BEGIN:VCALENDAR VERSION:2.0 PRODID:-//Synergi - ECPv4.8.2//NONSGML v1.0//EN CALSCALE:GREGORIAN METHOD:PUBLISH X-WR-CALNAME:Synergi X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo X-WR-CALDESC:Events for Synergi BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20190611T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20190618T120000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190523T093650Z LAST-MODIFIED:20190528T082008Z UID:5482-1560243600-1560859200@www.synergi.fo SUMMARY:Teams og OneDrive í Office 365 | KT Landsins DESCRIPTION:Kom væl frá byrjan við\nTeams í Office 365\n  \nErt tú leiðari\, superbrúkari ella líknandi?\nAv tí at Teams er ein nýggjur háttur at arbeiða uppá\, so er skilabest at tú sum leiðari\, superbrúkari ella líknandi ert ímillum tey fyrsu at fáa undirvísing í Teams/OneDrive. \nSo hevur tú møguleika at meta um tørvin á tínum arbeiðsplássi og gera mannagongdir áðrenn restina av starvsfólkinum koma á skeið. Tú verður eisini betur før/ur fyri at vegleiða starvsfólkini\, tá farið verður undir at brúka Teams/OneDrive. \nBæði Teams og OneDrive hoyra til Office 365\, tvs. hevur tú Office 365 hevur tú eisini Teams og OneDrive. \n  \nHvat er OneDrive? \nOneDrive er ein online-tænasta til handfaring av fílum. Tvs. at tú kanst goyma tínir persónligu fílar á einum stað\, deila teir við onnur\, og fáa atgongd til teir frá einari og hvørjari eind við netsambandi. \n  \nHvat er Teams? \nTeams er ein forrit\, sum ger tað lætt at arbeiða saman í bólkum\, deildum og toymum. Óansæð um tit sita á sama matrikkli ella um tit eru í hvør sínum enda av landinum/heiminum\, so er Teams ein sera hentur samstarvspallur. \n  \nSkeiðið er býtt upp í 2 hálvar dagar\, við einari viku ímillum. \n_ \n URL:https://www.synergi.fo/skeid/teams-og-onedrive-i-office-365-kt-landsins/ LOCATION:Gjaldstovan\, Kvíggjartún 1\, Argir\, 160\, Faroe Islands ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2019/01/workplace-1245776_1920-3.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;VALUE=DATE:20190701 DTEND;VALUE=DATE:20190702 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20180613T121053Z LAST-MODIFIED:20190306T154626Z UID:789-1561939200-1562025599@www.synergi.fo SUMMARY:Beak Test tiltak DESCRIPTION:Connie Nissen veit hvat hon tosar um\nVælkomin til eitt spennandi skeið um sansaintegratión (SI) hjá børnum og teirra sansamotorisku menning og stóra tørv á góðum samanspæli. \n URL:https://www.synergi.fo/skeid/beak-test-tiltak/ ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/04/header.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20190909T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20190911T153000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190424T111600Z LAST-MODIFIED:20190429T095329Z UID:5299-1568019600-1568215800@www.synergi.fo SUMMARY:Bókhald frá grundini DESCRIPTION:Eftir 3 døgum ert tú væl koyrandi\n  \nKundi tú hugsað tær at fingið innlit í bókhald heilt frá grundini? At lært um debet og kredit\, kassaroknskap\, MVG\, vøruroknskap\, kontobygnað o.m.a.? Uppá 3 dagar lærir tú tað grundleggjandi\, so tú kanst koma í gongd. \nTú lærir øll tey vanligu grundleggjandi bókhaldshugtøkini. Tvs. líka frá hvat debet og kredit er til kontobygnað\, kassaroknskap\, skuldarar\, ognarar\, MVG\, roknskaparuppseting v.m. \nEgið virkið? Arbeiðir tú við bókhaldi? Í banka? Á skrivstovu? \nSkeiðið er sera viðkomandi fyri teg\, um tú hevur hevur egið virkið\, arbeiðir á skrivstovu ella um tú kundi hugsað tær at arbeitt við bókhaldi ella á skrivstovu. Eisini er skeiðið gott fyri teg\, um tú bara kundi hugsað tær at fríska vitanina upp ella koma nærri bókhaldshugtøkunum. \nSkeiðið krevur ongan forkunnleika – undirvíst verður á byrjanarstøði\, so øll kunnu vera við. \nKom við til eitt av okkara populerastu skeiðum!\nSeinast var útselt!\n  \n URL:https://www.synergi.fo/skeid/bokhald-fra-grundini-5/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/IMG_1070.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20190912T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20190913T153000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190412T124216Z LAST-MODIFIED:20190604T144929Z UID:5180-1568278800-1568388600@www.synergi.fo SUMMARY:Excel modul 1 - tey fyrstu fetini DESCRIPTION:Tað sum fyrr tók hálvan tíma\n– fer at taka 2 min.\nSitur tú enn við roknimaskinuni og hyggur eitt sindur øvundsjúk/ur eftir teimum\, sum bara tasta alt inn á Excel og vupti\, so er úrslitið klárt? Ella brúkar og hevur tú kanska brúkt Excel í minni mun\, men kundi hugsa tær at lært forritið heilt frá grundini? \nTað er nú\, tú hevur møguleikan at læra og fáa stóra gleði av Excel.\nKom á 2-daga skeið saman við øðrum og fá Excel-dreymin uppfyltan;-). \nTekna teg bara longu nú\, tí plássið er sera avmarkað! \n  \n  \n URL:https://www.synergi.fo/skeid/excel-i-tey-fyrstu-fetini-5/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,Byggivinnan,KT,Skrivstova og samskifti ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/shutterstock_237547333.