 |
|
Tak heystskránna niður her
(pdf)! |
.jpg) |
 |
|
|
|
|
Á skránni hjá
Synergi |
|
16.
sept. |
At leiða onnur uttan at vera
leiðari, 2 dagar
NÝTT |
|
23.
sept. |
Excel 1 - tey fyrstu fetini,
2 dagar |
|
28.
sept. |
Økonomi fyri ikki-økonomar,
2 dagar |
|
30.
sept. |
Framløguteknikkur,
1 dagur |
|
04. okt. |
Professionelt nevndararbeiði,
2 dagar NÝTT |
|
06. okt. |
Útbúgving fyri samskiparar,
skrivarar v.fl. ½
ár NÝTT |
|
08. okt. |
Soleiðis handfer tú
trupul fólk, 1
dagur |
|
23. okt. |
OUTLET 2010 - kom og rudda
goymsluna, 2 dg
NÝTT |
|
02. nov. |
HR-Løgfrøði, 3 dagar NÝTT |
|
11. nov. |
Starvsfólkahondbókin,
1 dagur |
|
17. nov. |
Brennidepilin á
Innanhýsis húsavørðin,
2 dagar
NÝTT |
| |
Synergi booking -
innanhýsis skeið ella fyrilestrar |
|
|
|
|
|
 |
 |
|
NÝTT-NÝTT-NÝTT-NÝTT-NÝTT-NÝTT |
NÝTT
23.
& 24. oktober 2010 |
Innanhýsis fyrilestrar og
skeið
- bíligari enn tú heldur! Eitt heilt katalog tøkt!
Vit finna rætta fyrilestrarhaldara, skeiðsleiðara,
undirhaldara...stórt sum smátt;-)
Tú, sum av og á
skalt skipa fyri tiltøkum í sambandi við títt
arbeiði, veit, at tað er sera tíðarkrevjandi at
finna rætta persónin, sum skal veita eitt gott
upplegg til tiltakið, samstundis sum viðkomandi skal
verða "trekkplástur".
Oftani stendur tú á berum, ert
púra blonk/blankur, tí hetta er ikki júst títt
høvuðsarbeiðsøki.
Tað er her vit koma inn í myndina;-) |
Rudda
goymsluna á OUTLET
2010
Í døgunum
leygardagin 23. og
sunnudagin 24. oktober
2010 verður stór,
fjølbroytt OUTLET stevna
í Høllini á Hálsi í Havn.
Stevnan er fyri bæði
detailhandlar og
heilsølur, sum fáa eitt gott høvi at selja sína
restgoymslu og líkn.
beinleiðis til brúkaran.
Goymslan stjelur pláss,
pengar og orku
Tit hava kanska ofta
tosa um at fáa rudda út
í goymsluni, sum er full
av
gomlum, men góðum vørum,
sum stjala alt ov nógv
pláss, pengar og orku.
Kanska er tað so
fult, at tit í
veruleikanum ikki ána,
hvat fjalir seg hvørki ovast, niðast ella innast.
SUPER SUMMARTILBOÐ
Tilboð uppá økir um tú keypir
áðrenn 1. september 2010 |
|
Les meira her! |
Les meiri her! |
 |
 |
|
NÝTT
16. & 17. september 2010 |
23.& 24. september 2010 |
At
leiða onnur uttan at vera leiðari
Tvey daga skeið fyri teg, sum leiðir men sum ikki
hevur formella leiðaraábyrgd
Hetta skeið er ment til tín, sum leiðir onnur, tó
uttan at vera settur leiðari. Tú situr kanska í
einum sessi sum verkætlanarleiðari, hevur ábyrgdina
fyri einum serligum arbeiðsbólki ella øðrum bólki,
hevur ábyrgdina fyri yvirskipaðum samskifti, ella
kanska ert tú tann á deildini, sum avloysir
leiðaran, tá ið tað er neyðugt.
|
EXCEL l
- tey fyrstu fetini
Kom og fá teir grundleggjandi kunnleikarnar til
Excel uppá pláss
Situr tú enn við
roknimaskinuni og hyggur eitt sindur
øvundsjúk/ur eftir teimum, sum bara tasta alt
inn á Excel og vupti, so er úrslitið klárt? Ella
brúkar og hevur tú kanska brúkt Excel í minni
mun, men kundi hugsa tær at lært forritið heilt
frá grundini?
