Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt

Í samstarvi við

20. - 24.
februar 2012

MAX.
8 luttakarar

Share

5 daga
App-mennara Workshop til
IPad, IPhone & Ipod Touch

v/Softworld Danmark, certificera av Apple
 

5 dagar

Lær at menna Apps uppá 5 dagar
- til IPad, IPhone & Ipod Touch 

 

Kom við á
App-alduna

Vit brúka menningar-umhvørvið hjá Apple

 

Ger fyrstu, einfaldu App’ina longu á fyrsta skeiðsdegi
 

Ger eina fullfíggjaða App við innbygdum XML

 


Kom við á App-alduna og luttak á hesum sera dynamiska og intensiva 5-daga skeiði. Tú arbeiðir gjøgnum funkurnar, so tú kann menna applikatiónir til mest umtóktu farplatformarnar í gerandisdegnum: iPhone, iPod Touch og iPad frá Apple.

Vit brúka menningarumhvørvið hjá Apple, og tú lærir at menna Apps frá grundini. Hetta skeið er til tín, sum hevur royndir við at forrita og fegin vil fylgja við menningini. Á skeiðnum lærir tú at gagnnýta nógvu og spennandi, handilsligu møguleikarnar, sum Apps bjóða tær.

Fortreytir fyri luttøku
Kunnleiki til Mac er eitt krav. Royndir við at forrita er ein fortreyt. Tað kann vera í kotumáli, sum t.d. ActionScript, C, C++, Objective-C ella C Sharp. Tað ber til at gera Apps uttan at kota nakað serligt, men tá vera tær bara heilt einfaldar. Tí kanst tú væl vera við, hóast tú ikki er forritari í gerandisdegnum, men tú skalt fyrireika teg til, at longri vit koma inn í skeiðið, meira verður kotað.

Ger fyrstu, einfaldu App’ina longu á fyrsta skeiðsdegi
Tú lærir ymsu amboðini til at menna eina App, og tú fært íblástur til og yvirlit yvir, hvussu hon verður gjørd. Vit skulu longu á fyrsta skeiðsdegi menna heilt smáar Apps, og tú fær nærri at vita um amboðini og strukturin í Xcode, sum vit brúka.

Lær forritanarmálið Objective C
Vit gera eina lítla App við kotum í Objective-C, og tú lærir týðandi Objective-C hugtøk so sum:

- flokkar
- variablar
- test og de-bugging

Vit gjøgnumganga saman eina kotu, og aftaná setur tú hana inn í tína App. Í hesum partinum av skeiðnum – uml. 3-4 tímar - verður bara arbeitt við kotum, og tað tryggjar tær, at tú kemur at kenna forritanarmálið. Øll henda grundvitanin verður brúkt framhaldandi á skeiðnum, har fleiri smáar Apps skulu mennast.

Interaktión og standifunkur
Tú lærir at seta í verk brúkaravinarliga navigering so sum knappar og standifunkur, t.d. tekstateigar, at gera eitt knappaborð og eitt alert-view, og samstundis vísa vit, hvussu tú kann skifta millum ymisk sýni. Tað er neyðugt at duga hesar funkur væl fyri at kunna menna eina nýtiliga App.

Video, kortfunkur, knappamyndir og legg út myndir
Vit vísa, hvussu tú setir inn videospælara og setir í verk video- og kortfunkur í eini App. Hvussu tú byggir upp knappamyndir og leggur út myndir. Vit finna eisini tilfeingi á netinum, so sum leinki, video o.a. og menningarsíðuna hjá Apple.

Ger eina fullfíggjaða App við innbygdum XML
Vi skulu hyggja nærri at, hvussu tú mennir eina App við innbygdum XML. Tú fært “feeds” frá Twitter, sum kunnu vísast í tíni App, tú lærir Table view, og vit brúka nakað av tíð at skilja ML-innbyggingina og mongu grafisku smálutirnar. Úr tí skulu vit menna eina fulfíggjaða og væl virkandi App frá grundini – gleð teg!

