BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
PRODID:-//Synergi - ECPv6.18.4.1//NONSGML v1.0//EN
CALSCALE:GREGORIAN
METHOD:PUBLISH
X-WR-CALNAME:Synergi
X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo
X-WR-CALDESC:Events for Synergi
REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H
X-Robots-Tag:noindex
X-PUBLISHED-TTL:PT1H
BEGIN:VTIMEZONE
TZID:UTC
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:UTC
DTSTART:20230101T000000
END:STANDARD
END:VTIMEZONE
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20261030T090000
DTEND;TZID=UTC:20261030T120000
DTSTAMP:20261029T144442Z
CREATED:20260217T130433Z
LAST-MODIFIED:20261029T144442Z
UID:26497-1793350800-1793361600@www.synergi.fo
SUMMARY:Menningarløtur | Rikke Yde Tordrup
DESCRIPTION:Tiltakið er í Smæruni\nJ.H. Schrøters gøta 9 \n  \n\n  \nMenningarløtur (udviklende øjeblikke) –\neru serligar løtur í gerandisdegnum\, tá tvey menniskju skapa eitt serligt sálarligt samband millum sín – t.d. millum tann vaksna og barnið á einum dagstovni\n👉Hvat merkir tað fyri menningina hjá barninum\, at slíkar løtur henda í gerandisdegnum? \n👉Hvat skulu vaksin kring barnið leggja merki til – bæði hjá barninum og hjá sær sjálvum – fyri at hesar løtur kunnu blíva til? \n  \nHvørji tekin vísa\, at eitt barn hevur menningaravbjóðingar?\nÁ skeiðinum fer Rikke Yde Tordrup ígjøgnum tey tekin\, sum kunnu vísa á\, at eitt barn hevur menningaravbjóðingar. Hon fer at greiða frá\, hvussu tey vaksnu rundan um barnið kunna stuðla barninum og sambandinum hjá barninum við onnur. \nMenningarsálarfrøðin hjá barnasálarfrøðinginum og psykiataranum\, Daniel N. Stern og nýggjari vitan um tilknýti og samband millum barn og vaksnan\, verða løgd fram á ein einfaldan og lættfatiligan hátt\, við støði í gerandisdegnum hjá børnum í dagrøkt\, dagstovni og innskúling. \nUm skeiðið:\nDagurin er skipaður við skiftandi framløgum og nógvum dømum úr dagtilboðum. Eisini er partur av undirvísingini styttri prát við ein starvsfelaga um\, hvussu karmar og amboð frá framløguni kunnu brúkast í tínum arbeiði við børnum. \nTú fært eisini kunnleika til\, hvussu menningarætlanir kunnu nýtast\, so at fokus og foreldrasamstarv taka støði í relatiónini. \nHarumframt fáa øll møguleika at gera sítt egna samtalukort til foreldrasamstarvið. \nSkeiðið er ætlað námsfrøðingum\, hjálparfólkum\, lærarum og øðrum\, sum hava áhuga fyri evninum og sum vilja styrkja og menna samstarvið við foreldur í gerandisdegnum á dagstovnum\, skúlum og frítíðarskúlum. \n \n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/menningarlotur-rikke-yde-tordrup/
LOCATION:Starvsfelagshúsið\, J. H. Schrøtersgøta 9\, Tórshavn\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Børn og ung,Leiðsla og HR,NÝTT!,Persónlig menning,Ráðleggingardagur heyst 2026
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2026/02/udviklende-ojeblikke-6-1.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20261007T090000
DTEND;TZID=UTC:20261104T160000
DTSTAMP:20261005T083009Z
CREATED:20260310T091956Z
LAST-MODIFIED:20261005T083009Z
UID:26649-1791363600-1793808000@www.synergi.fo
SUMMARY:HR-løgfrøði | Modul 1-3
DESCRIPTION:Hetta mást tú vita\nTað eru nógv viðurskifti at halda skil á tá tað snýr seg um løgfrøði innan starvsfólkaøkið. Á hesi útbúgving fært tú eina grundleggjandi vitan um hvørjar lógir og reglur eru galdandi í starvsfólkamálum. \nTað merkir >>\n\nat tú fert at hava yvirlit yvir og stýr uppá allar reglar\, sum hava við starvsfólkaløgfrøði at gera\nat tú verður tilvitað/ur um\, hvørjar umráðandi avgerðir tú eigur at taka\nat tú fert at læra at taka løgfrøðiliga rættar avgerðir í starvsfólkamálum\n\nAt tú sum leiðari\, starvsfólkaleiðari\, starvsfólk á lønarbókhaldið vm. hevur løgfrøðiliga vitan og kunnleika til galdandi krøv\, lógir og reglur hevur nógv at siga fyri títt arbeiðspláss. Hevur tú ikki neyðugu vitanina\, kann tað lættliga ganga galið – við stórum avleiðingum. \nKennir tú hetta aftur >>\n\nTú ert við til at seta starvsfólk og gera sáttmálar? Eisini kanska stjórasáttmálar og tíðaravmarkaðar sáttmálar?\nTú ert onkuntíð við til at diskutera\, um tit skulu seta ein klausul inn í sáttmálan og tit kenna tykkum ongantíð 100% sikkur í niðurstøðuni.\nTú ert í iva um\, hvørji immateriell rættindi starvsfólkini hava?\nOg hvussu tað nú heilt nágreiniliga hongur saman viðv. tagnarskylduni og møguligum vinnuloynidómum?\nEisini kanst tú koma í iva um\, hvat við eftirliti av starvsfólkunum? Hvar gongur markið?\nOg hvussu er tað nú tá fólk gerast sjúk?\nKanst tú bara uttan víðari broyta uppá starvsinnihaldið ella starvsstað?\nHvussu er við barnsburð og frítið? Nær skal tað fráboðast leiðaranum?\nHvussu eru uppsagnartreytirnar hjá fastløntum í mun til tímalønt?\nHvat við uppsøgn av teimum\, sum eru sett í tíðaravmarkaði størv?\n\n  \nErt tú onkuntíð eitt sindur\n– ella nokk so nógv –\ní iva um\, hvussu og hvat tú í veruleikanum hevur “loyvi” til?\nSo er hetta bestemt ein útbúgving fyri teg. Fyri tað fyrsta fært tú eitt gott skeið\, við sera góðum og viðkomandi innhaldið. Tú fært slides\, sum eru lættar at hyggja aftur í\, tá tú ert liðug/ur við útbúgvingina. Undirvísarin tilrættarleggur undirvísing og innhald eftir teimum luttakarum\, sum teknað seg. Harafturat hevur tú møguleika at seta spurningar og fáa svar! \n  \nUndirvísingardagar\nModul 1 | 7. oktober 2026 \nModul 2 | 21. oktober 2026 \nModul 3 | 4. november 2026 \n\nTín investering er 15999 kr. + mvg. > 5333 kr. + mvg. pr. modul\nTað er kanska ikki so nógv\, í mun til\, hvat ein skeiv avgerð\, kann koma at kosta í útreiðslum til løgfrøðing. Ein sera hent útbúgving hjá einum leiðara ella HR-fólki\, at hava í viðførinum.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-1-3-9/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,HR-Løgfrøði,Leiðsla og HR,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/HR-1-3-.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20260918T130000
DTEND;TZID=UTC:20260918T160000
DTSTAMP:20260918T075805Z
CREATED:20260105T155925Z
LAST-MODIFIED:20260918T075805Z
UID:26244-1789736400-1789747200@www.synergi.fo
SUMMARY:Sálarligt trýst og moralsk strongd
DESCRIPTION:GG. Tiltakið er á\nHotel Hilton!\n\nHáaktuellur temadagur um arbeiðslív\, moralska strongd og sálarliga fyrstuhjálp\nTemadagur: Sálarligt trýst og moralsk strongd – kollegastuðul og organisatoriskar loysnir\nDorthe Birkmose | Moralsk strongd\nDorthe Birkmose ger okkum klókari upp á moralska strongd\, tá ið hon fer í dýpdina við\, hvussu moralsk strongd er ein sunn reaktión upp á arbeiðsumstøður\, ið forða starvsfólkum og leiðarum í at arbeiða fakliga og moralskt forsvarligt. Tað kennist ikki sunt. Moralsk strongd merkist sum ring samvitska\, faklig ónøgd og sum ein kensla av meiningsloysi. Hesa keðiligu kenslu royna vit at fáa  burtur við ymiskum hættum\, sum vit kenna frammanundan\, so sum forráan\, passiv resignatión\, grenj\, flýggjan\, “quiet quitting” og skuggaarbeiði\, men hesar hættirnir gera bert trupulleikarnar størri.  Organisatoriskir trupulleikar kunnu ikki loysast individuelt – teir mugu loysast organisatoriskt. \nRikke Høgsted | Sálarlig fyrstahjálp – lat felagsskapin lekja\nTá ið vit eru fyri sálarliga krevjandi hendingum á arbeiðsplássinum\, reagera vit ikki bert sum einstaklingar – vit reagera eisini sum partur av einum felagsskapi. Hvat hendir við okkum\, tá ið vit uppliva okkurt álvarsamt? Hvussu ávirkar tað okkum? Og tað allar týdningarmesta: Hvat kunnu vit gera í felag fyri at koma væl víðari? \nVælkomin til eina framløgu um\, hvussu vit koma víðari frá fortíðini\, tá vit spurdu:”Hvat feilar tær?“ yvir til “Hvat er hent?” – og síðani fram til tað mest avgerandi: “Hvør er har fyri teg?” Vit eru ikki definerað av tí\, vit verða útsett fyri\, men av hvussu vit handfara støðuna. Við støði í síni nýggjastu bók greiðir Rikke frá “Elevatorhugtakinum” – eitt hugtak\, sum lýsir\, hvussu óumhugsað nýtsla av professionellari kreppuhjálp kann hava við sær\, at natúrligar reaktiónir verða sjúkliggjørdar\, og at felagsskapurin á arbeiðsplássinum verður veikari. \n  \n\n👇Kom við!👇\n  \n🙋‍♀️🧡👨‍👩‍👧‍👦💛👩‍🔬💚👩‍🦽💜👩‍⚖️🤎👨‍👧‍👧💗👩🏾‍🤝‍👩🏾🤍👮‍♂️🤎👨‍🦯💖👵💙👌
URL:https://www.synergi.fo/skeid/salarligt-tryst-og-moralsk-strongd-kollegastudul-og-organisatoriksar-loysnir/
LOCATION:Hilton\, Staravegur 13\, Tórshavn\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Børn og ung,Leiðsla og HR,NÝTT!,Persónlig menning,Ráðleggingardagur heyst 2026
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2026/01/Ann-E.-Knudsen-3.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20260518T090000
DTEND;TZID=UTC:20260520T160000
DTSTAMP:20260505T133327Z
CREATED:20260109T151232Z
LAST-MODIFIED:20260505T133327Z
UID:26268-1779094800-1779292800@www.synergi.fo
SUMMARY:Samstarv við Dansk Standard| Víðkað diplom­skeið í kunningartrygd við støði í ISO/IEC 27000 røðini
DESCRIPTION:Fá eina gjølla innleiðslu í altjóða standardar fyri kunningartrygd.\nÍ samstarv við Dansk Standard\, kann Synergi nú bjóða hetta víðkaða diplomskeiðið í kunningartrygd við støði í ISO/IEC 27000 røðini\n  \n\nSkeiðið\nInnleiðsla til ISO/IEC 27001 við denti á ISO/IEC 27002 og ISO/IEC 27005.\nSkeiðið gevur tær eina samlaða innleiðslu til standardarnar ISO/IEC 27001\, ISO/IEC 27002 og ISO/IEC 27005. Soleiðis fært tú bæði innlit í krøvini\, sum verða sett til eitt leiðslukervi fyri kunningartrygd (ISMS) í ISO/IEC 27001\, og íblástur til hvussu títt virki kann skipa sína tilgongd til at stýra kunningartrygdarváðar sambært ISO/IEC 27005. At enda fært tú eisini vegleiðing í\, hvussu útvald tiltøk úr ISO/IEC 27002 kunnu setast í verk. \nSkeiðið sameinar frálæru í teori við praktiskar venjingar og dømi\, so tú fært eina djúpari fatan av kunningartrygd og hvussu arbeiðið við henni verður stýrt í tíni fyritøku. Tú fært innlit í kjarnu­elementini í øllum trimum standardunum og teirra týdning fyri kunningartrygd og nettrygd. \nPróvtøka og prógv ella skeiðsváttan – tú velur\nSkeiðið endar við eini próvtøku\, sum staðfestir tína vitan og førleikar á økinum. Próvtøkan er frívillig. Fert tú til próvtøku\, fært tú prógv frá Dansk Standar uppá ISO 27001 – ISO 27002 og ISO 27005. Frávelur tú próvtøku\, fært tú í staðin eina skeiðsváttan frá Dansk Standard uppá tína luttøku í ISO 27001\, ISO 27002 og ISO 27005. \n  \nSkeiðið fevnir um\nSkeiðið gevur innlit í týdningarmestu standardunum innan kunningartrygd og váðastýring.\nISO/IEC 27001 er ein altjóða leiðslustandardur fyri kunningartrygd. Ið hjálpir feløgum at verja virðismiklar upplýsingar\, herundir persónsupplýsingar\, gjøgnum eina skipaða tilgongd til váðastýring\, prosess­skráseting og ábyrgdarbýti. Hetta er tað fullkomna amboðið til at skapa eina trygga og álítandi verju av upplýsingum. \nISO/IEC 27002 er ein vegleiðandi standardur\, sum útgreinar trygdartiltøkini í ISO/IEC 27001. \nISO/IEC 27005 hevur fokus á váðastýring og vegleiðir fyritøkur í at menna eina serliga tilgongd til at eyðmerkja\, meta um og handfara váðar.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/samstarv-vid-dansk-standard-vidkad-diplomskeid-i-kunningartrygd-vid-stodi-i-iso-iec-27000-rodini/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:FB,KT,Leiðsla og HR,NL,NÝTT!,Útbúgvingar,VP