Tað er nú tú hevur møguleikan at læra og fáa
stóra gleði av Excel. Kom á 2-daga skeið saman
við tínum líkum og fá Excel-dreymin
uppfyltan;-). Teknað teg bara longu nú, tí
plássið er sera avmarkað!
|
|
Les meira her! |
Les meira her! |
 |
 |
|
28.
& 29. september 2010 |
NÝTT 4. & 5. oktober 2010 |
Økonomi fyri ikki-økonomar
-
grundleggjandi økonomi og fíggjarætlanararbeiði
Vilt tú betra um tína fatan fyri økonomi og
fíggjarstýring?
So er hetta skeiðið fyri teg! Tú situr kanska
við eini fíggjarligari ábyrgd í tínum arbeiði,
og kortini tørvar tær betri fatan av fíggjarligu
samanhangunum á arbeiðsplássinum. Gjøgnum báðar skeiðsdagarnar verður títt innlit í
fíggjarstýring og fíggjarætlanum ment, og tú
verður kunnug/-ur við grundleggjandi orðingar og
meginreglur í búskapi.
Synergi hevði sama skeið í Føroyum í vár og fekk
tað heili 10,2 í eftirmetingunum eftir 13
skala’num.
Luttakari frá skeiðnum í vár:
”Hann dugir at seta tann einstaka inn í tingini
uppá ein spennandi máta. Alt annað enn
turrisligt” |
Professionelt nevndararbeiði
- strategi, leiðsla og stýring
Skeiðið er gjørt
til nevndarlimir og leiðarar,
sum vilja menna og styrkja teirra førleikar á økjum
innan leiðslu og strategi.
At vera góður
nevndarlimur krevur vitan
um nøkur evni og vitan um, hvørjar kjarnu uppgávurnar
í fyritøkuni ella organisatióninini eru. Vitan um
virðiskapan og um, hvussu fyritøkan vinnur pening og
um tær strategiir, sum skulu setast í verk eru
týðandi fortreytir, um ein sum nevndarlimur skal
kunna siga, at arbeiðið er gjørt til fulnar.
Løgfrøðiligt og fíggjarligt innlit í samband við
nevndararbeiði er eisini týðandi – men í roynd og
veru snýr nevndararbeiði seg um strategiska leiðslu.
|
|
Les meira her! |
Les meira
her! |
.jpg) |
 |
|
30. september 2010 |
8. oktober 2010 |
Framløguteknikkur
- styrk
um førleikan at fyrireika og halda
fakligir fyrilestrar
Kundi tú hugsað tær at betra um
tínar framløgur?
So hevur tú møguleikan nú - kom á skeið hjá Anders
Stahlschmidt, fyrrverandi sjónvarpsverti á TV2 30.
september.
Anders hevur havt skeiðið 3 ferðir áður í Føroyum og
hevur fingið sera góðar eftirmetingar, so tú
kanst veruliga gleða teg til skeiðið. |
Soleiðis handfer tú
TRUPUL FÓLK
Summi eru trupul í eina tíð, onnur eru tað bara
altíð – felags eyðkenni fyri bæði sløgini er, at tey
stjala tíðina hjá tær og í kjalarvørrinum er
frustratión, inneffektivitetur, illsinni og øsing. Tú
sleppir ongantíð undan hesum fólkunum, men tú kann
menna tíni evni at handfara tey jaligt, so tú
sleppir
undan at tey brúka alla tína orku og oyðileggja góða
lagið.
Gleð teg til eina tætt stúgvaða skrá, sum vil hjálpa
tær at greiða mongu avbjóðingarnar í dagliga
arbeiðslívinum. Fá innlit í ymiskar persónsmenskur
og í teirra atburð. Lær um ítøkilig amboð og
hættir, sum gera teg føra at greiða tær orrustir,
sum koma, har menniskju hittast.
|
|
Les
meira her! |
Les meira her! |
 |
 |
|
NÝTT
Útbúgving 6. oktober 2010 - 7. apríl 2011 |
11.
november 2010 |
|
Intensiv útbúgving fyri
samskiparar, skrivarar og hjálparfólk
- fá prógv uppá tínar førleikar
Tað, sum tú fært burturúr er m.a.:
-
Ein
fyltan amboðskassa, soleiðis, at tú betur kanst
stýra í einum rokutum gerandisdegi
- Styrktar førleikar í
samskifti, samstarvi og ósemjuhandfaring, sum
tilsamans geva tær størri slagmegi
- Størri motivatión og
arbeiðsgleði
- Fokus á styrkir og
avbjóðingar – og eina ætlan fyri framtíðar mál
- Prógv við tínum
førleikum
|
Starvsfólkahondbókin
Kundi tú hugsað tær nakrar leiðbeinandi reglar, ið
kundu hjálpt tær í arbeiðnum við at menna ella
dagføra starvsfólkapolitikkin á tykkara
arbeiðsplássi? Menna og seta í verk nakrar reglur,
ið hjálpa og stuðla undir framtíðarætlanunum í
fyritøkuni. Reglur, ið bæði tú og starvsfólkini eru
glað fyri.
