Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt

Um tiltøk okkara

Ráðstevnur
Vit skipa fyri ráðstevnum við evnum, sum eru frammi í tíðini og við evnum, sum vit meta, hava tín áhuga. Harafturat skipa vit fyri ráðstevnum við evnum, sum fokus eigur at verða sett á - t.d. tabuevni. Ráðstevnurnar verða í høvuðsheitum skipaðar sum fyrilestrar í plenum, men kunnu eisini vera ein blandingur av fyrilestrum, workshops, útstillingum, sjónleiki, tónleiki.

Hevur tú uppskot til ráðstevnu, so send okkum ein t-post: synergi@synergi.fo.

Fakfestivalar
Í 2004 fóru vit undir at skipa fyri fakfestivalum. Fakfestivalurin er dagurin í árinum, har tú hittir tey, ið hava somu fakligu áhugamál sum tú. Her tosa øll sama mál. Á fakfestivali verða evni, sum hava verið frammi, og sum liggja fyri framman í fakbólkinum sett í brennidepilin. Saman við fólki úr ymisku fakbólkunum verður funnið fram til eina áhugaverda skrá.

Vit halda, at tað er umráðandi at fáa íblástur frá hvørjum øðrum og ikki minst úr útlandinum. Tí ynskja vit, í tann mun tað ber til, at hava fakfólk og serfrøðingar - ikki bara úr Føroyum, men eisini úr útlandinum - at geva íblástur til dagin og komandi árið. Á fakfestivali hevur tú møguleika at skapa tær netverk innan fakið, og er hetta sera umráðandi fyri støðuga menning.

Vit halda, at tørvur er á slíkum fakdøgum, og at orkan millum fólk ikki altíð er at skipa fyri. Synergi kann tí gera tað.

Hevur tín fakbólkur slíkan tørv? Ivast ikki longur, set teg í samband við okkum: synergi@synergi.fo.

Skeið og seminar v.m.
Eisini skipa vit fyri skeiðum, seminarum, messum v.m., ið vit meta tørvur er á.

Fyrilestrar
Ætlanin er javnan at hava áhugaverdar fyrilestrar, bæði við føroyskum og útlendskum fyrilestrahaldarum. Fyrilestrarnir eru ætlaðir at geva tær vitan um ávíst evni ella at geva tær íblástur til gerandisdagin.

Hevur tú eitt gott hugskot til ein fyrilestur ella ein fyrilestrarhaldara, eru vit takksom fyri uppskot. Send okkum teldupost: synergi@synergi.fo
 

 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergisynergi.fo Tel. +298 22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329)

Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.