BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
PRODID:-//Synergi - ECPv6.18.4.1//NONSGML v1.0//EN
CALSCALE:GREGORIAN
METHOD:PUBLISH
X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo
X-WR-CALDESC:Events for Synergi
REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H
X-Robots-Tag:noindex
X-PUBLISHED-TTL:PT1H
BEGIN:VTIMEZONE
TZID:UTC
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:UTC
DTSTART:20230101T000000
END:STANDARD
END:VTIMEZONE
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20260518T090000
DTEND;TZID=UTC:20260520T160000
DTSTAMP:20260505T133327Z
CREATED:20260109T151232Z
LAST-MODIFIED:20260505T133327Z
UID:26268-1779094800-1779292800@www.synergi.fo
SUMMARY:Samstarv við Dansk Standard| Víðkað diplom­skeið í kunningartrygd við støði í ISO/IEC 27000 røðini
DESCRIPTION:Fá eina gjølla innleiðslu í altjóða standardar fyri kunningartrygd.\nÍ samstarv við Dansk Standard\, kann Synergi nú bjóða hetta víðkaða diplomskeiðið í kunningartrygd við støði í ISO/IEC 27000 røðini\n  \n\nSkeiðið\nInnleiðsla til ISO/IEC 27001 við denti á ISO/IEC 27002 og ISO/IEC 27005.\nSkeiðið gevur tær eina samlaða innleiðslu til standardarnar ISO/IEC 27001\, ISO/IEC 27002 og ISO/IEC 27005. Soleiðis fært tú bæði innlit í krøvini\, sum verða sett til eitt leiðslukervi fyri kunningartrygd (ISMS) í ISO/IEC 27001\, og íblástur til hvussu títt virki kann skipa sína tilgongd til at stýra kunningartrygdarváðar sambært ISO/IEC 27005. At enda fært tú eisini vegleiðing í\, hvussu útvald tiltøk úr ISO/IEC 27002 kunnu setast í verk. \nSkeiðið sameinar frálæru í teori við praktiskar venjingar og dømi\, so tú fært eina djúpari fatan av kunningartrygd og hvussu arbeiðið við henni verður stýrt í tíni fyritøku. Tú fært innlit í kjarnu­elementini í øllum trimum standardunum og teirra týdning fyri kunningartrygd og nettrygd. \nPróvtøka og prógv ella skeiðsváttan – tú velur\nSkeiðið endar við eini próvtøku\, sum staðfestir tína vitan og førleikar á økinum. Próvtøkan er frívillig. Fert tú til próvtøku\, fært tú prógv frá Dansk Standar uppá ISO 27001 – ISO 27002 og ISO 27005. Frávelur tú próvtøku\, fært tú í staðin eina skeiðsváttan frá Dansk Standard uppá tína luttøku í ISO 27001\, ISO 27002 og ISO 27005. \n  \nSkeiðið fevnir um\nSkeiðið gevur innlit í týdningarmestu standardunum innan kunningartrygd og váðastýring.\nISO/IEC 27001 er ein altjóða leiðslustandardur fyri kunningartrygd. Ið hjálpir feløgum at verja virðismiklar upplýsingar\, herundir persónsupplýsingar\, gjøgnum eina skipaða tilgongd til váðastýring\, prosess­skráseting og ábyrgdarbýti. Hetta er tað fullkomna amboðið til at skapa eina trygga og álítandi verju av upplýsingum. \nISO/IEC 27002 er ein vegleiðandi standardur\, sum útgreinar trygdartiltøkini í ISO/IEC 27001. \nISO/IEC 27005 hevur fokus á váðastýring og vegleiðir fyritøkur í at menna eina serliga tilgongd til at eyðmerkja\, meta um og handfara váðar.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/samstarv-vid-dansk-standard-vidkad-diplomskeid-i-kunningartrygd-vid-stodi-i-iso-iec-27000-rodini/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:FB,KT,Leiðsla og HR,NL,NÝTT!,Útbúgvingar,VP
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2026/01/Untitled-design-11-scaled.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20260429T090000
DTEND;TZID=UTC:20260429T153000
DTSTAMP:20260417T084753Z
CREATED:20260116T100459Z
LAST-MODIFIED:20260417T084753Z
UID:26302-1777453200-1777476600@www.synergi.fo
SUMMARY:Handfaring av persónsupplýsingum\, GDPR | Grundskeið
DESCRIPTION:Tú ert ikki einsamøll/ur\, um tú hevur hug at halda fyri oyruni\, tá tú hoyrir um GDPR\n– men tú verður glað/ur\, tá tú hevur fingið yvirlit yvir tað!\n\nTað kann kennast eitt sindur ógvusligt\, tá vit hoyra um GDPR. Sum um vit ikki fáa arbeitt\, tí vit skulu uppfylla so nógv krøv. Men hvør veit\, kanska skulu tit bara gera fáar og einfaldar justeringar? Tað fært tú yvirlit yvir\, á hesum skeiðinum. \n  \nKom og fá innlit í krøvini í Dátuverndarlógini\n\nHetta er faktiskt eitt sera hugaligt skeið\, betri enn tú heldur. Kom og lær reglurnar um varðveiting av persónsupplýsingum\, og slepp undan stórari bót. Tað kunnu tey flestu fyrihalda seg til. \nUpplýsingar um fólk – teg og meg – eru at finna allastaðni. Men tað er ikki líka mikið\, hvussu tit sum fyritøka/stovnur goyma hesar upplýsingar. \nKom á skeið og fá eitt gott innlit í\, hvussu tú handfer upplýsingarnar rætt. Finn útav um tit\, á tínum arbeiðsplássi\, eru innan fyri ella uttan fyri reglurnar. \n  \n\nØll\, ið arbeiða við persónsupplýsingum av ymsum slag\, hava gott av at fara á slíkt skeið. Sera gevandi skeið.\nFyrimunurin er\, at ein lærir meira um dátutrygd\, hvussu hon skal handfarast\, og ein verður meira obs uppá hvussu persónsupplýsingarnir vera handfarnir frameftir.\n\nWin-win-win fyri allar partar!\n\nLuttakari 2025\n\nFá vitan og ítøkilig amboð heim við\n\nÁ skeiðinum verður ein gjøgnumgongd av dátuverndarlógini\, har luttakararnir fáa ítøkilig ráð og amboð til at uppfylla krøvini í lógini í dagliga arbeiðinum. Dentur verður lagdur á at hava eina praktiska tilgongd til reglurnar. \n  \nUndirvísari | Helga á Borg\n\n \n  \nBrellbitar úr skránni:\n\n\nHvat er persónsupplýsingar?\nHvat er GDPR?\nHvørji grundleggjandi krøv til viðgerð av persónsupplýsingum skal fyritøkan lúka ísv. dagligu málsviðgerðina?\nMeginreglur\nFarspor (cookies)\nViðgerðarheimild\nKrøv um kunning og dokumentatión\nRættindi hjá skrásetta\nInnanhýsis skjøl og mannagongdir og onnur skjøl\nViðgerðartrygd\nHandfarin av trygdarbroti\nViðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við setanarviðurskifti\n\n\nLuttakarar siga:\n\n“Eg var ikki stúrin\, men meira forvitin\, tí tað er so ringt at finna upplýsingar um sovorið uttan at kontakta onkran sakførara.”\nLuttakari frá fakfelag \n“Eg var serliga glaður fyri at hoyra um fleiri ítøkilig dømir\, sum Helga kom við.”\nTeldumaður \n“Eg havi fingið nakrar óvissir uppá pláss\, sum eru sera týdningarmiklar. Týdningarmiklar\, tí um mann ikki geri tingini sum lógin ásetur\, so forbrýtur mann seg\, sum í ringasta føri hevur bót við sær.”\nLuttakari frá almennum arbeiðsplássi \n“Nú dugi eg betur at síggja týdningin av at goyma data og vit fingu kunning um\, hvat ið eru og ikki eru viðkvæmir upplýsingar og at aðrar lógir kunnu “yvirrula”.\nLuttakari frá privatum arbeiðsplássið \n\n“Eg kann viðmæla øllum skeiðið\, sum eru dátuábyrgdarar og gera váðametingar í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum.”\nLuttakari frá almennum arbeiðsplássi \n  \nKom við og fá yvirlit yvir dátuverndarlógina\n– jú fyrr\, jú betur! 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/handfaring-av-personsupplysingum-gdpr-grundskeid-9/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,FB,Leiðsla og HR,NL
