Hjartaliga vælkomin

Vit brenna fyri at hjálpa fólkum, at blíva betur fyri á ymiskum økjum.

Tú ert heilt sikkurt sera væl fyri á fleiri økjum. Men kanska hevur tú hug at blíva enn betur. Ella hevur tú kanska hug at menna teg á onkrum øðrum øki. Tað er her vit koma inn í myndina. 

Vit hava eitt stórt ynski um, at verða við til at gera Føroyar til eitt gott og spennandi stað at liva og virka í. Fyri at tryggja, at vit kunnu verða við til tað, so leggja vit nógva orku í, at okkara skeið og tiltøk verða eftirmett alla tíðina. Soleiðis kunnu vit til einhvørja tíð bjóða tær á dagførd og optimeraði skeið við góðum skeiðleiðarum.

Vit takka tær við hesum orðum fyri, at tú komst á gátt á okkara heimsíðu. Tú ert vælkomin at verða her so leingi tær lystir. 

Vónandi kunnu vit eisini hjálpa tær við onkrum. Finnur tú tað ikki á síðuni, so gev okkum eitt praj. 

Vinarliga Annika, Ása & Birita

Tíðindi