| Verkstovur |
|
Vel verkstovu her! |
Vel eina av
hesum 4 verkstovum.
|
 |
A -
Karin Jessen - Kenn tína drívmegi |
Motivatión er
fortreytin fyri, at vit hava hug at kýta
okkum eitt sindur eyka og ávirkar hetta
beinleiðis okkara trivna. Í verkstovuni varpar
Karin Jessen ljós á, hvør drívmegi býr í tær
og tínum starvsfeløgum. Hon fer at vísa á,
at motivatión krevst bæði í viðgongd og
mótgongd, og at tað snýr seg um at hava
áræði, sama hvussu gongst tær og fyritøkuni.
Karin Jessen hevur júst útgivið bók um
motivatión og leiðslu. Við dømum úr bókini
fer hon at vísa á, hvussu motivatiónin kann
skapa eitt betri arbeiðspláss - og betri
trivnað og úrslit.
Les meira um Karin undir fyrilestrar.
|
|
 |
B -
Heini Zachariassen - Søla - tað snýr seg um álit og
áhaldni |
Heini
Zachariassen fer í síni verkstovu at leggja
dent á, at tað snýr seg grundleggjandi um at
fara til verka og gera tað, tú ætlar tær. Tá
tú fert til verka, skalt tú hava málið púra
greitt framman fyri tær, og tú mást selja
fyri at skapa vøkstur. Skalt tú skapa álit
millum tínar samstarvsfelagar og tíni
starvsfólk, mást tú eisini halda tíni
lyftir. Taka trupulleikar seg upp, mugu teir
ikki skúgvast undir teppið. Teir mugu takast
upp og loysast.
Heini Zachariassen saknar
viðhvørt, at føroyskar fyritøkur fara meira
miðvíst til verka við tí, tær vilja siga og
gera. Hann gevur boð uppá, hvussu hetta kann
gerast betur.
3 fokusøkir hjá Heina innan sølu:
- Just do it
- Søla, søla, søla
- Fokus, fokus, fokus
Les meira um Heina undir fyrilestrar.
|
 |
C -
Rune Green - Humor í arbeiðslívinum, við
einum smíli á varrunum |
Rune Green
hevur skipað fyri mongum stuttligum
verkstovum, og mál hansara er at vísa á,
hvussu humor kann fáa boðskapin greiðari
fram. Við verkstovuni vil hann vísa, at tað
er lættari at hugsa humoristiskt, øðrvísi og
kreativt, enn vit mangan halda, og eru vit
humoristisk og kreativ, verða boðskapirnir
eisini nógv betur skiltir.
Á verkstovuni
sleppur tú at royna hetta í praksis.
Les um Runa
Green undir fyrilestrar.
|
 |
D -
Snorri Patursson - Kickstarta eitt sunnari
lív |
Við
støði í feskari vísindaligari kostgransking
fer Snorri Patursson at greiða frá, hvussu
tú kanst kickstarta eitt sunnari lív. Kom og
lætt tær um samvitskuna og fá hugskot til,
hvussu tú við bert fáum broytingum, kanst tú
koma í gongd og merkja mun eftir nærum
ongari tíð.
Snorri Patursson fer m.a. at koma við
hugskotum til hvussu tú við einum hektiskum
arbeiðslívi, kanst leggja tær gerandisdagin soleiðis til rættis, at motión
og sunnur kostur verður ein natúrligur partur av
lívinum.
Saman við luttakarunum fer
Snorri at
finna fram til, hvørjar avbjóðingarnar eru á
hesum øki.
Snorri er
proffessiónsbachelor í mati og heilsu við
sergrein í kostfrøði. Hann hevur m.a.
undirvíst í Crossfit í Danmark og Føroyum og
verið tilknýttur sum serfrøðingur til "Kostárið"
í 2011.
|
|