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2026/01/Untitled-design-11-scaled.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20260429T090000
DTEND;TZID=UTC:20260429T153000
DTSTAMP:20260417T084753Z
CREATED:20260116T100459Z
LAST-MODIFIED:20260417T084753Z
UID:26302-1777453200-1777476600@www.synergi.fo
SUMMARY:Handfaring av persónsupplýsingum\, GDPR | Grundskeið
DESCRIPTION:Tú ert ikki einsamøll/ur\, um tú hevur hug at halda fyri oyruni\, tá tú hoyrir um GDPR\n– men tú verður glað/ur\, tá tú hevur fingið yvirlit yvir tað!\n\nTað kann kennast eitt sindur ógvusligt\, tá vit hoyra um GDPR. Sum um vit ikki fáa arbeitt\, tí vit skulu uppfylla so nógv krøv. Men hvør veit\, kanska skulu tit bara gera fáar og einfaldar justeringar? Tað fært tú yvirlit yvir\, á hesum skeiðinum. \n  \nKom og fá innlit í krøvini í Dátuverndarlógini\n\nHetta er faktiskt eitt sera hugaligt skeið\, betri enn tú heldur. Kom og lær reglurnar um varðveiting av persónsupplýsingum\, og slepp undan stórari bót. Tað kunnu tey flestu fyrihalda seg til. \nUpplýsingar um fólk – teg og meg – eru at finna allastaðni. Men tað er ikki líka mikið\, hvussu tit sum fyritøka/stovnur goyma hesar upplýsingar. \nKom á skeið og fá eitt gott innlit í\, hvussu tú handfer upplýsingarnar rætt. Finn útav um tit\, á tínum arbeiðsplássi\, eru innan fyri ella uttan fyri reglurnar. \n  \n\nØll\, ið arbeiða við persónsupplýsingum av ymsum slag\, hava gott av at fara á slíkt skeið. Sera gevandi skeið.\nFyrimunurin er\, at ein lærir meira um dátutrygd\, hvussu hon skal handfarast\, og ein verður meira obs uppá hvussu persónsupplýsingarnir vera handfarnir frameftir.\n\nWin-win-win fyri allar partar!\n\nLuttakari 2025\n\nFá vitan og ítøkilig amboð heim við\n\nÁ skeiðinum verður ein gjøgnumgongd av dátuverndarlógini\, har luttakararnir fáa ítøkilig ráð og amboð til at uppfylla krøvini í lógini í dagliga arbeiðinum. Dentur verður lagdur á at hava eina praktiska tilgongd til reglurnar. \n  \nUndirvísari | Helga á Borg\n\n \n  \nBrellbitar úr skránni:\n\n\nHvat er persónsupplýsingar?\nHvat er GDPR?\nHvørji grundleggjandi krøv til viðgerð av persónsupplýsingum skal fyritøkan lúka ísv. dagligu málsviðgerðina?\nMeginreglur\nFarspor (cookies)\nViðgerðarheimild\nKrøv um kunning og dokumentatión\nRættindi hjá skrásetta\nInnanhýsis skjøl og mannagongdir og onnur skjøl\nViðgerðartrygd\nHandfarin av trygdarbroti\nViðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við setanarviðurskifti\n\n\nLuttakarar siga:\n\n“Eg var ikki stúrin\, men meira forvitin\, tí tað er so ringt at finna upplýsingar um sovorið uttan at kontakta onkran sakførara.”\nLuttakari frá fakfelag \n“Eg var serliga glaður fyri at hoyra um fleiri ítøkilig dømir\, sum Helga kom við.”\nTeldumaður \n“Eg havi fingið nakrar óvissir uppá pláss\, sum eru sera týdningarmiklar. Týdningarmiklar\, tí um mann ikki geri tingini sum lógin ásetur\, so forbrýtur mann seg\, sum í ringasta føri hevur bót við sær.”\nLuttakari frá almennum arbeiðsplássi \n“Nú dugi eg betur at síggja týdningin av at goyma data og vit fingu kunning um\, hvat ið eru og ikki eru viðkvæmir upplýsingar og at aðrar lógir kunnu “yvirrula”.\nLuttakari frá privatum arbeiðsplássið \n\n“Eg kann viðmæla øllum skeiðið\, sum eru dátuábyrgdarar og gera váðametingar í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum.”\nLuttakari frá almennum arbeiðsplássi \n  \nKom við og fá yvirlit yvir dátuverndarlógina\n– jú fyrr\, jú betur! 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/handfaring-av-personsupplysingum-gdpr-grundskeid-9/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,FB,Leiðsla og HR,NL
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/11/GDPR.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20260324T083000
DTEND;TZID=UTC:20260324T163000
DTSTAMP:20260319T132903Z
CREATED:20250618T124040Z
LAST-MODIFIED:20260319T132903Z
UID:24969-1774341000-1774369800@www.synergi.fo
SUMMARY:Burðardygd sum strategiskt leiðsluamboð
DESCRIPTION:Burðardygd sum leiðsluamboð \nTað ber illa til at tosa um framtíðar leiðslu uttan at tosa um burðardygd. Tí bjóða vit nú – í samstarvi við Aros Business Academy – eitt háaktuelt og neyðugt skeið um burðardygd sum starategiskt leiðsluamboð. \n  \nAros MiniMBA | Eitt eyka modul\, sum ger tína útbúgving enn meira fullfíggjaða\nHetta er eitt eyka modul til tín\, sum hevur tikið Aros MiniMBA.  \n  \nSkeiðið vendir sær til allar leiðarar\, sum ynskja meira vitan um Burðardygd sum strategiskt leiðsluamboð.\nTvs. at samstundis sum hetta er eitt eyka modul til MiniMBA útbúgvingina\, er hetta eisini eitt sjálvstøðugt skeið\, sum allir leiðarar kunnu luttaka á\, óansæð um teir hava MiniMBA ella ikki. \nØll kunnu luttaka á hesum skeiðinum\, sum er ment við tí fyri eyga\, at gera Aros MiniMBA enn meira fullfíggjaða. \n\n\nBurðardygd er vorðin ein týðandi og óloysiligur partur av nútímans virkisleiðslu\nHetta krevur\, at leiðarar skilja strategiska týdningin av at leiða burðardygt. Endamálið við hesum skeiðnum\, sum er eisini er eitt ískoytismodul til Aros MiniMBA í leiðslu\, er at geva tær neyðugu vitanina og amboðini\, soleiðis at tú kanst stýra\, skilja og leiða ymisk átøk fyri burðardygd og skapa tryggleika í tínum leikluti. Harafturat er endamálið eisini at eggja til\, at tú sum leiðari hugsar um og viðger tína egnu ábyrgd í sambandi við burðardygga leiðslu. \nInnihaldið fevnir um mest týðandi evni\, so sum sambandið millum burðardygd og vinnu\, hvussu vit eyðmerkja møguleikar og hóttanir\, og hvussu vit íverkseta burðardyggar mannagondir sum ein natúrligan part av vinnustrategiini. \nDentur verður lagdur á praktiska nýtslu av verandi amboðum í nýggjum burðardyggum samanhangum – og á týdningin av samskifti (at forða fyri greenwashing og greenhushing)\, skjalprógvan og positionering. \n\n\n👌💥Jasper Steinhausen undirvísir💪\nRithøvundur til Amazon Bestseljaran\n“Makin Sustainability Profitable”\n \n\n  \nKom og uppgradera tína Aros MiniMBA ella tína vitan um burðardygd \n>> Tekna teg bara beinanvegin\, so er tað ikki eftir <<\n  \n\nHoyr Jesper Steinhausen greiða frá 👇👇\nhttps://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2025/06/Jasper-Steinhausen-introvideo-2-1.mp4
URL:https://www.synergi.fo/skeid/burdardygd-sum-strategiskt-leidsluambod/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:FB,Leiðsla og HR,NL,Persónlig menning,Útbúgvingar,VP
ATTACH;FMTTYPE=image/webp:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2025/06/jasper-03.webp
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20260311T100000
DTEND;TZID=UTC:20260311T140000
DTSTAMP:20260302T120656Z
CREATED:20251112T122823Z
LAST-MODIFIED:20260302T120656Z
UID:25753-1773223200-1773237600@www.synergi.fo
SUMMARY:Sjúkrafrávera | HR-løgfrøði | Modul 5
DESCRIPTION:Tak røttu avgerð\nog slepp undan at ivast\nVit kunnu øll verða rakt av sjúku. Sjúkrafráveran kann tó eisini gerast ein kostnaðarmikil trupulleiki á arbeiðsplássinum.\nKom og fá greiðu á hvussu tú tekur rættar avgerðir og sleppur undan at ivast tá tað kemur til sjúkrafráveru. \n  \nLær um galdandi lógar- og sáttmálareglur\nÁ skeiðinum fara vit ígjøgnum galdandi lógarreglur og týdningarmestu sáttmálareglurnar. Vit fara at greina reglurnar um hvørjar skyldur starvsfólk og arbeiðsgevari hava\, tá starvsfólk ikki kemur til arbeiðis vegna sjúku. \nM.a. nær arbeiðsgevarin hevur skyldu at gjalda løn undir sjúku\, nær dagpeningaskipanin tekur við\, nær eitt starvsfólk kann sigast úr starvi o.m.a. \n  \nGG! Hevur tú luttikið á modul 1-3 í HR-løgfrøði útbúgvingini fært tú 1.000 kr. + mvg. í avsláttri uppá modul 4 og 5. Nýt hesa gávukortkodu tá tú teknar teg: HR5-1000
URL:https://www.synergi.fo/skeid/sjukrafravera-hr-logfrodi-modul-5/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,HR-Løgfrøði,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/shutterstock_142814494.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20260305T090000
DTEND;TZID=UTC:20260305T120000
DTSTAMP:20260302T120902Z
CREATED:20251001T085818Z
LAST-MODIFIED:20260302T120902Z
UID:25478-1772701200-1772712000@www.synergi.fo
SUMMARY:Góð og effektiv fundarleiðsla
DESCRIPTION:Fá effektiv amboð til betri fundarleiðslu\nVið effektivari fundarleiðslu hevur tú møguleika at seta kós\, finna felags mál og syrgja fyri\, at tit fáa tað burturúr fundinum\, sum tit fegin vilja.\nTey flestu av okkum hava eina meining um fundir. Vit vilja hava\, at teir eru effektivir\, geva meining\, skapa úrslit\, ikki fara av sporinum o.s.fr. \nOfta gongst ikki sum ætlað\nHetta kemst av\, at vit ikki hava gjørt okkum greitt hvussu umráðandi tað er\, at fundirnir eru væl fyriskipaðir\, at tey røttu fólkini luttaka\, at fundirnir eru væl stýrdir og at fylgt verður uppá tær avtalur og avgerðir\, ið verða tiknar á fundunum. \n\nÁ hesum skeiðinum lærir tú at seta rammur um fundir og at stýra fundum.\n  \nÁ skránni\n\nYmisk sløg av fundum\nEndamál við fundinum\nFyrireiking av tí góða fundinum\nHvør skal luttaka\, hvat skal á skránna og hvat skal ikki?\nFundarstýring – hvussu náa vit málinum í mun til tíð og innihald?\nHvussu tryggja vit\, at øll vera hoyrd?\nHvussu tryggja vit\, at fundurin ikki fer av sporinum?\nHvussu taka vit avgerðir og hví hevur tað týdning\, altíð at avtala “hvør-ger-hvat”?\nUppfylging av fundum\nHvørjar innanhýsis avtalur eru neyðugar at gera\, so vit tryggja\, at framtíðar fundir verða effektivir og geva meining fyri allar partar.\n\n  \nVælkomin á skeið í fundarleiðslu!
