Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt

 Share

8. oktober

MAX. 36

  Skeið um strongd &
  um ikki at brenna út

10,57
í miðal seinast -eftir 13'skalainum

 

Fá góða lívsgóðsku

 

Fyribyrg strongd

 

"Onki er so deiligt,
sum tá tað verður undirvíst á føroyskum"

           
Skeiðluttakari 2009

Ert tú ella eru tínir starvsfelagar onkuntíð strongd ella kenna tykkum útbrend? Kundi tú hugsa tær at fyribyrgt hetta hjá tær sjálvum og/ella tínum starvsfeløgum? So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg.

Vit hava bjóða serfrøðinginum í strongd og rithøvundanum Bjarne Toftegaard til Føroya at hava skeið um strongd og um tað at brenna út. Bjarne Toftegaard er føddur í Føroyum og tosar føroyskt.

Strongd er ein støða, ið eigur at verða tikin í størsta álvara
Sambært WHO er strongd nærum størsta hóttanin móti fólkaheilsuni í vesturheiminum. WHO hevur sagt, at innan næstu 10 árini kunnu vit seta strongd í samband við 50% av øllum deyðsføllum, um vit ikki gera okkurt munagott til at bøta um støðuna. 
Kelda Stressforeningen

Strongd kann hava við sær, at tú verður útbrend/ur
Úti við 500.000 danir kenna seg útbrendar á arbeiðsmarknaðinum. Umroknað vit hetta til føroysk tøl, vil tað siga, at uml. 5000 føroyingar kenna seg útbrendan.
Kelda Stressforeningen

Ger okkurt við tað nú - avmarkað pláss!
Tann 20. apríl skipa vit fyri skeiði um strongd og ikki at brenna út við Bjarna Toftegård, ein av fremstu skeiðshaldarum innan strongd í Danmark. Kom á skeiðið og lær teg at kenna munin millum strongd og at hava nógv at gera, lær at handfara og lutvíst fyribyrgja strongd bæði hjá tær sjálvum og tínum starvsfeløgum. Tú fært nøkur virkin amboð, sum tú kanst brúka, tá tú kemur aftur til arbeiðis.
 

Strongd ger...
...at vit bæði arbeiða verri og fáa eina vánaligari lívsgóðsku. Strongd ávirkar okkara sinnalag, svøvn, sosiala tørv, hvussu væl vit eru fyri, mentalu evnini o.s.fr. Við virknari strongdarhandfaring ber til at virka betur, bæði til arbeiðis og heima.

Verður einki gjørt við strongdina og vandan fyri at brenna út...
... so er vandi fyri at tú verður niðurundirkomin - ella tað, ið verri er. Men áðrenn tað kemur so langt, hevur strongdin oftani ávirkað bæði arbeiðslív, heimalív og sosiala lívið neiligt.

Luttakarar, sum áður hava luttikið á skeiðinum, siga hetta:

   

 

Endamál við skeiðnum

Hvat er strongd?

At gerast heilt menniskja

Hjálpa øðrum

 

 

 

 

Amboð skulu eisini til...

Skeiðið gevur luttakarunum...
...vitan um strongd og "útbrendheit", og um, hvussu teir við virknum amboðum kunnu læra at handafara og fyribyrgja strongd.

Evni á skeiðnum
-
Hvat er strongd?
  Hvat merkir tað at verða útbrend/ur?
- Munurin á at hava nógv at gera og strongd
-
Hví gerast vit meira og meira strongd og
   útbrend?

- Hvat ger tað við okkum?
- Hvussu veitst tú um tú ella tínir starvsfelagar
  eru strongd/ur ella útbrend/ur?
- Hvussu kanst tú fyribyrgja hesum?
- Hvussu finnur og handfer tú orsøkina?
- Hvussu fært tú meiri yvirskot og svevur betur?
- Jaligar og neiligar síður av strongd
- Góð og virkin amboð fyri strongd og
  útbrendheit

- At hjálpa øðrum sum eru strongd ella útbrend
- At gerast ”heil menniskju”
- Uppbyggjandi og konkretar loysnir til
  strongdartrupulleikar hjá tær sjálvum og tínum
  starvsfeløgum

Tað er týðandi at skilja...
...hvat strongd er, fyri at kunna gera nakað við hana. Tað hevur eisini
týdning at kunna skyna ímillum strongd og at hava skund og at brenna út. Men tað er ikki nóg mikið at skilja tað - amboð skulu eisini til.

