Ársins leiðarar 2023 | Topp 3 innan tað privata og almenna

TOPP 3 kandidatar til Ársins leiðarar 2023 eru nú tilnevnd

Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2023 verður avdúkað fríggjadagin 17. mars kl. 16.45 á Leiðaradegnum, sum verður á Hotel Føroyum. Synergi skipar fyri leiðaradegnum. Kjósanin verður stroymd á heimasíðuni og á Facebook síðuni hjá Synergi kl. 16.45.

Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2023, hevur nú funnið fram til 6 sterkar topp-kandidatar. 3 innan privatu vinnuna og 3 innan tað almenna.

Í dómsnevndini at velja Ársins leiðarar 2023 sita Marjun Eystberg, Input, Niels Winther, Vinnuhúsið og Johnny í Grótinum, Fróðskaparsetur Føroya.

TOPP 3 innan tað almenna – í stavrað:

  • Alexandra á Dul, stjóri Klaksvíkar sjúkrahús
  • Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági
  • Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni

TOPP 3 innan tað privata – í stavrað:

  • Brian Smedemark, stjóri í Trygd
  • Kirstin Hammer, stovnari og stjóri í Gómagott
  • Suni Justinussen, stjóri í JT Electric

Fríggjadagin 17. mars kl. 16.45
verður avdúkað,
hvørji gerast Ársins leiðarar

Stóra leiðsluráðstevnan, har leiðarar úr øllum landinum hittast, verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 17. mars kl. 13 – 17. Dagurin er fyri bæði almennar og privatar leiðarar, nýggjar sum royndar, yngri sum eldri. Enn ber til at tekna seg til dagin og døgurðan aftaná á synergi.fo.

Skráin fyri Ársins Leiðaradag

  • Jan Ziskasen, Ársins privati leiðari 2022 | Setir dagin
  • Poul Geert Hansen, Ársins almenni leiðari | Úr skjáttuni
  • Svend Brinkmann | Hugsa
  • Pernille Garde Abildgaard og Tina Storm | 4-daga arbeiðsvika
  • Brian Lykke | Ein løta í skellilátri
  • Kjósan av Ársins leiðarum 2023
  • Takk fyri í dag | Vit fagna Ársins leiðarar
  • Døgurði á Hotel Føroyum, Signar í Homrum og John Johannesen spæla

Áhugin fyri degnum er stórur, plássini fækkast, tó ber enn til at tekna seg.

Tekna teg og les alt um Leiðaradagin 2023 HER ella á heimasíðuni www.synergi.fo.

___________________________________________________________________________________________
Meiningin við Synergi er at geva tí føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og meiri eldhugað starvsfólk.
___________________________________________________________________________________________