URL:https://www.synergi.fo/skeid/god-og-effektiv-fundarleidsla-6/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,FB,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti,Snarskeið
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/08/Fundarleidsla.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20260130T130000
DTEND;TZID=UTC:20260130T170000
DTSTAMP:20260129T162213Z
CREATED:20251202T114713Z
LAST-MODIFIED:20260129T162213Z
UID:25630-1769778000-1769792400@www.synergi.fo
SUMMARY:Leiðaradagurin 2026
DESCRIPTION:VÆLKOMIN TIL LEIÐARADAGIN 2026\n\n\n\n\n“Tað er sera gott at skapa fokus á leiðslu í okkara nútímans samfelagi. \nTað hevur ongantíð verið meira umráðandi við góðari og týðiligari leiðslu\, og tað varpar dagurin ljós á.” \nLuttakari 2025 \n\n\n\n\nLeiðsla krevur dirvi\, kós og umsorgan \n– serliga í eini tíð\, har óvissur og kreppur seta sín dám á gerandisdagin. \nVit liva í eini rembingartíð við altjóða ótryggleika og avbjóðingum: kríggjum og tolltrupulleikum\, netálopum\, vitlíksbroytingum\, sum seta nýggj krøv til førleikar og arbeiðsgongdir\, og einum arbeiðsmarknaði við støðugt hægri krøvum. \nÁ Leiðaradegnum fært tú amboð og íblástur\, sum styrkja teg í at standa tryggari og sterkari sum leiðari – eisini tá umstøðurnar broytast skjótari enn nakrantíð. \n\nSkráin  – les meira um skránna á síðubreddanum:\n \n\nGóð leiðsla er ein kokteylur av dirvi og eyðmjúkleika\nKarsten Mellon\n\nGóð leiðsla krevur meir enn førleikar og amboð. Hon krevur dirvi at leiða\, tá støðan er ógreið og ótrygg\, og eyðmjúkleika at lurta\, læra og taka tær menniskjaligu dynamikkirnar í álvara\, sum altíð eru til staðar í leiðslu. Karsten Mellon\, ph.d.\, er ein viðurkendur fyrilestrahaldari og serfrøðingur í leiðslu og organisatión. Hevur skrivað fleiri leiðslubøkur\, nýggjasta er “Hvad er ledelse?” sum verður grundarlag undir hesum fyrilestrinum.\n\n \nVibeke Lunding-Gregersen hevur fingið forfall\, men at vit eru so heppin at Karsten Mellon kundi koma í hennara stað. \n\nPause Power\nPia Hauge\n\nHeilasteðgir eru eitt effektivt leiðslutól\, sum leiðarar kunnu nýta til at tryggja minni strongd og meira mentalt yvirskot í sínum egna lívi sum leiðari – men eisini sum eitt amboð til at tryggja produktivitet\, góðsku\, nýskapan og trivnað millum starvsfólkini. Pia Hauge hevur m.a. skrivað bestseljarin Pause Power\, og arbeiðir ráðgevi fyri danskar fyritøkur so sum Novo Nordisk\, Carlsberg-grunnin\, ministeriir\, skúlar\, sjúkrahús og kommunur. Pia hevur í fleiri ár verið chef-ráðgevi í Danmarks Radio\, har hon hevði ábyrgd av talentsskráum og leiðslu­menning. \n\n  \nVel tankar\, sum styrkja heldur enn tyngja\nKristian Eli Andersen\n \nKristian Eli Andersen vísir\, hvussu vit kunnu seta fokus á styrkirnar\, virðini og møguleikarnar\, vit hava – og sum vit ofta gloyma\, tá stúran\, strongd og yvirhugsan fylla ov nógv. Tú fært innlit í nakrar avbjóðingar\, sum føroyskir leiðarar stríðast við í dag – og hvussu kognitiv og metakognitiv amboð kunnu geva størri sálarligt frælsi og minni yvirhugsan. Kristian Eli er autoriseraður sálarfrøðingur og hevur hópin av eftirútbúgvingum.\n \n\nSamrøða um geopolitisku støðuna\nMaliina Abelsen\n \nÁ Leiðaradegnum luttekur grønlendska Maliina Abelsen í eini samrøðu við Óluvu Zachariasen um ta aktuellu og háspentu geopolitisku støðuna\, har Grønland er komið í altjóða miðdepilin. \nSamrøðan tekur støðið í einum grønlendskum sjónarhorni og setir samstundis støðuna í ein breiðari altjóða og globalan samanhang við atliti til leiklutin\, sjálvsavgerðarrættin og støðuna hjá Grønlandi í einum heimi\, ið er merktur av vaksandi stórveldisáhuga. \n\nHæddarpunktið: Kjósanin av Ársins leiðarum og Herðaklappið til millumleiðaran🏆👏\n \nKanska onkur tú hevur tilnevnt?\nJa\, ella kanska er tað tín túrur nú?🍾🌼🥂 \nNú kunnu starvsfólk og øll onnur áhugaði lata inn boð upp á\, hvørji skulu fáa heiðurin at gerast Ársins Leiðarar og hvør skal fáa Herðaklappið til millumleiðaran. Herðaklappið varð á fyrsta sinnið latið í fjør\, og var tað sera væl eydnað við nógvum tilnevningum. \nGer tína ávirkan galdandi!
URL:https://www.synergi.fo/skeid/leidaradagurin-2026/
LOCATION:Hotel Føroyar\, Hotel Føroyar\, Tórshavn\, Føroyar\, 100
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,Byggivinnan,FB,Leiðsla og HR
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2025/12/Ymiskar-facebook-lysingar-1600-x-900-px-2560-x-1440-px-scaled.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20251210T100000
DTEND;TZID=UTC:20251210T140000
DTSTAMP:20251208T110800Z
CREATED:20240515T074053Z
LAST-MODIFIED:20251208T110800Z
UID:23098-1765360800-1765375200@www.synergi.fo
SUMMARY:Arbeiðsgevarans eftirlit við starvfólki | HR-Løgfrøði | Modul 4
DESCRIPTION:“Hvar gongur markið?”\nHvat kanst tú sum arbeiðsgevari\, og hvar gongur markið\, tá tú vilt vita meira um eitt starvsfólk? \nÁ hesum skeiðinum fært tú svar uppá\, hvat eftirlit arbeiðsgevarin kann hava við sínum starvsfólki. \nKann eg sum arbeiðsgevari:\n\nSpyrja ein fyrrverandi arbeiðsgevara um eitt starvsfólk?\nKanna eftir\, um eitt starvsfólk er til nyttu?\nHalda eyga við mínum starvsfólkum við kamera?\nFylgja starvsfólki við GPS ella øðrum sportøkni?\nBrúka sosialar miðlar ella onnur media at fylgja starvsfólki?\n\n  \nHR-løgfrøði modul 4 kann takast sum eitt sjálvstøðugt modul (skeið)\, ella sum partur av HR-løgfrøði útbúgvingini hjá Synergi. \n  \n\n\nVisti tú…….\n  \n…at tú sum arbeiðsgevari kanst hava GPS eftirlit á einum arbeiðsbili\, men at starvsfólki skal upplýsast um at GPS eftirlit er við bilinum\, og hvat hesir upplýsingar kunnu nýtast til? \n  \n  \n…at tú sum arbeiðsgevari hevur skyldu til at tryggja\, at dátur frá einum eftirliti ikki mugu koma á skeivar hendur. Heldur ikki kann tað nýtast til annað endamál\, enn tað tú hevur upplýst starvsfólkinum? \n  \n\n\nKom við á skeið og fá stýr uppá nær og hvar tú kanst hava vakmyndatól á einum arbeiðsplássi. Fá eisini greiðu á hvørjar skyldur tú sum arbeiðsgevari hevur viðvíkjandi kunning og viðgerð av upptøkunum.\n  \n\n  \nHetta skeiðið kann eisini takast sum einkult modul. Tær nýtist ikki at hava tikið modul 1-3 fyri at koma við 😉  \n  \n\n  \nGG! Hevur tú luttikið á modul 1-3 í HR-løgfrøði útbúgvingini fært tú 1.000 kr. + mvg. í avsláttri uppá modul 4 og 5. Nýt hesa gávukortkodu tá tú teknar teg: HR4-1000 \n  \n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-4-arbeidsgevarans-eftirlit-vid-starvfolki-3/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,HR-Løgfrøði,Leiðsla og HR,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/06/Hr-Logfrodi-modul-4-Arb.gev-eftirlitMynd2.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20251125T090000
DTEND;TZID=UTC:20251125T153000
DTSTAMP:20251110T135450Z
CREATED:20250604T121302Z
LAST-MODIFIED:20251110T135450Z
UID:24930-1764061200-1764084600@www.synergi.fo
SUMMARY:ChatGPT og vitlíki | Kom gott í gongd |
DESCRIPTION:  \nEru tit byrjað at brúka ChatGPT í tykkara arbeiði? \nElla kundu tit kanska hugsað tykkum at komið gott í gongd við tað og annað AI (vitlíki)? Kom við til hetta grundleggjandi skeiðið. \n  \nKom og lær at brúka ChatGPT og aðrir chatbottar og fá eitt gott yvirlit yvir hvat vitlíki er\nVitlíki\, ella AI (Artificial Intelligence) breiður seg við rúkandi ferð\, bæði í okkara privatlívi og arbeiðslívi. Hetta hevur við sær\, at vit skulu venja okkum við ein heilt nýggjan máta at arbeiða uppá. Og tað ræður um at fylgja við\, tí tøknin drønar av stað – og tað er skjótt at gerast eftirbátur. \nÁ skeiðinuim fært tú eina grundleggjandi vitan um\, hvat vitlíki er\, og hvat tað kann brúkast til. \n\nVit leggja serliga dent á ChatGPT \nSkeiðið hevur eitt praktiskt útgangstøði\, soleiðis at tú lærir hvat tú kanst brúka vitlíki til í tínum arbeiði og hvussu tú ítøkilig kanst fáa gagn av tí. \n\nBrellbitar úr skránni: \n✅ Um vitlíki \n✅ ChatGPT \n✅ Gemini (AI assistenturin hjá Google) \n✅ Microsoft Copilot \n✅ Lóggáva \n✅ Annað – sí alla skránna á høgra bredda \n\n  \n“Um tú ikki fylgir við tøknini\, so er skjótt at blíva erstattaður\, við onkran sum brúkar tað”\nMatilda Hanusardóttir\, Norðvask \n\n  \n“Eg havi nú eitt betur yvilit yvir vitlikismøguleikar\, sum eg kann brúka her og nú. Eg havi eisini eina mynd av\, hvar vitlíkið er á veg til.”\nÁsa Andreasen\, Barnaverndartænastan \n  \n“Stórsta Aha upplivingin hjá mær var hvussu nógv AI longu er runt um okkum\, sum eg ikki havi hugsa er AI. Og so allir teir óendaligu møguleikarnir sum eru. Hvussu nógv meira effektivt\, summar arbeiðsuppgávur kunnu gerast.”\nLuttakari mai 2025 \n\n\nKom á skeið og lær eina rúgvu um\, hvussu tú kanst fáa gleði av vitlíki.\n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/chatgpt-og-vitliki-kom-gott-i-gongd-3/
LOCATION:synergi\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 188\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,KT,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti,Vitlíki
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/06/ChatGPT.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20251121T090000
DTEND;TZID=UTC:20251121T160000
DTSTAMP:20251110T141142Z
CREATED:20241219T094255Z
LAST-MODIFIED:20251110T141142Z
UID:24144-1763715600-1763740800@www.synergi.fo
SUMMARY:Soleiðis handfer tú trupul fólk
