synergi
REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H
X-Robots-Tag:noindex
X-PUBLISHED-TTL:PT1H
BEGIN:VTIMEZONE
TZID:UTC
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:UTC
DTSTART:20230101T000000
END:STANDARD
END:VTIMEZONE
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240531T080000
DTEND;TZID=UTC:20240531T123000
DTSTAMP:20240528T125019Z
CREATED:20240223T113231Z
LAST-MODIFIED:20240528T125019Z
UID:22481-1717142400-1717158600@www.synergi.fo
SUMMARY:Vitlíki (AI) í Adobe og Leonardo.AI
DESCRIPTION:Kom og lær at nýta vitlíki (AI) í Adobe pakkanum og Leonardo.AI\n  \nTað besta av øllum er\, at skeið er online\, so tú kanst sita heima í stovuni og læra 😉 \n  \nKollveltingin er byrjað! – Vitlíki í grafikki og talgildari sniðgeving\n  \nVið fullari ferð er vitlíki í gongd við at kollvelta tí grafisku vinnuni. Í 2024 útgávuni av Adobe pakkanum\, er vitlíki ein integreraður partur av forritinum. Photoshop hevur nú lagt afturat funkurnar Generativ Fill og Generativ Expand\, ið geva tær møguleikan\, uppá bert fá sekund\, at broyta útsjónd av myndum ella leggja ymiskar lutir afturat eini mynd. Harvið ber skjótt til fáa úrslit\, sum fyrr vóru ómøgulig ella sera tíðarkrevjandi. Í Illustrator kunnu vit stovna AI genererde vektorbaseraðar illustratiónir og í Adobe Firefly kunnu vit m.a. stovna myndir við vitlíki\, har tað er ógjørligt at kenna mun millum ektaðar og óektaðar myndir. \nUm vit vilja leggja uppaftur fleiri funkur afturat forritinum\, kunna vit nýta onkrar av teimum mongu tænastunum á netinum\, ið geva okkum uppaftur fleiri møguleikar at skapa veruleikakendar myndir. Ein av teimum bestu er Leonardo.ai og sjálvandi fara vit eisini at læra um tað á skeiðinum. \n  \nVer við….\nVer við í menningini\, tí tínir kappingarneytar taka seg framum\, um tú ikki fylgir við. Hettar skeiðið gevur tær innlit í nøkur av teimum mest bergtakandi møguleikunum vitlíki gevur tær innan grafiska- og talgilda sniðgeving og hvørji forrit eru mest hóskandi at nýta í tínum arbeiði. \n  \nInnihald\n\nNýtt: Nú er eisini møguligt at generera AI myndir beinleiðis í Indesign 🤩\nGenerativ Expand og Fill i Photoshop\nVitlíki vektorgrafikkur í Illustrator\nVitlíki í InDesign\nVitlíki gjørdar myndir í Adobe Firefly\nStovnan av myndum við Leonardo.ai\nHvussu tú brúkar tekst-prompts til at gera einstakar myndir\nHvussu tú nýtur ChatGPT\nStovnan av produkt- og SEO optimeraðum tekstum\nVitlíki gjørdar myndir og copyright\nMynda kunning við Content Credentials
URL:https://www.synergi.fo/skeid/vitliki-ai-i-adobe-og-leonardo-ai/
LOCATION:Online\, Online\, 188\, Faroe Islands
CATEGORIES:FB,NL,NÝTT!,Onlineskeið,Vitlíki,VP
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/02/AI-skeid-covers-4.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240506T090000
DTEND;TZID=UTC:20240506T153000
DTSTAMP:20240502T102942Z
CREATED:20240205T124419Z
LAST-MODIFIED:20240502T102942Z
UID:22268-1714986000-1715009400@www.synergi.fo
SUMMARY:Lær at brúka Canva