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/11/GDPR.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20260324T083000
DTEND;TZID=UTC:20260324T163000
DTSTAMP:20260319T132903Z
CREATED:20250618T124040Z
LAST-MODIFIED:20260319T132903Z
UID:24969-1774341000-1774369800@www.synergi.fo
SUMMARY:Burðardygd sum strategiskt leiðsluamboð
DESCRIPTION:Burðardygd sum leiðsluamboð \nTað ber illa til at tosa um framtíðar leiðslu uttan at tosa um burðardygd. Tí bjóða vit nú – í samstarvi við Aros Business Academy – eitt háaktuelt og neyðugt skeið um burðardygd sum starategiskt leiðsluamboð. \n  \nAros MiniMBA | Eitt eyka modul\, sum ger tína útbúgving enn meira fullfíggjaða\nHetta er eitt eyka modul til tín\, sum hevur tikið Aros MiniMBA.  \n  \nSkeiðið vendir sær til allar leiðarar\, sum ynskja meira vitan um Burðardygd sum strategiskt leiðsluamboð.\nTvs. at samstundis sum hetta er eitt eyka modul til MiniMBA útbúgvingina\, er hetta eisini eitt sjálvstøðugt skeið\, sum allir leiðarar kunnu luttaka á\, óansæð um teir hava MiniMBA ella ikki. \nØll kunnu luttaka á hesum skeiðinum\, sum er ment við tí fyri eyga\, at gera Aros MiniMBA enn meira fullfíggjaða. \n\n\nBurðardygd er vorðin ein týðandi og óloysiligur partur av nútímans virkisleiðslu\nHetta krevur\, at leiðarar skilja strategiska týdningin av at leiða burðardygt. Endamálið við hesum skeiðnum\, sum er eisini er eitt ískoytismodul til Aros MiniMBA í leiðslu\, er at geva tær neyðugu vitanina og amboðini\, soleiðis at tú kanst stýra\, skilja og leiða ymisk átøk fyri burðardygd og skapa tryggleika í tínum leikluti. Harafturat er endamálið eisini at eggja til\, at tú sum leiðari hugsar um og viðger tína egnu ábyrgd í sambandi við burðardygga leiðslu. \nInnihaldið fevnir um mest týðandi evni\, so sum sambandið millum burðardygd og vinnu\, hvussu vit eyðmerkja møguleikar og hóttanir\, og hvussu vit íverkseta burðardyggar mannagondir sum ein natúrligan part av vinnustrategiini. \nDentur verður lagdur á praktiska nýtslu av verandi amboðum í nýggjum burðardyggum samanhangum – og á týdningin av samskifti (at forða fyri greenwashing og greenhushing)\, skjalprógvan og positionering. \n\n\n👌💥Jasper Steinhausen undirvísir💪\nRithøvundur til Amazon Bestseljaran\n“Makin Sustainability Profitable”\n \n\n  \nKom og uppgradera tína Aros MiniMBA ella tína vitan um burðardygd \n>> Tekna teg bara beinanvegin\, so er tað ikki eftir <<\n  \n\nHoyr Jesper Steinhausen greiða frá 👇👇\nhttps://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2025/06/Jasper-Steinhausen-introvideo-2-1.mp4
URL:https://www.synergi.fo/skeid/burdardygd-sum-strategiskt-leidsluambod/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:FB,Leiðsla og HR,NL,Persónlig menning,Útbúgvingar,VP
ATTACH;FMTTYPE=image/webp:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2025/06/jasper-03.webp
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20251121T090000
DTEND;TZID=UTC:20251121T160000
DTSTAMP:20251110T141142Z
CREATED:20241219T094255Z
LAST-MODIFIED:20251110T141142Z
UID:24144-1763715600-1763740800@www.synergi.fo
SUMMARY:Soleiðis handfer tú trupul fólk
DESCRIPTION:Ósemjur kosta tíð\, pengar\n– og orku!\nOg ja\, vit kunnu helst øll fella í grøvina við hvørt og vera tann trupli persónurin;) \n\nKom og fá ítøkiliga og praktiska vegleiðing í\, at handfara trupul fólk og ósemjur\n\nSummi eru trupul í eina tíð\, onnur eru tað fulla tíð – felags eyðkenni fyri bæði sløgini er\, at tey stjala tíðina hjá tær og í kjalarvørrinum er frustratión\, inneffektivitet\, illsinni og øsing. Tú sleppir ongantíð undan hesum fólkunum\, men tú kann menna tíni evni at handafara tey jaligt\, so tú sleppir undan at tey brúka alla tína orku og oyðileggja góða lagið. \nGleð teg til eina tætt stúgvaða skrá\, sum vil hjálpa tær at greiða mongu avbjóðingarnar í dagliga arbeiðslívinum. Fá innlit í ymiskar persónsmenskur og í teirra atburð. Lær um ítøkilig amboð og hættir\, sum gera teg føra at greiða tær orrustir\, sum koma\, har menniskju hittast. \nAmboðini rigga\, og ástøðini og modellini hava staðið sína roynd í veruliga lívinum: \ná skrivstovuni\, í tannlæknastovuni\, í móttøkuni\, á byggiplássinum og á parkeringsplássinum.\n  \nOg tey rigga eisini heima. \nTú kennir tað – ein rokaligan gerandisdag við nógvari ferð\, nógvum broytingum og nógvum ymiskum fólki\, sum øll vænta ella enntá krevja okkurt av tær. \nTað kann vera sín søk at fara skynsamliga við øllum – eisini hóast tú fegin vilt – og tað kann geva orsøk til ósemjur. \n\nHittir tú trupul fólk\, sum tú ikki dugir at fáast við?\nHevur tú verið í keðiligum støðum við einum starvsfelaga\, einum viðskiftafólki ella einum leiðara\, uttan at tú skilti hví?\nSaknar tú ein einfaldan og virknan máta at sleppa undan neiligum ósemjum\, og vilt tú fegin styrkja tína ávirkan og slagkraft?\n\nSo er hetta skeiðið júst nakað fyri teg. \nTak ein starvsfelaga við. Tað er altíð betur\, so eru tit fleiri\, sum hava fingið somu vitan og kunnu minna hvønnannan á tað aftaná. \n\nEru tit 3 ella fleiri frá sama arbeiðsplássi fáa tit 10% í avsláttur!\nNýt avsláttarkoduna: Synergi10\n\n  \nHvat fært tú í skjáttuna?