BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
PRODID:-//Synergi - ECPv6.18.2//NONSGML v1.0//EN
CALSCALE:GREGORIAN
METHOD:PUBLISH
X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo
X-WR-CALDESC:Events for Synergi
REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H
X-Robots-Tag:noindex
X-PUBLISHED-TTL:PT1H
BEGIN:VTIMEZONE
TZID:UTC
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:UTC
DTSTART:20250101T000000
END:STANDARD
END:VTIMEZONE
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20261111T090000
DTEND;TZID=UTC:20261111T140000
DTSTAMP:20260819T092436Z
CREATED:20260818T134303Z
LAST-MODIFIED:20260819T092436Z
UID:27446-1794387600-1794405600@www.synergi.fo
SUMMARY:SharePoint og OneDrive | Fílagoymsla í skýnum
DESCRIPTION:Brúka tit OneDrive ella SharePoint til at goyma tykkara fílur í?\nSo hevur tað alstóran týdning\, at tit gera tað rætt – frá byrjan!\nGera tit ikki tað\, kann tað fáa stórar fylgjur\, eitt nú tá starvsfólk fara úr starvi. Tí goyma starvsfólk týdningamiklar upplýsingar í sínum OneDrive\, so verða hesir slettaðir\, tá viðkomandi fer úr starvi (tú fært 3 mðr.). Tí hevur tað týdning\, at fílurnar vera goymdar rætt\, beinanvegin. Hetta er bara ein av nógvum orsøkum til\, at tit eiga at seta tykkum inn í nýtsluna av OneDrive og SharePoint 😉 \n\n  \nHugsar tú onkuntíð um >>\n\nHvør er munurin á SharePoint og OneDrive?\nNær skal eg goyma í OneDrive?\nNær er betur at brúka SharePoint?\nEr tað kanska líkamikið?\n\nJa\, tað er ikki so løgi\, at nógv ivast í hvat er hvat\, tá tað kemur til hesi bæði forritini. Bæði eru partur av Office 365 for Business og bæði hava datalagur í skýnum. Men tey eru ikki eins og virka heldur ikki uppá sama máta. Brúka tit OneDrive ella SharePoint til at goyma tínar fílur í\, so hevur tað alstóran týdning\, at tit gera hetta rætt – frá byrjan. Eitt nú tá fólk fara úr starvið\, kann tað vera sera\, sera óheppið\, um viðkomandi hevur goymt alskyns felags tilfar inni á sínum egnum OneDrive og tit ikki varnast tað\, fyrr enn ov seint. \n  \n\nKom á skeið og fá skil á hvussu tú brúkar SharePoint og OneDrive – og ikki minst\, nær tú brúkar hvat.\n\nSharepoint er ein sera góður pallur til at savna ymisk sløg av tilfari\, sum verður nýtt m.a. í verkætlanum og øðrum innanhýsis samstarvi. Tú kanst lættliga gera ymiskar síður\, sum vísa júst tað\, sum tit hava brúk fyri at nýta. \nVið OneDrive kanst tú goyma alt títt persónliga tilfar (sum bara tú skalt hava atgongd til) á einum tryggum stað í skýnum. Tú hevur altíð atgongd til tilfarið og alt verður goymt sjálvvirkandi. Við snildu deilifunkunum kanst tú samskriva við øðrum í øllum Office-skjølum\, og tú sleppur undan endaleysum viðfestum fílum í teldupostum. \n  \n\nLær at skipa tykkara fílur rætt.\n\n\nVælkomin á skeið í SharePoint og OneDrive.\nTú fert ikki at angra tað.\n  \nLegg til merkis\, at hetta skeiðið er sera gott til fyritøkur\, deildir og stovnar\, sum vilja deila skjøl regluliga. Legg eisini til merkis\, at vit á hesum skeiðnum fokusera uppá fílu-partin av Sharepoint. Tvs. vit koma ikki til at undirvísa í øllum SharePoint funkunum. 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/sharepoint-og-onedrive-filagoymsla-i-skynum-2/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,FB,KT,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/02/sharepoint-1201-×-500px2.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20261116T090000
DTEND;TZID=UTC:20261116T153000
DTSTAMP:20260619T113939Z
CREATED:20260429T143918Z
LAST-MODIFIED:20260619T113939Z
UID:26823-1794819600-1794843000@www.synergi.fo
SUMMARY:Handfaring av persónsupplýsingum\, GDPR | Grundskeið