Innbygg standieyðkenni frá iPhone
Vit vísa tær ymisk iPhone eyðkenni, t.d. adressubók, telefon, t-post, myndatól, gestures, accelerometur og gyroscope. Vit menna eina røð av smáum Apps og tá lærir tú at seta inn standifunkur frá eini iPhone i eina App.

Ger tína App klára, set hana inn og profilera hana
Tú lærir “best practice” í samband við at gera tína App klára til App Store. Vit hyggja at iTunes Connect og hvussu tú setir tína App inn, har hon skal vera. Vit hyggja eisini nærri at, hvussu tú best kann goyma stillingar frá eini App í einum dátugrunni, og hvussu tú kann brúka “Instruments” til at profilera tína App.
 

 

Skrá fyri skeiðið


 

Legg til merkis!

Skeiðið er á donskum, men
tilfari frá Apple er á enskum
eins og venjingartilfarið.

1. dagur
- Inngangur: iPhone møguleikar, íblástur apps, yvirlit yvir, hvat tit vilja
  læra komandi 5 dagarnar
- Tilfeingi á netinum, leinki, info, video o.s.fr. Apple
  menningarheimasíða
- Innganngur til amboðini (XCode, iOS Simulator)
- Menning av eini lítlari App
- Vit byggja upp eina litla teknmynd og eitt Launch Image
- Inngangur til ymiskar UI-lutir
- Skráseting hjá Apple

2. dagur
- Grundleggjandi Objective-C uppkast (flokkar, minnisskipan). Tú lærir
  at kota í Objective-C, á tann hátt, at vit gjøgnumganga og seta í verk
  ymiskar lutir. Hesin parturin, sum varir 3-4 tímar er bara um kotur.
- Cocoa Fundamentals
- Øll vitanin verður brúkt til at kunna fara gjøgnum næsta stig, har tvær
  Apps verða gjørdar: Interaction App. Ein lítil App við tekstarteigum,
  knappum, knappaborði og alert-view. Tú lærir at brúka ymiskar UI-
  lutir. Vit leggja dent á at læra at brúka XCode væl (editorar,
  navigatión, snarvegir)
- Navigation App. Tú lærir at skifta millum ymisk sýni

3. dagur
- Twitter app. Vit gera eina App, sum líkist Twitter. Tú lærir at brúka
  Table View og at samantvinna XML feeds frá Twitter. Vit gera App’ina
  saman – undirvísarin kotar á stórskíggjanum og tú kotar á tíni egnu
  teldu.

4. dagur
- Vit gjøgnumganga og læra at brúka ymiskar innbygdar funkur, sum
  t.d. adressubók, kall, SMS, t-post, upptøkutól, gestures og  
  accelerometur. Vit gera fleiri smærri Apps, t.d BusinessCard app,
  Gestures app, Mapkit app og Kamera app.    

5. dagur
- PLists app. Lær at goyma brúkaradáta millum sessiónir
- Background code execution
- Reminder app. Lær at brúka Local Notifications
- Push notifications
- Brúka "Instruments" til at kanna tína App
- Ger klárt til App Store
- iTunes Connect. Set eina App í gongd
 

  NB! Áðrenn skeiðið

 

Mennarakonta hjá Apple

 

Egna MAC teldu við!

Luttakararnir mugu hava egna MAC teldu við á skeiðið!

Fyri at fáa sum mest burturur skeiðnum, skjóta vit upp, at tú fært tær tína egnu mennarakonto hjá Apple.

Tú skalt skráseta teg sum IOS mennari, tað kostar uml. USD 100. Undirvísarin gjøgnumgongur skrásetingarmannagongdina á 1. skeiðsdegnum.

Dagin eftir kanst tú kanna tær Apps, sum tú mennir á eini iPhone. Fyri at fáa eina persónliga konto, skalt tú hava egið gjaldskort við og gjalda fyri skrásetingina. Henda upphædd er ikki við í skeiðsprísinum.

Egin konta er tó ikki ein fortreyt fyri at vera við á skeiðnum – men bæði á skeiðnum og eftir skeiðið er tað ein fyrimunur. Tað er soleiðis heldur ikki ein fortreyt, at tú hevur egna iPhone við – tað er tó ein fyrimunur, tí tú fært roynt Apps, ikki bara á telduni, men eisini á eini telefon.