\n\nDagurin er settur soleiðis saman\, at tú skiftir millum framløgur og venjingar. Soleiðis miðja vit móti innlæring\, og tá skeiðið er liðugt\, hevur tú fingið eina røð av amboðum\, sum tú kanst taka í nýtslu beinanvegin. Tú lærir at avlesa tey tekinini\, sum boða frá\, at ein ósemju er í umbúna\, tí ósemjuhandfaring snýr seg um at hava góða tíð at fyrireika ymiskar strategiir. \nVit kunnu ikki lova tær at sleppa undan at hitta trupul fólk\, tá skeiðið er liðugt\, men tú kanst læra at stýra undan teirra mynstrum og handfara tey jaliga\, so tey ikki mergsúgva og frustrera teg. \n  \nÁ skránni\n\n\nLær at kenna persóntypur aftur – og legg eina strategi.\nTað finnast 12 neilig atferðarmynstur. Fá uppskriftina til at handfara tey!\nFríger tínar samskiftisførleikar\, so tú kanst taka stýringina.\nLær at vera rólig/ur í spentum støðum\, so tær ikki mergsúgva teg.\nFá dirvið at seta mørk – finn tín natúrliga myndugleika.\n\n  \n  \nMálbólkur\n\nØll\, sum vilja duga at handfara trupul fólk og sum vilja sleppa undan\, at lata hesi fólk oyðileggja tær dagin og sleppa undan\, at tey taka alla arbeiðsgleðina frá tær.  \n  \nUndirvísari: Sebastian Nybo\n\n  \n \n\nSummi eru trupul eitt stutt tíðarskeið\, meðan onnur eru trupul fulla tíð;)\n\nKom og lær at handfara bæði sløgini\, sum bæði eru slítandi
URL:https://www.synergi.fo/skeid/soleidis-handfer-tu-trupul-folk-3/
LOCATION:Hotel Hafnia\, Áarvegur\, Tórshavn\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Byggivinnan,Leiðsla og HR,NL,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/01/Heimasidan-5.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20251024T090000
DTEND;TZID=UTC:20251024T153000
DTSTAMP:20251021T081504Z
CREATED:20241004T091448Z
LAST-MODIFIED:20251021T081504Z
UID:23555-1761296400-1761319800@www.synergi.fo
SUMMARY:Handfaring av persónsupplýsingum\, GDPR | Grundskeið
DESCRIPTION:Tú ert ikki einsamøll/ur\, um tú hevur hug at halda fyri oyruni\, tá tú hoyrir um GDPR\n– men tú verður glað/ur\, tá tú hevur fingið yvirlit yvir tað!\n\nTað kann kennast eitt sindur ógvusligt\, tá vit hoyra um GDPR. Sum um vit ikki fáa arbeitt\, tí vit skulu uppfylla so nógv krøv. Men hvør veit\, kanska skulu tit bara gera fáar og einfaldar justeringar? Tað fært tú yvirlit yvir\, á hesum skeiðinum. \n  \nKom og fá innlit í krøvini í Dátuverndarlógini\n\nHetta er faktiskt eitt sera hugaligt skeið\, betri enn tú heldur. Kom og lær reglurnar um varðveiting av persónsupplýsingum\, og slepp undan stórari bót. Tað kunnu tey flestu fyrihalda seg til. \nUpplýsingar um fólk – teg og meg – eru at finna allastaðni. Men tað er ikki líka mikið\, hvussu tit sum fyritøka/stovnur goyma hesar upplýsingar. \nKom á skeið og fá eitt gott innlit í\, hvussu tú handfer upplýsingarnar rætt. Finn útav um tit\, á tínum arbeiðsplássi\, eru innan fyri ella uttan fyri reglurnar. \n  \nFá vitan og ítøkilig amboð heim við\n\nÁ skeiðinum verður ein gjøgnumgongd av dátuverndarlógini\, har luttakararnir fáa ítøkilig ráð og amboð til at uppfylla krøvini í lógini í dagliga arbeiðinum. Dentur verður lagdur á at hava eina praktiska tilgongd til reglurnar. \n  \nUndirvísari | Helga á Borg\n\n \n  \nBrellbitar úr skránni:\n\n\nHvat er persónsupplýsingar?\nHvat er GDPR?\nHvørji grundleggjandi krøv til viðgerð av persónsupplýsingum skal fyritøkan lúka ísv. dagligu málsviðgerðina?\nMeginreglur\nFarspor (cookies)\nViðgerðarheimild\nKrøv um kunning og dokumentatión\nRættindi hjá skrásetta\nInnanhýsis skjøl og mannagongdir og onnur skjøl\nViðgerðartrygd\nHandfarin av trygdarbroti\nViðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við setanarviðurskifti\n\n\nLuttakarar siga:\n\n“Eg var ikki stúrin\, men meira forvitin\, tí tað er so ringt at finna upplýsingar um sovorið uttan at kontakta onkran sakførara.”\nLuttakari frá fakfelag \n“Eg var serliga glaður fyri at hoyra um fleiri ítøkilig dømir\, sum Helga kom við.”\nTeldumaður \n“Eg havi fingið nakrar óvissir uppá pláss\, sum eru sera týdningarmiklar. Týdningarmiklar\, tí um mann ikki geri tingini sum lógin ásetur\, so forbrýtur mann seg\, sum í ringasta føri hevur bót við sær.”\nLuttakari frá almennum arbeiðsplássi \n“Nú dugi eg betur at síggja týdningin av at goyma data og vit fingu kunning um\, hvat ið eru og ikki eru viðkvæmir upplýsingar og at aðrar lógir kunnu “yvirrula”.\nLuttakari frá privatum arbeiðsplássið \n“Eg var stúrin fyri at hon fór at “fleingja” støðuna á arbeiðsplássunum  í FØ.”\nLuttakari frá privatum arbeiðsplássið \n“Eg kann viðmæla øllum skeiðið\, sum eru dátuábyrgdarar og gera váðametingar í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum.”\nLuttakari frá almennum arbeiðsplássi \n  \nKom við og fá yvirlit yvir dátuverndarlógina\n– jú fyrr\, jú betur! 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/handfaring-av-personsupplysingum-gdpr-grundskeid-8/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,FB,Leiðsla og HR,NL
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/11/GDPR.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241205T090000
DTEND;TZID=UTC:20241205T160000
DTSTAMP:20241115T084843Z
CREATED:20240910T085746Z
LAST-MODIFIED:20241115T084843Z
UID:23362-1733389200-1733414400@www.synergi.fo
SUMMARY:Soleiðis handfer tú trupul fólk