DESCRIPTION:Tú ert ikki einsamøll/ur\, um tú hevur hug at halda fyri oyruni\, tá tú hoyrir um GDPR\n– men tú verður glað/ur\, tá tú hevur fingið yvirlit yvir tað!\n\nTað kann kennast eitt sindur ógvusligt\, tá vit hoyra um GDPR. Sum um vit ikki fáa arbeitt\, tí vit skulu uppfylla so nógv krøv. Men hvør veit\, kanska skulu tit bara gera fáar og einfaldar justeringar? Tað fært tú yvirlit yvir\, á hesum skeiðinum. \n  \nKom og fá innlit í krøvini í Dátuverndarlógini\n\nHetta er faktiskt eitt sera hugaligt skeið\, betri enn tú heldur. Kom og lær reglurnar um varðveiting av persónsupplýsingum\, og slepp undan stórari bót. Tað kunnu tey flestu fyrihalda seg til. \nUpplýsingar um fólk – teg og meg – eru at finna allastaðni. Men tað er ikki líka mikið\, hvussu tit sum fyritøka/stovnur goyma hesar upplýsingar. \nKom á skeið og fá eitt gott innlit í\, hvussu tú handfer upplýsingarnar rætt. Finn útav um tit\, á tínum arbeiðsplássi\, eru innan fyri ella uttan fyri reglurnar. \n  \n\nØll\, ið arbeiða við persónsupplýsingum av ymsum slag\, hava gott av at fara á slíkt skeið. Sera gevandi skeið.\nFyrimunurin er\, at ein lærir meira um dátutrygd\, hvussu hon skal handfarast\, og ein verður meira obs uppá hvussu persónsupplýsingarnir vera handfarnir frameftir.\n\nWin-win-win fyri allar partar!\n\nLuttakari 2025\n\nFá vitan og ítøkilig amboð heim við\n\nÁ skeiðinum verður ein gjøgnumgongd av dátuverndarlógini\, har luttakararnir fáa ítøkilig ráð og amboð til at uppfylla krøvini í lógini í dagliga arbeiðinum. Dentur verður lagdur á at hava eina praktiska tilgongd til reglurnar. \n  \nUndirvísari | Helga á Borg\n\n \n  \nBrellbitar úr skránni:\n\n\nHvat er persónsupplýsingar?\nHvat er GDPR?\nHvørji grundleggjandi krøv til viðgerð av persónsupplýsingum skal fyritøkan lúka ísv. dagligu málsviðgerðina?\nMeginreglur\nFarspor (cookies)\nViðgerðarheimild\nKrøv um kunning og dokumentatión\nRættindi hjá skrásetta\nInnanhýsis skjøl og mannagongdir og onnur skjøl\nViðgerðartrygd\nHandfarin av trygdarbroti\nViðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við setanarviðurskifti\n\n\nLuttakarar siga:\n\n“Eg var ikki stúrin\, men meira forvitin\, tí tað er so ringt at finna upplýsingar um sovorið uttan at kontakta onkran sakførara.”\nLuttakari frá fakfelag \n“Eg var serliga glaður fyri at hoyra um fleiri ítøkilig dømir\, sum Helga kom við.”\nTeldumaður \n“Eg havi fingið nakrar óvissir uppá pláss\, sum eru sera týdningarmiklar. Týdningarmiklar\, tí um mann ikki geri tingini sum lógin ásetur\, so forbrýtur mann seg\, sum í ringasta føri hevur bót við sær.”\nLuttakari frá almennum arbeiðsplássi \n“Nú dugi eg betur at síggja týdningin av at goyma data og vit fingu kunning um\, hvat ið eru og ikki eru viðkvæmir upplýsingar og at aðrar lógir kunnu “yvirrula”.\nLuttakari frá privatum arbeiðsplássið \n“Eg kann viðmæla øllum skeiðið\, sum eru dátuábyrgdarar og gera váðametingar í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum.”\nLuttakari frá almennum arbeiðsplássi \n  \nKom við og fá yvirlit yvir dátuverndarlógina\n– jú fyrr\, jú betur! 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/handfaring-av-personsupplysingum-gdpr-grundskeid-10/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,FB,Leiðsla og HR,NL
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/11/GDPR.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20270111T090000
DTEND;TZID=UTC:20270113T150000
DTSTAMP:20260923T130310Z
CREATED:20260116T115917Z
LAST-MODIFIED:20260923T130310Z
UID:26319-1799658000-1799852400@www.synergi.fo
SUMMARY:Bókhald frá grundini
DESCRIPTION:Eftir 3 døgum ert tú væl koyrandi\nKundi tú hugsað tær at fingið innlit í bókhald heilt frá grundini? At lært um debet og kredit\, kassaroknskap\, MVG\, vøruroknskap\, kontobygnað o.m.a.? Uppá 3 dagar lærir tú tað grundleggjandi\, so tú kanst koma í gongd. \nTú lærir øll tey vanligu grundleggjandi bókhaldshugtøkini. Tvs. líka frá hvat debet og kredit er til kontobygnað\, kassaroknskap\, skuldarar\, ognarar\, MVG\, roknskaparuppseting v.m. \nEgið virkið? Arbeiðir tú við bókhaldi? Í banka? Á skrivstovu? \nSkeiðið er sera viðkomandi fyri teg\, um tú hevur hevur egið virkið\, arbeiðir á skrivstovu ella um tú kundi hugsað tær at arbeitt við bókhaldi ella á skrivstovu. Eisini er skeiðið gott fyri teg\, um tú bara kundi hugsað tær at fríska vitanina upp ella koma nærri bókhaldshugtøkunum. \nSkeiðið krevur ongan forkunnleika – undirvíst verður á byrjanarstøði\, so øll kunnu vera við. \n  \n\nUndirvísingardagar\n\n11. januar kl. 9-15\n12. januar kl. 9-15\n13. januar kl. 9-15\n\n\nKom við til eitt av okkara populerastu skeiðum!\n\nMen bíða ikki ov leingi\, tí skeiðið er nærum altíð útselt.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/bokhald-fra-grundini-18/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,FB,KT,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/IMG_1070.jpg
END:VEVENT
END:VCALENDAR