Synergi skipar fyri
Umframt at samskipa tíni tiltøk, skipar Synergi eisini fyri
egnum tiltøkum. Tey verða lýst í fjølmiðlunum og her á heimasíðuni,
so hvørt tey eru klár. Tú kanst eisini tekna teg sum
haldari av okkara
tíðindatænastu.
So fært tú beinleiðis boð,
tá eitt nýtt tiltak er á skránni.
Okkara tiltøk kunnu vera um alt
millum himmal og jørð. Tó hava vit nakrar meginreglur, vit
leggja dent á:
-
Góðsku – tiltakið verður altíð lagt til rættis saman við
fakpersónum
-
At luttakarin fær eitt fakligt og persónligt mennandi
upplivilsi
-
At luttakarin fær høvi at hitta onnur við somu
áhugamálum og harvið skapa netverk
-
At veita eina
góða tænastu
-
Eftirmeting og menning av tiltøkunum
Dømi um
tiltøk, sum vit skipa fyri:
-
ráðstevnur
- fakfestivalar
- skeið
-
fyrilestrar
-
workshops
-
stevnur (messur)
-
størri tiltøk
|