DESCRIPTION:Ósemjur kosta tíð\, pengar\n– og orku!\nOg ja\, vit kunnu helst øll fella í grøvina við hvørt og vera tann trupli persónurin;) \n\nKom og fá ítøkiliga og praktiska vegleiðing í\, at handfara trupul fólk og ósemjur\n\nSummi eru trupul í eina tíð\, onnur eru tað fulla tíð – felags eyðkenni fyri bæði sløgini er\, at tey stjala tíðina hjá tær og í kjalarvørrinum er frustratión\, inneffektivitet\, illsinni og øsing. Tú sleppir ongantíð undan hesum fólkunum\, men tú kann menna tíni evni at handafara tey jaligt\, so tú sleppir undan at tey brúka alla tína orku og oyðileggja góða lagið. \nGleð teg til eina tætt stúgvaða skrá\, sum vil hjálpa tær at greiða mongu avbjóðingarnar í dagliga arbeiðslívinum. Fá innlit í ymiskar persónsmenskur og í teirra atburð. Lær um ítøkilig amboð og hættir\, sum gera teg føra at greiða tær orrustir\, sum koma\, har menniskju hittast. \nAmboðini rigga\, og ástøðini og modellini hava staðið sína roynd í veruliga lívinum: \ná skrivstovuni\, í tannlæknastovuni\, í móttøkuni\, á byggiplássinum og á parkeringsplássinum.\n  \nOg tey rigga eisini heima. \nTú kennir tað – ein rokaligan gerandisdag við nógvari ferð\, nógvum broytingum og nógvum ymiskum fólki\, sum øll vænta ella enntá krevja okkurt av tær. \nTað kann vera sín søk at fara skynsamliga við øllum – eisini hóast tú fegin vilt – og tað kann geva orsøk til ósemjur. \n\nHittir tú trupul fólk\, sum tú ikki dugir at fáast við?\nHevur tú verið í keðiligum støðum við einum starvsfelaga\, einum viðskiftafólki ella einum leiðara\, uttan at tú skilti hví?\nSaknar tú ein einfaldan og virknan máta at sleppa undan neiligum ósemjum\, og vilt tú fegin styrkja tína ávirkan og slagkraft?\n\nSo er hetta skeiðið júst nakað fyri teg. \nTak ein starvsfelaga við. Tað er altíð betur\, so eru tit fleiri\, sum hava fingið somu vitan og kunnu minna hvønnannan á tað aftaná. \n\nEru tit 3 ella fleiri frá sama arbeiðsplássi fáa tit 10% í avsláttur!\nNýt avsláttarkoduna: Synergi10\n\n  \nHvat fært tú í skjáttuna?\n\nDagurin er settur soleiðis saman\, at tú skiftir millum framløgur og venjingar. Soleiðis miðja vit móti innlæring\, og tá skeiðið er liðugt\, hevur tú fingið eina røð av amboðum\, sum tú kanst taka í nýtslu beinanvegin. Tú lærir at avlesa tey tekinini\, sum boða frá\, at ein ósemju er í umbúna\, tí ósemjuhandfaring snýr seg um at hava góða tíð at fyrireika ymiskar strategiir. \nVit kunnu ikki lova tær at sleppa undan at hitta trupul fólk\, tá skeiðið er liðugt\, men tú kanst læra at stýra undan teirra mynstrum og handfara tey jaliga\, so tey ikki mergsúgva og frustrera teg. \n  \nÁ skránni\n\n\nLær at kenna persóntypur aftur – og legg eina strategi.\nTað finnast 12 neilig atferðarmynstur. Fá uppskriftina til at handfara tey!\nFríger tínar samskiftisførleikar\, so tú kanst taka stýringina.\nLær at vera rólig/ur í spentum støðum\, so tær ikki mergsúgva teg.\nFá dirvið at seta mørk – finn tín natúrliga myndugleika.\n\n  \n  \nMálbólkur\n\nØll\, sum vilja duga at handfara trupul fólk og sum vilja sleppa undan\, at lata hesi fólk oyðileggja tær dagin og sleppa undan\, at tey taka alla arbeiðsgleðina frá tær.  \n  \nUndirvísari: Sebastian Nybo\n\n  \n \n\nSummi eru trupul eitt stutt tíðarskeið\, meðan onnur eru trupul fulla tíð;)\n\nKom og lær at handfara bæði sløgini\, sum bæði eru slítandi
URL:https://www.synergi.fo/skeid/soleidis-handfer-tu-trupul-folk-2/
LOCATION:Hotel Hafnia\, Áarvegur\, Tórshavn\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Byggivinnan,Leiðsla og HR,NL,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/06/Trupul-folk-heimasidan-1600600.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241114T090000
DTEND;TZID=UTC:20241115T153000
DTSTAMP:20241105T111457Z
CREATED:20240228T145603Z
LAST-MODIFIED:20241105T111457Z
UID:22570-1731574800-1731684600@www.synergi.fo
SUMMARY:Fyrisitingarrættur fyri teg\, ið ikki er løgfrøðingur
DESCRIPTION:Ivast tú sum málsviðgeri onkuntíð í\n\nhvørt tú hevur notatplikt ella ikki?\num ALT skal noterast ella hvar markið gongur?\num tú ert ógegnig/ur í einum málið?\nhvør tað er\, sum skal hoyrast\, tá tit skulu hoyra onnur í einum málið?\nhvørjar tær røttu mannagongdirnar eru?\nOg ivast tú kanska eisini í vegleiðingarskylduni\, partshugtakinum\, ummælisrættinum\, viðger av trúnaðarupplýsingum\, hvussu tú skalt grundgeva\, kæruvegleiðingini osfr. osfr.\n\nSo er hetta skeiðið nakað fyri teg. \n  \nAftaná skeiðið ert tú ikki í iva um nær\, hvat\, hvør og hvussu;)\nÁ hesum skeiðnum fært tú alla ta vitan sum tú skalt hava\, sum málsviðgeri innan tað almenna. Tú fært alla ta vitan\, sum tær tørvar\, til at halda fyrisitingarlógina\, sum er gjørd við tí endamálið m.a. at tryggja\, at allir borgarar verða viðfarnir rættvíst og eftir sama leisti. Tú lærir alt um fyrisitingarlógina frá A-Z og ikki minst\, hvussu hon virkar í praksis. Tú fært innlit í\, hvørjar fellur eru og tú tryggjar at tíni viðskiftafólk\, fáa eina meiri professionella og rættvísa málsviðgerð. \nEndamálið við skeiðnum er at geva tær grundleggjandi kunnleika til øll málsviðgerðarkrøvini í fyrisitingarlógini og fyrisitingarrættinum annars. Aftaná skeiðið hevur tú eitt gott yvirlit og innlit í høvuðsprinsippini fyri málsviðgerð innan tað almenna. Tú fert at duga at eyðmerkja løgfrøðiligar fellur og tú fært stýr á\, hvat tú sum málsviðgeri skalt duga. \nTú fært gott skeiðstilfar\, ið kann brúkast sum vegleiðingaramboð í dagliga arbeiðinum. \nÁ skeiðnum hevur tú høvið at spyrja spurningar og tú fært eisini nógv burturúr\, av at tosa við hinar luttakararnar. \n  \nMálbólkur | Skeið fyri øll\, sum arbeiða innanfyri fyrisitingarlógina\, men sum ikki eru løgfrøðingar\nSkeiðið er ætlað málsviðgerðum innan tað almenna\, sum hava tørv á at læra um\, hvussu tú fremur rætta og rættvísa málsviðgerð. Eisini er skeiðið ætlað teimum\, sum hava arbeitt innan tað almenna í nógv ár\, men sum hava hug til at uppfríska fyrisitingarlógina og prinsippini í henni. \nErt tú nýggjur málsviðgeri í almennu fyrisitingini\, so er skeiðið ætla til tín. Men tað er eisini ætlað til tín\, sum hevur arbeitt sum málsviðgeri í nøkur ár. Kanska komst tú ongantíð so langt tá ella er tað  øgiliga langt síðani\, at tú hevur verið á skeið\, so tú ert farin at ivast í tí ymiska. Hvussu og hvat. \nKom við og slepp undan at ivast í\, um tú gjørt tingini rætt. \n  \nEitt skeið\, ið allir málsviðgerar innan tað almenna/kommunala eiga at taka:)\n\nUndirvísari: Petur Elias Nielsen\, løgfrøðingur\n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/fyrisitingarraettur-fyri-teg-id-ikki-er-logfrodingur-3/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,FB,Leiðsla og HR,NL,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/02/Heimasidan-17.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241031T090000
DTEND;TZID=UTC:20241101T160000
DTSTAMP:20240930T090309Z
CREATED:20231215T112201Z
