Árið byrjar við Ársins Leiðaradegi
Ársins Leiðaradagur er ein fast tiltak hjá Synergi og hann
er í januar! Tá seta vit leiðarum í Føroyum stevnu við
einari spennandi skrá, høvi at netverka og at tosa um felags
áhugamál. Sum nakað nýtt skipa vit fyri netverksdøgurða um
kvøldið.
Verið við til at menna
skránna. Vit taka fegnar ímóti hugskotum um evni og nøvn
til Ársins Leiðaradag.
Fastur táttur á Ársins Leiðaradegi er at velja Ársins Leiðara. Ársins leiðari er
ein fyrimynd fyri aðrar leiðarar í Føroyum, ein fyrimynd ið
hevur dirvi og gevur okkum íblástur.
Ársins Leiðarar
Hesir Leiðarar hava
verið kosnir Ársins Leiðarar:
2010 alment - Tórmóður Stórá
Nakrar grundgevingar: Slóðari og framskygdur við áhaldandi
at vísa á gongdar leiðari innan nútímans psykiatri í
føroyska samfelagnum. Sjónligur í almenna rúminum við
sakligari og siðiligari framferð flutt mørk og brotið
tabuevni á sálarsjúkuøkinum.
2010 privat - Jón
Danielsen
Nakrar grundgevingar:
Hevur sýnt áræði, dirvi og hegni í sera umfatandi
verkætlanum, hevur skapt góð úrslit og verið fyrimyndarligur
leiðari í byggivinnuni. Framt stórar tillagingar í truplum
tíðum við virðing fyri tí einstaka og fyritøkun.
2009 alment - Hjalti í
Jákpusstovu
Nakrar grundgevingar: Framskygdur, sjónligur í almenna
rúminum, støðufastur, hevur megnað at varðveitt eitt
mennandi arbeiðspláss.
2009 privat - Regin
Jacobsen
Nakrar grundgevingar:
Framskygdur, gingið á odda í alivinnuni, víst áræði og
dirvi, skapa góð úrslit og varðveitt eitt stór arbeiðspláss.
2008 - Christian Nagata
Nakrar grundgevingar: Hugsar nýtt og ótraditionelt, dugir at
hava nógvar bóltar í luftini í senn.
2007 - Andras Róin
Nakrar grundgevingar: Miðvís førleikamenning av
starvsfólkum, skapað trivnað, ótraditionellar avgerðir.
2006 - Marner Jacobsen
Nakrar grundgevingar: Stuðlar
nýhugsan, er málrættaður, góð úrslit, skapað trivna.
2005 - Magni Arge
Nakrar grundgevingar: Ment felagið,
eggjar síni starvsfólk, góð úrslit, hevur ein opnan og
nútíðarhóskandi leiðsluhátt, nýhugsan. |