 |
|
Share
31.
mai 2012
& 1. juni 2012
|
2 daga skeið
Terapi og
sosialt arbeiði, tá øll kenna øll v/Dr. Zur |
|
Hvussu skalt tú fyrihalda teg, tá tú hittir tínar
klientar í privatum
samanhangi?
Vit byrja við at hyggja at
vanligu mørkunum, t.d.
at nema við, gávur,
at avdúka seg sjálva/-n, býtistænastur,
viðgerðarstovu heima, og terapi uttanfyri
viðgerðarstovuna.
Serligur dentur verður
lagdur á sínamillum sambond, sum ofta ikki sleppast
undan í Føroyum.
|
Skeiðið er um sínamillum sambond og annað, ið
hugsast skal um viðv. terapeutiskum mørkum í einum
lítlum, óheftum umhvørvi so sum í Føroyum. Tað vil
eisini snúgva seg um brennandi spurningar og etisk
og klinisk fyrilit í Google, Facebook og tele-heilsu
øldini.
Hvussu skalt tú fyrihalda teg, tá tú hittir tínar
klientar í lokalu ítróttarveitsluni? Í hvussu stóran
mun kanst tú uppføra teg, sum tú hevur hug til?
Eigur tú at taka atlit til, at klientar eru millum
gestirnar? Og hvussu skalt tú gera, tá tú hittir
klientin við manninum í Keypsamtøkuni? Skalt tú
steðga og byrja at práta og spyrja hvussu gongst?
Ella skalt tú lata sum tú ikki kennir viðkomandi?
Í nýggju talgildu øldini hevur ein nýggj avbjóðing
eisini stungi seg upp hjá terapeutum og fólkum, ið
arbeiða við líknandi arbeiði. Googlar tú t.d. tínar
klientar? Kanst tú verða vinur við tínar klientar á
Facebook? Hvar gongur markið? Og kanst tú kanska
nýta Skype til terapiforløb? Hvussu eigur tað at
ganga fyri seg?
Eitt av høvðuðstemaunum
á skeiðinum verður, hvussu tað er at verða
terapeutur og hvussu tað er at arbeiða við sosialum
arbeiði í einum lítlum samfelagið. Harafturat verður
høvuðstemaið um, hvussu talgildi heimurin ávirkar
títt arbeiði.
Málbólkur
Sosialráðgevar, psykologar, ráðgevarar innan ymsik
øki og onnur sum fáast við at veita sálarfrøðiliga-
og sosiala hjálp.
NB: Skeiðið er eisini fyri terapeutar, sum ikki
brúka tøkni.
Tær nýtist ikki at vera tøkni-vitandi, fyri at vera við á hesum
skeiði.
|
|
|
Á skránni |
|
Kanst tú verða vinur við tínar klientar á
Facebook?
|
Fyrri partur
Í hesum frálíka, hvassa, sera interaktiva og
margmiðlaða skeiðið, vil dr. Zur gjøgnumganga
klinisku og etisku spurningar, sum terapeutar skulu
taka støðu til í Føroyum í 21. øld. Vit byrja við at
hyggja at vanligu mørkunum, t.d. at nema við, gávur,
at avdúka seg sjálva/-n, býtistænastur,
viðgerðarstovu heima, og terapi uttanfyri
viðgerðarstovuna. Serligur dentur verður lagdur á
sínamillum sambond, sum ofta ikki sleppast undan í
Føroyum.
Seinni partur
Í seinna partinum vilja vit skifta orð um, hvussu
internet og teldur hava ávirkað hvussu foreldur og
børn, lærarar og lesandi, leiðarar og starvsfólk
eins og nú terapeutar og klientar arbeiða saman, eru
yvirfyri hvørjum øðrum og fáa vitan um hvønn annan í
og uttanfyri viðgerðarrúmið.
Skeiðið vil taka upp evni sum t.d. álinju
gjøgnumskygni, t-post og sms millum terapeut og
klient, hvussu Skype verður brúkt í sambandinum við
ein klient, hvussu klientar googla terapeutar og
terapeutar googla klientar, klientar, sum sms’a
meðan ein sessión er í gongd og hvussu farast skal
við einum vinarspurningi frá einum klienti á
Facebook.
Skeiðið vil eisini viðgerða sálarfrøðina í netinum
og orðaskifti verður um vaksandi fyribrigdið, sum
eitur Sálarfrøði á internetinum. Greitt verður
eisini frá vaksandi spenninginum millum talgildu
innflytararnar (eldri ættarliðini) og talgildu
innføddu (tey ungu) og hvussu nýtslan av interneti
ávirkar familjur, skúlar, arbeiðspláss og
psykoterapeutiska ráðgeving.
Dr. Zur fer at viðgera tey spennandi og avbjóðandi
evnini, ið terapeutar mugu hugsa um, og sum eru
frammi í løtuni – hvussu skulu sms, apps, t-postur
og Skype brúkast í samskiftinum við og í viðgerðini
av klientum.
Skeiðið ger greitt, at tað slepst ikki undan
sínamillum viðurskiftum í mongum bygdar- og
smásamfeløgum, so sum í kirkjum, í samkomum, hjá
samkyndum, í hernaðaligum bólkum, millum brekað og í
minnilutabólkum. Tað vísir eisini aftur (paranoidu)
fatanina, at ikki kynslig sambond millum tvey fólk
fara at elva til kynslig sambond og tað vísir á,
hvussu familiuviðurskifti og tvísambond kunnu seta
ferð á viðgerð, økja um terapeutiska virkningin og
avmarka (heldur enn økja) um møguleikan at klienter
vera útnyttaðir av teirra terapeuti.