So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg.
Tú fært ein geyma við heim, við einari dagførdari
starvsfólkahandbók, sum er løtt at fara í holt við,
tá tú kemur aftur til arbeiðis. |
|
Les meira her! |
Les meira her! |
 |
 |
|
02. nvoember - 15. desember 2010 |
NÝTT 17. & 18. november 2010 |
Alt
tær tørvar at vita um
HR-løgfrøði
Ein neyðug útbúgving
fyri teg, sum hevur starvsfólkaábyrd eller er í
einum HR-starvi. - Tríggir dagar, sum gera teg føran
at taka avgerandi og røttu avgerðirnar í
starvsfólkamálum. Kom og lær alt um
- Lønar- og
eftirlønarviðurskifti
-
Setanarklausular
- Immateriell
rættindi, tagnarskyldu og vinnuloynidómar
- Yvirvaking og
eftiransing av starvsfólki og um KT-reglur
-
Arbeiðsumhvørvi, sjúkrafráveru, diskriminatión,
barnsburð og frítíð
- Uppsøgn,
fráfaring og endurgjald
|
Brennidepilin á
Innanhýsis húsavørðin
- faklig og persónlig menning til tín, sum arbeiðir
við professionellum viðlíkahaldi og tænastu av
fastognum
-
Fá samstarvið við
hini í fyritøkuni
at virka á besta
hátt
-
Arbeið meira
effektivt við
telduni
– prei, snildir og
snarvegir
-
Soleiðis mennir tú
teg í leiklutinum
sum týðandi
starvsfólk
-
Lær at handfara
truplar persónar og
samrøður
-
Ger arbeiðsdagin
meira effektivan –
fá skil á
tíðartjóvunum og
spar tíð
|
|
Les
meira her! |
Les meiri her! |
 |
|
|
|
|
|
Førleikamenning
Brúkar tú ein part av tínari tíð sum arbeiðstøk/ur
til førleikamenning, kann hetta gera at tú følir teg
betur, tú lærir nýggj ting og fært íblástur. Kanska
fært tú íblástur til at skifta spor, at fara undir
útbúgving el.l. Ella fært tú høvið til at
læra teg eitthvørt, sum tú leingi hevur havt hug
til, men bara ikki stundir.
Tað kann verða torført at gerast arbeiðstøk/ur. Eitt nú kann
tað verða torført at fáa endarnar at røkka saman og
sálarliga kann tað verða torført, tí man veit ikki
nágreiniliga nær man kemur í arbeiði aftur. Hjá
nógvum hjálpir tað tó at koma út millum fólk, læra
okkurt nýtt og tosa um faklig viðurskifti -
hóast tað kann verða torført í fyrstani.
Heldur tú at okkurt skeið sum Synergi skipar fyri er
áhugavert, hevur tú møguleika at søkja ALS um at
rinda fyri teg. Les meiri um treytirnar á
heimasíðuni hjá ALS ella spyr tín ráðgeva hjá ALS um
ráð og vegleiðing.
Hevur tú hugskot til okkurt skeið, sum Synergi átti
at skipa fyri ert tú vælkomin at senda ein teldupost
til Ásu -
asa@synergi.fo.
Verður skeiðið gjøgnumført, sleppur
tann sum hevur givið okkum hugskotið ókeypis á skeið.
Hetta er galdandi fyri øll. |
|
|
Les meiri á heimasíðuni hjá ALS - klikka her! |
|
|
Share

|
|
|
Synergi •
Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands
•
synergi synergi.fo
•
Tel. +298
22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329) |
|
Meiningin við Synergi er at geva
føroyska samfelagnum íblástur
og meirvitan. Soleiðis
fáa vit eitt betri
samfelag, betri fyritøkur
og glaðari og enn meiri
eldhugað starvsfólk. |
|