Arbeiðir tú innan KT?

So hygg her 👇

👇 Eftirútbúgving 👇

Fleiri eftirútbúgvingarskeið í 2020 👇

SuperUsers er eitt tað stórsta útbúgvingarhúsið innan KT í Danmark.

Vit eru tí glað fyri, at kunna bjóða skeið frá topp 5 listanum – hjá SuperUsers út her í Føroyum!

Lær at greina data við MS PowerBI

Skeið: 7.-9. september 2020
| Max. 10 luttakarar |

Tak stikkið úr og kom við á 5 læruríkar dagar!

Vit læra Power BI frá grundini.

Teir fyrstu 2 dagarnir ganga við at fáa alt tað grundleggjandi uppá pláss, soleiðis at tú bæði hevur vitan og praktiska kenslu um Power BI Desktop. Alt sum skal til, fyri at kunna framleiða einfaldar visualiseringsrapportir.

Næstu 3 dagarnir, fara vit at fáa gjøllafatan av, hvussu tú kanst gera datagreiningar við Power BI Desktop við visualiseringum. Harafturat fært tú innlit í publisering, hvussu tú stýrir atgongd og dagførir Power BI Service.

Ja, eg vil fegin læra at brúka PowerBi, sum er fantastiskt amboð >>

Lær at forrita við Python

Skeið: 7.-9. september 2020
| Max. 10 luttakarar |

Kom og fá yvirlit yvir og lær at forrita við Python uppá 3 dagar!
Á hesum skeiðinum fært tú vitan og grundleggjandi førleikar, til at kunna menna forrit, modul/packages umframt at brúka standardbibiolotek í Python.

Tú fert at fáa eina innleiðslu og yvirblik yvir Python sum mál. Phython er eitt av teimum mest brúktu scriptingmálunum sum finnast og verður brúkt á sera ymiskum økjum, eitt nú innan undirvísing, dataviðgerð og artificial intelligence.

Ja, eg vil fegin læra alt um Python – eitt mál eg møti allastaðni >>

Microsoft Azure Fundamentals & Microsoft Azure Administrator

Skeið: 2. – 6. november 2020
| Max. 10 luttakarar |

Sigur tú Clould 👉 hugsar tú Azure

Hugsar tú Azure 👉 ert tú KT-fólk;)

Framtíðar kt-loysnir liggja í skýnum

  • ert tú kt-fólk, eigur tú tí at læra Azur!

Tað siga tey kønu innan cloudcomputing.

Azure er eitt globalt netverk, við milliónum av servarum yvir allan heimin. Hetta ger tað møguligt hjá kt-fólki, at útnytta tær integreraðu cloudtænsturnar, sum liggja í Azure til at byggja, rulla út og administrera forrit.

Microsoft Azure telist millum heimsins førandi cloudtænastum og Azure platformen stuðlar undir eitthvørt stýrisystem, eitt nú Windows, Linux vm. Microsoft hevur identificera 4 ymiskar leiklutir í einari framkomnari kt-fyritøku: Azure Administrator, Azure Developer, Azure Architetct og Azure Data Scientist.

Ja, eg vil fegin læra, at umsita Azure nógv betur og effektivari >>

Office 365 Administrator

Skeið: 28. september – 2. oktober 2020
| Max. 10 luttakarar |

Office 365 | Administrator

Kom og lær at umsita Office 365 rætt!

Microsoft 365 er ein samlaður pakkið við Windows 10, Office 365 og ein røð av online servara- og trygdartæanstum. Tú kanst siga, at Microsoft 365 er eitt klient-operativsystem, officpakkki og tær centralu tænasturnar, sum eru neyðugar fyri at koyra ein klient. Hetta skeiðið er til KT-fólk, altso fólk, ið arbeiða professionelt við KT og sum taka lut í eftirmetingum, planlegging, íverksetan ella umsiting av tænastum undir Office 365, eitt nú:

  • identities
  • dependencies
  • formkrøv og líknandi

Harafturat hvussu Office 365 er bundið at øðrum og hvørji krøv verða sett til teknologiir, ið stuðla undir Office 365

Á skeiðinum fara vit at fokusera uppá, at geva tær tí vitan sum skal til, fyri at læra teg at kunna seta upp Office 365 Tenant, írokna at leggja saman brúkarar og identitetir.

Skeiðið er sniðgivið til KT fólk!

Ja, eg vil fegin lesa meiri um skeiðið, og hvat vit koma at læra >>


Skeið í Cisco Network í heyst >

Eg kann siga tær frá, tá hesi 3 síðstu skeiðini verða løgd út á heimasíðuna 😉 Gev mær bara eitt praj, um tú vilt hava, at eg skal gera tað, send mær ein mail á asa@synergi.fo

Hevur tú annars spurningar, so vend endiliga aftur. Eg svari fegin uppá spurningar.

Vinarliga
Synergi

Ása Andreasen
322355 | 227464
asa@synergi.fo