Kvøldskeið
18.
juni 2012 -
Fullteknað 28.
juni 2012 -
Pláss
eftir
MAX.
12
luttakarar
Lær at gera
eina
FOTOBÓK - og framtíðartryggja tínar
myndir
Melda
til longu
í dag, tí tað er avmarkað pláss!
Luttakarar á skeiðinum
fáa eina bonuskotu til eina fotobók
VIRÐI
75 kr.
Hetta siga
luttakararnir
"Mær dámdi alt skeiðið væl, góður undirvísari og
hjálpari. Dugdi als ikki at gera fotobók áðrenn, men
eg hevði heldur ikki roynt tað áðrenn. Nú siti eg
ofta inni á har og geri ymiskt, t.d. kalendarar og
vendispøl o.a., at geva sum gávur."
Jensa Hansen
--------- * ---------
"Skeiðið livdi fult upp til mínar forvæntningar.
Lærdi sera nógv uppá so stutta tíð,og havi fingið so
nógv við,at eg megnaði at gera eina heila myndabók
sjálv heima. Bíði spent eftir at fáa hana sendandi.
SUPER undirvísing og skeið og góðir og sera
fyrikomandi vegleiðarar. Stóra takk fyri tað :)
Tíðin gekk bara alt ov skjótt,men eg lærdi so mikið
nógv, alt tað sum eg hevði vónað."
Eyðbjørg Ellendersen
--------- * ---------
Skeiðið hevur í eftirmetingini fingið
10,8
í
miðal eftir 13'skalainum
--------- * ---------
Tekur tú ofta
myndir av familjuni, tá føðingardagar eru, tá tit eru í summarferiu ella
kanska á jólum og øðrum høgtíðum?
Hevur tú myndir
liggjandi á telduni frá barnadópinum, teimum fyrstu
fetunum, fyrsta skúladegi, konfirmatiónini ella
frá onkrum rundum føðingardegi?
Gongur tú runt
við ringari samvitsku og ert kanska eitt sindur
ørkimla/ur, tí myndirnar liggja heldur
óskipaðar á tínari
teldu ella kanska enntá fleiri teldum, umframt
externum hardiskum?
Spekulerar tú uppá, at
teldan kann blíva for gomul og kanska í ringasta
føri krasja?
Og fært tú
sjáldan tikið teg saman, at hyggja eftir
myndunum?
Eitt sindur longri prát við Ásu, undirvísaran
- 3:12 min.
Stutt prát við Ásu, undirvísaran
- 1:15 min.
So er eitt gott
hugskot at taka sær stundir til at gera eina fotobók,
so tú eisini hevur eitt eintak av tínum bestu myndum
í pappírsformi.
Skeiðið er eisini til arbeiðspláss, ið
ynskja at gera bøkur um teirra arbeiðspláss.
Eisini gott til t.d. dagstovnar, ið taka
nógvar myndir. Dagstovnurin kann gera t.d.
eina bók um árið og foreldrini kunnu so
sjálvi bíleggja sær eina eisini.
Fotobøkur hava avloyst tær
gomlu myndirnar
Í fleiri ár hava fólk næstan ikki framkalla sínar
myndir, tær hava ligið á telduni og eingin hevur
ordiliga fingið gleði av teimum.
Nú er ein spildurnýggjur møguleiki komin, so tú
aftur kanst fáa gleði av tínum myndum. Hesaferð við
teimum lekru fotobókunum, sum síggja topp
professionellar út.
Øll
sum duga eitt sindur við teldum,
kunnu læra at gera flottar fotobøkur
Fotobøkur eru sera hentar og lekrar at hyggja í. Og
so eru tær faktiskt ikki so torførar at gera. Dugur
tú at brúka teldur á brúkarastøðið, so er lætt hjá
tær at fara í holt við at gera eina professionella
fotobók.
Á hesum skeiðinum
lærir tú alt tað grundleggjandi um, hvussu tú kanst
gera eina fotobók, frá byrjan til endan. Við
nøkrum góðum
ráðum og teknikkum, kanst tú gera eina flotta
fotobók, sum tú verður glað fyri í nógv ár framyvir.