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20190919T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20190920T160000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20181203T162751Z LAST-MODIFIED:20190417T103455Z UID:3514-1568883600-1568995200@www.synergi.fo SUMMARY:Office 365 | Grundskeið DESCRIPTION:Fá yvirblikkið og lær at gagnnýta Office 365 til fulnar!\n\nHava tit Office 365\, men gagnnýta tað faktiskt ikki?\n– so kom í gongd aftaná summarferiuna!\nNógv føroysk arbeiðspláss hava licens til Office 365. \nMen brúka tað ikki. \nNógv vita ikki av\, at hevur tú licens til Office 365\, so hevur tú atgongd til so nógv meiri enn bara Word\, Excel\, Outlook og PowerPoint? Eitt nú Teams\, Planner\, Outlook bólkar\, OneDrive osfr. \nForrit sum eru við til at gera dagligdagin hjá tykkum nógv lættari. \n\nHava tit eisini Office 365?\nMen nýta tit tað næstan ikki?\nElla brúka tit tað (næstan) bara uppá gamla mátan. Sum einkultstandandi forrit? Sum Word\, Excel\, Outlook osfr.?\nSaknar tú eitt yvirblikk yvir og innlit í\, hvat Office 365 er fyri nakað? Tí tað er rættiliga torført at seta seg inn í tað sjálv/ur?\nKundi tú hugsa tær at lært meiri um\, hvørjir møguleikar eru?\nSo tú fært brúkt tað meiri optimalt! Eftirsum tit longu gjalda fyri tað….\n\nSo er bara at ogna tær eitt av plássunum\, til hetta skeiðið um Office 365! \n___ \n\nKom og set teg inn í Office 365!\n– og lær alt um\, hvussu tit kunnu gagnnýta tað!\n____\nKom við og fá fulla nyttu av Office 365!\nÁ skeiðinum fært tú eina gjølla gjøgnumgongd av amboðnum og møguleikunum í Office 365 og hvussu tey supplera hvønnannan. Vit læra m.a. um OneDrive\, Outlook-bólkar\, Teams\, Planner umframt apps á fartelefonini. \n\nVilt tú vita meir\, áðrenn tú teknar teg?\n\nHvat er Office 365 í grundini? \n3 snild ting við Office 365?\n\n  \n URL:https://www.synergi.fo/skeid/arbeid-snildari-vid-office-365/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:KT,Skrivstova og samskifti ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/12/business-2884023_1920.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20190923T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20190925T160000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190201T104621Z LAST-MODIFIED:20190604T145015Z UID:4193-1569229200-1569427200@www.synergi.fo SUMMARY:Revit modul 1 - frá grundini DESCRIPTION:Kom á 3 daga skeið og lær Revit frá grundini\nÁ skeiðinum verður tú latin í til at arbeiða við Revit Architecture! Øll (ella nógv) bygging verður í dag planløgd út frá BIM-modellum\, har tey flestu modellerast í Revit. Tí er Revit týdningarmikið fyri øll\, sum arbeiða við – ella fegin vilja arbeiða við – byggjarí og design innan økið. Perspektivini í BIM-modellunum eru víð og hava potentiale til at kunna nýtast langt inni í rakstrinum og viðlíkahaldinum. \nBIM: Bygnings Informatións Modellering \nSkeiðið er í 3 dagar. Undirvísingarformurin er ein blandingur av uppleggum frá undirvísara og venjingum í mun til skeiðstilfarið. \nAllir luttakarar fáa hvør sítt eintak av “BIMbogen”. Skeiðstilfarið er á enskum\, men undirvíst verður á donskum. \n  \nVið at luttaka…\n…lærir tú at nýta forritið stig fyri stig. Arbeitt verður bæði teoretiskt og praktiskt\, soleiðis at hvør einstakur skal fáa so nógv burturúr\, sum til ber. Á skeiðinum taka vit útgangsstøði í eini ítøkiligari uppgávu. Tú lærir at arbeiða við einum BIM-modellið í Revit Architecture. Aftaná skeiðið\, dugur tú at tekna eitt Revit projekt frá botni\, arbeiða við “egenskabsdata” og framleiða tekningstilfar. \n  \nInnihald í skeiðinum\nVit fara at læra at brúka Revit frá grundini. Á skeiðinum taka vit útgangsstøði í einari konkretari uppgávu – vit skitsera eitt eittplanshús til eina familju. Skeiðið gevur okkum kunning um tað at modellera í einum 3D BIM*-umhvørvi. Vit læra at nýta amboðini í forritinum so við og við\, soleiðis sum tað náttúrliga hóskar seg inn í undirvísingina hesar tríggjar dagarnar. Vit enda við at fáa lidnar tekningar út úr modellunum\, eitt nú: \n\nPlanir\nTvørskurður\nFramsíða\nPerspektiv\n\n  \n URL:https://www.synergi.fo/skeid/revit-grundskeid-3/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:Byggivinnan,KT ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/shutterstock_188002460.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20190926T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20190926T120000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190401T132401Z LAST-MODIFIED:20190417T103852Z UID:4946-1569488400-1569499200@www.synergi.fo SUMMARY:Outlook - tær snildu funkurnar DESCRIPTION:Kom og lær tær snildu funkurnar í Outlook\n– uppá ½ dag\n\nBrúkar tú dagliga Outlook?\nEr tað kanska fleiri “Outlook’ versiónir” síðani\, tú hevur verið á skeið?\nOg ert tú klár/ur yvir\, at har eru nógvar funkur\, sum kunnu gera arbeiði hjá tær lættari?\nMen sum tú bara ikki fært tikið teg saman til at læra?\n\nSo ert tú komin til rætta stað!