DESCRIPTION:Ósemjur kosta tíð\, pengar\n– og orku!\nOg ja\, vit kunnu helst øll fella í grøvina við hvørt og vera tann trupli persónurin;) \n\nKom og fá ítøkiliga og praktiska vegleiðing í\, at handfara trupul fólk og ósemjur\n\nSummi eru trupul í eina tíð\, onnur eru tað fulla tíð – felags eyðkenni fyri bæði sløgini er\, at tey stjala tíðina hjá tær og í kjalarvørrinum er frustratión\, inneffektivitet\, illsinni og øsing. Tú sleppir ongantíð undan hesum fólkunum\, men tú kann menna tíni evni at handafara tey jaligt\, so tú sleppir undan at tey brúka alla tína orku og oyðileggja góða lagið. \nGleð teg til eina tætt stúgvaða skrá\, sum vil hjálpa tær at greiða mongu avbjóðingarnar í dagliga arbeiðslívinum. Fá innlit í ymiskar persónsmenskur og í teirra atburð. Lær um ítøkilig amboð og hættir\, sum gera teg føra at greiða tær orrustir\, sum koma\, har menniskju hittast. \nAmboðini rigga\, og ástøðini og modellini hava staðið sína roynd í veruliga lívinum: \ná skrivstovuni\, í tannlæknastovuni\, í móttøkuni\, á byggiplássinum og á parkeringsplássinum.\n  \nOg tey rigga eisini heima. \nTú kennir tað – ein rokaligan gerandisdag við nógvari ferð\, nógvum broytingum og nógvum ymiskum fólki\, sum øll vænta ella enntá krevja okkurt av tær. \nTað kann vera sín søk at fara skynsamliga við øllum – eisini hóast tú fegin vilt – og tað kann geva orsøk til ósemjur. \n\nHittir tú trupul fólk\, sum tú ikki dugir at fáast við?\nHevur tú verið í keðiligum støðum við einum starvsfelaga\, einum viðskiftafólki ella einum leiðara\, uttan at tú skilti hví?\nSaknar tú ein einfaldan og virknan máta at sleppa undan neiligum ósemjum\, og vilt tú fegin styrkja tína ávirkan og slagkraft?\n\nSo er hetta skeiðið júst nakað fyri teg. \nTak ein starvsfelaga við. Tað er altíð betur\, so eru tit fleiri\, sum hava fingið somu vitan og kunnu minna hvønnannan á tað aftaná. \n\nEru tit 3 ella fleiri frá sama arbeiðsplássi fáa tit 10% í avsláttur!\nNýt avsláttarkoduna: Synergi10\n\n  \nHvat fært tú í skjáttuna?\n\nDagurin er settur soleiðis saman\, at tú skiftir millum framløgur og venjingar. Soleiðis miðja vit móti innlæring\, og tá skeiðið er liðugt\, hevur tú fingið eina røð av amboðum\, sum tú kanst taka í nýtslu beinanvegin. Tú lærir at avlesa tey tekinini\, sum boða frá\, at ein ósemju er í umbúna\, tí ósemjuhandfaring snýr seg um at hava góða tíð at fyrireika ymiskar strategiir. \nVit kunnu ikki lova tær at sleppa undan at hitta trupul fólk\, tá skeiðið er liðugt\, men tú kanst læra at stýra undan teirra mynstrum og handfara tey jaliga\, so tey ikki mergsúgva og frustrera teg. \n  \nÁ skránni\n\n\nLær at kenna persóntypur aftur – og legg eina strategi.\nTað finnast 12 neilig atferðarmynstur. Fá uppskriftina til at handfara tey!\nFríger tínar samskiftisførleikar\, so tú kanst taka stýringina.\nLær at vera rólig/ur í spentum støðum\, so tær ikki mergsúgva teg.\nFá dirvið at seta mørk – finn tín natúrliga myndugleika.\n\n  \n  \nMálbólkur\n\nØll\, sum vilja duga at handfara trupul fólk og sum vilja sleppa undan\, at lata hesi fólk oyðileggja tær dagin og sleppa undan\, at tey taka alla arbeiðsgleðina frá tær.  \n  \nUndirvísari: Sebastian Nybo\n\n  \n \n\nSummi eru trupul eitt stutt tíðarskeið\, meðan onnur eru trupul fulla tíð;)\n\nKom og lær at handfara bæði sløgini\, sum bæði eru slítandi
URL:https://www.synergi.fo/skeid/soleidis-handfer-tu-trupul-folk-3/
LOCATION:Hotel Hafnia\, Áarvegur\, Tórshavn\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Byggivinnan,Leiðsla og HR,NL,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/01/Heimasidan-5.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20251121T090000
DTEND;TZID=UTC:20251121T120000
DTSTAMP:20251117T150534Z
CREATED:20250909T142922Z
LAST-MODIFIED:20251117T150534Z
UID:25298-1763715600-1763726400@www.synergi.fo
SUMMARY:Soleiðis stuðlar tú børnum eftir skilnað | v/Søren Marcussen
DESCRIPTION:Upp til 3. hvørt barn upplivir\, at foreldrini fara hvør til sítt\nHetta merkir\, at í hvørjari vøggustovu og barnagarði búgva upp til ein triðingur av børnunum antin hjá tí mammuni ella pápanum ella eisini búgva tey skiftisvís hjá báðum. \nSkeiðið gevur tykkum fakligt innlit í\, hvussu tit kunnu skilja og stuðla hesum børnum á rættan hátt og skapa tryggleika og støðufesti í teirra gerandisdegi. \n  \nÁ hesum skeiðinum seta vit sjóneykuna á:\n\nHvussu børn ávirkast\, tá foreldrini fara hvør til sítt\nHvussu tað kennist fyri barni\, tá foreldrini enda í stórari ósemju\nHvussu vit stuðla børnum\, har foreldrini eru farin hvør til sítt\, og hvussu vit hjálpa børnunum við at hjálpa foreldrunum\n\nDagurin gevur innlit í\, hvussu skilnaður ávirkar trivnaðin hjá børnum og ungum. Harumframt fært tú eisini innlit í\, hvussu trupult tað er hjá børnunum\, tá talan eru um skilnað\, sum er merktur av nógvum og stórum ósemjum. Tú fært eisini vitan um\, hvussu tú sum fakfólk kanst stuðla børnum og foreldrum og vísa á víðari til hjálp\, tá tørvur er á tí. \nDagurin er ein samanrenning av fyrilestri\, reflektión og dialogi í plenum. \n  \n“Søren Marcussen er ein ótrúliga góður undirvísari\, \nfaktiskt tann besti skeiðleiðarin eg havi havt.”\nFøroyskur luttakari\, sum hevur verið á skeiði hjá Søren Marcussen.\n  \nUndirvísari: Søren Marcussen\nSøren Marcussen er ráðgevi og deildarleiðari hjá Styrk Familierne (fyrrverandi Center for Familieudvikling). Hann leggur stóran dent á\, at børnini hava brúk fyri vaksnum\, sum eru til staðar\, seta orð á tað\, sum hendir\, og skapa tryggleika í gerandisdegnum. \nSøren hevur síðani 2008 veri við til at gera tilboð til fráskildar familjur millum annað:\n\nSamrøðubólkar til børn\, har foreldrini eru farin hvør til sítt\nKIFF-skeið til foreldur\nRáðgeving og terapi fyri foreldur\nMenning av tilboðinum “Sammen om Børnene“\, sum er til familjur í stórum ósemjum.\n\n  \nBrellbitar úr skránni: \nVitan: Hvat sigur granskingin um ávirkanina av skilnaði á børn og vaksin? \nFakligheit: Hvussu kunnu námsfrøðingar og hjálparfólk skapa støðufesti og tryggleika? \nAmboð: Fá ítøkiligt innlit í\, hvussu tú møtir kenslunum hjá barninum\, og til at samstarva við foreldrini á ein góðan hátt. Lær hvussu tú kanst orða teg\, og hvat tú annars kanst gera fyri at hjálpa barninum. \nLuttakararnir fara heim við innliti í støðurnar hjá børnum\, har foreldrini eru farin hvør til sítt. Eitt innlit sum kann brúkast beinanvegin í arbeiðnum við børnum – og við einum felags máli\, sum styrkir samstarvið í starvsfólkahópinum. \n  \nEitt skeið fyri øll\, sum arbeiða við børnum ella hava áhuga fyri evninum.\n  \n\n💰💰💰\nKostnaður fram til 14. november bert 1285 kr. + mvg! (Spar 300 kr.)\nKostnaðurin eftir 14. november er 1585 kr. + mvg pr. persón.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/namsfrodilig-ambod-til-skilnadarborn-v-soren-marcussen/
LOCATION:Hotel Hafnia\, Áarvegur\, Tórshavn\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Børn og ung,Leiðsla og HR,NÝTT!,Persónlig menning
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2025/09/Tekning-skilnadur-1-scaled.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20251110T090000
DTEND;TZID=UTC:20251208T160000
DTSTAMP:20251022T113043Z
CREATED:20250408T090611Z
LAST-MODIFIED:20251022T113043Z
UID:24727-1762765200-1765209600@www.synergi.fo
SUMMARY:HR-løgfrøði | Modul 1-3
DESCRIPTION:Hetta mást tú vita\nTað eru nógv viðurskifti at halda skil á tá tað snýr seg um løgfrøði innan starvsfólkaøkið. Á hesi útbúgving fært tú eina grundleggjandi vitan um hvørjar lógir og reglur eru galdandi í starvsfólkamálum. \nTað merkir >>\n\nat tú fert at hava yvirlit yvir og stýr uppá allar reglar\, sum hava við starvsfólkaløgfrøði at gera\nat tú verður tilvitað/ur um\, hvørjar umráðandi avgerðir tú eigur at taka\nat tú fert at læra at taka løgfrøðiliga rættar avgerðir í starvsfólkamálum\n\nAt tú sum leiðari\, starvsfólkaleiðari\, starvsfólk á lønarbókhaldið vm. hevur løgfrøðiliga vitan og kunnleika til galdandi krøv\, lógir og reglur hevur nógv at siga fyri títt arbeiðspláss. Hevur tú ikki neyðugu vitanina\, kann tað lættliga ganga galið – við stórum avleiðingum. \nKennir tú hetta aftur >>\n\nTú ert við til at seta starvsfólk og gera sáttmálar? Eisini kanska stjórasáttmálar og tíðaravmarkaðar sáttmálar?\nTú ert onkuntíð við til at diskutera\, um tit skulu seta ein klausul inn í sáttmálan og tit kenna tykkum ongantíð 100% sikkur í niðurstøðuni.\nTú ert í iva um\, hvørji immateriell rættindi starvsfólkini hava?\nOg hvussu tað nú heilt nágreiniliga hongur saman viðv. tagnarskylduni og møguligum vinnuloynidómum?\nEisini kanst tú koma í iva um\, hvat við eftirliti av starvsfólkunum? Hvar gongur markið?\nOg hvussu er tað nú tá fólk gerast sjúk?\nKanst tú bara uttan víðari broyta uppá starvsinnihaldið ella starvsstað?\nHvussu er við barnsburð og frítið? Nær skal tað fráboðast leiðaranum?\nHvussu eru uppsagnartreytirnar hjá fastløntum í mun til tímalønt?\nHvat við uppsøgn av teimum\, sum eru sett í tíðaravmarkaði størv?\n\n  \nErt tú onkuntíð eitt sindur\n– ella nokk so nógv –\ní iva um\, hvussu og hvat tú í veruleikanum hevur “loyvi” til?\nSo er hetta bestemt ein útbúgving fyri teg. Fyri tað fyrsta fært tú eitt gott skeið\, við sera góðum og viðkomandi innhaldið. Tú fært slides\, sum eru lættar at hyggja aftur í\, tá tú ert liðug/ur við útbúgvingina. Undirvísarin tilrættarleggur undirvísing og innhald eftir teimum luttakarum\, sum teknað seg. Harafturat hevur tú møguleika at seta spurningar og fáa svar! \n  \nUndirvísingardagar\nModul 1 | 10. november 2025 \nModul 2 | 24. november 2025 \nModul 3 | 8. desember 2025 \n\nTín investering er 15999 kr. + mvg. > 5333 kr. + mvg. pr. modul\nTað er kanska ikki so nógv\, í mun til\, hvat ein skeiv avgerð\, kann koma at kosta í útreiðslum til løgfrøðing. Ein sera hent útbúgving hjá einum leiðara ella HR-fólki\, at hava í viðførinum.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-1-3-8/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,HR-Løgfrøði,Leiðsla og HR,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/HR-1-3-.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20251024T090000