LAST-MODIFIED:20240930T090309Z
UID:21594-1730365200-1730476800@www.synergi.fo
SUMMARY:Retorikkur fyri leiðarar
DESCRIPTION:Bert pláss fyri 10 luttakarum\, so vit mæla til skjóta bílegging…\n\nTú heldur nógv fleiri talur\, enn tú heldur…\nHugsa bara um \n\nvælkomuna\nmorgunfundin og\npresentatión av nýggjum starvsfólki\nuppleggini til stýri/stjórn og\nmunnligar kunningar og frágreiðingar\n\n  \nHugsa eisini um tær stóru leiðaratalurnar\nUm eitt nú ársdagar og temadagar\, har fyritøkan savnast. \n  \nHetta er alt talur\, hóast tú kanska ikki hevur hugsað tað fyrr >>\nTalur\, har tú hevur møguleika at stýra\, hvønn veg tingini skulu fara… \nStórar talur\, ið savna fyritøkuna.\nMinni talur\, ið seta dagsskráir.\nSmáar talur – sum nærum koma undir vanligt prát – ið seta orð á støðuna. \n\nKom við og  fá stýr uppá retorikkin!\n  \nSí videobrot niðanfyri við undirvísarinum Jonas Gabrielsen. \n  \nhttps://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/12/Retorikkur-Video-til-heimasiduna.mp4\n  \n  \n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/retorikkur-fyri-leidarar-4/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,FB,Leiðsla og HR,NL,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti,VP
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/12/Heimasidan-Retorikkur-nytt-1.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241004T090000
DTEND;TZID=UTC:20241004T153000
DTSTAMP:20240916T093002Z
CREATED:20240229T135437Z
LAST-MODIFIED:20240916T093002Z
UID:22596-1728032400-1728055800@www.synergi.fo
SUMMARY:Handfaring av persónsupplýsingum\, GDPR | Grundskeið
DESCRIPTION:Tú ert ikki einsamøll/ur\, um tú hevur hug at halda fyri oyruni\, tá tú hoyrir um GDPR\n– men tú verður glað/ur\, tá tú hevur fingið yvirlit yvir tað!\n\nTað kann kennast eitt sindur ógvusligt\, tá vit hoyra um GDPR. Sum um vit ikki fáa arbeitt\, tí vit skulu uppfylla so nógv krøv. Men hvør veit\, kanska skulu tit bara gera fáar og einfaldar justeringar? Tað fært tú yvirlit yvir\, á hesum skeiðinum. \n  \nKom og fá innlit í krøvini í nýggju Dátuverndarlógini\n\nHetta er faktiskt eitt sera hugaligt skeið\, betri enn tú heldur. Kom og lær reglurnar um varðveiting av persónsupplýsingum\, og slepp undan stórari bót. Tað kunnu tey flestu fyrihalda seg til. \nUpplýsingar um fólk – teg og meg – eru at finna allastaðni. Men tað er ikki líka mikið\, hvussu tit sum fyritøka/stovnur goyma hesar upplýsingar. \nKom á skeið og fá eitt gott innlit í\, hvussu tú handfer upplýsingarnar rætt. Finn útav um tit\, á tínum arbeiðsplássi\, eru innan fyri ella uttan fyri reglurnar. \n  \nFá vitan og ítøkilig amboð heim við\n\nÁ skeiðinum verður ein gjøgnumgongd av nýggju dátuverndarlógini\, har luttakararnir fáa ítøkilig ráð og amboð til at uppfylla krøvini í nýggju lógini í dagliga arbeiðinum. Dentur verður lagdur á at hava eina praktiska tilgongd til reglurnar. \n  \nUndirvísari | Helga á Borg\n\n \n  \nBrellbitar úr skránni:\n\n\nHvat er persónsupplýsingar?\nHvat er GDPR?\nHvørji grundleggjandi krøv til viðgerð av persónsupplýsingum skal fyritøkan lúka ísv. dagligu málsviðgerðina?\nMeginreglur\nFarspor (cookies)\nViðgerðarheimild\nKrøv um kunning og dokumentatión\nRættindi hjá skrásetta\nInnanhýsis skjøl og mannagongdir og onnur skjøl\nViðgerðartrygd\nHandfarin av trygdarbroti\nViðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við setanarviðurskifti\n\n\nLuttakarar siga:\n\n“Eg var ikki stúrin\, men meira forvitin\, tí tað er so ringt at finna upplýsingar um sovorið uttan at kontakta onkran sakførara.”\nLuttakari frá fakfelag \n“Eg var serliga glaður fyri at hoyra um fleiri ítøkilig dømir\, sum Helga kom við.”\nTeldumaður \n“Eg havi fingið nakrar óvissir uppá pláss\, sum eru sera týdningarmiklar. Týdningarmiklar\, tí um mann ikki geri tingini sum lógin ásetur\, so forbrýtur mann seg\, sum í ringasta føri hevur bót við sær.”\nLuttakari frá almennum arbeiðsplássi \n“Nú dugi eg betur at síggja týdningin av at goyma data og vit fingu kunning um\, hvat ið eru og ikki eru viðkvæmir upplýsingar og at aðrar lógir kunnu “yvirrula”.\nLuttakari frá privatum arbeiðsplássið \n“Eg var stúrin fyri at hon fór at “fleingja” støðuna á arbeiðsplássunum  í FØ.”\nLuttakari frá privatum arbeiðsplássið \n“Eg kann viðmæla øllum skeiðið\, sum eru dátuábyrgdarar og gera váðametingar í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum.”\nLuttakari frá almennum arbeiðsplássi \n  \nKom við og fá yvirlit yvir dátuverndarlógina\n– jú fyrr\, jú betur! 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/handfaring-av-personsupplysingum-gdpr-grundskeid-7/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,FB,Leiðsla og HR,NL
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/11/GDPR.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240531T080000
DTEND;TZID=UTC:20240531T123000
DTSTAMP:20240528T125019Z
CREATED:20240223T113231Z
LAST-MODIFIED:20240528T125019Z
UID:22481-1717142400-1717158600@www.synergi.fo
SUMMARY:Vitlíki (AI) í Adobe og Leonardo.AI
DESCRIPTION:Kom og lær at nýta vitlíki (AI) í Adobe pakkanum og Leonardo.AI\n  \nTað besta av øllum er\, at skeið er online\, so tú kanst sita heima í stovuni og læra 😉 \n  \nKollveltingin er byrjað! – Vitlíki í grafikki og talgildari sniðgeving\n  \nVið fullari ferð er vitlíki í gongd við at kollvelta tí grafisku vinnuni. Í 2024 útgávuni av Adobe pakkanum\, er vitlíki ein integreraður partur av forritinum. Photoshop hevur nú lagt afturat funkurnar Generativ Fill og Generativ Expand\, ið geva tær møguleikan\, uppá bert fá sekund\, at broyta útsjónd av myndum ella leggja ymiskar lutir afturat eini mynd. Harvið ber skjótt til fáa úrslit\, sum fyrr vóru ómøgulig ella sera tíðarkrevjandi. Í Illustrator kunnu vit stovna AI genererde vektorbaseraðar illustratiónir og í Adobe Firefly kunnu vit m.a. stovna myndir við vitlíki\, har tað er ógjørligt at kenna mun millum ektaðar og óektaðar myndir. \nUm vit vilja leggja uppaftur fleiri funkur afturat forritinum\, kunna vit nýta onkrar av teimum mongu tænastunum á netinum\, ið geva okkum uppaftur fleiri møguleikar at skapa veruleikakendar myndir. Ein av teimum bestu er Leonardo.ai og sjálvandi fara vit eisini at læra um tað á skeiðinum. \n  \nVer við….