\nUppá bert ½ dag\, kanst tú læra eina røð av snildum funkum\, sum gera dagligdagin hjá tær lættari – og stuttligari. Onkrar av teimum kennir tú kanska\, men eg lovi tær\, at nógvar (ordiliga góðar) hevur tú ongantíð hoyrt um ella sæð. Hóast tær slett ikki royna at fjala seg uppá nakran máta. \nEinki er so irriterandi og frustrerandi sum at vita\, at tað finnast snildari mátar at gera tingini uppá\, sum tú bara ikki dugur. \nTú fert heilt sikkurt at verða ordiliga glað/ur um fleiri av funkunum og hugsa: \n“Arghhh….Hví havi eg ikki langt síðani lært meg hasa funkuna?”\n  \n URL:https://www.synergi.fo/skeid/outlook-taer-snildu-funkurnar/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:KT,Skrivstova og samskifti ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2019/04/IMG_4380.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20190927T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20190927T120000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190612T105708Z LAST-MODIFIED:20190612T120638Z UID:5657-1569574800-1569585600@www.synergi.fo SUMMARY:Lær at brúka nýggju funkurnar í PowerPoint DESCRIPTION:Kom og lær tær snildu funkurnar í PowerPoint í Office 365\n– uppá ½ dag!\n\nBrúkar tú dagliga ella javnan PowerPoint?\nEr tað kanska fleiri “PowerPoint-versiónir” síðani\, tú hevur verið á skeið ;)?\nOg ert tú klár/ur yvir\, at har eru nógvar funkur\, sum kunnu gera arbeiði hjá tær lættari?\nEisini spildurnýggjar funkur frá 2019?\nMen sum tú bara ikki fært tikið teg saman til at læra?\n\nSo ert tú komin á rætta stað!\nUppá ½ dag\, kanst tú læra eina røð av snildum funkum\, sum gera arbeiði við at gera framløgur lættari – og stuttligari. Tí einki er so irriterandi sum at vita\, at tað finnast snildari mátar at gera tingini uppá\, men at tú bara ikki dugur tað. \n  \nTú fert at læra spildurnýggjar funkur\, so sum …\n\nZoom\nTransition Morph\nSletta bakgrund á einari mynd\nInnseta 3d-icon\nInnseta onlinevideo\nUmseta og teksta tína framløgu\nTaka video av skerminum\n\n URL:https://www.synergi.fo/skeid/laer-at-bruka-nyggju-funkurnar-i-powerpoint/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:KT,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2019/06/beverage-3157395_1920.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20191002T080000 DTEND;TZID=UTC+0:20200305T170000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190208T122157Z LAST-MODIFIED:20190612T115050Z UID:4252-1570003200-1583427600@www.synergi.fo SUMMARY:Aros Mini MBA | Leiðsluútbúgving DESCRIPTION:Mest ambitiøsa Mini MBA í Danmark\, ment av Steen Hildebrandt\n– nú eisini í Føroyum!\nSteen Hildebrandt\, professari\, er helst størsta navnið í Danmark innan leiðslu. Tí er tað ikki av tilvild\, at Aros hevur biðið hann lagt grundina fyri Aros Mini MBA. Hann veit\, hvat krevst av einum MBA. Hann hevur tryggjað\, at siðbundnu MBA-prinsippini eru løgd inn í okkara Mini MBA\, og hevur valt út nakrar av bestu undirvísarum í Danmark. Tí eru vit errin av at siga\, at vit hava gjørt samstarv við Aros\, um at bjóða hesa Mini MBA út í Føroyum\, ein Mini MBA\, ið hevur eitt fakligt støði\, sum hevur uppiborið MBA-heitið. \nSteen Hildebrandt og Aros hava saman skipað eina ambitiøsa læringsgongd\, sum gevur tær fakliga og praktiska vitan um leiðslu\, og sum tryggjar tína persónligu menning sum leiðari. \nLeiðsluútbúgvingin gevur tær eina innleiðslu í klassisku MBA-greinirnar\, og samstundis fært tú nýggjastu vitanina innan leiðslu. Harafturat gerst tú limur í Aros Management Club\, har limaskapurin gevur ókeypis atgongd til eksklusivu fyrilestrarnar\, masterclasses og netverkstiltøk. Útbúgvingin gevur ikki ECTS. \n  \nSteen Hildebrandt um útbúgvingina\n\n  \n6 góðar orsøkir til at taka leiðsluútbúgvingina Aros Mini MBA!\n\nTú fært eina sera ambitiøsa Mini MBA\, sum er ment í samstarvi við fremsta leiðsluserfrøðinginum í Danmark\, Steen Hildebrandt professara\nTú fært eina leiðsluútbúgving yvir 6 mánaðir við intensum undirvísingardøgum\, lestrarbólkum\, venjingum og einari endaligari próvtøku\nLeiðsluútbúgvingin gevur tær eina innleiðslu í klassisku MBA-greinirnar\, harafturat fært tú vitan um framtíðar leiðslu\nTú gerst limur í eksklusiva Aros Management Club\nPensum á leiðsluútbúgvingini er einans bókmentir frá virdum rithøvundum og granskarum! Harafturat er tilfarið í høvuðsheitum á donskum og er vert 2.500 kr\nTú fært eitt breitt netverk\, sum tú kanst sparra við á framtíðar leiðsluleið tíni.\n\n\nVer vælkomin\ntil eina leiðsluútbúgving\nyvir 6 mánaðir!\nHóast kostnaðurin er eitt vet hægri her í Føroyum\, so sparir tú pening\, við at taka útbúgvingina her. Tú sparir eina rúgvu í ferðakostnaði\, hotel\, ferðadagar osfr. So samanumtikið nógv bíligari hjá tær\, at taka hana í Føroyum. Eru tit fleiri frá sama arbeiðsplássið\, so kunnu vit eisini bjóða ein avsláttur á kr. 1500 + mvg. pr. luttakara! \nOBS! Prísurin fer upp 15. august 2019!\n  \nHer er lýsingin av MiniMBA’ina hjá Aros Business Academy >> \n URL:https://www.synergi.fo/skeid/aros-mini-mba-leidsluutbugving/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:Leiðsla og HR,Útbúgvingar ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2019/02/Svart-Steen-Hilderbrandt.