NB! Egna MAC teldu við - ella leiga um møguligt
Á skeiðinum er neyðugt at hava egna MAC teldu við. Eigur tú ikki eina MAC teldu, kunnu vit kanna, um tað er møguligt at leiga teldu frá undirvísaranum. Softworld er leverandør av skeiðinum og tey hava møguleika at leiga okkum teldur. Tó er ikki vist, at tær eru at fáa til júst hesir dagar, tá skeiðið verður í Føroyum.

Skeiðið er á donskum. Skjalfestingartilfarið frá Apple og venjingartilfarið er tó á enskum.
 

Skeiðleiðari

Alena Kazarove

Alena Kazarove er royndur RIA (Rich Internet Applications) mennari, sum hevur arbeitt við loysnum fyri nógvar stórar kundar, sum t.d SonyEricsson, Carlsberg og Nordea. Gjøgnum árini hevur hon fingið royndir við nógvum av mest brúktu tøknunum, og veit tí, hvat ið krevst at menna professionellar loysnir á høgum fakligum støði.

 

Melda til longu í dag
 

Tilmelding fer fram her: www.synergi.fo/tilmelding.htm. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á tel. 322 355 ella við t-posti til synergi@synergi.fo. Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomnum til 5 spennandi skeiðsdagar. Fyrsta av sínum slagi í Føroyum.
 

  Onnur tilboð frá Synergi
 

Tørvar tær innanhýsis skeið í fyritøkuni ella at seta saman ein spennandi dag við dugnaligum fyrilestrarhaldarum? Set teg í samband við Ásu ella Anniku á synergi@synergi.fo ella telefon 322355 og fá nærri at vita.
 

  Praktiskt
Staður:

Synergi, Tvørgøta 13, 100 Tórshavn

OBS! Fitt av trappum eru upp til undirvísingarhølini,
men tað er gott fyri hjartað ;-)
Hevur tú trupulleikar við at ganga trappur, sig okkum vinarligast frá.

Her liggur Synergi: http://www.synergi.fo/synergi.pdf
 
Dagur:
Mánadagin 20. februar 2012  - kl. 09.00 - 16.00
Týsdagin 21. februar 2012  - kl. 09.00 - 16.00
Mikudagin 22. februar 2012  - kl. 09.00 - 16.00
Hósdagin 23. februar 2012  - kl. 09.00 - 16.00
Fríggjadagin 24. februar 2012  - kl. 09.00 - 16.00
     
Kostnaður:

kr. 19.450 u/mvg. (kr. 24.312,50 v/mvg.)

Sami kostnaður sum sama skeið kostar í DK!

Íroknað:

Íroknað kostnaðin er 3 daga skeið, skeiðstilfar, íblástur, meirvitan og møguleiki fyri at netverka og tosa við onnur við somu áhugamálum sum tú. Umframt sjálvt skeiðið fært tú morgunmat, døgurða og 2xkaffi við onkrum afturvið.
 

Mál:

Undirvíst verður á donskum. Tilfari er tó á enskum.

Treytir fyri frámelding:

Treytir fyri frámelding
Møgulig frámelding skal verða skrivlig og hon skal stílast til Synergi og sendast til synergi@synergi.fo, ella faxast til 322 329.

Við frámelding verður roknað umsitingargjald á 10% av fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding – tó í minsta lagi kr. 500,-.

Kemur frámeldingin seinni enn 30 dagar fyri skeiðsbyrjan verður roknað eitt gjald uppá 50% av fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding. 21 dagar (ella seinni) fyri skeiðsbyrjan verður eingin afturgjalding. Um tær ikki ber til at vera við, so ert tú sjálvandi vælkomin at lata plássið til ein starvsfelaga.

 

Tilmeldingarfreist:

Sí her!

Tilmelding
- VISA Dankort:

Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og gjalda við VISA. Tað er nógv lættari ;-)

Tilmelding
- Rokning:

Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og fáa rokning.
NB! Minst til at rokning kemur fram á skermin beinanvegin.

 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergisynergi.fo Tel. +298 22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329)

Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.