\nVer við í menningini\, tí tínir kappingarneytar taka seg framum\, um tú ikki fylgir við. Hettar skeiðið gevur tær innlit í nøkur av teimum mest bergtakandi møguleikunum vitlíki gevur tær innan grafiska- og talgilda sniðgeving og hvørji forrit eru mest hóskandi at nýta í tínum arbeiði. \n  \nInnihald\n\nNýtt: Nú er eisini møguligt at generera AI myndir beinleiðis í Indesign 🤩\nGenerativ Expand og Fill i Photoshop\nVitlíki vektorgrafikkur í Illustrator\nVitlíki í InDesign\nVitlíki gjørdar myndir í Adobe Firefly\nStovnan av myndum við Leonardo.ai\nHvussu tú brúkar tekst-prompts til at gera einstakar myndir\nHvussu tú nýtur ChatGPT\nStovnan av produkt- og SEO optimeraðum tekstum\nVitlíki gjørdar myndir og copyright\nMynda kunning við Content Credentials
URL:https://www.synergi.fo/skeid/vitliki-ai-i-adobe-og-leonardo-ai/
LOCATION:Online\, Online\, 188\, Faroe Islands
CATEGORIES:FB,NL,NÝTT!,Onlineskeið,Vitlíki,VP
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/02/AI-skeid-covers-4.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240527T090000
DTEND;TZID=UTC:20240527T160000
DTSTAMP:20240508T103233Z
CREATED:20240312T134114Z
LAST-MODIFIED:20240508T103233Z
UID:22438-1716800400-1716825600@www.synergi.fo
SUMMARY:AI boost | Til fíggjardeildir\, kontrolling og "business support"
DESCRIPTION:Vitlíki sum virkisstuðul í fíggjardeildum\nFá ferð á við nýggjastu vitlíkistøknini\, ið hevur tikið heimin við stormi seinasta árið. Kom og fá grundleggjandi vitan um\, hvussu framkomin Ai-tøkni kann brúkast í fíggjarverðini. \nHetta er eitt nýtt skeið\, har tú kanst nema tær vitan um ta nýggju generativu vitlíkis tøknina\, og um hvussu tú/tit koma í gongd við at arbeiða við henni á fíggjardeildum\, kontrolling og innan “business support”. \nVið Generativ AI kann teldan eitt nú koma við nýggjum tølum\, tekstum\, myndum og eisini loysa trupulleikar\, við at brúka ta vitan\, sum teldan longu hevur frá eksisterandi data.\nTú fært grundleggjandi trygd í brúk og atgongd til\, hvussu tú á bestan hátt nýtir tøknina í tínum virki. \n  \nHetta fært tú burturúr… \nEftir AI Boost hevur tú eitt grundleggjandi innlit í\, hvat Generativ AI kann nýtast til\, og hvat tú skalt vera varug/ur við í mun til nýtsluna. \nTú verður betur før/ur fyri at kunna eyðmerkja\, hvat tú eigur at fara í gongd við\, og hvat kann verða ein hjálp í gerandisdegnum. Umframt tað fært tú kvalifiseraða sparring uppá hugskot og loysnir. \nAI boost gevur eisini eina innleiðslu í\, hvussu tú arbeiðir við einum privatum\, virkissermerktum modelli. \n  \nMálbólkur\nSkeiðið vendir sær m.a. til leiðarar\, millumleiðarar og kontrollarar\, sum arbeiða innan fíggjarviðurskifti\, leiðarar og seniorar á fíggjardeildum og fólk\, sum arbeiða sum “business supportarar” og fólk\, sum arbeiða innan fíggjarstýring. \n  \nUppá bert ein dag fært tú….\n\nEina grundleggjandi vitan um\, hvat umskapandi vitlíki (generativ AI) kann brúkast til í fíggjarverðini\nFingrarnar í ítøkiligar birtuvenjingar (prompting)\nInnlit í\, hvat tú skal vera varug/ur við í mun til brúk.\nFørleika at eyðmerkja hvat AI tit eiga at seta í verk\, sum kann gera gerandisdagin lættari.\nVitan um hvat tú ikki skalt rokna við at AI ordnar fyri teg\n\n  \nHeili 2 undirvísarar til max 15 fólk\nHetta skeiðið hevur heili 2 undirvísarar og tað sleppa í mesta lagi 15 fólk við á skeiðið\, so vit mæla til skjóta bílegging.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/ai-boost-vitlikis-stimbran/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,FB,KT,Leiðsla og HR,NL,NÝTT!,Skrivstova og samskifti,Vitlíki,VP
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/02/AI-skeid-covers.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240417T090000
DTEND;TZID=UTC:20240419T160000
DTSTAMP:20240415T073523Z
CREATED:20230630T121627Z
LAST-MODIFIED:20240415T073523Z
UID:20029-1713344400-1713542400@www.synergi.fo
SUMMARY:Power BI | Fá yvirlit og finn megina í tínum dátum
DESCRIPTION:Nú er skeiðið longt til 3 dagar\, so vit kunna fara enn meira nágreiniliga til verka við Power BI. 🤩\n\n\n\nMicrosoft Power BI\n… er eitt tól\, ið hjálpir tær at fáa eitt skjótt og greitt yvirlit yvir tínar dátur. Power BI samlar dátur frá ymiskum keldum\, og gevur tær eina visuella mynd\, víst sum diagramm ella líknandi. Á hendan hátt kanst tú lætt handfara stórar dátumongdir uttan at nýta nógva tíð uppá dátuviðgerð. \n  \n\n  \nUppá 3 dagar fer Poul at læra okkum Power BI frá grundini\, við sínum serliga róliga og nærverandi hátti.   \n  \n\n  \nFinn gullið í tykkara dátum\nErt tú vanur/von við at arbeiða við stórum dátumongdum\, so veitst tú\, hvussu torført tað kann vera at hava tamarhald yvir øll inputtini. Tað kann vera ringt at avgera\, hvørjar dátur tú skalt nýta og hvørjir faktorar eru teir týdningarmiklastu. \nDátur eru gull fyri fyritøkuna\, og nýtir tú tínar dátur rætt\, kunna tær nýtast til at leiða fyritøkuna á røttu leið. Við góðum dátum kanst tú taka avgerðir grundað á fakta heldur enn eina kenslu. Dátur eru góðar at fanga broytingar í rákinum\, so at tú tíðliga kanst virka í samsvari við sveiggini í upp- og niðurgangstíðum. \n  \nDroymir tú \n\num at læra\, hvussu tú gagnnýtir lidnar rapportir og dashboards?\nVilt tú eisini skilja interaktión\, filtrering og staklutir í Power BI?\nDroymir tú um at gera og útgeva rapportir og dashboards?\nYnskir tú at fáa eitt yvirlit yvir\, hvat goymir seg í skjalamappuni hjá Power BI?\nVilt tú vita\, hvørjar dátur kunna nýtast í Power BI verðini?\nYnskir tú at kenna møguleikarnar fyri at nýta rapportir\, dashboards og apps?