Á skeiðinum lærir tú at
upploada
myndirnar
redigera og
flyta runt uppá myndirnar - uppá tann lætta
mátan
gera rammur
redigera
myndirnar eitt sindur, eitt nú justera ljósstyrki
seta tekst inn
endaliga at
bíleggja bókina
Hvussu tryggjar tú tínar
myndir annars?
Eisini fara vit at tosa eitt sindur um, hvussu tú
kanst gera tær eina konto á eitt nú
myndawebtænastuni Picasa. Gjørt tú fotobøkur við
tínum bestu myndum og annars upploadar tínar myndir
til Picasa ella aðrar góðar myndawebtænastur, so
skuldi tú verið nøkunlunda tryggja/ur ;-)
Skeiðið verður skipað við
undirvísing og sum verkstova, har luttakararnir koma
at sita og arbeiða.
VÆLKOMIN Á KVØLDSKEIÐ
HJÁ SYNERGI!
Skeiðleiðari
Ása
Andreasen
Ása hevur í fleiri ár
tikið nógvar myndir og seinastu 3 árini hevur hon
gjørt fotobøkur við eitt nú familjumyndum.
Ása hevur altíð havt
áhugað fyri snildum telduforritum og mboðini til
at gera fotobøkur, eru snild ;-) Fotobøkur eru genialar, heldur
hon, tí ein og hvør, sum dugur bara eitt
lítið sindur við
teldum, kann læra at gera flottar og professionellar fotobøkur. Man skal bara líka fáa tað fyrstu
grundvitanina uppá pláss. Hon gleðir seg at
undirvísa og læra frá sær, alt sum hon veit um
fotobøkur.
Ása er annar av
eigarunum í Synergi og hevur áður undirvíst í
ymiskum telduforritum, eitt nú Word, Excel og
Outlook.
Praktiskt
Staður:
Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn
OBS! Fitt
av trappum eru upp til undirvísingarhølini,
men tað er gott fyri hjartað ;-)
Hevur tú trupulleikar við at ganga trappur, sig
okkum vinarligast frá.
18. juni 2012 - Kl. 18.00 - 21.30 -
Fullteknað
28. juni 2012 - Kl. 18.00 - 21.30 -
Pláss eftir
At hava við:
Tú verður biðin um at hava ein usb-geyma/harddisk við, við nøkrum
myndum hjá tær. Best er um tú hevur sortera
myndirnar soleiðis, at allar myndir sum skulu í
bókina eru í einari mappu. Á skeiðinum fært tú
nevnliga møguleika at byrja uppá, at gera tína egnu
myndabók. Tú skalt rokna við, at nýta 3-4 myndir í miðal til hvørja síðu. Tvs.
at ætlar tú tær at gera eina bók á 50 síður – sum er
ein miðal stødd - so skalt tú hava min. 150 myndir við.
Tá tú goymir títt arbeiði, verður eitt avrit tikið
av øllum myndunum tú hevur valt at seta inn í
bókina. Tí skal pláss verða á geymanum, til hetta.
Kostnaður:
444 kr + mvg. (555 v/mvg.)
Íroknað:
Íroknað kostnaðin er
undirvísing og sjálvsagt fáa vit eisini ein
kaffimunn, við onkrum afturvið ;-)
Teldur:
Vit hava teldur, so tað er ikki neyðugt at
hava egna teldu við.
Møguliga kanst tú hava
egna teldu og egnar myndir við. Avgerð verður
tikin um tað í næstum. Fyrimunurin er, at tú kanst arbeiða við tínum egnu myndum
og byrja uppá tína egnu fotobók og gera hana lidna
heima. Hevur tú tína egnu teldu við, er tó neyðugt
at møta áðrenn, soleiðis at tín telda kann fáa
atgongd til internet osfr. Ring og avtala hetta við
Synergi, tá tú hevur teknað teg.
Klikk her!
- um tú ikki hevur møguleika at rinda við
VISA, kanst tú senda okkum ein teldupost við
tilmeldingini. Er pláss, kanst tú flyta pengarnar á
konto okkara í Eik: 9181-450.800.0. Viðmerk
vinarligast navn og dato á skeiðinum.
Meiningin við Synergi er
at geva
føroyska samfelagnum íblástur
og meirvitan. Soleiðis
fáa vit eitt betri
samfelag, betri fyritøkur
og glaðari og enn meiri
eldhugað starvsfólk.