Donera til "Ein tími um árið" - gjald við VISA DANKORT

Legg til merkis!
Ein tími um árið hevur ikki keypt eina VISA Dankort skipan. Tað er kostnaðarmikið. Tað gera vit kanska seinni, men í fyrstu atløgu hava vit gjørt eina avtalu við Syne
rgi um hendan partin. Bókhaldari og revisor hjá Synergi, vilja tryggja at alt fer rætt fram, um nakar er í iva ;-)  At gjalda umvegis VISA Dankort kostar 1,95 kr.

Velur tú at gjalda umvegis VISA Dankort, skalt tú leggja til merkis, at á tínum kontoavritið kemur at standa, at tú hevur goldið til Synergi, sum tó rindar tína tímaløn til Ein tími um árið alt fyri eitt. Hetta er sjálvsagt ikki nummar eitt, men bíligasta loysnin fyri Ein tíma um árið beint nú. Hevur tú spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at venda tær til Ásu á tel. 227464 ella umvegis teldupost asa@synergi.fo.

Hvør fær stuðulin í 2011?
Stuðulin í 2011 fer til Rumeina Verkætlanina hjá Tekniska skúla og til 6 foreldraleys børn í Liberia. Les alt um hetta her: www.eintimi.com.

Stóru upphæddirnar...
Orsøkin til at møguleiki er at velja eisini stórar upphæddir, er um fyritøkur hava hug at stuðla við einari størri upphædd. So tú skalt ikki blíva forskrekt/ur av stóru upphæddunum og bara velja at lata eina tímaløn, sum tú heldur tú kanst verða fyriuttan;-)

Túsund takk fyri tína tímaløn.

Vel upphædd
Navn

Ikki skriva her

Ikki skriva her

Teldupostur
Fartelefon
Telefon arb.

Ikki skriva her

Viðmerkingar
Gjaldstreytir

Legg til merkis at doneringin er bindandi.