\n\nSvarar tú ja uppá omanfyristandandi\, so er hettar skeiðið júst nakað fyri teg! \n  \n\nEndamál\nSkeiðið er til tín\, ið vil koma gott í gongd við at gera frágreiðingar í Power BI. Tú verður ílatin til at skilja týdningarmiklu meginreglurnar aftanfyri PowerBI umframt at brúka megingrundarlagi í Power BI til effektiva dátugreining og visualisering. Tú kemur eisini at nema við\, hvussu tú útgevur og deilur rapportir og dashboards (Tólbretti) í Power BI service. \n  \n\n  \nInnihald\nÁ hesum skeiðinum fert tú at sniðgeva og útgeva tínar egnu rapportir umframt at gera dashboards\, har visualiseringar frá ymiskum rapportum kunnu samlast\, og harvið geva eitt skjótt yvirlit. \nSkeiðið gevur tær innlit í tilgongdina at gera rapportir\, har tað er av størsta týdningi at hava eitt gott dátumodell\, ið ger rapportina meira effektiva og ger tað lættari at gera útrokningar. Alt hettar kann gerast uttan at tú sjálv/ur er KT-mennari. Oftast kemur tú á mál uttan at koda eina einastu kodu. \nVið Power BI kann dátugrundarlagið skapast frá fleiri dátukeldum\,  har dáta kann umleggjast og setast í eitt dátumodell\, ið er miðstøð fyri útrokningar eins og tað visuella. Tú lærir\, hvussu samband skapast til fleiri dátukeldur. \nAftaná skeiðið kanst tú samantvinnaða tínar egnu dátur og arbeiða víðari við teimum í Power BI. \n  \n\n  \nMálbólkur\nSkeiðið hóskar væl til fólk\, ið eru í byrjanini av eini størri Power BI verkætlan. So tú kanst fáa eina góða byrjan við Power Bi og harvið kunna samskifta á einum góðum tekniskum støði við veitarar. Skeiðið er eisini upplagt fyri tey\, ið skula í gongd við tilgongdina frá a til z; at fara frá dátukeldum til lidnar rapportir\, dashboards og apps.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/power-bi-fa-yvirlit-og-finn-megina-i-tinum-datum/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,KT,Leiðsla og HR,NL,Skrivstova og samskifti,SuperUsers
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/03/Power-BI-1200x500-1.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240315T090000
DTEND;TZID=UTC:20240315T153000
DTSTAMP:20240313T102340Z
CREATED:20240111T145932Z
LAST-MODIFIED:20240313T102340Z
UID:21970-1710493200-1710516600@www.synergi.fo
SUMMARY:Lær at handfara truplar samrøður við ónøgd fólk
DESCRIPTION:Lær at handfara truplar samrøður við ónøgd fólk…\n\nAndlit til andlit\nÍ telefonini\nFá eisini innlit í trupult samskifti á skrift.\n\n\n👉Tú sleppur ikki undan at hitta trupul fólk…\n\n…men tá skeiðið er liðugt\, dugur tú at stýra undan teirra mynstrum og handfara tey jaliga\, so tey ikki mergsúgva og frustrera teg. \nSummi eru trupul í eina tíð\, onnur eru tað fulla tíð\n\n– felags eyðkenni fyri bæði sløgini er\, at tey stjala tíðina hjá tær og í kjalarvørrinum er frustratión\, ineffektivitetur\, illsinni og øsing. Tú sleppir ongantíð undan hesum fólkunum\, men tú kann menna tíni evni at handafara tey jaligt\, so tú sleppir undan\, at tey brúka alla tína orku og oyðileggja góða lagið. \nGleð teg til eina læruríka og gevandi verkstovu um at handfara ósemjur\n\nÓsemjuhandfaring og truplar samrøður við kundar\, borgarar\, sjúklingar\, limir ella íbúgvar er gerandisdagur í nógvum størvum. Tann ónøgdi og kanska kensluborni mótstøðupartur kann hava góðar orsøkir til at streingja á at fáa sítt ígjøgnum. Tú kanst eisini halda\, at hann er órímiligur. Tín uppgáva er at finna fram til kjarnan í støðuni og at at koma við einum uppbyggiligum uppskoti\, soleiðis at báðir partar eru nøgdir. Við røttu amboðunum\, er lættari hjá tær at koma fram til nøgdsemi hjá báðum pørtum. \n#Tak leiðsluna\n\n\nLær háttin at avtala endamál við samrøðuni við hin partin. Onkutíð krevst tað\, at tú fólkaliga brýtir av\, men tó heldur fast. Tá endamálið við samrøðuni er orðað\, kanst tú endurtaka tað\, hvørja ferð samrøðan fer av slóðini. Hendan úrslitagóða mannagongdin fer at hjálpa tær í samrøðuni og at koma skjótari á mál. \n#Hav ein góðan tóna\, eisini tá mótparturin glepsar\n\n\nSoleiðis syrgir tú fyri\, at tit hava eina felags fatan og halda ein góðan uppbyggjandi tóna\, eisini tá mótparturin glepsar at tær og roynir at trýsta teg við kenslubornum útsagnum. \n#Lurta virkin\n\n\nTað er ein misskiljing at tú skalt lurta óavmarkað. Tú skalt lurta í tann mun\, tað hósar til endamálið og tú skalt hava stýr á tínum hjálparamboum (samandráttur\, spurningar) og hvussu tú stýrir samrøðuni víðari. \n#Motivatiónstrappan\n\n\nSkeiðið gevur tær amboð at flokka og skilja tilburðirnir út frá sálarliga motorinum\, sum drívur hin partina. Okkara royndir vísa\, at hesin hátturin er nógv meira úrslitagóður enn aðrir hættir. Samstundis so gevur hesin hátturin eitt gott grundarlag fyri at tosa um tær kenslur\, sum eru grundarlag fyri eini konflikt. \n#Spyrjiteknikkur\n\n\nUndirvísarin hevur ment ein spyrjiteknik\, har ið útgangsstøði eru endamálið við spurninguum. Tú arbeiðir teg gjøgnum 5 trin\, sum stigvíst ávirka mótpartin. \n#Handfaring av álopum og avsporingum.\n\n\nUndirvísarin hevur ment nøkur amboð\, sum hjálpir tær at venda eina álopið ella manipulatión í samskiftinum til egnan fyrimun. \n#Áhugadialogur\n\n\nTá tú skalt samráðast um eina loysn\, mást tú ógjøgnum ein áhugadialog áðrenn tú kanst tosa um sjálva loysnina. Tað krevur eisini amboð og økta tilvitan. \n#Onkutíð mást tú siga nei\n\n\nOnkutíð mást tú siga nei. Tað skalt tú kunna gera á ein slíkan hátt\, at støðan ikki versnar. Tað finnast góð amboð\, sum lætta um eina slíka støðu. \n👉Hav frí\, tá tú hevur frí👌\n\n\nHøvuðbrot\, órógv og svøvntrupulleikar kunnu gerast ein keðilig avleiðing í tínum arbeiði\, har nógvar klagur og/ella trupul fólk eru at taka sær av. Tí fært tú eisini nøkur ráð um\, hvussu hetta kann fylla minni hjá tær í tíni frítíð. \n  \n\nTak ein starvsfelaga við og fá 10% í avsláttur!\nNýt avsláttarkoduna: Synergi10\n\nHvat fært tú í skjáttuna\, og hvat fær fyritøkan/stovnurin burturúr?\n\nTú fært nýggja vitan um\, hvussu tú handfer aktuttar støður umframt úrslitagóð amboð sum ger teg føra/n at fáa truplu samrøðurnar at enda jaligt. Tú kanst brúka amboðini bæði tá tú tosar andlit til andlit\, í telefon umframt tú eisini fært hugskot til\, hvussu tú handfer trupult samskifti á skrift. Við at læra teg at brúka røttu amboðini\, sleppur tú undan at brúka óneyðuga tíð og orku uppá trupult samskifti umframt at tú\, fert at hava eina betri kenslu\, tá tú hevur avgreitt truplu samrøðurnar\, sum stjala óneyðuga orku frá tær.\nHvussu kundin sær tykkum\, er týdingarmikil kapitalur fyri tykkum. Hetta skeiðið er við til at røkja og menna hendan kapitalin. Um starvsfólkini læra at handfara truplar støður\, sum ofta eru kenslubornar og neiligar\, til nakað meira jaligt\, er nógv vunnið. Samstundis verður nógv orka og tíð leysgivin\, tí onki er so tíðarkrevjandi sum fastlæstar truplar støður ella samrøður.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/truplar-samrodu-vid-onogd-folk/
