Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt

 Share

Dato kemur skjótt
EXCEL II
-
tey næstu fetini


Kom í gongd við at nýta tær meiri avanceraðu funkurnar í Excel,
tær lætta nógv um og eru ikki so torførar, tá tú hevur lært at nýta tær ;-)

Nú kanst tú eisini læra og fáa gleði av teimum meiri avanceraðu funkunum í Excel...

 

Nógv av okkum sum arbeiða dagliga við Excel, duga at nýta forritið soleiðis nøkunlunda. Vit duga at brúka Excel til tey vanligu tingini. Men vit vita at Excel hevur nógv fleiri møguleikar enn tað, sum vit vanliga arbeiða við, og vit vita, at vit kunnu gera arbeiði nógv skjótari og meiri effektivt.

Ert tú ein av teimum sum dugur tað grundleggjandi í Excel, men ikki meir, so er hetta skeiðið júst nakað fyri teg. Á hesum skeiðinum lærir tú at fáa tjekk uppá tær meiri avanceraðu funkurnar í Excel. Og tað er faktiskt ikki so torført at læra.

So hevur tú hug at læra eisini øll tey smørtu tingini í Excel, so er hetta skeiðið júst nakað fyri teg.
Teknað teg bara longu nú, tí plássið er avmarkað!
 Málbólkur Skeiðið vendir sær til tey, sum hava nýtt Excel í longri tíð, men ikki eru komin ordiliga í holtur við at nýta tær meiri avanceraðu funkurnar í Excel. Funkur sum eru SERA hentar at duga og als ikki so torførar, tá tú hevur lært tær ;-)

 

Á skránni

 

Undirvíst verður í OFFICE 2010, men hevur tú Office 2007, fært tú væl fylgt við

 Allir Excel-fjepparir, eiga gera sær sjálvum tann beina, at luttaka á einum Excel 2 skeiðið. Tú fært simpulthen so nógv meiri nyttu av forritinum, við at duga funkurnar, ið tú lærir á hesum skeiðiðnum

 

Sagt um Tummas, undirvísaran

"Tummas dugdi heilt fantastiska væl - eitt stórt rós til hansara."

Jan Danielsen, stjóri Heilsutrygd

--- " ---

Tummas dugdi sera væl at greiða frá og var nemmur at skilja. Eisini gav hann sær stundir til at hjálpa, um ein hevði tørv á tí.

Asta Østerø, Heilsutrygd

 

Vísa og tilpassa

  • Vísa og goyma ark
  • Frysta rútar
  • Verja ark
  • Vísa formlar
  • Nýta avanceraðar møguleikar, tá tú setur inn

Navn á cellum, formateringar

  • Geva cellum og celluøki navn
  • Betinga formatering
  • Viðmerkingar

Alt um funktiónir

  • Funktiónir
  • Funktiónsguiden
  • HVIS
  • Summera tá eitt ávíst kriterie er uppfylt
  • Tæl.HVIS
  • Avrunda tøl
  • Finna feilir í formlum
  • Importera tekstfíl
  • Keta saman
  • Datofunkur í Excel

Financiellar funkur

  • Um financiellar funkur
  • Søkja mál

Pivottabellir

  • Pivottabellir
  • Broyting av pivottabellum
  • Pivotdiagrammir

Scenarie

  • Um scenarie

Diagrammir

  • Formatera diagrammir
  • Endurnýtsla av diagrammum
  • Innseta data og diagrammir í Word við og uttan ketu

Makro

  • Uppprættan av makro
  • Avspæla makro
  • Innseta makroknap
  • Rredigera makro

Listar og databasir

  • Um listar og databasir
  • Velja út og filterara
  • Avancera filtur
  • Sortera data
  • Databasufunkur
  • Subtotaler

Konsolidering

  • Samla roknskapirnar hjá fyritøkuni
  • Konsolidering via 3D-formil ella etikett

Skabelónir

  • Um skabelónir

NB! Raðfylgjan kann broytast nakað

Skeiðleiðari Tummas Jacobsen

Sagt um Tummas

"Hann er sera dugnaligur"

--- " ---

"Mær dámar hann so væl, alt er bara í ordan, tá Tummas undirvísur..."

--- " ---

 

Tummas hevur drúgvar royndir sum telduundirvísari í nógv ár og hann er sera væl dámdur sum undirvísari.

Hann hevur eitt nú verið fastur undirvísari hjá Kvasir, tá Kvasir skipaði fyri telduskeiðum. Nú skipar Kvasir ikki fyri skeiðum longur og vit hava gjørt avtalu við Tummas um at undirvísa fyri Synergi.

Hava tit tørv á onkrum serligum bara fyri tykkara starvsfólki, vendið tykkum til okkara, og vit geva tykkum eitt gott tilboð. Vit hava nýggja teldustovu við nútímans teldum og útgerð:). Bið um tilboð við at ringja 322355 ella skriva teldupost synergi@synergi.fo

 

 

 

Praktiskt

Teldur:

NB! Til skeiðið er ikki neyðugt at hava tína egnu teldu við, tú fært nýggja og nýmótans teldu á staðnum. Undirvíst verður í Excel 2010, men hevur tú 2007, so ber væl til at koma á skeiðið eisini. Hevur tú Office 2003, eru nógvar funkur annarleiðis, men á hesum skeiðinum vilt tú læra tað nýggjasta og tað fært tú skjótt brúk fyri ;-)

Staður:

Tvørgøta 13, ovast,
Tórshavn

Dagur:

Kemur skjótt!

Kostnaður: kr. 3.953 + mvg. ( kr. 4.941,50 v/mvg.)
Íroknað: Íroknað kostnaðin er 2 daga skeið, tilfar, íblástur, meirvitan og møguleiki fyri at netverka og tosa við onnur, við somu áhugamálum sum tú. Umframt sjálvt skeiðið fært tú døgurða og 2xkaffi við onkrum afturvið báðar dagarnar.
Mál: Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding: Kemur skjótt!

 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergisynergi.fo Tel. +298 22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329)

Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.