Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt

Myndir frá fløguni "Skolens Landskab"

Klikk á myndina fyri at síggja hana størri.



Íblástur til spælipláss og skúlagarðar

Nú kanst tú bíleggja tvær fløgur við myndum frá útiumhvørvi í dagstovnum og skúlagørðum. Við í keypinum fæst eisini ein mappa við myndunum.

Skulu tit í holt við at gera ella broyta útiumhvørvið á tykkara skúla ella á tykkara dagstovni, hví ikki keypa hesar fløgurnar áðrenn. Brúkið myndirnar áðrenn tit skulu í gongd. Fái eina rúgvu av íblástri til eitt vakurt, lokkandi og øðrvísi útiumhvørvi á tínum skúla ella dagstovni. Myndirnar kunnu sjálvandi eisini brúkast sum íblástur til kommunal spælipláss o.s.fr.

Legg til merkis, at nakrar av myndunum vísa eisini keðiligt og óinspirerandi útiumhvørvi. Gev gætur stóra munin - hvat slag av útiumhvørvi vilja tit hava?

Myndir frá fløguni "Legepladsens pædagogik"

Klikk á myndina fyri at síggja hana størri.


Kostnaður
Skolens Landskab - 282 myndir
Legepladsens pædagogik - 206 myndir
                         
Keyp báðar fløgurnar fyri einans

kr.    700,00 v/mvg.
kr.    700,00 v/mvg.

kr. 1.250,00 v/mvg.*

*GG. Nakrar av myndunum eru tær somu, á báðum fløgunum.

Bílegg her!
 

Benny Schytte
Synergi hevur havt tvey sera vælumtókt skeið við Benny Shytte um útiumhvørvi á skúlum og dagstovnum. Á skeiðnum brúkti hann eina ørgrynnu av myndum, sum hann hevur savnað saman gjøgnum nógv ár - sum ráðgevi hjá skúlum, kommunum, dagstovnum, ítróttarfeløgum o.s.fr.

Benny Schytte er mentanarsosiologur. Sum formaður fyri Dansk Legeplads Selskab og sum eigari av egnari ráðgevingarfyritøku, hevur hann í fleiri ár virkað sum kveikjari, ráðgevi og verkætlanarsamskipari fyri kommunur, dagstovnar, skúlar og bústaðarfeløg, tá nýhugsan skal til í samband við menning av útiumhvørvinum til børn og ung.

Seinnu árini hevur Benny Schytte verið verkætlanarsettur á Statens Byggeforskningsinstitut í sambandi við gransking og menning av útiøkjunum á skúlum. Les meiri um hetta og um tilfar sum Benny Schytte hevur gjørt og givið út á www.sbi.dk. Hygg undir "medarbejderoversigt" og síðani Benny Schytte.

Les um útgávur hjá Benny Schytte her: http://www.sbi.dk/Members/BES/publiceringer

 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergisynergi.fo Tel. +298 22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329)

Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.