Hví luttaka? 
Skeiðið kann hjálpa tær og tínum starvsfeløgum til at fungera betur á arbeiðsplássinum og samstundis geva tykkum betri lívsgóðsku. Tú fært ein "amboðskassa" við tær heim, sum bæði hjálpir uppá og fyribyrgir strongd og útbrendheit.
Vælkomin á skeið um strongd og um ikki at brenna út.

 

 

Undirvísingarháttur

 

Skeiðið vil skifta millum tvívegis undirvísing og bólkarbeiði.

Undirvísari

BJARNE TOFTEGAARD, cand.polyt. og ph.d.

Hetta hava luttakarar, sum hava luttikið á skeiðinum sagt um skeiðið:

 

"Ótrúliga greiður og
nærverandi"

"Super"

"Livandi og nógv sigandi"

  

 

Bjarne Toftegaard er strongdarserfrøðingur, senior strongdarcoach og ein av fremstu strongdarfyrilestrarhaldarum í Danmark. Bachelor í tilvallestnaði í sálarfrøði á lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Skrásettur business- og lifecoach frá Manning Inspire. Høvundur til bøkurnar "Stress eller ikke stress" og "Lev i nuet" og fleiri bóklingar um strongd.Føddur í Føroyum.

Bjarne hevur serkunnleika at hjálpa fyritøkum og privatfólki at læra at handafara strongd. Hann hevur áður verið KT-leiðari í Ríkisløgregluni og verkætlanarleiðari av Oyrasundsbrúnni. Hetta var hann samstundis, sum hann var einsamallur pápi at tveimum gentum, sum tá vóru 4 og 10 ára gamlar. Hann kennur sjálvur til álvarsama strongd og kynstrið at varnast strongd, at handfara strongd og at fáa privatlív og arbeiði at ganga upp í hægri eind. Hetta hjálpir hann nú onnur at læra.

 

Góðar referancir


"Eg væntaði at tað fór at vera gott, og tað var tað".

 

"Fekk nógv burturúr"

 

"Eg havi fingið góð amboð og longu brúkt tey"



"Lærdi nógv"

 

 

 

Vit her hjá Synergi hava verið í sambandi við nøkur fólk, ið hava móttikið undirvísing frá Bjarne Toftegaard. Tey geva honum síni bestu viðmæli:

 Aksel Bo Madsen, Forskningschef, PhD Danmarks Miljøundersøgelser

".... jeg har deltaget i et kursus med Bjarne Toftegaard.... Jeg var meget tilfreds med kurset og synes han havde en god tilgang til emnet. Bjarne er professionel, men hans egne oplevelser med stress gør det ekstra udbytterigt....Både jeg om min chefkollega synes så godt om kurset og om Bjarne, at vi har bestemt, at vore 45 kolleger skal på et halvdags afdelingsseminar om stress med Bjarne."

 

Anja Skov Hansen, sekretær, Arbejdsdirektoratet

"Jeg kan på det varmeste anbefale Bjarne Toftegård som foredragsholder. Han har en humoristisk og skøn og let måde at formidle budskabet på et alvorligt tema....Jeg følte, jeg fik nogle rigtig gode redskaber med mig hjem til forebyggelse af stress samt relevant viden. Jeg synes at Bjarne Toftegård virker meget faglig kompetent, og han har jo også haft stress tæt inde på kroppen selv.."


Hanne Riis Madsen, personalekonsulent hos OK

"Jeg har brugt Bjarne Toftegård flere gange i forbindelse med workshops for mindre grupper..... Bjarnes måde at formidle på henvender sig til alle, det er tydeligt, han ved hvad det vil sige at have haft stress og han formidler også på en meget konstruktiv måde, krydret med humor, hvad vi hver især kan gøre for at forebygge og afhjælpe stress.....Vores medarbejdere har givet meget positive tilbagemeldinger på disse fyraftensmøder, både vores funktionærer og vores chauffører....Kompetent på det han formidler og underviser i."

 

Praktiskt

Staður: Tórshavn, stað verður upplýst seinni
Dagur:
8. oktober 2012, kl. 9.00 - 15.30

 
Kostnaður: Kr. 2.800 u/mvg (kr. 3.500 v/mvg)
Íroknað: Íroknað kostnaðin er skeið, íblástur, meirvitan og møguleiki fyri at netverka og tosa við onnur, við somu áhugamálum sum tú. Umframt sjálvt skeiðið fært tú morgunmat, døgurða og 2xkaffi við onkrum afturvið.
Mál: Undirvíst verður á føroyskum/donskum.
Tilmelding: Gjalda við FR-VISA  - klikka her! - nógv lættari ;-)

Gjalda við rokning   - klikka her!
Tilmeldingarfreist: So leingi pláss er

 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergisynergi.fo Tel. +298 22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329)

Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.