BEGIN:VCALENDAR VERSION:2.0 PRODID:-//Synergi - ECPv6.3.3.1//NONSGML v1.0//EN CALSCALE:GREGORIAN METHOD:PUBLISH X-WR-CALNAME:Synergi X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo X-WR-CALDESC:Events for Synergi REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H X-Robots-Tag:noindex X-PUBLISHED-TTL:PT1H BEGIN:VTIMEZONE TZID:UTC BEGIN:STANDARD TZOFFSETFROM:+0000 TZOFFSETTO:+0000 TZNAME:UTC DTSTART:20240101T000000 END:STANDARD END:VTIMEZONE BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC:20240529T090000 DTEND;TZID=UTC:20240531T160000 DTSTAMP:20240329T005839 CREATED:20230629T084259Z LAST-MODIFIED:20240117T095217Z UID:19906-1716973200-1717171200@www.synergi.fo SUMMARY:Revit Architecture 2024 | Víðkað skeið DESCRIPTION:Hetta skeiðið er til tín\, ið hevur royndir við Revit\, men sum ynskir at lyfta tínar førleikar á eitt hægri støði.\n  \n\n\nArbeið effektivari við Revit\nLær at stovna tíni egnu objekt (Families)\nStovna egið tekningshøvd\, tekningslistar og signaturfrágreiðingar\n…og mangt annað\nEftir skeiðið fært tú atgongd til mit.cadskolen.dk við dygdargóðsku upptøkum sum ískoyti til lærubókina\n\n\n  \nVilt tú læra tær meira framkomnu funkurnar í Revit? Hetta víðkaða skeiðið er skraddaraseymað til at hjálpa tær at gerast serfrøðingur í Revit. \nTú lærir at gagnnýta framkomnu amboðini og funkurnar til at skapa heilt neyv og nágreinilig model av bygningum o. ø.  Okkara sera royndi undirvísari vegleiðir teg\, og gevur tær góð ráð til hvussu tú kanst fáa størru nyttu úr Revit. \n\nÁ hesum skeiðinum lærir tú\, ið dugur at brúka Revit á grundstøði\, at nýta forritið meira effektivt í tínum arbeiði.\n  \nEftir skeiðið dugur tú ar arbeiða meira effektivt við tínum verkætlanararbeiði. Tú dugur at handfara meginpartin av teimum møguleikunum Revit-forriti kann\, millum annað uppisetan av egnum standardum og dátuúrdrátti. \n  \nVit gleða okkum at bjóða vælkomin til eitt víðkað Revit skeið. \n  \nEvni á skeiðinum\n\nArbeið við Design í Revit\nStovnan av egnum Families\nComponent Family\nVerkætlananar uppskot – Design Options\nArbeið við Phases og Color Schemes\nStovnan av fyritøkuserstøkum tekningshøvdi\nNýtsla av Schedules\n\nSí alla skránna í høgra bredda. \nUndirvísarin er Niels Kirkedal Hansen frá Cadskolen URL:https://www.synergi.fo/skeid/revit-architecture-2023-vidkad-skeid/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:Byggivinnan,KT,NL ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/06/Revit-vidkad.png END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC:20240610T090000 DTEND;TZID=UTC:20240611T150000 DTSTAMP:20240329T005839 CREATED:20240223T084127Z LAST-MODIFIED:20240319T090253Z UID:22477-1718010000-1718118000@www.synergi.fo SUMMARY:Excel - tey fyrstu fetini DESCRIPTION:“Skeiðið hevur fingið meg sjálvboðið\nog við sjálvsáliti í gongd at brúka excel.\nHavi longu brúkt hetta í verki. ”\n \n__ \n“Eg visti onki um Excel áðrenn skeiðið….\nSkeiðið hevur givið mær hug og mót uppá at fara í gongd.” \n__ \n“Við skeiðnum havi eg sæð\,\nat Excel kann nýtast bæði til arbeiðis\nog sanniliga eisini privat.” \n__ \n“Sera greitt\, við ítøkiligum dømum.” \n\n\nTað sum fyrr tók hálvan tíma\n– fer at taka 2 min.\nSitur tú enn við roknimaskinuni og hyggur eitt sindur øvundsjúk/ur eftir teimum\, sum bara tasta alt inn á Excel og vupti\, so er úrslitið klárt? Ella brúkar og hevur tú kanska brúkt Excel í minni mun\, men kundi hugsa tær at lært forritið heilt frá grundini? \nTað er nú\, tú hevur møguleikan at læra og fáa stóra gleði av Excel. \nKom á 2-daga skeið saman við øðrum og fá Excel-dreymin uppfyltan;-).