Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt

 Share

26. & 27.
mars 2012
Photoshop
-
tey fyrstu fetini
 

 

 

 

Photoshop er eitt fantastiskt forrit til arbeiði við myndum. Tað eru so at siga eingi mørk fyri hvat tú kanst gera við forritinum.

Kom á grundleggjandi skeið í Photoshop, og fá stýr uppá tær mest týðandi funkurnar.

Á skeiðinum lærir tú at loysa tær mest vanligu myndauppgávurnar. Tú fært eina nágreiniliga innleiðslu í Photoshop og digitala myndaviðgerð og lærir tær mest umráðandi meginreglurnar innan góðsku, litir og brúk av myndaformatum.

Punkt á skránni:

  • Tillaga kontrast, ljós og litir
  • Fá stýr uppá hugtakandi brúkaraflatuna
  • Góð ráð til uppsetan av palettum og innstilling av tímum amboðum
  • Lær tær grundleggjandi selektionsmøguleikarnar
  • Fá neyvar kantar á tínar fríttleggingar ella justeringar (Magic Wand, Lasso og onnur selektionsamboð)
  • Arbeið við løgum og gjøgnumsigtigheit
  • Skil munin ímillum bakgrundslag, justeringslag og tekstlag og hvussu rekkifylgjan broytist.
  • Lær at skera myndir til rætta print- ella pixelstødd uttan at oyðileggja góðskuna, skeriamboðið og reglurnar fyri upploysn
  • Optimering av skarpheit í tínum myndum, umframt nýtslu av filtrum
  • Lær at skifta útvaldir litir í myndum.

 

Ùtgangsstøði
Tú ynskir at koma í gongd við myndaviðgerð. Ongar serliga fortreytir eru fyri at luttaka á skeiðinum.

Úrtøka
Tú kanst viðgerða myndir, skera tær til og optimera litirnir. Tú kanst gera tínar myndir klárar til netið ella prent.

Skeiðleiðari Eyðun Miðberg
Eyðun Miðberg er útbúgving grafikari og var ein av eigarunum í lýsingarfyritøkuni Reproz, sum í 2007 legði saman við Team 85, og sum nú eitur Sendistovan.

Eyðun arbeiðir sum grafikari á Sendistovuni og undirvísir hjá Synergi eftir tørvi.

Eyðun er sera dugnaligur, hevur eitt jaligt lyndi, og dugir avbera væl at læra frá sær.

 

 

Praktiskt

Teldur:

NB! Tú skalt hava egna teldu við Photoshop á við á skeiðið. Um tú ikki eina av teimum nýggjastu útgávunum (CS4 ella CS5) av Photoshop á telduni, ber til at downloada sær trial versiónina, sum kann nýtast í 1 mðr. ókeypis.
Downloada Photoshop CS5 trial versión her: http://www.adobe.com/downloads/

Staður:

Tvørgøta 13, ovast
Tórshavn

Dagur:

 26. og 27.mars kl. 9.00 - 15.30

Kostnaður: kr. 4.793,00 + mvg. ( kr. 5.991,25 v/mvg.)
Íroknað: Íroknað kostnaðin er 2 daga skeið, tilfar, íblástur, meirvitan og møguleiki fyri at netverka og tosa við onnur, við somu áhugamálum sum tú. Umframt sjálvt skeiðið fært tú døgurða og 2xkaffi við onkrum afturvið báðar dagarnar.
Mál: Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding: Gjalda við FR-VISA  - klikka her! - nógv lættari ;-)

Gjalda við rokning   - klikka her!

 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergisynergi.fo Tel. +298 22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329)

Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.