FO DK GB ES NO US CZ 

 Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt

Tíðindatænastan hjá Synergi, vælkomin 

Sum nakað nýtt fara vit framyvir hvønn mánaða at luta út góðar vinningar millum øll okkara viðskiftafólk og tíðindahaldarar. Einasta treyt er, at vit hava eina teldupostadressuna hjá tær, sum vit kunnu senda tíðindi til.

Ert tú í iva um, hvørt vit hava tína teldupostadressu, so burdi tú teknað teg beinanvegin sum tíðindahaldara. Tí so ert tú við í lutakastinum um góðar vinningar frá Synergi og samstarvsfeløgum hjá Synergi ;-)

Tá tú fært tíðindi frá Synergi, ert tú altíð dagførd við upplýsingum um, hvørji tiltøk vit hava á skránni. Er einki tiltak í teldupostinum, sum hevur tín áhugað beint nú, koyrir tú bara teldupostin í ruskílatið.

Melda til her og VINN!

Melda teg til ókeypis tíðindatænastuna hjá Synergi og fá tíðindi umvegis teldupost, so hvørt nýggj tiltøk eru á skránni. Øll sum fáa tíðindabræv, eru við í ókeypis lutakastinum um ein góðan vinning hvønn mánað.

OBS! Fært tú longu tíðindabræv frá Synergi so er ikki neyðugt at melda seg til tíðindatænastuna aftur ;-)

Melda til

Melda frá 


NÝTT - VINN - NÝTT - VINN - NÝTT - VINN - NÝTT - VINN - NÝTT - VINN - NÝTT - VINN - NÝTT - VINN - NÝTT


Vinningar til okkara viðskiftafólk


 

    Hildur Udbø Nielsen
Desember 2011

Tvær flottar STELTON kurvar
OG eitt par av vøkrum føroyskum handskum

Nú tað er kalt í veðrinum kasta vit lut um eitt par av vøkrum, bundnum, føroyskum handskum og tvær flottar STELTON kurvar.

 
    Vinnari
November 2011

Tvær flottar STELTON kurvar
OG eitt vakurt føroyskt turriklæði

Nú tað er kalt í veðrinum kasta vit lut um eitt vakurt føroyskt vovið turriklæði og tvær flottar STELTON kurvar.

 
    Eyðdis Hartmann Niclasen
Oktober 2011

Ein flott STELTON termokanna

Í oktober fara vit at trekkja lut um eina flotta STELTON termokannu. Tær eru altíð góðar at eiga inni, tá tú skalt bjóða gestum ein góðan the- ella kaffimunn;-)


 

 
September 2011

Út at eta á Hotel Hafina
- VINN 4 rættir fyri 2 fólk

Nú kanst tú vinna 4 rættir fyri 2 fólk á hugnaligu matstovuni hjá Hotel Hafnia, ið  liggur á 1. hædd við útsýni yvir Áarvegin og Amtmansgarðin. Matstovan hevur eitt stórt úrval av altjóða- og føroyskum rættum, sum verða tilgjørdir bæði traditionelt og á nýggjan hátt, har góðskan, sjálvsagt, er í hásæti.
 

Les meira um Hafnia her:
www.hafnia.fo

 

Ingvard Hansen

 

August 2011

Ein flott STELTON termokanna - vel millum 3 litir

Í august fara vit at trekkja lut um eina flotta STELTON termokannu. Tær eru altíð góðar at eiga inni, tá tú skalt bjóða gestum ein góðan the- ella kaffimunn;-)

 

Unn Steingrund
Juli 2011 Út at eta á KOKS!
- VINN 4 rættir fyri 2 fólk

KOKS er spildurnýggja matstovan hjá Hotel Føroyum. Á KOKS siga tey:

Vit koksast fyri føroyskum mati, sum skal tøla kræsnastu gómar og ganda fram nýggjan smakk. Vit síla anga og smakk úr brekkum, skorum og fjøllum, sum grønka og gulna í vindblástum saltráma, regni og sól. Rárir úrdráttir saman við haggóðum kjøti og blonkum fiski, tí, sum hevur lagt seg á botni og flýgur í lofti. Vit koksast fyri føroyskum smakki og anga, til hann brýtur slóð.

Les meira um matstovuna KOKS her:
www.koks.fo

Elsba Lützen
     

 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergisynergi.fo Tel. +298 22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329)

Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.