BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
PRODID:-//Synergi - ECPv6.18.3//NONSGML v1.0//EN
CALSCALE:GREGORIAN
METHOD:PUBLISH
X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo
X-WR-CALDESC:Events for Synergi
REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H
X-Robots-Tag:noindex
X-PUBLISHED-TTL:PT1H
BEGIN:VTIMEZONE
TZID:UTC
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:UTC
DTSTART:20250101T000000
END:STANDARD
END:VTIMEZONE
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20261007T090000
DTEND;TZID=UTC:20261104T160000
DTSTAMP:20261005T083009Z
CREATED:20260310T091956Z
LAST-MODIFIED:20261005T083009Z
UID:26649-1791363600-1793808000@www.synergi.fo
SUMMARY:HR-løgfrøði | Modul 1-3
DESCRIPTION:Hetta mást tú vita\nTað eru nógv viðurskifti at halda skil á tá tað snýr seg um løgfrøði innan starvsfólkaøkið. Á hesi útbúgving fært tú eina grundleggjandi vitan um hvørjar lógir og reglur eru galdandi í starvsfólkamálum. \nTað merkir >>\n\nat tú fert at hava yvirlit yvir og stýr uppá allar reglar\, sum hava við starvsfólkaløgfrøði at gera\nat tú verður tilvitað/ur um\, hvørjar umráðandi avgerðir tú eigur at taka\nat tú fert at læra at taka løgfrøðiliga rættar avgerðir í starvsfólkamálum\n\nAt tú sum leiðari\, starvsfólkaleiðari\, starvsfólk á lønarbókhaldið vm. hevur løgfrøðiliga vitan og kunnleika til galdandi krøv\, lógir og reglur hevur nógv at siga fyri títt arbeiðspláss. Hevur tú ikki neyðugu vitanina\, kann tað lættliga ganga galið – við stórum avleiðingum. \nKennir tú hetta aftur >>\n\nTú ert við til at seta starvsfólk og gera sáttmálar? Eisini kanska stjórasáttmálar og tíðaravmarkaðar sáttmálar?\nTú ert onkuntíð við til at diskutera\, um tit skulu seta ein klausul inn í sáttmálan og tit kenna tykkum ongantíð 100% sikkur í niðurstøðuni.\nTú ert í iva um\, hvørji immateriell rættindi starvsfólkini hava?\nOg hvussu tað nú heilt nágreiniliga hongur saman viðv. tagnarskylduni og møguligum vinnuloynidómum?\nEisini kanst tú koma í iva um\, hvat við eftirliti av starvsfólkunum? Hvar gongur markið?\nOg hvussu er tað nú tá fólk gerast sjúk?\nKanst tú bara uttan víðari broyta uppá starvsinnihaldið ella starvsstað?\nHvussu er við barnsburð og frítið? Nær skal tað fráboðast leiðaranum?\nHvussu eru uppsagnartreytirnar hjá fastløntum í mun til tímalønt?\nHvat við uppsøgn av teimum\, sum eru sett í tíðaravmarkaði størv?\n\n  \nErt tú onkuntíð eitt sindur\n– ella nokk so nógv –\ní iva um\, hvussu og hvat tú í veruleikanum hevur “loyvi” til?\nSo er hetta bestemt ein útbúgving fyri teg. Fyri tað fyrsta fært tú eitt gott skeið\, við sera góðum og viðkomandi innhaldið. Tú fært slides\, sum eru lættar at hyggja aftur í\, tá tú ert liðug/ur við útbúgvingina. Undirvísarin tilrættarleggur undirvísing og innhald eftir teimum luttakarum\, sum teknað seg. Harafturat hevur tú møguleika at seta spurningar og fáa svar! \n  \nUndirvísingardagar\nModul 1 | 7. oktober 2026 \nModul 2 | 21. oktober 2026 \nModul 3 | 4. november 2026 \n\nTín investering er 15999 kr. + mvg. > 5333 kr. + mvg. pr. modul\nTað er kanska ikki so nógv\, í mun til\, hvat ein skeiv avgerð\, kann koma at kosta í útreiðslum til løgfrøðing. Ein sera hent útbúgving hjá einum leiðara ella HR-fólki\, at hava í viðførinum.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-1-3-9/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,HR-Løgfrøði,Leiðsla og HR,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/HR-1-3-.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20261202T100000
DTEND;TZID=UTC:20261202T140000
DTSTAMP:20260624T084206Z
CREATED:20260624T083618Z
LAST-MODIFIED:20260624T084206Z
UID:27253-1796205600-1796220000@www.synergi.fo
SUMMARY:Sjúkrafrávera | HR-løgfrøði | Modul 5
DESCRIPTION:Tak røttu avgerð\nog slepp undan at ivast\nVit kunnu øll verða rakt av sjúku. Sjúkrafráveran kann tó eisini gerast ein kostnaðarmikil trupulleiki á arbeiðsplássinum.\nKom og fá greiðu á hvussu tú tekur rættar avgerðir og sleppur undan at ivast tá tað kemur til sjúkrafráveru. \n  \nLær um galdandi lógar- og sáttmálareglur\nÁ skeiðinum fara vit ígjøgnum galdandi lógarreglur og týdningarmestu sáttmálareglurnar. Vit fara at greina reglurnar um hvørjar skyldur starvsfólk og arbeiðsgevari hava\, tá starvsfólk ikki kemur til arbeiðis vegna sjúku. \nM.a. nær arbeiðsgevarin hevur skyldu at gjalda løn undir sjúku\, nær dagpeningaskipanin tekur við\, nær eitt starvsfólk kann sigast úr starvi o.m.a. \nLuttakari sigur:\n“Stórsta aha upplivingin er at eg skuldi haft tikið hetta fyri langari tíð síðan.” \n“Eg vil viðmæla øllum teimum\, ið hava við lønarviðurskifti og sjúkradfráveru at gerða at koma á skeiðið.” Rúni Eur-Express\, 2026 \n  \nGG! Hevur tú luttikið á modul 1-3 í HR-løgfrøði útbúgvingini fært tú 1.000 kr. + mvg. í avsláttri uppá modul 4 og 5. Nýt hesa gávukortkodu tá tú teknar teg: HR5-1000
URL:https://www.synergi.fo/skeid/sjukrafravera-hr-logfrodi-modul-5-2/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,HR-Løgfrøði,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/shutterstock_142814494.jpg
END:VEVENT
END:VCALENDAR