DESCRIPTION:Lær at brúka Canva | Grundskeið\n– til dagligu grafisku uppgávurnar til heimasíðuna og sosialu miðlarnar\n\n  \n\nArbeiðir tú við at leggja tilfar út á heimasíðuna\, intranet\, Facebook\, Instagram\, LinkedIn ol.?\nHevur tú ikki tørv á ella tol til\, at læra tey heilt tungu grafikforritini\, sum InDesign\, Photoshop og Illustrator\, men tú hevur tørv á einari lættari loysn – sum tú kanst læra uppá ein dag?\nSaknar tú eitt forrit\, sum ger tað lætt\, at gera tilfarið lekkurt?\nKundi tú hugsa tær at fingið betri skil fyri visuellum innihaldið og layout?\nKennir tú eitt sindur ótryggan ella ivasaman\, tá tú skalt gera myndir og video til online innihald?\n\nSo kann eg lova\, at tú verður SERA glað/ur fyri Canva!\n  \n\nKom og lær at brúka Canva uppá ein dag!\nLær at framleiða grafiskt innihald til tykkara Facebooksíðu\, Instagram og heimasíðu\n– skjótt og lætt\n\nVið Canva kanst tú kombinera egnar myndir og video við grafikk\, so tú kanst skapa tað\, sum hóskar best til tykkara brand. Skeiðið er ein kombinatión av at læra at brúka Canva og at læra um layoutprinsippir. Vit gjøgnumganga allar møguleikarnar\, sum eru í Canva\, umframt vanligar reglur fyri design. \n  \n\n\nHetta lærir tú\n\n\nUpprætta títt fyrsta dokument í Canva\nLær at brúka layout og elementir\nSoleiðis setir tú tekst inn\, broytir tekstfont vm.\nSoleiðis setir tú tykkara logo inn\nBrúk av myndum í Canva\nLær at brúka video og animatiónnir í Canva\nLær at brúka og tillaga tær óteljandi skabelónirnar í Canva\nLær um designprinsippir\, rættningslinjur og tað gylta snittið\nArbeiði við typografi og um hvat ger ein tekst meiri lesiligan\nKompositiónir\, litir og kontrastir\nVisuel kommunikatión og tann reyði tráðurin\nFramleiðsla av hugskotum og móttakarin\n\nÁ skeiðnum arbeiða vit við Canva\, sum er eitt online grafiskt forrit. Tað finst sum ein ókeypis útgáva og sum keypsútgáva. Á skeiðnum arbeiða vit við keypsútgávuni\, so tú lærir allar funkurnar at kenna. Áðrenn tú møtir á skeiðnum\, mást tú tí hava upprættað eina konto á Canva.com. Ynskir tú ikki at keypa Canva\, kanst tú upprætta eina konto við royndarútgávuni (trial). Men ger ikki tað\, fyrr enn fáir dagar áðrenn skeiðið\, tí royndarútgávan hevur avmarkaða livitíð. \n  \nHvat fært tú burturúr?\n\nAftaná skeiðið dugur tú at brúka Canva til at gera lýsingar\, kunningartilfar\, videotilfar\, animatiónir vm. Eisini uppsløg til prent. Tú dugur at brúka og tillaga allar tær skabelónir\, sum frammanundan eru tøkar í Canva. \nUm tú hevur hug at vita\, hvussu vit her hjá Synergi brúka Canva\, kanst tú vitja okkara Facebooksíðu. Allar tær seinastu lýsingarnar vit hava har\, eru gjørdar í Canva. \n  \n  \nOBS! Møguleiki fyri einstaklingaundirvísing!\n\nKundi tú hugsað tær at lært at brúkt Canva\, men liggur ikki fyri júst handan dagin ella kundi tú hugsað tær\, at lært Canva og fingið hjálp til eina ávísa verkætlan\, sum tú ert í gongd við\, so er einstaklingaundirvísing ein super møguleiki.  Tú fært undirvísaran fyri teg sjálva/n í ein heilan dag og verður ikki “órógva/ur” av spurningum frá øðrum luttakarum. \nHevur tú ein ella fleiri starvsfelagar\, sum eisini kundu hugsað sær at lært Canva\, so ber hetta eisini til. Tak tey við. \nKostnaður | Undirvísing kl. 9-15.30 \n\nKr. 6000 + mvg. pr. dag um tað bara er tú\nKr. 2000 + mvg. pr. luttakara pr. dag fyri luttakara nr. 2\, 3 og uppeftir\n\nVið einstaklingaundirvísing sleppur tú at arbeiða við júst tí tú hevur tørv á. Tú kanst hava eitt projekt við\, sum tú arbeiðir við. Men tú kanst eisini velja at brúka uppgávurnar\, sum undirvísarin hevur við til tín.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/laer-at-bruka-canva/
LOCATION:Online\, Online\, 188\, Faroe Islands
CATEGORIES:KT,Onlineskeið,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/03/canva-heimasidan.png
END:VEVENT
END:VCALENDAR