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20191007T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20191011T160000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190211T123919Z LAST-MODIFIED:20190417T104226Z UID:4299-1570438800-1570809600@www.synergi.fo SUMMARY:Certified Ethical Hacker (CEH) DESCRIPTION:Lær hvussu tit tryggja tykkum móti hackaraálopum!\nÁ hesari útbúgving lærir tú at skanna\, testa\, hacka og tryggja tínar egnu skipanir við framkomnum hackingaramboðum og -tøkni. \nÚtbúgvingin er eitt gott bland av ástøði og royndum sum tryggjar\, at tú bæði skilir\, hvussu amboðini virka\, og hvussu tey skulu nýtast. Sum partur av undirvísingartilfarinum fært tú atgongd til tey amboðini\, sum verða nýtt í undirvísingini\, so tú eisini kanst nýta tey\, tá tú fert aftur til arbeiðis. \nVit arbeiða m.a. við hesum 5 stigunum:\n\nReconnaissance\nGaining Access\nEnumeration\nMaintaining Access\nCovering your tracks\n\nÍroknaður er ein virðisseðil til 1 próvtøkuroynd!\nViðrið 6000 kr. +mvg. \n  \nUm útbúgvingina\nÁ enskum. \nThis course in its 10th iteration\, is updated to provide you with the tools and techniques used by hackers and information security professionals alike to break into any computer system. This course will immerse you into a “Hacker Mindset” in order to teach you how to think like a hacker and better defend against future attacks. It puts you in the driver’s seat with a hands-on training environment employing a systematic ethical hacking process. \nYou are constantly exposed to creative techniques of achieving optimal information security posture in the target organization; by hacking it! You will learn how to scan\,\ntest\, hack and secure target systems. The course covers the Five Phases of Ethical Hacking\, diving into Reconnaissance\, Gaining Access\, Enumeration\, Maintaining\nAccess\, and covering your tracks. \nThe tools and techniques in each of these five phases are provided in detail in an encyclopedic approach and absolutely no other program offers you the breadth of learning resources\, labs\, tools and techniques than the C|EH v10 program. \nTo beat a hacker\, you need to think like one! \n\n \nHvat er ein “Etichal Hacker”?\nEthical Hacking is often referred to as the process of penetrating one’s own computer/s or computers to which one has official permission to do so as to determine if vulnerabilities exist and to undertake preventive\, corrective\, and protective countermeasures before an actual compromise to the system takes place. \n  \nBlív: Certified Ethical Hacker\nA Certified Ethical Hacker is a skilled professional who understands and knows how to look for weaknesses and vulnerabilities in target systems and uses the same knowledge and tools as a malicious hacker\, but in a lawful and legitimate manner to assess the security posture of a target system(s). The CEH credential certifies individuals in the specific network security discipline of Ethical Hacking from a vendor-neutral perspective. \n  \nCertification Target Audience\nThe Certified Ethical Hacker certification will fortify the application knowledge of security officers\, auditors\, security professionals\, site administrators\, and anyone who is concerned about the integrity of the network infrastructure. \n  \nTak útbúgvingina í Føroyum.\nTað kann loysa seg.\n\nSamanlagt er tað nógv bíligari\, enn um tú skuldi tikið hana í Danmark! Prísurin fyri sjálva útbúgvingina er tann sami\, men tú sparir – ikki tær at siga – bæði flogferð\, hotel\, ferðadagar osfr.! \nHetta er skeiðið hjá SuperUsers: SU-415 Certified Ethical Hacker (CEH) \n URL:https://www.synergi.fo/skeid/certified-ethical-hacker-ceh/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:KT,Útbúgvingar ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2019/02/ethical-hacker.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20191023T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20191023T133000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190430T115325Z LAST-MODIFIED:20190430T115537Z UID:5354-1571821200-1571837400@www.synergi.fo SUMMARY:HR-Løgfrøði - Modul 4 - Loyalitetsskylda\, talufrælsi og varskógving DESCRIPTION:“Nú veit eg hvar markið gongur”\nKunnu starvsfólk skriva sum teimum lystir á Facebook\, Instragram og øðrum sosialum miðlum? Hvar gongur markið fyri loyalitetsskylduni? Kunnu starvsfólk gera\, sum tey vilja\, í síni frítíð? \n  \nKom einaferð med alla og fá skil á: \n\nTalu- og skrivifrælsi sum starvsfólk – hvar gongur markið?\nHjástørv – skalt tú kunna tín arbeiðsgevara\, um tú hevur onnur størv?\nEr munur á\, um tú arbeiðir innan tað almenna ella privata?\nHvat er hóskandi og nøktandi atburður í arbeiðstíð og frítíð?\nHvat er decorumkravið?