LOCATION:Hotel Brandan\, OKNARVEGUR 2\, Tórshavn\, 100
CATEGORIES:Byggivinnan,Leiðsla og HR,NL,NÝTT!,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/01/Heimasidan-5.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240314T090000
DTEND;TZID=UTC:20240314T153000
DTSTAMP:20240313T084147Z
CREATED:20240215T131312Z
LAST-MODIFIED:20240313T084147Z
UID:22409-1710406800-1710430200@www.synergi.fo
SUMMARY:EYKA SKEIÐ | Lær at handfara truplar samrøður við ónøgd fólk
DESCRIPTION:Skeiðið 15. mars er útselt! Eyka skeið 14. mars!\nLær at handfara truplar samrøður við ónøgd fólk…\n\nAndlit til andlit\nÍ telefonini\nFá eisini innlit í trupult samskifti á skrift.\n\n\n👉Tú sleppur ikki undan at hitta trupul fólk…\n\n…men tá skeiðið er liðugt\, dugur tú at stýra undan teirra mynstrum og handfara tey jaliga\, so tey ikki mergsúgva og frustrera teg. \nSummi eru trupul í eina tíð\, onnur eru tað fulla tíð\n\n– felags eyðkenni fyri bæði sløgini er\, at tey stjala tíðina hjá tær og í kjalarvørrinum er frustratión\, ineffektivitetur\, illsinni og øsing. Tú sleppir ongantíð undan hesum fólkunum\, men tú kann menna tíni evni at handafara tey jaligt\, so tú sleppir undan\, at tey brúka alla tína orku og oyðileggja góða lagið. \nGleð teg til eina læruríka og gevandi verkstovu um at handfara ósemjur\n\nÓsemjuhandfaring og truplar samrøður við kundar\, borgarar\, sjúklingar\, limir ella íbúgvar er gerandisdagur í nógvum størvum. Tann ónøgdi og kanska kensluborni mótstøðupartur kann hava góðar orsøkir til at streingja á at fáa sítt ígjøgnum. Tú kanst eisini halda\, at hann er órímiligur. Tín uppgáva er at finna fram til kjarnan í støðuni og at at koma við einum uppbyggiligum uppskoti\, soleiðis at báðir partar eru nøgdir. Við røttu amboðunum\, er lættari hjá tær at koma fram til nøgdsemi hjá báðum pørtum. \n#Tak leiðsluna\n\n\nLær háttin at avtala endamál við samrøðuni við hin partin. Onkutíð krevst tað\, at tú fólkaliga brýtir av\, men tó heldur fast. Tá endamálið við samrøðuni er orðað\, kanst tú endurtaka tað\, hvørja ferð samrøðan fer av slóðini. Hendan úrslitagóða mannagongdin fer at hjálpa tær í samrøðuni og at koma skjótari á mál. \n#Hav ein góðan tóna\, eisini tá mótparturin glepsar\n\n\nSoleiðis syrgir tú fyri\, at tit hava eina felags fatan og halda ein góðan uppbyggjandi tóna\, eisini tá mótparturin glepsar at tær og roynir at trýsta teg við kenslubornum útsagnum. \n#Lurta virkin\n\n\nTað er ein misskiljing at tú skalt lurta óavmarkað. Tú skalt lurta í tann mun\, tað hósar til endamálið og tú skalt hava stýr á tínum hjálparamboum (samandráttur\, spurningar) og hvussu tú stýrir samrøðuni víðari. \n#Motivatiónstrappan\n\n\nSkeiðið gevur tær amboð at flokka og skilja tilburðirnir út frá sálarliga motorinum\, sum drívur hin partina. Okkara royndir vísa\, at hesin hátturin er nógv meira úrslitagóður enn aðrir hættir. Samstundis so gevur hesin hátturin eitt gott grundarlag fyri at tosa um tær kenslur\, sum eru grundarlag fyri eini konflikt. \n#Spyrjiteknikkur\n\n\nUndirvísarin hevur ment ein spyrjiteknik\, har ið útgangsstøði eru endamálið við spurninguum. Tú arbeiðir teg gjøgnum 5 trin\, sum stigvíst ávirka mótpartin. \n#Handfaring av álopum og avsporingum.\n\n\nUndirvísarin hevur ment nøkur amboð\, sum hjálpir tær at venda eina álopið ella manipulatión í samskiftinum til egnan fyrimun. \n#Áhugadialogur\n\n\nTá tú skalt samráðast um eina loysn\, mást tú ógjøgnum ein áhugadialog áðrenn tú kanst tosa um sjálva loysnina. Tað krevur eisini amboð og økta tilvitan. \n#Onkutíð mást tú siga nei\n\n\nOnkutíð mást tú siga nei. Tað skalt tú kunna gera á ein slíkan hátt\, at støðan ikki versnar. Tað finnast góð amboð\, sum lætta um eina slíka støðu. \n👉Hav frí\, tá tú hevur frí👌\n\n\nHøvuðbrot\, órógv og svøvntrupulleikar kunnu gerast ein keðilig avleiðing í tínum arbeiði\, har nógvar klagur og/ella trupul fólk eru at taka sær av. Tí fært tú eisini nøkur ráð um\, hvussu hetta kann fylla minni hjá tær í tíni frítíð. \n  \n\nTak ein starvsfelaga við og fá 10% í avsláttur!\nNýt avsláttarkoduna: Synergi10\n\nHvat fært tú í skjáttuna\, og hvat fær fyritøkan/stovnurin burturúr?\n\nTú fært nýggja vitan um\, hvussu tú handfer aktuttar støður umframt úrslitagóð amboð sum ger teg føra/n at fáa truplu samrøðurnar at enda jaligt. Tú kanst brúka amboðini bæði tá tú tosar andlit til andlit\, í telefon umframt tú eisini fært hugskot til\, hvussu tú handfer trupult samskifti á skrift. Við at læra teg at brúka røttu amboðini\, sleppur tú undan at brúka óneyðuga tíð og orku uppá trupult samskifti umframt at tú\, fert at hava eina betri kenslu\, tá tú hevur avgreitt truplu samrøðurnar\, sum stjala óneyðuga orku frá tær.\nHvussu kundin sær tykkum\, er týdingarmikil kapitalur fyri tykkum. Hetta skeiðið er við til at røkja og menna hendan kapitalin. Um starvsfólkini læra at handfara truplar støður\, sum ofta eru kenslubornar og neiligar\, til nakað meira jaligt\, er nógv vunnið. Samstundis verður nógv orka og tíð leysgivin\, tí onki er so tíðarkrevjandi sum fastlæstar truplar støður ella samrøður.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/laer-at-handfara-truplar-samrodur-vid-onogd-folk/
LOCATION:Hotel Hafnia\, Áarvegur\, Tórshavn\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Byggivinnan,Leiðsla og HR,NL,NÝTT!,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/01/Heimasidan-5.png
END:VEVENT
END:VCALENDAR