DTEND;TZID=UTC:20251024T153000
DTSTAMP:20251021T081504Z
CREATED:20241004T091448Z
LAST-MODIFIED:20251021T081504Z
UID:23555-1761296400-1761319800@www.synergi.fo
SUMMARY:Handfaring av persónsupplýsingum\, GDPR | Grundskeið
DESCRIPTION:Tú ert ikki einsamøll/ur\, um tú hevur hug at halda fyri oyruni\, tá tú hoyrir um GDPR\n– men tú verður glað/ur\, tá tú hevur fingið yvirlit yvir tað!\n\nTað kann kennast eitt sindur ógvusligt\, tá vit hoyra um GDPR. Sum um vit ikki fáa arbeitt\, tí vit skulu uppfylla so nógv krøv. Men hvør veit\, kanska skulu tit bara gera fáar og einfaldar justeringar? Tað fært tú yvirlit yvir\, á hesum skeiðinum. \n  \nKom og fá innlit í krøvini í Dátuverndarlógini\n\nHetta er faktiskt eitt sera hugaligt skeið\, betri enn tú heldur. Kom og lær reglurnar um varðveiting av persónsupplýsingum\, og slepp undan stórari bót. Tað kunnu tey flestu fyrihalda seg til. \nUpplýsingar um fólk – teg og meg – eru at finna allastaðni. Men tað er ikki líka mikið\, hvussu tit sum fyritøka/stovnur goyma hesar upplýsingar. \nKom á skeið og fá eitt gott innlit í\, hvussu tú handfer upplýsingarnar rætt. Finn útav um tit\, á tínum arbeiðsplássi\, eru innan fyri ella uttan fyri reglurnar. \n  \nFá vitan og ítøkilig amboð heim við\n\nÁ skeiðinum verður ein gjøgnumgongd av dátuverndarlógini\, har luttakararnir fáa ítøkilig ráð og amboð til at uppfylla krøvini í lógini í dagliga arbeiðinum. Dentur verður lagdur á at hava eina praktiska tilgongd til reglurnar. \n  \nUndirvísari | Helga á Borg\n\n \n  \nBrellbitar úr skránni:\n\n\nHvat er persónsupplýsingar?\nHvat er GDPR?\nHvørji grundleggjandi krøv til viðgerð av persónsupplýsingum skal fyritøkan lúka ísv. dagligu málsviðgerðina?\nMeginreglur\nFarspor (cookies)\nViðgerðarheimild\nKrøv um kunning og dokumentatión\nRættindi hjá skrásetta\nInnanhýsis skjøl og mannagongdir og onnur skjøl\nViðgerðartrygd\nHandfarin av trygdarbroti\nViðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við setanarviðurskifti\n\n\nLuttakarar siga:\n\n“Eg var ikki stúrin\, men meira forvitin\, tí tað er so ringt at finna upplýsingar um sovorið uttan at kontakta onkran sakførara.”\nLuttakari frá fakfelag \n“Eg var serliga glaður fyri at hoyra um fleiri ítøkilig dømir\, sum Helga kom við.”\nTeldumaður \n“Eg havi fingið nakrar óvissir uppá pláss\, sum eru sera týdningarmiklar. Týdningarmiklar\, tí um mann ikki geri tingini sum lógin ásetur\, so forbrýtur mann seg\, sum í ringasta føri hevur bót við sær.”\nLuttakari frá almennum arbeiðsplássi \n“Nú dugi eg betur at síggja týdningin av at goyma data og vit fingu kunning um\, hvat ið eru og ikki eru viðkvæmir upplýsingar og at aðrar lógir kunnu “yvirrula”.\nLuttakari frá privatum arbeiðsplássið \n“Eg var stúrin fyri at hon fór at “fleingja” støðuna á arbeiðsplássunum  í FØ.”\nLuttakari frá privatum arbeiðsplássið \n“Eg kann viðmæla øllum skeiðið\, sum eru dátuábyrgdarar og gera váðametingar í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum.”\nLuttakari frá almennum arbeiðsplássi \n  \nKom við og fá yvirlit yvir dátuverndarlógina\n– jú fyrr\, jú betur! 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/handfaring-av-personsupplysingum-gdpr-grundskeid-8/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,FB,Leiðsla og HR,NL
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/11/GDPR.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250923T090000
DTEND;TZID=UTC:20250925T160000
DTSTAMP:20250903T103658Z
CREATED:20250429T123315Z
LAST-MODIFIED:20250903T103658Z
UID:24766-1758618000-1758816000@www.synergi.fo
SUMMARY:Fundraising Manager | Útbúgving í 3 modulum
DESCRIPTION:Ein útbúgving í 3 modulum um praktiska og strategiska fundraising \nHevur tú eina góða verkætlan? Manglar tær fígging? Hvar og hvussu kanst tú søkja um stuðul? Sum fundraiser eru altíð nýggir møguleikar og avbjóðingar at søkja um stuðul úr grunnum og puljum.  \n  \nKom við og lær eina rúgvu\, sum tú kanst brúka beinanvegin!\nMarknaðurin broytist støðugt og kappingin um at fáa stuðul úr teimum ymisku grunnunum er størri enn nakrantíð\, tí fleiri og fleiri umsøkjarar eru. Tí er tað alneyðugt hjá teimum\, ið standa fyri at søkja\, at tilogna sær bæði nýggja vitan og førleikar\, um mann skal gera sær nakra vón um at vera við í stóru kappingini. \nFundraising Manager-skeiðið er ment við tí fyri eyga at skapa fleiri og betri fundraisarar við røttum fortreytum og førleikum at fáa uttanhýsis stuðul frá m.a. grunnum og ymiskum puljum. \n  \nLær alt um fundraising\nÁ teimum 3 modulunum lærir tú alt um fundraising – frá praktiska arbeiðinum við umsøknunum til at menna fundraising-strategiir – við støði í tíni egnu verkætlan ella strategi. \n  \nEndamál\nEndamálið við hesi styttri útbúgving í 3 modulum er\, at tú ikki bert fært prógv fyri tínar førleikar\, men eisini eina greiða fatan av\, hvussu ein umsókn\, sum er verd at stuðla\, skal síggja út og hvat ein foundraising stategi skal innhalda. Undirvísingin byggir á nýggjastu vitan um fundraising. Tú fært undirvísing frá royndum fundraisarum\, harumframt verða eisini framløgur frá fremstu fakfólkum og serfrøðingum innan økið. Fundraising Manager útbúgvingin sameinir praktiskar førleikar við teoretiskari vitan á høgum fakligum støði. Tað tryggjar tær ein dagførdan amboðskassa. \n  \n👉👉Útbúgvingin gav mær amboðini at søkja grunnar\, sum endaði við eini\n👍6-siffraðari játtan frá Spar Nord Fonden\nCharlotte Thyberg\, Stifter\, Det Kærlige Måltid \n  \n2 høvuðsundirvísarar og 3 gestaundirvísarar\nDennis Hørmann og Rasmus Munch eru báðir fastir undirvísarar á skeiðinum. Umframt teir báðar\, verða 3 gestaundirvísarar við (on-line).\nTeir eru báðir útbúnir cand.merc. og hava arbeitt við verkætlanarleiðslu\, altjóða sølu\, marknaðarføring v.m. síðani 2005\, og hava síðani 2010 verið partnarar í ráðgevarafyritøkuni Fundraiseren.dk  og í fyritøkuni Fonde.dk P/S\, sum er størsta stuðulssíða í Danmark. \nTeir eru høvundar av bestseljaranum Håndbog i fundraising. Hetta gevur teimum eina serliga innlit og vitan um stuðulsøkið. \n  \n👉👉Fundraiseren hevur í 15 ár veitt ráðgeving innan verkætlanarmenning og stuðulsfígging \n👍 og fingið meira enn 650 milliónir kr. til verkætlanir\nSíðani 2010 hevur Fundraiseren fingið meira enn 650 mió. kr. til verkætlanir\, býttar á meira enn 700 játtanir. Fyritøkan hevur undirvíst meira enn 13.000 luttakarum í fundraising og útbúgvið yvir 250 Fundraising Managers seinastu 8 árini\, so tú ert í tryggum hondum. \nEin góð íløga – kom við!\nRætta stuðulsumsókin kann geva sera stórar upphæddir í stuðli til tína verkætlan!\nEin sera hent útbúgving hjá øllum sum skulu søkja um stuðul úr einum grunni\, pulju ella líknandi
URL:https://www.synergi.fo/skeid/fundraising-studulsinnsavnan-styttri-utbugving-i-3-modulum/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,Leiðsla og HR,NÝTT!,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2025/04/Business-central-Heimasidan-2.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250604T090000
DTEND;TZID=UTC:20250604T120000
DTSTAMP:20250602T105010Z
CREATED:20241204T113221Z
LAST-MODIFIED:20250602T105010Z
UID:23996-1749027600-1749038400@www.synergi.fo
SUMMARY:Góð og effektiv fundarleiðsla
DESCRIPTION:Fá effektiv amboð til betri fundarleiðslu\nVið effektivari fundarleiðslu hevur tú møguleika at seta kós\, finna felags mál og syrgja fyri\, at tit fáa tað burturúr fundinum\, sum tit fegin vilja.\nTey flestu av okkum hava eina meining um fundir. Vit vilja hava\, at teir eru effektivir\, geva meining\, skapa úrslit\, ikki fara av sporinum o.s.fr. \nOfta gongst ikki sum ætlað\nHetta kemst av\, at vit ikki hava gjørt okkum greitt hvussu umráðandi tað er\, at fundirnir eru væl fyriskipaðir\, at tey røttu fólkini luttaka\, at fundirnir eru væl stýrdir og at fylgt verður uppá tær avtalur og avgerðir\, ið verða tiknar á fundunum. \n\nÁ hesum skeiðinum lærir tú at seta rammur um fundir og at stýra fundum.\n  \nÁ skránni\n\nYmisk sløg av fundum\nEndamál við fundinum\nFyrireiking av tí góða fundinum\nHvør skal luttaka\, hvat skal á skránna og hvat skal ikki?\nFundarstýring – hvussu náa vit málinum í mun til tíð og innihald?\nHvussu tryggja vit\, at øll vera hoyrd?\nHvussu tryggja vit\, at fundurin ikki fer av sporinum?\nHvussu taka vit avgerðir og hví hevur tað týdning\, altíð at avtala “hvør-ger-hvat”?\nUppfylging av fundum\nHvørjar innanhýsis avtalur eru neyðugar at gera\, so vit tryggja\, at framtíðar fundir verða effektivir og geva meining fyri allar partar.\n\n  \nVælkomin á skeið í fundarleiðslu!
