Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt


22RING og 22KIMA – hvat er tað?
 

Nógvar telefonir vísa ikki bert nummur, men eisini bókstavir. Tak eitt nú fartelefonirnar. Tá tú sendir SMS, brúkar tú bókstavirnar, ið standa á telefonini, í staðin fyri tølini. 

Í t.d. USA verður tað nógv brúkt at siga telefonnr. sum eitt orð í staðin fyri tøl, tí hetta er lættari at minnast til. Hetta halda vit vera smart og upplýsa tí okkara telefonnr. sum 22RING og 22KIMA. Um tú hyggur at eini telefon, við bókstavum á, sært tú, at R stendur undir talinum 7, at I stendur undir talinum 4, N undir 6 og G undir 4= RING - 7464.

Kundi tú hugsa tær eitt orð sum telefonnr.?
Royn møguleikarnar við tínum tlf.nr. her: 
  www.phonetic.com  

Útvega tær nýtt & ókeypis tel. nr.? 
Ja, tað kanst tú faktiskt útvega tær sjálvum - hygg her: 22RING og 22KIMA eru telefonnr. okkara. Vit hava valt okkum hesi telefonnr., fyri at tað skal vera lætt hjá kundum okkara at minnast.
TÍTT
telefonnummar er eisini eitt orð.

Dømi:
4JAKUP = tel. nr.
452527
35ANNA  = tel. nr.
352662
35CAFÉ   = tel. nr.
352233
3MARIA    = tel. nr.
362742
3MAMMA  = tel. nr.
362662

 

 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergisynergi.fo Tel. +298 22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329)

Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.