Skeiðið viðger í smálutir sjónarmiðini í ymiskum
professionellum etiskum meginreglum um sínamillum
sambond, nágreinir og lýsir tey ymisku sløgini av
sínamillum sambondum og vísir á nágreiniligar reglur
fyri at taka avgerðir og fyri kliniskar vegleiðingar
til at handfara sínamillum sambond etiskt.
Framløgan fera at vísa filmsklipp um terapeutisk
markamót frá filmum sum t.d.
Good Will Hunting, Analyze This, What About Bob,
Prince of Tides, Ordinary People, Deconstructing
Harry, Antwone Fisher o.a.
|
|
Skeiðleiðari |
Dr.
Zur |
|

|
Ofer Zur, Ph.D., er konsulentur, autoriseraður sálarfrøðingur, rithøvundur,
løgfrøðiligur konsulentur og fyrilestrarhaldari.
Hann býr í Kalifornia í USA. Hann er ein av heimsins
fremstu etikarunum á økjunum vegleiðing og
psykoterapi.
Hann var ein av høvundunum av bókini “Dual
Relationships and Psychotherapy” og hann skrivaði
eisini “The Complete Fee- for-Service Private
Practice Handbook”. Hann hevur givið út nógvar
greiðar og ofta siteraðar greinar og kapitlar um
etikk í terapi, standard fyri røkt, markamót og
sínamillum sambond. Bók hansara “Boundaries In
Psychotherapy”, sum er tann higartil mest víðfevnda
um terapeutisk markamót, kom út í 2007. Hon var
útgivin av ongum øðrum enn American Psychological
Association, APA Books.
Dr. Zur er leiðari av Zur Institute, sum hevur fleiri enn 130
serlig og nýhugsandi, framhaldandi útbúgvingarskeið
fyri sálarfrøðingar, sosialarbeiðarar og ráðgevarar.
Hann er ein av teimum best kendu konsulentunum og
hann er løgfrøðiligur serfrøðingur innan økið
terapeutisk mørk.
Á persónliga økinum hevur Dr. Zur bjóðað mongum likamligum,
kensluligum og eksistentiellum markamótum av, tá
hann arbeiddi sum kavari, sum heryvirmaður og
fallskíggjamaður í herinum, kleiv upp á Kilimanjaro
saman við soni sínum, ferðaðist við ryggsekki á
jøklum í Alaska og nógv meira. Han hevur búð í
Ísrael, Afrika, Europa og seinastu 30 árini í USA.
|
|
|
Melda til longu í dag |
|
|
Tilmelding fer fram
her:
www.synergi.fo/tilmelding.htm. Hevur tú
spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á
tel. 322 355 ella við t-posti til
synergi@synergi.fo. Vit gleða okkum at bjóða tær
vælkomnum til 2 spennandi skeiðsdagar.
Fyrsta av sínum slagi í Føroyum.
|
|
|
Onnur tilboð frá Synergi |
|
|
Tørvar tær innanhýsis skeið í fyritøkuni ella at
seta saman ein spennandi dag við dugnaligum
fyrilestrarhaldarum? Set teg í samband við Ásu ella
Anniku á synergi@synergi.fo ella telefon 322355 og
fá nærri at vita.
|
| |
Praktiskt |
|
Staður: |
Synergi, Tvørgøta 13, 100
Tórshavn
OBS! Fitt
av trappum eru upp til undirvísingarhølini,
men tað er gott fyri hjartað ;-)
Hevur tú trupulleikar við at ganga trappur, sig
okkum vinarligast frá.
Her liggur Synergi:
http://www.synergi.fo/synergi.pdf
|
|
Dagur: |
|
Hósdagur |
31. mai 2012 |
-
kl. 09.00 - 16.00 |
|
Fríggjadagur |
01. juni 2012 |
-
kl. 09.00 - 16.00 |
|
|
Kostnaður: |
kr.
4.680,00 u/mvg. (kr. 5.850,00 v/mvg.) Fyri 2 daga
skeið. |
|
Íroknað: |
Íroknað kostnaðin er
2
daga skeið, neyðugt skeiðstilfar, íblástur, meirvitan og
møguleiki fyri at netverka og tosa við onnur við
somu áhugamálum sum tú.
Umframt sjálvt skeiðið
fært tú morgunmat, døgurða og 2xkaffi við onkrum
afturvið.
|
|
Mál: |
Undirvíst verður á
enskum. Dr. Zur er vanur at undirvísa í ikki-enskt
talandi londum. |
|
Treytir fyri
frámelding: |
Treytir fyri frámelding
Møgulig frámelding skal verða skrivlig og hon skal
stílast til Synergi og sendast til
synergi@synergi.fo, ella faxast til 322 329.
Við frámelding verður roknað umsitingargjald á 10%
av fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding – tó í
minsta lagi kr. 500,-.
Kemur frámeldingin seinni enn 30 dagar fyri
skeiðsbyrjan verður roknað eitt gjald uppá 50% av
fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding. 21 dagar
(ella seinni) fyri skeiðsbyrjan verður eingin
afturgjalding. Um tær ikki ber til at vera við, so
ert tú sjálvandi vælkomin at lata plássið til ein
starvsfelaga.
|
Tilmelding
- VISA Dankort: |
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og
gjalda við VISA. Tað er nógv lættari ;-) |
Tilmelding
- Rokning: |
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og fáa
rokning.
NB! Minst til at rokning kemur fram á skermin
beinanvegin. |
|
|
Synergi •
Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands
•
synergi synergi.fo
•
Tel. +298
22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329) |
|
Meiningin við Synergi er
at geva
føroyska samfelagnum íblástur
og meirvitan. Soleiðis
fáa vit eitt betri
samfelag, betri fyritøkur
og glaðari og enn meiri
eldhugað starvsfólk. |
|