\nTekna teg bara longu nú\, tí plássið er avmarkað! \n \n“Eg lærdi at gera listar\, brúka autosum\, frysta rútar o.a. Eg dugdi EINKI tá eg kom á skeiðið. Akk tilpas tempo til mín. Tolin skeiðleiðari\, sum gav sær tíð at hjálpa.”\n  URL:https://www.synergi.fo/skeid/excel-tey-fyrstu-fetini-13/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,Byggivinnan,KT,Skrivstova og samskifti ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/04/Excel-11920-×-700px.png END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC:20240902T080000 DTEND;TZID=UTC:20250902T170000 DTSTAMP:20240329T005839 CREATED:20220316T151124Z LAST-MODIFIED:20240116T134531Z UID:15953-1725264000-1756832400@www.synergi.fo SUMMARY:Scrum Master Certified™ DESCRIPTION:  \n\n“Orsøkin til at vit valdu at senda øll okkara starvsfólk á Scrum Master skeið\, var geva øllum eitt felags mál\, styrkja um tann agila arbeiðsháttin\, og fara tann vegin har nógvir av okkara kundum vilja verða. Við online pallinum høvdu vit stóran fleksibilitet í undirvísingini\, og kundi ein altíð hyggja aftur í upptøkurnar fyri at uppfríska okkurt til sertifiseringina. Heilt klárt eitt skeið Elektron kann viðmæla.” \nKristjan Petursson\, Deildarleiðari fyri Hýsing og Tænastu \n\nTak skeiðið í tínum egna tempo!\nOkkara Scrum Master-skeið er sjálvlestur við video-e-læring. Undirvísingina skalt tú stroyma\, og tú gert sjálv/ur av hvar og nær. Tú stýrir eisini sjálv/ur\, hvussu skjótt tú vilt taka skeiðið. Tú fært góðan stuðul bæði undir og aftan á skeiðið við einari samanseting av spurningum (quiz)\, sjónfílum og stuðlandi tilfari og royndarpróvtøkum. \n\nLær at leiða eina verkætlan eftir kenda Scrum leistinum\n\n  \nTú arbeiðir kanska sum verkætlanarleiðari og treingir til at fáa nøkur amboð\, til at gera arbeiði lættari. Tú hevur kanska hoyrt um Scrum og hevur hug at royna tann leistin. \nSo er hetta er skeiðið til tín. Hetta er eitt skeið fyri tey\, sum hava hug at royna Scrum og fyri øll\, sum hava áhugað fyri verkætlanarleiðslu yvirhøvur. \nFokus er á\, at læra hvussu tú skalt tryggja eina vælvirkandi Scrum-prosess\, \n  \nVið einari Scrum Master-sertifisering kanst tú tryggja\, at Scrum-toymið hevur optimalar arbeiðsumstøður í mun til at kunna lata eina verkætlan úr hondum. \n  \n\n4.67 av 5 í eftirmeting | 99 % standa royndirnar\n\n  \nHetta kemur tú at læra um\n\nHvussu tú hugsar og arbeiðir í agilum verkætlanum\nScrum-førleikarnar og hvussu tú brúkar tær\nTín leiklut sum Scrum Master og leiklutirnar hjá hinum innan Scrum\nØll amboðini\, so tú kanst handfara og leiða eina Scrum-verkætlan\nHvussu tú kanst hjálpa við at implementera Scrum á tínum arbeiðsplássi\n\n\n\nTá tú hevur tikið skeiðið\, ert tú før/ur fyri at virka sum \nScrum Master í professionellum sambandi.\n\n  \nLýsing av Scrum Master Certified™\nScrum er eitt eyðsýnt og smidligt leiðsluamboð\, sum kann tillagast nógv fakøkir\, mentanir og vinnugreinar. Alt er grundað á best practice og holla vitan. Rammuverkið hevur langt síðani prógvað sítt virði. Scrum er heimsins mest útbreiddi háttur til smidliga verkætlanarleiðslu og framleiðslustýring. Í ítróttinum verður Scrum nýtt at fáa gongd á aftur bóltin\, tá alt er steðgað upp. Hiðani stavar navnið Scrum. Scrum verður serliga brúkt til verkætlanir\, har tað er torført at meta um\, hvat fer at henda\, og har lýsingin av produktinum og krøvini til tað javnan broytast. \nEin Scrum Master vegleiðir\, fasiliterar og undirvísir øllum luttakarum í verkætlanini. Scrum Master beinir fyri forðingum hjá liðinum og tryggjar\, at allar Scrum-mannagongdir vera fylgdar. \n  \n\nTak skeiðið í tínum egna tempo!