BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
PRODID:-//Synergi - ECPv6.18.2//NONSGML v1.0//EN
CALSCALE:GREGORIAN
METHOD:PUBLISH
X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo
X-WR-CALDESC:Events for Synergi
REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H
X-Robots-Tag:noindex
X-PUBLISHED-TTL:PT1H
BEGIN:VTIMEZONE
TZID:UTC
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:UTC
DTSTART:20230101T000000
END:STANDARD
END:VTIMEZONE
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20260918T130000
DTEND;TZID=UTC:20260918T160000
DTSTAMP:20260918T075805Z
CREATED:20260105T155925Z
LAST-MODIFIED:20260918T075805Z
UID:26244-1789736400-1789747200@www.synergi.fo
SUMMARY:Sálarligt trýst og moralsk strongd
DESCRIPTION:GG. Tiltakið er á\nHotel Hilton!\n\nHáaktuellur temadagur um arbeiðslív\, moralska strongd og sálarliga fyrstuhjálp\nTemadagur: Sálarligt trýst og moralsk strongd – kollegastuðul og organisatoriskar loysnir\nDorthe Birkmose | Moralsk strongd\nDorthe Birkmose ger okkum klókari upp á moralska strongd\, tá ið hon fer í dýpdina við\, hvussu moralsk strongd er ein sunn reaktión upp á arbeiðsumstøður\, ið forða starvsfólkum og leiðarum í at arbeiða fakliga og moralskt forsvarligt. Tað kennist ikki sunt. Moralsk strongd merkist sum ring samvitska\, faklig ónøgd og sum ein kensla av meiningsloysi. Hesa keðiligu kenslu royna vit at fáa  burtur við ymiskum hættum\, sum vit kenna frammanundan\, so sum forráan\, passiv resignatión\, grenj\, flýggjan\, “quiet quitting” og skuggaarbeiði\, men hesar hættirnir gera bert trupulleikarnar størri.  Organisatoriskir trupulleikar kunnu ikki loysast individuelt – teir mugu loysast organisatoriskt. \nRikke Høgsted | Sálarlig fyrstahjálp – lat felagsskapin lekja\nTá ið vit eru fyri sálarliga krevjandi hendingum á arbeiðsplássinum\, reagera vit ikki bert sum einstaklingar – vit reagera eisini sum partur av einum felagsskapi. Hvat hendir við okkum\, tá ið vit uppliva okkurt álvarsamt? Hvussu ávirkar tað okkum? Og tað allar týdningarmesta: Hvat kunnu vit gera í felag fyri at koma væl víðari? \nVælkomin til eina framløgu um\, hvussu vit koma víðari frá fortíðini\, tá vit spurdu:”Hvat feilar tær?“ yvir til “Hvat er hent?” – og síðani fram til tað mest avgerandi: “Hvør er har fyri teg?” Vit eru ikki definerað av tí\, vit verða útsett fyri\, men av hvussu vit handfara støðuna. Við støði í síni nýggjastu bók greiðir Rikke frá “Elevatorhugtakinum” – eitt hugtak\, sum lýsir\, hvussu óumhugsað nýtsla av professionellari kreppuhjálp kann hava við sær\, at natúrligar reaktiónir verða sjúkliggjørdar\, og at felagsskapurin á arbeiðsplássinum verður veikari. \n  \n\n👇Kom við!👇\n  \n🙋‍♀️🧡👨‍👩‍👧‍👦💛👩‍🔬💚👩‍🦽💜👩‍⚖️🤎👨‍👧‍👧💗👩🏾‍🤝‍👩🏾🤍👮‍♂️🤎👨‍🦯💖👵💙👌
URL:https://www.synergi.fo/skeid/salarligt-tryst-og-moralsk-strongd-kollegastudul-og-organisatoriksar-loysnir/
LOCATION:Hilton\, Staravegur 13\, Tórshavn\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Børn og ung,Leiðsla og HR,NÝTT!,Persónlig menning,Ráðleggingardagur heyst 2026
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2026/01/Ann-E.-Knudsen-3.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20251121T090000
DTEND;TZID=UTC:20251121T120000
DTSTAMP:20251117T150534Z
CREATED:20250909T142922Z
LAST-MODIFIED:20251117T150534Z
UID:25298-1763715600-1763726400@www.synergi.fo
SUMMARY:Soleiðis stuðlar tú børnum eftir skilnað | v/Søren Marcussen