\nNýggja varskogvaralógin og aðrar whistleblowing-skipanir\nRætturin hjá arbeiðsgevaranum til at seta eftirlitstiltøk í verk\n\n  \nHR-løgfrøði modul 4 kann takast sum eitt sjálvstøðugt modul (skeið) ella sum partur av HR-løgfrøði útbúgvingini hjá Synergi. \nGG! Hevur tú luttikið á modul 1-3 í HR-løgfrøði útbúgvingini fært tú 1.000 kr. + mvg. í avsláttri uppá modul 4 og 5. Nýt hesa gávukortkodu tá tú teknar teg: HR4-1000 \n URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-4-loyalitetsskylda-talufraelsi-og-varskogving/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:Búskapur og jura,Leiðsla og HR,Útbúgvingar ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/shutterstock_197065211.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20191024T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20191025T153000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190507T140154Z LAST-MODIFIED:20190527T134934Z UID:5402-1571907600-1572017400@www.synergi.fo SUMMARY:Skjótlesing DESCRIPTION:Magnus er bangin fyri\,\nhann ikki nær at lesa alt…\nMagnus er advokat. \nÍ sambandi við eina sak\, hevur hann fingið eina rúgvu av tilfari\, sum hann skal lesa. \nHann veit ikki síni livandi ráð\, hvussu hann skal koma ígjøgnum tilfari. \nHann sortera eitt sindur frá\, men veit\, tað ikki er meira enn næstbest… \nErt tú onkutíð í somu støðu sum Magnus?\nAt tú hevur eina rúgvu\, tú skalt lesa uppá stutta tíð? \nKom og lær teknikkin at lesa skjótt. \nLongu fyrsta dag klárar tú\nat skimma 100 síður uppá 20 min.\n URL:https://www.synergi.fo/skeid/skjotlesing-2/ CATEGORIES:Búskapur og jura,Leiðsla og HR,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2019/05/bøkur.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20191028T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20191028T120000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190429T102650Z LAST-MODIFIED:20190509T114817Z UID:5319-1572253200-1572264000@www.synergi.fo SUMMARY:Grundleggjandi avtalurættur fyri handverkarar DESCRIPTION:Ert tú sjálvstøðugur handverkari?\n\nTimburmaður?\nEletrikari?\nMálari?\nMúrari?\nHVS?\nElla arbeiðir innan annað handverk?\n\nSo kanst tú koma illa fyri…\n…um tú ikki hevur greiða avtalu við kundan áðrenn arbeiði byrjar. \nTú hugsar kanska\, at tað er best bara at koma í gongd við arbeiði sum skjótast. Tú hugsar kanska eisini\, at flestu fólk\, eru skilafólk\, so tað man fara at ganga tað heila.\nTað eru tey eisini\, skilafólk\, men allíkavæl kann tað ganga galið\, um eingin skrivlig avtala er. Tað er ikki vist\, at tit hava somu fatan av\, hvat varð avtalað av fyrstani tíð. \nTí kanst tú veruliga koma illa fyri\, um tú ikki hevur gjørt eina skrivliga avtalu\, áðrenn arbeiðið er farið í gongd. \nÁ skeiðnum lærir tú tað heilt grundleggjandi avtalurættarliga innan smærri byggiverkætlanir\, har vanliga ABF 06 ikki verður nýtt. \nTú fært 2 avtaluskabelónir\, har tú kanst seta tíni tøl inn\nÁ skeiðnum gera vit tað ordiliga lætt fyri teg. Tú fært tvær skabelónir\, har tað er lætt hjá tær at seta tíni tøl inn. \nTann eina er ein skabelón\, sum tú bara skalt fylla út\, so hevur tú tína avtalu klára. Hin er meira sum ein sáttmáli. \nLættari verður tað ikki – og so hevur tú tryggjað teg\, um samskiftið skuldi farið av sporinum og óvæntaðar ósemjur skuldu stungið seg upp\, t.d. hvat var íroknað og ikki. \n URL:https://www.synergi.fo/skeid/avtalur-fyri-handverkarar/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:Búskapur og jura,Byggivinnan,Leiðsla og HR ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2019/04/shutterstock_93376240.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20191028T130000 DTEND;TZID=UTC+0:20191108T160000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190528T092156Z LAST-MODIFIED:20190528T104254Z UID:5600-1572267600-1573228800@www.synergi.fo SUMMARY:Fotobók - 3 seinnapartar. Skeið fyri pensiónistar! DESCRIPTION:“Virkuliga stuttligt skeið at undirvísa í. Á seinasta skeiðið\, gjørdu øll eina fotobók! Onkur gjørdi enntá tvær!”\nÁsa Andreasen\, undirvísari \n\nKom og fá skil uppá tínar myndir!\nSera stuttligt at biksast við;) \n\nTekur tú ofta myndir av familjuni\, tá føðingardagar eru og um høgtíðirnar?\nOg tá tit eru í summarferiu?\nHevur tú myndir liggjandi á telduni av fyrsta ommu- ella abbabarninum? Frá einari uttanlandsferð ella frá onkrum rundum føðingardegi?\nGongur tú runt við ringari samvitsku og ert kanska eitt sindur ørkymlað/ur\, tí myndirnar liggja heldur óskipaðar á tínari teldu ella kanska enntá fleiri teldum\, umframt externum harðdiskum?\nSpekulerar tú uppá\, at teldan kann blíva for gomul og kanska í ringasta føri krasja?\nOg hyggur tú alt ov sjálvdan eftir myndunum?\n\n  \n\nSo kann eg viðmæla\,\nat tú kemur á hetta skeiðið\,\nhar tú lærir at gera eina fotobók!\nTá tú dugur at gera fotobøkur\, kanst tú altíð hava myndirnar liggjandi frammi í stovuni. Og tú fært stóra gleði av teimum. Nógv størri enn tá tær bara liggja inn á telefonini ella telduni. \n  \nKom á skeið 3 seinnapartar\nDagar  \nMánadagin 28. oktober 2019\nHósdagin 31. november 2019\nFríggjadagin 8. november 2019 \nKlokkan \n13.00-16.00 \nStaður \nSynergi\nKarlamagnusarbreyt 1\n188 Hoyvík \n  \nHugnaligt og stuttligt frítíðarítriv!