\n\nFá altjóða Scrum Master-sertifisering URL:https://www.synergi.fo/skeid/scrum-master-certified-4/ LOCATION:Online\, Online\, 188\, Faroe Islands CATEGORIES:Byggivinnan,KT,Leiðsla og HR,Onlineskeið,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2021/08/scrum.png END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC:20240918T090000 DTEND;TZID=UTC:20240920T160000 DTSTAMP:20240329T005839 CREATED:20230929T101554Z LAST-MODIFIED:20230929T102048Z UID:20673-1726650000-1726848000@www.synergi.fo SUMMARY:Revit Architecture 2024 | Grundskeið DESCRIPTION:Kom við á grundskeið fyri nýggjar (og eitt sindur royndar) REVIT brúkarar\n\nErt tú heilt nýggj/ur innan Revit?\nElla ert tú sjálvlærd/ur og kennir tú teg kanska eitt sindur ótrygga/n við allar funkurnar?\nKundi tú hugsað tær eina gjølla gjøgnumgongd av grundleggjandi funkunum og møguleikunum?\nKundi tú hugsa tær\, at lært at uppbyggja eina verkæltan rætt frá byrjan?\n\nSo er hetta skeiðið til tín.\nKom á skeið og lær\n\nhvussu tú byggir eina verkætlan upp frá grundini við Revit Project Browser\nhvussu tú brúkar objektir (Families)\nhvussu tú blívur meiri effektiv/ur við modellering í Revit\nOg nógv annað\n\n\nTú fært atgongd til gott videotilfar aftaná skeiðið!\nAftaná skeiðið fært tú atgongd til mit.cadskolen.dk\, har tú finnur videoklipp í høgari góðsku\, sum eitt sera gott ískoyti til undirvísingarbókina. \n\nSoleiðis er skeiðið uppbygt:\n\nVit byrja við at byggja verkætlanir upp gjøgnum Revit Project Browser. Síðani gjøgnumganga vit tær grundleggjandi funkurnar í einum struktureraðum modelli.\nTú verður meiri kunnug/ur við brúkaraflatuna í Revit og tann mátan forritið handfer verkætlanir og fílur. Tú fert at læra\, hvussu tú á rættan máta byrjar uppá nýggjar verkætlanir\, við at brúka skabelónir.\nVit fara at arbeiða við at gera eina byggiverkætlan frá byrjan til endan. Verkætlanin byrjar og Kote verður inndeilt í Levels\, soleiðis at tú hevur stýr á bygningshæddunum. Harafturat verður verkætlanin bygd upp rundan um eitt modulnet\, so tú kanst stýra rammurnar á bygninginum.\nTú fert at læra at tekna veggir og at innseta og staðseta hurðar og vindeygu. Í hesum sambandi fert tú eisini at læra\, hvussu tú upprættar tínar egnu laguppbygdu veggir og hvussu tú tilpassar støddirnar á vindeygum og hurðum. Tá veggirnir eru komnir upp og vindeygu og hurðar sett í\, lærir tú at “lukka” bygningin við hjálp av dekki (dæk) og taki. Tú fert eisini at læra\, hvussu hesi objekt eru uppbygd\, og hvussu tú handfer tey reint praktiskt.\nTá bygningurin er liðugur (vit enda við einum stórum glaspartíi) og tú hevur innsett og arbeitt við trappum\, fert tú at læra hvussu tú upprættar eitt skema fyri hvørt rúm. Tað gevur eitt gott yvirlit yvir rúmini – nummar og navn umframt eitt samlað yvirlit yvir økini.\nTú kemur at arbeiða gjølla við redigeringsamboðunum í Revit. Tú fert at duga at kopiera\, flyta\, rotera\, spegla og nógv meiri\, sum er avgerandi at duga\, fyri at kunna gera verkætlanina klára til print.\nUmframt at arbeiða við planum og framsíðumynd (opstalt)\, fert tú at læra hvussu tú upprættar ymiskar formar fyri bygningsskurð. Herundir hvussu tú upprættar og arbeiðir við stakluts-amboðunum. Tú vilt eisini læra\, hvussu tínar tekningar vera skjalprógvaðar\, soleiðis at tú kanst seta tekstir\, málketur og skraveringsflaturnar rætt\, í mun til tað ynskta lutfalli til prent.\nTil seinast læra vit\, hvussu tú gert klárt til eitt View til placering á Sheets í lutfalli\, so tín verkæltan kann prentast og presenterast professionelt.