DESCRIPTION:Upp til 3. hvørt barn upplivir\, at foreldrini fara hvør til sítt\nHetta merkir\, at í hvørjari vøggustovu og barnagarði búgva upp til ein triðingur av børnunum antin hjá tí mammuni ella pápanum ella eisini búgva tey skiftisvís hjá báðum. \nSkeiðið gevur tykkum fakligt innlit í\, hvussu tit kunnu skilja og stuðla hesum børnum á rættan hátt og skapa tryggleika og støðufesti í teirra gerandisdegi. \n  \nÁ hesum skeiðinum seta vit sjóneykuna á:\n\nHvussu børn ávirkast\, tá foreldrini fara hvør til sítt\nHvussu tað kennist fyri barni\, tá foreldrini enda í stórari ósemju\nHvussu vit stuðla børnum\, har foreldrini eru farin hvør til sítt\, og hvussu vit hjálpa børnunum við at hjálpa foreldrunum\n\nDagurin gevur innlit í\, hvussu skilnaður ávirkar trivnaðin hjá børnum og ungum. Harumframt fært tú eisini innlit í\, hvussu trupult tað er hjá børnunum\, tá talan eru um skilnað\, sum er merktur av nógvum og stórum ósemjum. Tú fært eisini vitan um\, hvussu tú sum fakfólk kanst stuðla børnum og foreldrum og vísa á víðari til hjálp\, tá tørvur er á tí. \nDagurin er ein samanrenning av fyrilestri\, reflektión og dialogi í plenum. \n  \n“Søren Marcussen er ein ótrúliga góður undirvísari\, \nfaktiskt tann besti skeiðleiðarin eg havi havt.”\nFøroyskur luttakari\, sum hevur verið á skeiði hjá Søren Marcussen.\n  \nUndirvísari: Søren Marcussen\nSøren Marcussen er ráðgevi og deildarleiðari hjá Styrk Familierne (fyrrverandi Center for Familieudvikling). Hann leggur stóran dent á\, at børnini hava brúk fyri vaksnum\, sum eru til staðar\, seta orð á tað\, sum hendir\, og skapa tryggleika í gerandisdegnum. \nSøren hevur síðani 2008 veri við til at gera tilboð til fráskildar familjur millum annað:\n\nSamrøðubólkar til børn\, har foreldrini eru farin hvør til sítt\nKIFF-skeið til foreldur\nRáðgeving og terapi fyri foreldur\nMenning av tilboðinum “Sammen om Børnene“\, sum er til familjur í stórum ósemjum.\n\n  \nBrellbitar úr skránni: \nVitan: Hvat sigur granskingin um ávirkanina av skilnaði á børn og vaksin? \nFakligheit: Hvussu kunnu námsfrøðingar og hjálparfólk skapa støðufesti og tryggleika? \nAmboð: Fá ítøkiligt innlit í\, hvussu tú møtir kenslunum hjá barninum\, og til at samstarva við foreldrini á ein góðan hátt. Lær hvussu tú kanst orða teg\, og hvat tú annars kanst gera fyri at hjálpa barninum. \nLuttakararnir fara heim við innliti í støðurnar hjá børnum\, har foreldrini eru farin hvør til sítt. Eitt innlit sum kann brúkast beinanvegin í arbeiðnum við børnum – og við einum felags máli\, sum styrkir samstarvið í starvsfólkahópinum. \n  \nEitt skeið fyri øll\, sum arbeiða við børnum ella hava áhuga fyri evninum.\n  \n\n💰💰💰\nKostnaður fram til 14. november bert 1285 kr. + mvg! (Spar 300 kr.)\nKostnaðurin eftir 14. november er 1585 kr. + mvg pr. persón.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/namsfrodilig-ambod-til-skilnadarborn-v-soren-marcussen/
LOCATION:Hotel Hafnia\, Áarvegur\, Tórshavn\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Børn og ung,Leiðsla og HR,NÝTT!,Persónlig menning
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2025/09/Tekning-skilnadur-1-scaled.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241108T090000
DTEND;TZID=UTC:20241108T120000
DTSTAMP:20240913T094915Z
CREATED:20230209T140742Z
LAST-MODIFIED:20240913T094915Z
UID:19058-1731056400-1731067200@www.synergi.fo
SUMMARY:IMRAN RASHID | Sunnir talgildir vanar