\nVit hava sjálvsagt ein steðg á skeiðinum\, har tú fært ein góðan kaffi/temunn við onkrum lekrum afturvið. \n  \n  \nOBS! Minst til at gera heimaarbeiði áðrenn tú kemur á skeiðið. So fært tú meiri burturúr. Les meiri á høgra bredda >> \n URL:https://www.synergi.fo/skeid/fotobok-3-seinnapartar-skeid-fyri-pensionistar/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:Best umtókt,KT,Kvøldskeið ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2019/03/granny-1280445_1920.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20191030T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20191030T133000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190415T091823Z LAST-MODIFIED:20190603T142506Z UID:5192-1572426000-1572442200@www.synergi.fo SUMMARY:HR-løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera DESCRIPTION:Tak røttu avgerð\nog slepp undan at ivast\nVit kunnu øll verða rakt av sjúku. Sjúkrafráveran kann tó eisini gerast ein kostnaðarmikil trupulleiki á arbeiðsplássinum.\nKom og frá greiðu á hvussu tú tekur rættar avgerðir og sleppur undan at ivast tá tað kemur til sjúkrafráveru. \n  \nLær um galdandi lógar- og sáttmálareglur\nÁ skeiðinum fara vit ígjøgnum galdandi lógarreglur og  týdningarmestu sáttmálareglurnar. Vit fara at greina reglurnar um hvørjar skyldur starvsfólk og arbeiðsgevari hava\, tá starvsfólk ikki kemur til arbeiðis vegna sjúku. \nM.a. nær arbeiðsgevarin hevur skyldu at gjalda løn undir sjúku\, nær dagpeningaskipanin tekur við\, nær eitt starvsfólk kann sigast úr starvi o.m.a. \n  \nGG! Hevur tú luttikið á modul 1-3 í HR-løgfrøði útbúgvingini fært tú 1.000 kr. + mvg. í avsláttri uppá modul 4 og 5. Nýt hesa gávukortkodu tá tú teknar teg: HR5-1000 \n URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-5-sjukrafravera-2/ CATEGORIES:Búskapur og jura,Leiðsla og HR,Útbúgvingar ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/shutterstock_142814494.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20191104T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20191106T160000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190211T133117Z LAST-MODIFIED:20190417T103548Z UID:4385-1572858000-1573056000@www.synergi.fo SUMMARY:SQL-forritan - grundskeið DESCRIPTION:Lær ordiliga at skilja og nýta SQL!\nKom og fá vitan og førleikar til at skilja og nýta SQL (Structured Query Language) í nýtsluni av dátugrunnum og at kunna umseta trupulleikar í gerandisdegnum til nýtiligan SQL-syntaks. \nHvat lærir tú á skeiðinum?\nSQL er eitt mál\, sum verður nýtt\, tá tú arbeiðir við fleirnýtara-relatiónsdátugrunnum. \nÁ skeiðinum gjøgnumganga vit\, hvussu tú skrivar ‘gott SQL’ til fyrispurningar\, dagføring og viðlíkahald av SQL-dátugrunnum. Skeiðsluttakararnir fáa eina stigvísa innleiðslu í syntaksi\, sum beinanvegin verður roynd í praktiskum venjingum. \nDentur verður lagdur á\, at trupulleikarnir eru kendir úr vanligum arbeiði við dátugrunnum. Skeiðsluttakarin fer til hús við einum savni av venjingum og uppskotum til loysnir\, sum eisini kann nýtast sum hondbók. \nSkeiðið snýr seg um standard ANSI SQL og nakrar av tøku víðkanunum. Vit gjøgnumganga produkt-óheftan syntaks\, sum virkar líka væl á Microsoft SQL Server\, Oracle\, IBM DB2\, Sybase o.ø. \n  \nTak skeiðið í Føroyum.\nTað kann loysa seg.\nSamanlagt er tað nógv bíligari\, enn um tú skuldi skeiðið í Danmark! Prísurin fyri sjálvt skeiðið er nemliga tann sami\, men tú sparir – ikki tær at siga – bæði flogferð\, hotel\, ferðadagar osfr.! \nSama skeið sum hjá SuperUsers: PS-240 | SCD – SQL Certified Developer \n URL:https://www.synergi.fo/skeid/sql-forritan-grundskeid/ CATEGORIES:KT,Útbúgvingar ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2019/02/big-data-2103091_1920-1.png END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20191118T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20191122T160000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190204T104413Z LAST-MODIFIED:20190508T102311Z UID:4230-1574067600-1574438400@www.synergi.fo SUMMARY:Windows PowerShell - Fá øll ivamál av vegnum! DESCRIPTION:Lær at brúka Windows PowerShell optimalt!\nLær at umsita Windows servarar uppá tann góða og lætta mátan!\n  \n\nArbeiðir tú í Windowsumhvørvinum?\nArbeiðir tú við servarum\, support\, konfiguratión\, infrastruktur ol.?\nEr tað t.d. tín uppgáva at syrgja fyri\, at alt kt-umhvørvið hjá tykkum bara riggar? At tað koyrir skjótt\, trygt og væl? – Ja\, sum smurt?\nEr tað tú\, sum syrgir fyri\, at óviðkomandi ikki hava atgongd til tykkara net? Tykkara skipanir?\n\nSo er hetta skeiðið júst ment til tín! \n\nEndamálið við skeiðinum >>\nEndamálið við skeiðinum er\, at geva tær neyðuga vitan um\, hvussu tú kanst fjarstýra ein ella fleiri Windows grundaðar servarar við at brúka Windows PowerShell. Harafturat lærir tú\, hvussu tú kanst automatisera nógvar administrativar uppgávur. \nHetta fimm daga skeið\, gevur tær sostatt grundleggjandi vitan og kunnleika til at brúka Windows PowerShell til at automatisera umsitingina av Windowsservarum. Herundir: \n\nWindows Server\nWindows Client\nExchange Server\nSharePoint Server\nSQL Server\nSystem Center\nvm.