\nAftaná skeiðið dugur tú at gera eina minni verkætlan frá byrjan til endan.\n\n  \n\nHevur tú fingið áhugað í at luttaka á skeiðinum\, er bara at tekna seg. Tú ert sera vælkomin 😉\n\nÁ skránni\nKom og fá ordiligt stýr á\n\nbygningsdesign í Revit\nbrúkaraflatuna (User Interface) – herundir Ribbon\, Options Barr\, Status Barr vm.\nProjects Browser – hvussu uppbyggja vit verkætlanina við hjálp av Levels\, umframt View Control\nhandfaring av Instance og Type Properties á Revit opbjektum\nhvussu tú upprættar og redigerar veggir\, vindeygu\, hurðar\, dæk\, tak vm.\nhvussu tú upprættar og redigerar smálutir\, skur og fasadur\nhvussu tú uppsetir sheets\, tekningslista\, signaturforkláring og prent\n\nUndirvísarin er frá Cadskolen! URL:https://www.synergi.fo/skeid/revit-architecture-2024-grundskeid/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:Byggivinnan,KT,NL ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/03/revit-mynd-4.png END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC:20240930T080000 DTEND;TZID=UTC:20250930T080100 DTSTAMP:20240329T005839 CREATED:20220316T150938Z LAST-MODIFIED:20240116T134719Z UID:15950-1727683200-1759219260@www.synergi.fo SUMMARY:PRINCE2® Foundation | Verkætlanarleiðsla DESCRIPTION:Fá útbúgving sum verkætlanarleiðari eftir kenda PRINCE2® leistinum\n\nÁ hesari onlineútbúgving\, fært tú eitt grundarlag til at stýra einari verkætlan eftir PRINCE2®-leistinum. Tú fært førleikaranar til at fullføra væleydnaðar verkætlanir við høgari góðsku til tíðina og innan fyri fíggjarætlanina við einari PRINCE2® Foundation sertifisering. \n\nEftirmeting: 4.68 av 5 | Í meðal  lúka 95\,67% próvtøkuna\n\n  \nHetta fert tú at læra um >>\n\nPrinsippini og prosessirnar handan effektiva verkætlanarleiðslu.\nTemaini\, sum sermerkja verkætlanina allan vegin ígjøgnum.\nTín leiklut sum verkætlanarleiðari\, og hvussu tú stýrir einari verkætlan við PRINCE2-háttinum.\nHvussu tú miðvíst og effektivt planleggur\, skipar og stýrir verkætlanum.\n\n  \n\nFá PRINCE2 Foundation-sertifisering\nEitt altjóða viðurkent prógv\n\n\nLýsing av PRINCE2® Foundation\nÁstøðið handan PRINCE2-háttin er grundað á verkætlanir í túsundatali\, har verkætlanarleiðarar og onnur\, sum nýta háttin\, hava givið sítt íkast. Fyritøkur og felagsskapir\, sum nýta háttin\, tryggja\, at allir luttakarar í einstøku verkætlanini tosa sama mál\, skilja leiklutirnar og ábyrgdina hjá hvørjum øðrum og nýta sama leistin til at fullføra verkætlanina á bestan hátt. Hetta økir møguleikan fyri einum góðum úrsliti av verkætlanini\, og tað endaliga úrslitið verður eisini munandi betri. Tá tú hevur staðið skeiðið\, fært tú eina PRINCE2 Foundation-sertifisering\, sum er eitt altjóða viðurkent prógv\, sum tú kanst nýta í øllum heiminum at prógva tínar førleikar innan verkætlanarleiðslu. \n  \nGG: Tú hevur atgongd til online-platformin í 12 mánaðir. \n  \n\nMortan Joensen\, Projektleiðari innan KT og Talgilding hjá Betri:\n“Super\, at man kann velja mál! Eg valdi sjálvur enskt\, tí eg dagliga samskifti á enskum. Hetta ger\, at eg fái brúkt innihaldið frá skeiðnum alt fyri eitt. Fyrstu ferð eg havi lisið sjálvlestur\, so tað tók eina løtu at koma í gongd. Kanska tí freistin er so/ov long 😉 Minst til: Bókin er eitt uppslagsverk!” URL:https://www.synergi.fo/skeid/prince2-foundation-3/ LOCATION:Online\, Online\, 188\, Faroe Islands CATEGORIES:Byggivinnan,Leiðsla og HR,Onlineskeið,Skrivstova og samskifti ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/03/Prince2-Heimasidan.png END:VEVENT END:VCALENDAR