URL:https://www.synergi.fo/skeid/god-og-effektiv-fundarleidsla-5/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,FB,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti,Snarskeið
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/08/Fundarleidsla.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250522T000000
DTEND;TZID=UTC:20250523T000000
DTSTAMP:20250519T101636Z
CREATED:20250319T153644Z
LAST-MODIFIED:20250519T101636Z
UID:24614-1747872000-1747958400@www.synergi.fo
SUMMARY:Tann góða HR-tilgongdin | Frá rekruttering til starvsenda
DESCRIPTION:Menn tínar HR førleikar👇\nFrá fyrsta prát við nýggja starvsfelagan til viðkomandi hevur seinasta arbeiðsdag!\n\n\nSálarfrøðilig trygd · Rekruttering · PREboarding · ONboarding · OFFboarding · MUS\nÁ skeiðnum fært tú ítøkilig amboð og innlit í\, hvussu tú tryggjar sálarfrøðiliga trygd\, styrkir starvsfólkamentanina og brandið og byggir eitt professionelt HR-arbeiði líka frá rekruttering til off-boarding. \nSkeiðið gevur eina praktiska og holistiska tilgongd til mest týðandi leiðslu og -HR-disciplinir. Endamálið er at útbúgva luttakararnar við ítøkiligum metodum\,  amboðum og innlit í\, hvussu tú skapar ein sterkan HR-struktur\, sum stuðlar eini positivari starvsfólkauppliving gjøgnum alla setanartilgongdina. Serligur dentur verður lagdur á sálarfrøðiliga trygd\, gott samskifti og leiklutin hjá HR í at styrkja mentanina og brandið hjá fyritøkuni. \n\nVerð við at byggja eina arbeiðsmentan\, har fólk trívast – frá fyrsta arbeiðsdegi til seinasta arbeiðsdag!\n👉 Lær hvussu tú:\n\nRekrutterar rætt og styrkir brandið\nSkapar ein pre- og onboarding\, sum gevur meining\nHevur virðisskapandi MUS-samrøður við uppfylging\nSyrgir fyri virðiligari offboarding\nOg ikki minst: Setur sálarfrøðiliga trygd í hjarta av øllum HR-tilgongdunum\n\n\n\n\nSera góður undirvísari\, sum hevur vunnið undirvísingarvirðisløn\nJette Skeem\, CEO\, Cand. Negot\, hevur fleiri ára royndir við at undirvísa í leiðslu og HR og hevur vunnið virðislønir fyri besta undirvísara og fyrilesara.\nJette hevur havt starsfólka- og leiðsluábyrgd fyri upp til 600 starvsfólk\, so umframt holla teoretiska vitan\, hevur hon eisini drúgvar praktiskar royndir. \n\n🔥 Tilmeldingin er opin – tryggja tær plássið í dag!\nSkeiðið er 22. mai kl. 9 – 16.00 og 23. mai kl. 9 – 12
URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-fra-rekruttering-til-off-boarding/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:FB,Leiðsla og HR,NÝTT!,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2025/03/Jette-Skeem.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250521T100000
DTEND;TZID=UTC:20250521T140000
DTSTAMP:20250513T101344Z
CREATED:20240513T132148Z
LAST-MODIFIED:20250513T101344Z
UID:23073-1747821600-1747836000@www.synergi.fo
SUMMARY:Sjúkrafrávera | HR-løgfrøði | Modul 5
DESCRIPTION:Tak røttu avgerð\nog slepp undan at ivast\nVit kunnu øll verða rakt av sjúku. Sjúkrafráveran kann tó eisini gerast ein kostnaðarmikil trupulleiki á arbeiðsplássinum.\nKom og fá greiðu á hvussu tú tekur rættar avgerðir og sleppur undan at ivast tá tað kemur til sjúkrafráveru. \n  \nLær um galdandi lógar- og sáttmálareglur\nÁ skeiðinum fara vit ígjøgnum galdandi lógarreglur og týdningarmestu sáttmálareglurnar. Vit fara at greina reglurnar um hvørjar skyldur starvsfólk og arbeiðsgevari hava\, tá starvsfólk ikki kemur til arbeiðis vegna sjúku. \nM.a. nær arbeiðsgevarin hevur skyldu at gjalda løn undir sjúku\, nær dagpeningaskipanin tekur við\, nær eitt starvsfólk kann sigast úr starvi o.m.a. \n  \nGG! Hevur tú luttikið á modul 1-3 í HR-løgfrøði útbúgvingini fært tú 1.000 kr. + mvg. í avsláttri uppá modul 4 og 5. Nýt hesa gávukortkodu tá tú teknar teg: HR5-1000
URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-5-sjukrafravera-7/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,HR-Løgfrøði,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/shutterstock_142814494.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250515T090000
DTEND;TZID=UTC:20250515T153000
DTSTAMP:20250512T131156Z
CREATED:20241212T122251Z
LAST-MODIFIED:20250512T131156Z
UID:24070-1747299600-1747323000@www.synergi.fo
SUMMARY:ChatGPT og vitlíki | Kom gott í gongd | ÚTSELT - skriva teg á bíðilista
DESCRIPTION:ÚTSELT!\nSkriva teg á bíðilista nú\n>> Bíðilisti <<\n  \n\nEru tit byrjað at brúka ChatGPT í tykkara arbeiði? \nElla kundu tit kanska hugsað tykkum at komið gott í gongd við tað og annað AI (vitlíki)? Kom við til hetta grundleggjandi skeiðið. \n  \nKom og lær at brúka ChatGPT og aðrir chatbottar og fá eitt gott yvirlit yvir hvat vitlíki er\nVitlíki\, ella AI (Artificial Intelligence) breiður seg við rúkandi ferð\, bæði í okkara privatlívi og arbeiðslívi. Hetta hevur við sær\, at vit skulu venja okkum við ein heilt nýggjan máta at arbeiða uppá. Og tað ræður um at fylgja við\, tí tøknin drønar av stað – og tað er skjótt at gerast eftirbátur. \nÁ skeiðinuim fært tú eina grundleggjandi vitan um\, hvat vitlíki er\, og hvat tað kann brúkast til. \n\nVit leggja serliga dent á ChatGPT \nSkeiðið hevur eitt praktiskt útgangstøði\, soleiðis at tú lærir hvat tú kanst brúka vitlíki til í tínum arbeiði og hvussu tú ítøkilig kanst fáa gagn av tí. \n\nBrellbitar úr skránni: \n✅ Um vitlíki \n✅ ChatGPT \n✅ Gemini (AI assistenturin hjá Google) \n✅ Microsoft Copilot \n✅ Lóggáva \n✅ Annað – sí alla skránna á høgra bredda \n\nKom á skeið og lær eina rúgvu um\, hvussu tú kanst fáa gleði av vitlíki.\n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/chatgpt-og-vitliki-kom-gott-i-gongd-2/
LOCATION:synergi\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 188\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,KT,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti,Vitlíki
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/06/ChatGPT.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250326T090000
DTEND;TZID=UTC:20250326T153000
DTSTAMP:20250320T121053Z
CREATED:20220325T075425Z
LAST-MODIFIED:20250320T121053Z
UID:13494-1742979600-1743003000@www.synergi.fo
SUMMARY:"Gævi mín leiðari var høvdingi" | Øðrvísi\, kveikjandi leiðslu-verkstova
DESCRIPTION:Kom við á hesa øðrvísi\, kveikjandi leiðslu-verkstovuna v/Dennis Nørmark!\n\nVánalig leiðsla er ein hin størsta avbjóðingin í arbeiðslívinum.\nSøgur um happing\, misnýtslu av valdi\, vantrivna\, ágang og tyranniskan atburð eru ikki ókendar. Men hví er tað so trupult? Og nýtist tað at vera ein yvirmenniskjalig uppgáva at leiða onnur? Ein uppgáva\, sum næstan er ógjørlig at útinna uttan at gera mistøk? \n  \nVerður ov stórt trýst lagt á leiðsluna?\nKann tað vera\, at vit leggja ov stórt trýst á leiðsluna? Eingin kann gera undurverk\, og veruleikin er\, at leiðarin hevur ikki so avgerandi týdning fyri alla organisatiónina\, sum vit ofta halda. Tó hevur leiðarin stóran týdning fyri síni starvsfólk – bæði á góðan og ringan hátt. Tí mugu vit leggja minni dent á tað\, sum fólk ikki dáma við teirra leiðara\, og heldur leggja dent á tað\, sum starvsfólkini virðismeta. \n  \nHøvuðsleikluturin hjá leiðararnum er ikki at vera tann\, ið ræður og tekur avgerðir\nÍ bókini ”Gid min chef var høvding” roynir Dennis Nørmark saman við kolleganum Christian Groes at endursiga søguna um leiðaran og at vísa á\, at tað ikki er í leiklutinum sum tann\, ið ræður ella tann\, ið tekur avgerðir\, at leiðarin skal finna sítt høvuðsendamál. Hann skal finna sítt endamál í sínum førleika at styðja uppundir felagsskapin\, at savna træðrirnir\, at lurta og at tryggja samstarv. Tað er júst tað slagið av leiðarum\, sum vit evolutionert hava lært okkum at dáma best. Og tað var tað slagið av leiðarum\, sum vóru til í upprunasamfeløgunum\, áðrenn vit fingu hieraki og framíhjárættir. Hetta var áðrenn leiðsla fór at hugtaka ov mangir sjálvsnøktarar og karrienomadar… \n  \nÁ verkstovuni fáa vit íblástur frá høvdingum bæði úr fortíðini og nútíðini\, høvdingar\, sum hava fingið góð úrslit í sínum leiðslustíli\nÍ hesari verkstovu fer Dennis Nørmark at vísa\, hvat vit fáa burturúr at venda vanligu pyramiduni á høvdið og byrja at síggja makt sum nakað annað enn at ræða yvir øðrum\, og hvussu vit kunnu fáa íblástur hjá úrslitagóðum høvdingum úr fortíðini og nútíðini. Á henda hátt kunnu vit aftur geva leiðaranum umráðandi og realistiskar uppgávur at útinna. \nSum leiðari lærir tú at finna høvdinga menningarmøguleikar í tær sjálvum\, ella finnir tú útav\, at tú longu útinnir høvdingaleiðslu\, ella um tú kanska hevur eitt gott petti eftir at koma á mál. \n  \nDjúpt í norðurlendsku mentanini\nVit hyggja eftir\, hvussu vit venda perspektivinum\, at makt er avgerandi\, til at vera fokuseraði uppá at økja um ávirkan\, fáa fylgiskap\, ráðgeva og  venda sær móti felagsskapinum. Vit beina fyri mytunum um leiðslu og finna íblástur í einum máta at orientera seg uppá\, sum finst djúpt i norðurlendsku mentanini. \n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/gaevi-min-leidari-var-hovdingi/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Leiðsla og HR,NÝTT!,Persónlig menning
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/03/Dennis-test-2.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250312T090000
DTEND;TZID=UTC:20250312T120000
DTSTAMP:20250306T140810Z
CREATED:20240618T094118Z
LAST-MODIFIED:20250306T140810Z
UID:23205-1741770000-1741780800@www.synergi.fo
SUMMARY:Ger flottar framløgur\, uppá tann lætta mátan | Lær PowerPoint
DESCRIPTION:“Eg vil viðmæla fólkum at taka skeiðið\, sum eru nýggj í PowerPoint\nella sum hava brúkt hetta í mong ár.\nHer er nógv at læra hjá bæði royndum og óroyndum.”\nLeiðari innan tað almenna \n\n\nKom og lær at gera eina flotta framløgu við teimum spildurnýggju funkunum í PowerPoint!\n\nBrúkar tú dagliga ella javnan PowerPoint?\nEr tað kanska fleiri “PowerPoint-versiónir” síðani\, tú hevur verið á skeið ;)?\nOg ert tú klár/ur yvir\, at har eru nógvar funkur\, sum kunnu gera arbeiði hjá tær lættari?\nEisini nýggjar funkur? \nMen sum tú bara ikki fært tikið teg saman til at læra?\n\n\nSo ert tú komin til rætta stað!\nUppá ½ dag\, kanst tú læra eina røð av snildum funkum\, sum gera arbeiði við at gera framløgur lættari – og stuttligari. Tí einki er so irriterandi sum at vita\, at tað finnast snildari mátar at gera tingini uppá\, men at tú bara ikki dugur tað. \n  \n  \nTú fert at læra nýggjar funkur!\nEitt nú …\n\nZoom\nTransition Morph\nSletta bakgrund á einari mynd\nInnseta 3d-icon\nInnseta onlinevideo\nTeksta tína framløgu\nTaka video av skerminum\n\nHarumframt gjøgnumganga vit allar tær týdningarmiklastu funkurnar í PowerPoint. Tú fært innlit í allar funkur\, sum gera tað møguligt hjá tær\, at lær at gera eina góða framløgu.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/ger-flottar-framlogur-uppa-tann-laetta-matan-laer-powerpoint-5/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:KT,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/12/Frontur-til-PowerPoint.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250205T090000
DTEND;TZID=UTC:20250305T160000
DTSTAMP:20250130T171809Z
