Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt

Vanligar viðskiftatreytir

Gjaldstreytir
Tá ið tú teknar teg til eitt av okkara tiltøkum, er tilmeldingin bindandi og skal vanliga gjaldast beinanvegin. Eru aðrar gjaldstreytir galdandi, verða tær lýstar í sambandi við tiltakið. Fært tú sum kundi ikki møtt til tiltakið, hevur tú rætt og møguleika til, at lata plássið til starvsfelaga ella onkran annan.

Avlýsing
Hevur tú teknað teg til eitt av tiltøkum okkara og harvið játtað gjaldstreytirnar, eru fylgjandi treytir galdandi. Tilmeldingin er
bindandi, men vit loyva okkum at áseta avlýsingargjald soleiðis:

  - Avlýsing meiri 8 vikur áðrenn tiltakið: 10% av kostnaðinum
  - Avlýsing millum 8 - 4 vikur áðrenn tiltakið: 50% av kostnaðinum
  - Avlýsing minni enn 4 vikur áðrenn tiltakið: 100% av kostnaðinum

Forfall
Synergi tilskilar sær rætt til at finna annan skikkaðan persón at hava skeiðið/fyrilesturin um skeiðleiðarin/fyrilestrarhaldarin, av ávum, sum Synergi ikki kann tryggja seg fyri frammanundan, ikki fær komið. Tað veri seg eitt nú sjúka hjá viðkomandi ella avvarandi, ferðaseinking, bráðkomin støða hjá viðkomandi ella annað, sum ger, at viðkomandi ikki fær komið (framt verkið). Er talan um hendingar, sum koma undir force majeure, tilskila vit okkum rætt til at útseta skeiðið/fyrilesturin ella at levera skeiðið/fyrilesturin við øðrum skeiðleiðara/fyrilestrarhaldara.

Innanhýsis skeið/fyrilestur
Omanfyristandandi reglur eru eisini galdandi, tá tú hevur bílagt innanhýsis skeið/fyrilestur frá Synergi.

Synergi avlýsir
Avlýsir Synergi eitt tiltak vegna ov fáar tilmeldingar, fær kundin sjálvandi peningin aftur. Synergi má í slíkum føri hava eitt kontonr., har peningurin skal flytast.

Vit taka fyrivarni fyri broytingum, sum vit onga ávirkan hava á.

 

 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergisynergi.fo Tel. +298 22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329)

Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.