\n\n\nKom við og fá holla útbúgving innan Windows servarar!\n  \n  \nTak skeiðið í Føroyum.\nTað kann loysa seg.\nSamanlagt er tað nógv bíligari\, enn um tú skuldi skeiðið í Danmark! Prísurin fyri sjálvt skeiðið er nemliga tann sami\, men tú sparir – ikki tær at siga – bæði flogferð\, hotel\, ferðadagar osfr.! \nSkeiðið er hjá SuperUsers: MS-961 (10961) | Automating Administration with Windows PowerShell \n URL:https://www.synergi.fo/skeid/windows-powershell/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:KT ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2019/02/adult-2449725_1920-1.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20191125T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20191126T160000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190313T114520Z LAST-MODIFIED:20190603T141931Z UID:4711-1574672400-1574784000@www.synergi.fo SUMMARY:Húsavørðurin í brennideplinum DESCRIPTION:“Allir húsavarðar áttu at tikið hetta skeiðið”\nLuttakari seinast \n\nFaklig og persónlig menning til tín\, sum arbeiðir við professionellum viðlíkahaldi og tænastu av fastognum!\n\nFá samstarvið við hini í fyritøkuni at virka á besta hátt\nSoleiðis mennir tú teg í leiklutinum sum týðandi starvsfólk\nLær at handfara truplar persónar og samrøður\nGer arbeiðsdagin meira effektivan – fá skil á tíðartjóvunum og spar tíð\nArbeið meira effektivt við telduni – prei\, snildir og snarvegir\n\n“Øll vita\, hvør húsavørðurin er\,\nmen eingin veit\, hvat tú nágreiniliga kanst hjálpa við”\nKennir tú omanfyrinevnda aftur? Tað er heilt víst\, at øll hava eina meining um\, hvørjar uppgávur húsavørðurin ger\, og hvat tú við tínum ábyrgdarøki skalt gera fyri tey. Men hvussu nógv síggja tað arbeiði\, sum tú gert? \n  \nKom á skeið\, har vit seta fokus á innanhýsis húsavarðatænastu\nVit hava sett saman eitt skeið við fokus á júst tín gerandisdag: Tú fært tveir motiverandi og mennandi dagar\, fyltir við nýggjum førleikum\, orku og humor. \nSkeiðið gevur tær amboðini at: \n\nGera arbeiðsdagin meira effektivan – hoyr og lær\, hvussu tú kann leggja sum mest í títt arbeiði\, uttan at tað elvir til meira strongd. Her er nógv at læra frá m.a. ítróttinum.\nStyrkja samstarvið og tænastuna – tú lærir\, hvussu tú verður meira tikin við í tí\, sum hendir á tínum arbeiðsplássi\, og hvussu tú sjónligger tíni arbeiðsøki og teg sjálvan sum starvsfólk. Tú lærir eisini meira um tænastu og um\, hvussu tú fer við øðrum á virðiligan hátt.\nSeta mark og handfara truplar persónar – sum húsavørður ella starvsfólk í eitt nú byggideildini hendir tað\, at tú kemur í støður við ósemjum. Her lærir tú\, hvussu tú tekur tær av truplum persónum og hvussu tú loysir ósemjur.\nArbeiða meira effektivt við telduni – her fært tú eitt snarskeið í at arbeiða meira effektivt og professionelt í Excel og Outlook. Mong verða bilsin av\, hvussu nógv tey kunnu læra í heilt stutta tíð.\n\nSpar 1000 kr. | Tekna teg áðrenn 1. oktober 2019 >>\nTeknar tú teg til skeiðið í seinasta lagi 1. oktober 2019\, so fært tú 1000 kr. í avsláttur. \nBrúka avsláttarkoduna: Synergi1000 \n URL:https://www.synergi.fo/skeid/husavordurin-i-brennideplinum/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:Byggivinnan ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2019/03/shutterstock_1828898.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20200205T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20200612T150000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190501T131427Z LAST-MODIFIED:20190501T135433Z UID:5048-1580893200-1591974000@www.synergi.fo SUMMARY:ÚSSM 2020 - útbúgving fyri skrivstovufólk\, samskiparar og móttøkufólk DESCRIPTION:Luttakari 2017: \n“Vil virkuliga ráða øðrum at taka útbúgvingina”\n  \nFokus á tína persónligu og fakligu menning\nFá eina persónliga útbúgvingartilgongd\, har fokus er sett á tína persónligu og fakligu menning. Tú verður búgvin og víðariment/-ur innan mest viðkomandi økini í tínum starvi. Tú fert at trívast uppaftur betur í starvinum og verður styrkt/-ur sum sparringspartnari hjá bæði leiðara og starvsfeløgum. \nÚtbúgvingin er løgd til rættis sum ein samanrenning av undirvísing\, coaching og sjálvlesnaði\, so tú kanst fáa lærutilgondina at passa inn í ein gerandisdag\, har nógv er at gera. Afturmeldingarnar siga\, at hetta er tann besta lærutilgongdin. \n  \nHvat fært tú burturúr?\n\nEin fyltan amboðskassa soleiðis\, at tú betur kanst stýra í einum rokutum gerandisdegi\nStyrktar førleikar í samskifti\, samstarvi og ósemjuhandfaring\, sum tilsamans geva tær størri slagmegi\nStørri motivatión og arbeiðsgleði\nFokus á styrkir og avbjóðingar – og eina ætlan fyri framtíðar mál\nPrógv fyri tínum førleikum\nVið útgangsstøði í egnari styrki verður tú uppaftur betri í samstarvinum við onnur fólk\n\n  \nSkapa tær eitt gott netverk\n– tað er stuttligt og tú fært gleði av tí!