Finn
Nørbygaard hevur havt nógva viðgongd í sínum
lívi, men eisini so stóra mótgongd, at hann
gjørdist tunglyntur. Hetta lýsir hann í
bókini “Tillykke med din krise,” sum hann
gav út í 2007. Í fyrilestrinum fer hann at
greiða frá sínum uppvøkstri sum ættleitt
barn í Esbjerg, hvussu hann hitti Jacob
Haugaard, og hvussu hann fekk sálarkvøl av
at arbeiða seg um koll.
Finn Nørbygaard
greiðir eisini frá, hvussu hann misti allar
sínar pengar, tá fyritøkan IT Factory fór á
húsagang. Hevði hann ikki verið útbúgvin
psykoterapeutur, hevði hann neyvan takklað
kreppuna so væl, sum hann gjørdi.
Húsagangurin var ein dýrur lærupengi, og í
dag takkar hann Stein Bagger, fyrrverandi
stjóra í IT Factory, og Peter Straarup,
forstjóra í Danske Bank, fyri lærupengan.
Finn Nørbygaard,
er kendur danskur skemtari. Hann er útbúgvin
lærari og psykoterapeutur umframt hann
eisini er rithøvundur.
Karin Jessen – Motivatión og vitan skal
tryggja arbeiðsgleði
Motivatión og
vitan skal tryggja okkum arbeiðsgleði. Fokus
er á at skapa eina samveru, har vit eru
motiveraði at hjalpa hvør øðrum til at skapa
framúr góð úrslit og samstundis hava ein
innihaldsríkan og orkufullan arbeiðsdag.
Hvør einasti
persónur á arbeiðsplássinum hevur sjálv/ur
ábyrgd av, um arbeiðsumhvørvið er orkuríkt
ella ikki. Er motivatiónin ikki til
staðar, er kanska neyðugt at broyta bygnaðir
og mannagongdir, so fyritøkan verður
effektivari. Vit eiga at fanga hvønnannan í
at motivera.
Karin Jessen,
konsulentur í sálarfrøði og leiðslu, fer
m.a. at tosa um, hvat fær fólk at fara á
føtur um morgunin og møta upp til arbeiðis?
Hvat motiverar okkum til at arbeiða, og
hvat viðhvørt gevur okkum minni
hug at arbeiða? Ein vitan, sum er
alneyðug at hava hjá leiðarum. Fyrilesturin tekur støði í
einari spildurnýggjari kanning millum 262 fólk.
TILBOÐ upp á bók Karin Jessen
hevur saman við Bo Zoffmann skrivað bókina:
Motivation og ledelse. - vejen til glade
medarbejdere og øget produktivitet. Í
november 2011 varð bókin ummæld á
borsen.dk og fekk hon heilar 4*. Bókin
verður í DK seld fyri 475,00 kr., men í
sambandi við leiðaradagin, kanst tú fáa
bókina fyri 390,00 kr. og so kanst tú
sjálvsagt eisini fáa bókina signeraða.
Karin Jessen er partnari í
konsulentfyritøkuni PS4.
Heini Zachariassen – Leiðarin skal verða
trúboðari
Heini
Zachariassen er íverksetari um ein háls, og
í fimm ár var hann stjóri á fyritøkuni
Bullguard, ið framleiðir teldu trygdarskipanir. Tá
hesi fimm árini vóru liðin í 2008, fór
fyritøkan av álvara at vinna pening, og tá
helt stjórin, at stundin var komin at leita
eftir nýggjum avbjóðingum. Soleiðis er
lyndið í íverksetaranum.
Heini Zachariassen
fer at greiða frá, hvussu umráðandi tað er,
at leiðarin er ein fyrimynd. Syrgir leiðarin
fyri at vera miðvísur og motiverandi, verða
starvsfólkini eisini miðvís og motiverað.
Leiðarin er sum ein trúboðari. Hann skal
boða boðskapin um, at alt fer at ganga, um
arbeiðið annars verður gjørt, og at leiðin
framá er einasta gongda leiðin. Haraftrat
skal leiðarin skapa álit og spjaða
virkishug. Er leiðarin nærlagdur og
fyrireikaður, verða starvsfólkini tað
eisini.
3 fokusøkir hjá Heina innan leiðslu:
- Lyftir skulu
haldast
- Tú mást verða ein fyrimynd
- Alt sum tú gjørt, síggja hini
Rune Green – Humor skapar arbeiðsgleði
Danski
humoristurin Rune Green hevur skrivað
leikrit, leikstjórnað og sjálvur staðið á
palli, síðan hann var 16 ára gamal. Hann
hevur samstarvað við so ymisk fólk sum
klassiskar tónleikarar, lýsingarfólk,
sjónleikarar og vinnulívsfólk úr ymsum
vinnugreinum.
Rune Green er útbúgvin
dramaturgur á universitetinum í Aarhus, har
hann serliga hevði áhuga fyri, hvussu humor
kann brúkast at bera fram boðskapir. Tá hann
einaferð hevði hildið fyrilestur um humor á
einum arbeiðsplássi, gáaði hann eftir, at
leiðarar hava stóran áhuga fyri, hvussu
humor kann skapa størri arbeiðsgleði og geva
arbeiðsplássinum betri umdømi.
Á sín
undirhaldandi og sjálvspeiska hátt fer hann
at vísa á, hvønn týdning humor hevur í
gerandisdegnum, og hvussu t.d. eitt
stuttligt klipp á YouTube kann fáa ein fund
at enda við einum motiverandi láturbrøli.
CoastZone – ein forkunnug og ógloymandi uppliving
CoastZone North
Atlantic er ein professionell føroysk fyritøka, ið
strembar eftir at geva kundum sínum bestu
upplivingarnar. Fyritøkan lagar
upplivingarnar eftir ynskjum og tørvi hjá
feløgum og fyritøkum, og í sambandi við
Ársins Leiðaradag skipar CoastZone fyri
forkunnugari uppliving, sum bara verður fyri
luttakarum á Ársins leiðaradegi.
Í sambandi
við spennandi tiltakið sleppur kappingarmenniskjað í summum uttan iva at
standa sína roynd, men talan er ikki um
vandamikið ella krevjandi tiltak.
Brynjið
tykkum út til eina sera stuttliga løtu,
áðrenn vit fara at reypa á afterparty!
Val av ársins leiðara 2012
Hvørt ár verða
ársins privati og almenni leiðari útnevndir
á Ársins leiðaradegi. Útnevningarnar fara fram
soleiðis, at Synergi heitir á allar
føroyingar um at tilnevna leiðarar til
heiðurin. Ein serkøn dómsnevnd ger so av,
hvør vinnur.
Treytin fyri at
gerast ársins leiðari er, at tú ert ovasti
stjóri í eini fyritøku, á einum stovni ella
í einum felag. Tú kanst eisini hava víst góð
leiðaraevni sum formaður ella forkvinna í
eini nevnd.
Dentur verður í
sambandi við útnevningarnar lagdur á, at
leiðarin hevur víst áræði og dirvi, er
nýhugsandi, hevur givið øðrum leiðarum
íblástur og hevur markerað seg alment.
Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum
íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri
samfelag, betri fyritøkur og
glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.