CREATED:20240325T081148Z
LAST-MODIFIED:20250130T171809Z
UID:22844-1738746000-1741190400@www.synergi.fo
SUMMARY:HR-løgfrøði | Modul 1-3
DESCRIPTION:Hetta mást tú vita\nTað eru nógv viðurskifti at halda skil á tá tað snýr seg um løgfrøði innan starvsfólkaøkið. Á hesi útbúgving fært tú eina grundleggjandi vitan um hvørjar lógir og reglur eru galdandi í starvsfólkamálum. \nTað merkir >>\n\nat tú fert at hava yvirlit yvir og stýr uppá allar reglar\, sum hava við starvsfólkaløgfrøði at gera\nat tú verður tilvitað/ur um\, hvørjar umráðandi avgerðir tú eigur at taka\nat tú fert at læra at taka løgfrøðiliga rættar avgerðir í starvsfólkamálum\n\nAt tú sum leiðari\, starvsfólkaleiðari\, starvsfólk á lønarbókhaldið vm. hevur løgfrøðiliga vitan og kunnleika til galdandi krøv\, lógir og reglur hevur nógv at siga fyri títt arbeiðspláss. Hevur tú ikki neyðugu vitanina\, kann tað lættliga ganga galið – við stórum avleiðingum. \nKennir tú hetta aftur >>\n\nTú ert við til at seta starvsfólk og gera sáttmálar? Eisini kanska stjórasáttmálar og tíðaravmarkaðar sáttmálar?\nTú ert onkuntíð við til at diskutera\, um tit skulu seta ein klausul inn í sáttmálan og tit kenna tykkum ongantíð 100% sikkur í niðurstøðuni.\nTú ert í iva um\, hvørji immateriell rættindi starvsfólkini hava?\nOg hvussu tað nú heilt nágreiniliga hongur saman viðv. tagnarskylduni og møguligum vinnuloynidómum?\nEisini kanst tú koma í iva um\, hvat við eftirliti av starvsfólkunum? Hvar gongur markið?\nOg hvussu er tað nú tá fólk gerast sjúk?\nKanst tú bara uttan víðari broyta uppá starvsinnihaldið ella starvsstað?\nHvussu er við barnsburð og frítið? Nær skal tað fráboðast leiðaranum?\nHvussu eru uppsagnartreytirnar hjá fastløntum í mun til tímalønt?\nHvat við uppsøgn av teimum\, sum eru sett í tíðaravmarkaði størv?\n\n  \nErt tú onkuntíð eitt sindur\n– ella nokk so nógv –\ní iva um\, hvussu og hvat tú í veruleikanum hevur “loyvi” til?\nSo er hetta bestemt ein útbúgving fyri teg. Fyri tað fyrsta fært tú eitt gott skeið\, við sera góðum og viðkomandi innhaldið. Tú fært slides\, sum eru lættar at hyggja aftur í\, tá tú ert liðug/ur við útbúgvingina. Undirvísarin tilrættarleggur undirvísing og innhald eftir teimum luttakarum\, sum teknað seg. Harafturat hevur tú møguleika at seta spurningar og fáa svar! \n  \nUndirvísingardagar\nModul 1 | 5. februar 2025 \nModul 2 | 19. februar 2025 \nModul 3 | 5. mars 2025 \n\nTín investering er 15999 kr. + mvg. > 5333 kr. + mvg. pr. modul\nTað er kanska ikki so nógv\, í mun til\, hvat ein skeiv avgerð\, kann koma at kosta í útreiðslum til løgfrøðing. Ein sera hent útbúgving hjá einum leiðara ella HR-fólki\, at hava í viðførinum.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-1-3-7/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,HR-Løgfrøði,Leiðsla og HR,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/HR-1-3-.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241205T090000
DTEND;TZID=UTC:20241205T160000
DTSTAMP:20241115T084843Z
CREATED:20240910T085746Z
LAST-MODIFIED:20241115T084843Z
UID:23362-1733389200-1733414400@www.synergi.fo
SUMMARY:Soleiðis handfer tú trupul fólk
DESCRIPTION:Ósemjur kosta tíð\, pengar\n– og orku!\nOg ja\, vit kunnu helst øll fella í grøvina við hvørt og vera tann trupli persónurin;) \n\nKom og fá ítøkiliga og praktiska vegleiðing í\, at handfara trupul fólk og ósemjur\n\nSummi eru trupul í eina tíð\, onnur eru tað fulla tíð – felags eyðkenni fyri bæði sløgini er\, at tey stjala tíðina hjá tær og í kjalarvørrinum er frustratión\, inneffektivitet\, illsinni og øsing. Tú sleppir ongantíð undan hesum fólkunum\, men tú kann menna tíni evni at handafara tey jaligt\, so tú sleppir undan at tey brúka alla tína orku og oyðileggja góða lagið. \nGleð teg til eina tætt stúgvaða skrá\, sum vil hjálpa tær at greiða mongu avbjóðingarnar í dagliga arbeiðslívinum. Fá innlit í ymiskar persónsmenskur og í teirra atburð. Lær um ítøkilig amboð og hættir\, sum gera teg føra at greiða tær orrustir\, sum koma\, har menniskju hittast. \nAmboðini rigga\, og ástøðini og modellini hava staðið sína roynd í veruliga lívinum: \ná skrivstovuni\, í tannlæknastovuni\, í móttøkuni\, á byggiplássinum og á parkeringsplássinum.\n  \nOg tey rigga eisini heima. \nTú kennir tað – ein rokaligan gerandisdag við nógvari ferð\, nógvum broytingum og nógvum ymiskum fólki\, sum øll vænta ella enntá krevja okkurt av tær. \nTað kann vera sín søk at fara skynsamliga við øllum – eisini hóast tú fegin vilt – og tað kann geva orsøk til ósemjur. \n\nHittir tú trupul fólk\, sum tú ikki dugir at fáast við?\nHevur tú verið í keðiligum støðum við einum starvsfelaga\, einum viðskiftafólki ella einum leiðara\, uttan at tú skilti hví?\nSaknar tú ein einfaldan og virknan máta at sleppa undan neiligum ósemjum\, og vilt tú fegin styrkja tína ávirkan og slagkraft?\n\nSo er hetta skeiðið júst nakað fyri teg. \nTak ein starvsfelaga við. Tað er altíð betur\, so eru tit fleiri\, sum hava fingið somu vitan og kunnu minna hvønnannan á tað aftaná. \n\nEru tit 3 ella fleiri frá sama arbeiðsplássi fáa tit 10% í avsláttur!\nNýt avsláttarkoduna: Synergi10\n\n  \nHvat fært tú í skjáttuna?\n\nDagurin er settur soleiðis saman\, at tú skiftir millum framløgur og venjingar. Soleiðis miðja vit móti innlæring\, og tá skeiðið er liðugt\, hevur tú fingið eina røð av amboðum\, sum tú kanst taka í nýtslu beinanvegin. Tú lærir at avlesa tey tekinini\, sum boða frá\, at ein ósemju er í umbúna\, tí ósemjuhandfaring snýr seg um at hava góða tíð at fyrireika ymiskar strategiir. \nVit kunnu ikki lova tær at sleppa undan at hitta trupul fólk\, tá skeiðið er liðugt\, men tú kanst læra at stýra undan teirra mynstrum og handfara tey jaliga\, so tey ikki mergsúgva og frustrera teg. \n  \nÁ skránni\n\n\nLær at kenna persóntypur aftur – og legg eina strategi.\nTað finnast 12 neilig atferðarmynstur. Fá uppskriftina til at handfara tey!\nFríger tínar samskiftisførleikar\, so tú kanst taka stýringina.\nLær at vera rólig/ur í spentum støðum\, so tær ikki mergsúgva teg.\nFá dirvið at seta mørk – finn tín natúrliga myndugleika.\n\n  \n  \nMálbólkur\n\nØll\, sum vilja duga at handfara trupul fólk og sum vilja sleppa undan\, at lata hesi fólk oyðileggja tær dagin og sleppa undan\, at tey taka alla arbeiðsgleðina frá tær.  \n  \nUndirvísari: Sebastian Nybo\n\n  \n \n\nSummi eru trupul eitt stutt tíðarskeið\, meðan onnur eru trupul fulla tíð;)\n\nKom og lær at handfara bæði sløgini\, sum bæði eru slítandi
URL:https://www.synergi.fo/skeid/soleidis-handfer-tu-trupul-folk-2/
LOCATION:Hotel Hafnia\, Áarvegur\, Tórshavn\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Byggivinnan,Leiðsla og HR,NL,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/06/Trupul-folk-heimasidan-1600600.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241127T090000
DTEND;TZID=UTC:20241127T120000
DTSTAMP:20241125T100434Z
CREATED:20240823T135501Z
LAST-MODIFIED:20241125T100434Z
UID:23301-1732698000-1732708800@www.synergi.fo
SUMMARY:Góð og effektiv fundarleiðsla
DESCRIPTION:Fá effektiv amboð til betri fundarleiðslu\nVið effektivari fundarleiðslu hevur tú møguleika at seta kós\, finna felags mál og syrgja fyri\, at tit fáa tað burturúr fundinum\, sum tit fegin vilja.\nTey flestu av okkum hava eina meining um fundir. Vit vilja hava\, at teir eru effektivir\, geva meining\, skapa úrslit\, ikki fara av sporinum o.s.fr. \nOfta gongst ikki sum ætlað\nHetta kemst av\, at vit ikki hava gjørt okkum greitt hvussu umráðandi tað er\, at fundirnir eru væl fyriskipaðir\, at tey røttu fólkini luttaka\, at fundirnir eru væl stýrdir og at fylgt verður uppá tær avtalur og avgerðir\, ið verða tiknar á fundunum. \n\nÁ hesum skeiðinum lærir tú at seta rammur um fundir og at stýra fundum.\n  \nÁ skránni\n\nYmisk sløg av fundum\nEndamál við fundinum\nFyrireiking av tí góða fundinum\nHvør skal luttaka\, hvat skal á skránna og hvat skal ikki?\nFundarstýring – hvussu náa vit málinum í mun til tíð og innihald?\nHvussu tryggja vit\, at øll vera hoyrd?\nHvussu tryggja vit\, at fundurin ikki fer av sporinum?\nHvussu taka vit avgerðir og hví hevur tað týdning\, altíð at avtala “hvør-ger-hvat”?\nUppfylging av fundum\nHvørjar innanhýsis avtalur eru neyðugar at gera\, so vit tryggja\, at framtíðar fundir verða effektivir og geva meining fyri allar partar.\n\n  \nVælkomin á skeið í fundarleiðslu!
URL:https://www.synergi.fo/skeid/god-og-effektiv-fundarleidsla-4/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:FB,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti,Snarskeið
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/08/Fundarleidsla.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241114T090000
DTEND;TZID=UTC:20241115T153000
DTSTAMP:20241105T111457Z
CREATED:20240228T145603Z
LAST-MODIFIED:20241105T111457Z
UID:22570-1731574800-1731684600@www.synergi.fo
SUMMARY:Fyrisitingarrættur fyri teg\, ið ikki er løgfrøðingur
DESCRIPTION:Ivast tú sum málsviðgeri onkuntíð í\n\nhvørt tú hevur notatplikt ella ikki?\num ALT skal noterast ella hvar markið gongur?\num tú ert ógegnig/ur í einum málið?\nhvør tað er\, sum skal hoyrast\, tá tit skulu hoyra onnur í einum málið?\nhvørjar tær røttu mannagongdirnar eru?\nOg ivast tú kanska eisini í vegleiðingarskylduni\, partshugtakinum\, ummælisrættinum\, viðger av trúnaðarupplýsingum\, hvussu tú skalt grundgeva\, kæruvegleiðingini osfr. osfr.\n\nSo er hetta skeiðið nakað fyri teg. \n  \nAftaná skeiðið ert tú ikki í iva um nær\, hvat\, hvør og hvussu;)\nÁ hesum skeiðnum fært tú alla ta vitan sum tú skalt hava\, sum málsviðgeri innan tað almenna. Tú fært alla ta vitan\, sum tær tørvar\, til at halda fyrisitingarlógina\, sum er gjørd við tí endamálið m.a. at tryggja\, at allir borgarar verða viðfarnir rættvíst og eftir sama leisti. Tú lærir alt um fyrisitingarlógina frá A-Z og ikki minst\, hvussu hon virkar í praksis. Tú fært innlit í\, hvørjar fellur eru og tú tryggjar at tíni viðskiftafólk\, fáa eina meiri professionella og rættvísa málsviðgerð. \nEndamálið við skeiðnum er at geva tær grundleggjandi kunnleika til øll málsviðgerðarkrøvini í fyrisitingarlógini og fyrisitingarrættinum annars. Aftaná skeiðið hevur tú eitt gott yvirlit og innlit í høvuðsprinsippini fyri málsviðgerð innan tað almenna. Tú fert at duga at eyðmerkja løgfrøðiligar fellur og tú fært stýr á\, hvat tú sum málsviðgeri skalt duga. \nTú fært gott skeiðstilfar\, ið kann brúkast sum vegleiðingaramboð í dagliga arbeiðinum. \nÁ skeiðnum hevur tú høvið at spyrja spurningar og tú fært eisini nógv burturúr\, av at tosa við hinar luttakararnar. \n  \nMálbólkur | Skeið fyri øll\, sum arbeiða innanfyri fyrisitingarlógina\, men sum ikki eru løgfrøðingar\nSkeiðið er ætlað málsviðgerðum innan tað almenna\, sum hava tørv á at læra um\, hvussu tú fremur rætta og rættvísa málsviðgerð. Eisini er skeiðið ætlað teimum\, sum hava arbeitt innan tað almenna í nógv ár\, men sum hava hug til at uppfríska fyrisitingarlógina og prinsippini í henni. \nErt tú nýggjur málsviðgeri í almennu fyrisitingini\, so er skeiðið ætla til tín. Men tað er eisini ætlað til tín\, sum hevur arbeitt sum málsviðgeri í nøkur ár. Kanska komst tú ongantíð so langt tá ella er tað  øgiliga langt síðani\, at tú hevur verið á skeið\, so tú ert farin at ivast í tí ymiska. Hvussu og hvat. \nKom við og slepp undan at ivast í\, um tú gjørt tingini rætt. \n  \nEitt skeið\, ið allir málsviðgerar innan tað almenna/kommunala eiga at taka:)\n\nUndirvísari: Petur Elias Nielsen\, løgfrøðingur\n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/fyrisitingarraettur-fyri-teg-id-ikki-er-logfrodingur-3/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,FB,Leiðsla og HR,NL,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/02/Heimasidan-17.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241108T090000