\nLongu fyrsta undirvísingardagin verður tú partur av einum netverksbólki. Tit kunnu brúka hvønn annan so hvørt – og líka so týdningarmikið er tað\, at tit kunnu sparra við hvønn annan í gerandisdegnum og á tann hátt halda fast í mál og menningarøki. \nTú situr soleiðis ongantíð einsamøll/einsamallur við nýggja tilfarinum. \nHevur tú spurningar um útbúgvingina\, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á Synergi. \nVit lova tær eina spennandi menningartilgongd! \n\nLes um undirvísingardagarnar og modulini >\n URL:https://www.synergi.fo/skeid/ussm-2020-utbugving-fyri-skrivstovufolk-samskiparar-og-mottokufolk/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:Best umtókt,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/06/USSM2018.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20200220T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20200221T160000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190522T103951Z LAST-MODIFIED:20190522T104450Z UID:5523-1582189200-1582300800@www.synergi.fo SUMMARY:At leiða onnur uttan at vera (formellur) leiðari DESCRIPTION:Fá góð úrslit sum óformellur leiðari\n\nHvat er góð leiðsla?\nHvør leiðsluháttur hóskar best til tín?\nSoleiðis eyðmerkir og lyftir tú einstaklinga styrkir og førleikar hjá starvsfeløgum\nLær at handfara “truplar” persónar í dagliga arbeiðnum\nLeiðslusamskifti – soleiðis skapar tú eldhuga og jaligan framdrátt hjá øðrum\n\nFaklig vitan og\nítøkilig amboð\nGjøgnum tveir læruríkar skeiðsdagar fært tú gjøgnum fakliga vitan og ítøkilig amboð eitt haldgott tak um persónligu leiðsluna. \n\nTú styrkir fakligu vitanina\, soleiðis at tú verður ein betri leiðari í tí tú gert\nTú fært vitan og amboð til\, hvussu tú leiðir og motiverar fólk\nTú lærir hvussu tú tillagar títt samskifti til ymiskar støður og til ymiskar typur\nTú fært amboðini at handfara mótvilja ella ein “truplan” starvsfelaga\nTú lærir hvussu tú skapar eldhuga og fær fólk at kenna\, at tey “eiga” málini\nTú lærir hvussu tú kann fáa autoritet\, uttan at tú formelt hevur tað á pappírinum\n– og uttan at starvsfelagar taka hetta negativt\n\n URL:https://www.synergi.fo/skeid/at-leida-onnur-uttan-at-vera-formellur-leidari-2/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:Leiðsla og HR,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/09/shutterstock_129822215.jpg END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC+0:20200227T090000 DTEND;TZID=UTC+0:20200325T160000 DTSTAMP:20190616T110924 CREATED:20190415T083903Z LAST-MODIFIED:20190415T084014Z UID:5188-1582794000-1585152000@www.synergi.fo SUMMARY:HR-løgfrøði | Modul 1-3 DESCRIPTION:Hetta mást tú vita\nTað eru nógv viðurskifti at halda skil á tá tað snýr seg um løgfrøði innan starvsfólkaøkið. Á hesi útbúgving fært tú eina grundleggjandi vitan um hvørjar lógir og reglur eru galdandi í starvsfólkamálum. \nTað merkir >>\n\nat tú fert at hava yvirlit yvir og stýr uppá allar reglar\, sum hava við starvsfólkaløgfrøði at gera\nat tú verður tilvitað/ur um\, hvørjar umráðandi avgerðir tú eigur at taka\nat tú fert at læra at taka løgfrøðiliga rættar avgerðir í starvsfólkamálum\n\nAt tú sum leiðari\, starvsfólkaleiðari\, starvsfólk á lønarbókhaldið vm. hevur løgfrøðiliga vitan og kunnleika til galdandi krøv\, lógir og reglur hevur nógv at siga fyri títt arbeiðspláss. Hevur tú ikki neyðugu vitanina\, kann tað lættliga ganga galið – við stórum avleiðingum. \nKennir tú hetta aftur >>\n\nTú ert við til at seta starvsfólk og gera sáttmálar? Eisini kanska stjórasáttmálar og tíðaravmarkaðar sáttmálar?\nTú ert onkuntíð við til at diskutera\, um tit skulu seta ein klausul inn í sáttmálan og tit kenna tykkum ongantíð 100% sikkur í niðurstøðuni.\nTú ert í iva um\, hvørji immateriell rættindi starvsfólkini hava?\nOg hvussu tað nú heilt nágreiniliga hongur saman viðv. tagnarskylduni og møguligum vinnuloynidómum?\nEisini kanst tú koma í iva um\, hvat við eftirliti av starvsfólkunum? Hvar gongur markið?\nOg hvussu er tað nú tá fólk gerast sjúk?\nKanst tú bara uttan víðari broyta uppá starvsinnihaldið ella starvsstað?\nHvussu er við barnsburð og frítið? Nær skal tað fráboðast leiðaranum?\nHvussu eru uppsagnartreytirnar hjá fastløntum í mun til tímalønt?\nHvat við uppsøgn av teimum\, sum eru sett í tíðaravmarkaði størv?\n\n  \nErt tú onkuntíð eitt sindur\n– ella nokk so nógv –\ní iva um\, hvussu og hvat tú í veruleikanum hevur “loyvi” til?\nSo er hetta ein útbúgving fyri teg. Kom og fá eina samanhangandi og nágreiniliga útbúgving í øllum teimum vanligu viðurskiftum\, sum starvsfólka-løgfrøði snýr seg um. \nAftaná útbúgvingina\, vilt tú verða før/ur fyri at ráðgeva øðrum á arbeiðsplássinum\, sum hava avbjóðingar á starvsfólkaøkinum. \n  \nUndirvísingardagar\nModul 1 | 26. februar 2020 \nModul 2 | 11. marts 2020 \nModul 3 | 25. marts 2020 \n\nTín investering er 15999 kr. + mvg. \nTað er kanska ikki so nógv\, í mun til\, hvat ein skeiv avgerð\, kann koma at kosta tykkum í útreiðslum til løgfrøðing. \n URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-1-3-3/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,Leiðsla og HR,Útbúgvingar ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/HR-1-3-.jpg END:VEVENT END:VCALENDAR