DESCRIPTION:“Eg droymi um ein heim\, har vit menniskju skilja\, hvussu týdningarmikil sambond og samvera er. Har talgildir miðlar hjálpa okkum uttan at mergsúgva okkum\, og har vit eru skermsunn\, tilvitaði og kreativ”.\n\nImran Rashid\n  \nGleð teg til hetta forkunnuga skeiðið við serlæknanum og serfrøðinginum í góðum talgildum vanum\, Imran Rashid. Skeiðið fer í dýpdina við at læra at skilja\, bæði hvussu okkara atferð er í talgilda heiminum\, og hvørja ávirkan talgildi heimurin hevur á okkara lív. \nModul 1\nÍ fyrsta modulið av skeiðinum seta vit sjóneykuna á sálarfrøðina\, m.a. menningina av heilanum og tey ástøði\, sum greiða frá okkara tilvitanarstøði og atferðarmynstri. Hetta ger\, at vit eru betri før at skilja eftirfylgjandi evnini\, ið eru á skránni. \n\nAtferð: Tilvitað og ótilvitað\nMenning og uppbygging/samanseting av heilanum\nTilvitskuteori\nVanateori\nHvussu okkara uppmerksemi virkar\nImpulskontrol\n\nModul 2\nÍ øðrum modulið verður sjóneykan sett á talgildu verðina\, har vit kanna\, hvussu tøknifrøðin bæði kann betra um og verða ein avbjóðing í okkara lívi og dagligdegnum. Vit fara at hyggja at muninum millum okkara tøknifrøðiligu nýtslu og misnýtslu \,og kjakast um\, hvussu design kann ávirka okkara online atferð. Vit fara eisini at hyggja uppá sosialu og sálarfrøðiligu avleiðingarnar av ótilskipari talgilding fyri fólk í øllum aldrum. \n\nTalgilding sum heild\nMunurin á “tech-nýtslu” og “tech-misnýtslu”\nAtferðardesign og “myrk mynstur”\nAvleiðingarnar av ikki stýrdari talgildari nýtslu hjá børnum\, ungum og vaksnum\nHvat sigur “evidensurin”\n\nModul 3\nÍ triðja og seinasta modulið verður sjóneykan sett á at finna eina sunna javnvág við tøknina. Við einari blanding av teori og praktiskum workshops og ráðgeving\, fer Imran Rashid at vísa á ætlanir fyri at fremja góða talgilda hjáveru hjá bæði einstaklingum og familjum. Hetta modulið vísir á praktiskar loysnir uppá vanligar talgildar tvístøður\, og endar við\, at luttakarar kunnu spyrja og deila av egnum royndum. \n\nMeginreglur fyri góða talgilding: Strukturelt\, mentunarligt og individuelt\nVerkstova við fokus á praktiskar loysnir\n Innleiðsla til “Skærmsund Familierådgivning”\nSpurningar\n\nSkeiðið er ment til tín\, sum ynskir at fá eina betri fatan av bæði egnu atferð umframt talgildu avbjóðingunum\, okkara modernaða samfelag stendur fyri.\nVið einari blanding av teoretiskari vitan og praktiskum venjingum\, miðar skeiðið móti\, at luttakararnir\, við neyðugum amboðum \, verða betri førir fyri at stýra í talgildu verðini við størri tilvitsku og tamarhaldi. \nTak fetið eitt stig víðari at læra at skilja bæði teg sjálva/n og talgildu verðina rundanum teg.\nKom við á hetta forkunnuga skeið við fremsta danska serfrøðingingum í góðum talgildum vanum\, Imran Rashid. \n  \nDagurin er væl egnaður til ráðlegginardag og starvsfólkadag👌\n  \nBólkaavsláttur👇\nTeknar tú 5 fólk til fært tú 5 % í bólkaavsláttri – Nýt kotuna: Synergi5 \nTeknar tú 10 fólk til fært tú 10 % í bólkaavsláttri – Nýt kotuna: Synergi10 \nTað er bindandi tilmelding til skeiðið. \n  \nKom við!
URL:https://www.synergi.fo/skeid/imran-rashid-sunnir-talgildir-vanar/
LOCATION:Hotel Føroyar\, Hotel Føroyar\, Tórshavn\, Føroyar\, 100
CATEGORIES:Børn og ung,KT,Leiðsla og HR,NÝTT!,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/02/Heimasidan-13-nyggj-mynd.png
END:VEVENT
END:VCALENDAR