DTEND;TZID=UTC:20241108T120000
DTSTAMP:20240913T094915Z
CREATED:20230209T140742Z
LAST-MODIFIED:20240913T094915Z
UID:19058-1731056400-1731067200@www.synergi.fo
SUMMARY:IMRAN RASHID | Sunnir talgildir vanar
DESCRIPTION:“Eg droymi um ein heim\, har vit menniskju skilja\, hvussu týdningarmikil sambond og samvera er. Har talgildir miðlar hjálpa okkum uttan at mergsúgva okkum\, og har vit eru skermsunn\, tilvitaði og kreativ”.\n\nImran Rashid\n  \nGleð teg til hetta forkunnuga skeiðið við serlæknanum og serfrøðinginum í góðum talgildum vanum\, Imran Rashid. Skeiðið fer í dýpdina við at læra at skilja\, bæði hvussu okkara atferð er í talgilda heiminum\, og hvørja ávirkan talgildi heimurin hevur á okkara lív. \nModul 1\nÍ fyrsta modulið av skeiðinum seta vit sjóneykuna á sálarfrøðina\, m.a. menningina av heilanum og tey ástøði\, sum greiða frá okkara tilvitanarstøði og atferðarmynstri. Hetta ger\, at vit eru betri før at skilja eftirfylgjandi evnini\, ið eru á skránni. \n\nAtferð: Tilvitað og ótilvitað\nMenning og uppbygging/samanseting av heilanum\nTilvitskuteori\nVanateori\nHvussu okkara uppmerksemi virkar\nImpulskontrol\n\nModul 2\nÍ øðrum modulið verður sjóneykan sett á talgildu verðina\, har vit kanna\, hvussu tøknifrøðin bæði kann betra um og verða ein avbjóðing í okkara lívi og dagligdegnum. Vit fara at hyggja at muninum millum okkara tøknifrøðiligu nýtslu og misnýtslu \,og kjakast um\, hvussu design kann ávirka okkara online atferð. Vit fara eisini at hyggja uppá sosialu og sálarfrøðiligu avleiðingarnar av ótilskipari talgilding fyri fólk í øllum aldrum. \n\nTalgilding sum heild\nMunurin á “tech-nýtslu” og “tech-misnýtslu”\nAtferðardesign og “myrk mynstur”\nAvleiðingarnar av ikki stýrdari talgildari nýtslu hjá børnum\, ungum og vaksnum\nHvat sigur “evidensurin”\n\nModul 3\nÍ triðja og seinasta modulið verður sjóneykan sett á at finna eina sunna javnvág við tøknina. Við einari blanding av teori og praktiskum workshops og ráðgeving\, fer Imran Rashid at vísa á ætlanir fyri at fremja góða talgilda hjáveru hjá bæði einstaklingum og familjum. Hetta modulið vísir á praktiskar loysnir uppá vanligar talgildar tvístøður\, og endar við\, at luttakarar kunnu spyrja og deila av egnum royndum. \n\nMeginreglur fyri góða talgilding: Strukturelt\, mentunarligt og individuelt\nVerkstova við fokus á praktiskar loysnir\n Innleiðsla til “Skærmsund Familierådgivning”\nSpurningar\n\nSkeiðið er ment til tín\, sum ynskir at fá eina betri fatan av bæði egnu atferð umframt talgildu avbjóðingunum\, okkara modernaða samfelag stendur fyri.\nVið einari blanding av teoretiskari vitan og praktiskum venjingum\, miðar skeiðið móti\, at luttakararnir\, við neyðugum amboðum \, verða betri førir fyri at stýra í talgildu verðini við størri tilvitsku og tamarhaldi. \nTak fetið eitt stig víðari at læra at skilja bæði teg sjálva/n og talgildu verðina rundanum teg.\nKom við á hetta forkunnuga skeið við fremsta danska serfrøðingingum í góðum talgildum vanum\, Imran Rashid. \n  \nDagurin er væl egnaður til ráðlegginardag og starvsfólkadag👌\n  \nBólkaavsláttur👇\nTeknar tú 5 fólk til fært tú 5 % í bólkaavsláttri – Nýt kotuna: Synergi5 \nTeknar tú 10 fólk til fært tú 10 % í bólkaavsláttri – Nýt kotuna: Synergi10 \nTað er bindandi tilmelding til skeiðið. \n  \nKom við!
URL:https://www.synergi.fo/skeid/imran-rashid-sunnir-talgildir-vanar/
LOCATION:Hotel Føroyar\, Hotel Føroyar\, Tórshavn\, Føroyar\, 100
CATEGORIES:Børn og ung,KT,Leiðsla og HR,NÝTT!,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/02/Heimasidan-13-nyggj-mynd.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241031T090000
DTEND;TZID=UTC:20241101T160000
DTSTAMP:20240930T090309Z
CREATED:20231215T112201Z
LAST-MODIFIED:20240930T090309Z
UID:21594-1730365200-1730476800@www.synergi.fo
SUMMARY:Retorikkur fyri leiðarar
DESCRIPTION:Bert pláss fyri 10 luttakarum\, so vit mæla til skjóta bílegging…\n\nTú heldur nógv fleiri talur\, enn tú heldur…\nHugsa bara um \n\nvælkomuna\nmorgunfundin og\npresentatión av nýggjum starvsfólki\nuppleggini til stýri/stjórn og\nmunnligar kunningar og frágreiðingar\n\n  \nHugsa eisini um tær stóru leiðaratalurnar\nUm eitt nú ársdagar og temadagar\, har fyritøkan savnast. \n  \nHetta er alt talur\, hóast tú kanska ikki hevur hugsað tað fyrr >>\nTalur\, har tú hevur møguleika at stýra\, hvønn veg tingini skulu fara… \nStórar talur\, ið savna fyritøkuna.\nMinni talur\, ið seta dagsskráir.\nSmáar talur – sum nærum koma undir vanligt prát – ið seta orð á støðuna. \n\nKom við og  fá stýr uppá retorikkin!\n  \nSí videobrot niðanfyri við undirvísarinum Jonas Gabrielsen. \n  \nhttps://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/12/Retorikkur-Video-til-heimasiduna.mp4\n  \n  \n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/retorikkur-fyri-leidarar-4/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,FB,Leiðsla og HR,NL,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti,VP
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/12/Heimasidan-Retorikkur-nytt-1.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241024T090000
DTEND;TZID=UTC:20241024T153000
DTSTAMP:20240930T090340Z
CREATED:20240423T125414Z
LAST-MODIFIED:20240930T090340Z
UID:22918-1729760400-1729783800@www.synergi.fo
SUMMARY:ChatGPT og vitlíki | Kom gott í gongd
DESCRIPTION:Eru tit byrjað at brúka ChatGPT í tykkara arbeiði? \nElla kundu tit kanska hugsað tykkum at komið gott í gongd við tað og annað AI (vitlíki)? Kom við til hetta grundleggjandi skeiðið. \n  \nKom og lær at brúka ChatGPT og aðrir chatbottar og fá eitt gott yvirlit yvir hvat vitlíki er\nVitlíki\, ella AI (Artificial Intelligence) breiður seg við rúkandi ferð\, bæði í okkara privatlívi og arbeiðslívi. Hetta hevur við sær\, at vit skulu venja okkum við ein heilt nýggjan máta at arbeiða uppá. Og tað ræður um at fylgja við\, tí tøknin drønar av stað – og tað er skjótt at gerast eftirbátur. \nÁ skeiðinuim fært tú eina grundleggjandi vitan um\, hvat vitlíki er\, og hvat tað kann brúkast til. \n\nVit leggja serliga dent á ChatGPT \nSkeiðið hevur eitt praktiskt útgangstøði\, soleiðis at tú lærir hvat tú kanst brúka vitlíki til í tínum arbeiði og hvussu tú ítøkilig kanst fáa gagn av tí. \n\nBrellbitar úr skránni: \n✅ Um vitlíki \n✅ ChatGPT \n✅ Gemini (AI assistenturin hjá Google) \n✅ Microsoft Copilot \n✅ Lóggáva \n✅ Annað – sí alla skránna á høgra bredda \n\nKom á skeið og lær eina rúgvu um\, hvussu tú kanst fáa gleði av vitlíki.\n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/chatgpt-og-vitliki-kom-gott-i-gongd/
LOCATION:Hotel Hafnia\, Áarvegur\, Tórshavn\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,KT,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti,Vitlíki
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/06/ChatGPT.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241004T090000
DTEND;TZID=UTC:20241004T153000
DTSTAMP:20240916T093002Z
CREATED:20240229T135437Z
LAST-MODIFIED:20240916T093002Z
UID:22596-1728032400-1728055800@www.synergi.fo
SUMMARY:Handfaring av persónsupplýsingum\, GDPR | Grundskeið
DESCRIPTION:Tú ert ikki einsamøll/ur\, um tú hevur hug at halda fyri oyruni\, tá tú hoyrir um GDPR\n– men tú verður glað/ur\, tá tú hevur fingið yvirlit yvir tað!\n\nTað kann kennast eitt sindur ógvusligt\, tá vit hoyra um GDPR. Sum um vit ikki fáa arbeitt\, tí vit skulu uppfylla so nógv krøv. Men hvør veit\, kanska skulu tit bara gera fáar og einfaldar justeringar? Tað fært tú yvirlit yvir\, á hesum skeiðinum. \n  \nKom og fá innlit í krøvini í nýggju Dátuverndarlógini\n\nHetta er faktiskt eitt sera hugaligt skeið\, betri enn tú heldur. Kom og lær reglurnar um varðveiting av persónsupplýsingum\, og slepp undan stórari bót. Tað kunnu tey flestu fyrihalda seg til. \nUpplýsingar um fólk – teg og meg – eru at finna allastaðni. Men tað er ikki líka mikið\, hvussu tit sum fyritøka/stovnur goyma hesar upplýsingar. \nKom á skeið og fá eitt gott innlit í\, hvussu tú handfer upplýsingarnar rætt. Finn útav um tit\, á tínum arbeiðsplássi\, eru innan fyri ella uttan fyri reglurnar. \n  \nFá vitan og ítøkilig amboð heim við\n\nÁ skeiðinum verður ein gjøgnumgongd av nýggju dátuverndarlógini\, har luttakararnir fáa ítøkilig ráð og amboð til at uppfylla krøvini í nýggju lógini í dagliga arbeiðinum. Dentur verður lagdur á at hava eina praktiska tilgongd til reglurnar. \n  \nUndirvísari | Helga á Borg\n\n \n  \nBrellbitar úr skránni:\n\n\nHvat er persónsupplýsingar?\nHvat er GDPR?\nHvørji grundleggjandi krøv til viðgerð av persónsupplýsingum skal fyritøkan lúka ísv. dagligu málsviðgerðina?\nMeginreglur\nFarspor (cookies)\nViðgerðarheimild\nKrøv um kunning og dokumentatión\nRættindi hjá skrásetta\nInnanhýsis skjøl og mannagongdir og onnur skjøl\nViðgerðartrygd\nHandfarin av trygdarbroti\nViðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við setanarviðurskifti\n\n\nLuttakarar siga:\n\n“Eg var ikki stúrin\, men meira forvitin\, tí tað er so ringt at finna upplýsingar um sovorið uttan at kontakta onkran sakførara.”\nLuttakari frá fakfelag \n“Eg var serliga glaður fyri at hoyra um fleiri ítøkilig dømir\, sum Helga kom við.”\nTeldumaður \n“Eg havi fingið nakrar óvissir uppá pláss\, sum eru sera týdningarmiklar. Týdningarmiklar\, tí um mann ikki geri tingini sum lógin ásetur\, so forbrýtur mann seg\, sum í ringasta føri hevur bót við sær.”\nLuttakari frá almennum arbeiðsplássi \n“Nú dugi eg betur at síggja týdningin av at goyma data og vit fingu kunning um\, hvat ið eru og ikki eru viðkvæmir upplýsingar og at aðrar lógir kunnu “yvirrula”.\nLuttakari frá privatum arbeiðsplássið \n“Eg var stúrin fyri at hon fór at “fleingja” støðuna á arbeiðsplássunum  í FØ.”\nLuttakari frá privatum arbeiðsplássið \n“Eg kann viðmæla øllum skeiðið\, sum eru dátuábyrgdarar og gera váðametingar í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum.”\nLuttakari frá almennum arbeiðsplássi \n  \nKom við og fá yvirlit yvir dátuverndarlógina\n– jú fyrr\, jú betur! 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/handfaring-av-personsupplysingum-gdpr-grundskeid-7/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,FB,Leiðsla og HR,NL
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/11/GDPR.png
END:VEVENT
END:VCALENDAR