Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt

Synergi samskipar
- slepp undan strongd og fá reina samvitsku

Skalt tú verða vertur fyri ráðstevnu, skipa fyri einhvørjum skeiði, fundi ella líknandi, lærir tú skjótt, at allar praktisku fyrireikingarnar stjala alt ov nógv av tíni tíð, ja kanska heili 100% í ávíst tíðarskeið. Tú druknar í øllum smálutunum, sum eru av sera stórum týdningi, skal tiltakið eydnast til fulnar. Tú hevur ringa samvitsku og verður strongd/-ur, av øllum teimum týdningarmiklu uppgávunum, ið liggja á láni orsaka av tiltakinum.

Vit í Synergi vilja heldur enn fegin samskipa tiltakið, so tú sleppur aftur til ”arbeiðis”. Tú sparir í seinna enda, tí tú fært stundir til tað, ið veruliga hevur týdning fyri títt starvsøki og sum liggur best fyri hjá tær at gera. Vit hava tíðina, hugin og royndirnar at gera alt hitt, sum skal til - at samskipa. Okkara tankar eru ikki aðrastaðni, tí hetta er júst starvsøkið hjá okkum í Synergi. At samskipa og skipa fyri.

Ger tær sjálvum ein beina  

Ert tú mitt í fyrireikingunum og veit ikki, hvussu tú skalt sleppa heilskapað/-ur burturúr tí, ella er eitthvørt tiltak fyri framman, so ger tær sjálvum eina tænastu og set teg í samband við Synergi. Vit eru vanar at samskipa og harvið eisini vanar at hugsa um allar hugsandi og óhugsandi smálutir. Eitt óbindandi prát kunnu vit altíð taka. So verður tú betur før/-ur fyri at vita, í hvussu stóran mun, tú sært teg føra/-an at samskipa tiltakið. Alt tiltakið, partar av tí ella kanska als einki. Bara tú ger av, um tú ynskir okkara hjálp.  

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergisynergi.fo Tel. +298 22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329)

Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.