Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt
 Share
Framsíða - Leiðaradagurin 2012
Skrá
Fyrilestrar
Verkstovur
Tilnevn Ársins Leiðara
Afterparty
Tilmelding
Praktiskt

 

Fleiri myndir frá Ársins Leiðaradegi 2011

klikka her!

 

 

 
Vælkomin
Ársins
Leiðaradagur 2012
Hvat skapar góða leiðslu
- og hvussu verða vit motiverað?

 


Á Ársins Leiðaradegi 2012 verður ljós varpað á, hvat skapar ein góðan leiðara, og hvat motiverar leiðarar og starvsfólk at kýta seg at skapa góð úrslit. Eru góð leiðaraevni viðfødd? Kann góð leiðsla lærast? Hvussu stóran týdning hevur humor í arbeiðslívinum? Hvat gera vit í mótgongd? Og hvat hava rørsla og kostur við leiðslu og motivatión at gera?
 

Finn Nørbygaard verður høvuðsrøðari
Høvuðsrøðari verður kendi, danski skemtarin Finn Nørbygaard, ið arbeiddi so nógv, at hann gjørdist álvarsliga strongdur av tí. Finn er útbúgving fólkaskúlalærari og terapeutur. Síðani 2004 hevur hann arbeitt sum psykoterapeutur umframt sítt arbeiði sum undirhaldari.

Sagt um Finn Nørbygaard:
* Supergóður fyrilestur, vit blivu bæði undirhildin og klókari - Danske Bank
* Tað var ein vælupplagdur og serstakliga erligur Finn Nørbygaard - Lokalavisen.dk
* Tað var super gott - SKAT, Randers
* Vit eru bestemt ógvuliga væl nøgd.
   Fyrilesturin var tankavekjandi og kann so absolut viðmælast - Siemens 

 

Aðrir røðarar
Heðin Mortensen, borgarstjóri og Ársins almenni leiðari 2011 setir dagin.

Karin Jessen, stjóri í fyritøkuni PS4, rithøvundur og konsulentur í leiðslu og sálarfrøði, fer at greiða frá, hvat motiverar starvsfólk m.a. út frá eini stórari kanning, og Heini Zachariassen, íverksetari, ið heldur, at leiðarin er sum ein trúboðari, ið skal motivera starvsfólkini við at vera miðvísur og álítandi.

Rune Green, dramaturgur, fer at greiða frá, hvussu humor kann brúkast á arbeiðsplássinum, og Snorri Patursson, kostráðgevi, fer á verkstovu at vísa á hvønn týdning kostur og rørsla hava fyri motivatiónina og hvussu tú, sum følir teg ikki hava stundir til nógv annað enn arbeiði, við bert smærri broytingum kanst liva eitt sunnari lív.

Hæddarpunktið á degnum er, tá vit velja Ársins leiðarar 2012. Eins og undanfarin ár verða 2  ársins leiðarar kosnir, ein í privata og ein í almenna sektorinum. Í fjør vunnu Ragnar Joensen, stjóri á Marine Harvest, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Spenningurin um, hvør vinnur, er altíð stórur, og hann er ikki minni í ár.

Forkunnug innsløg bara fyri luttakarar á Ársins leiðaradegi
Ymiskt annað er eisini á skránni, eitt nú serligt forkunnugt tiltak við Coastzone, sum heilt vist fer at festa seg í minni. Vit fara sjálvandi ikki at avdúka, hvat hetta er, talan um stuttligan og læruríkan íblástur, sum er settur saman soleiðis, at øll kunnu verða við. Talan verður ikki um krevjandi upplivingar, men væntast kann, at kappingarmenniskjað í summum sleppur at standa sína roynd, og mangt verður ivaleyst at reypa um á veitsluni seinni um kvøldið í
Müllers Pakkhúsi.

Afterparty í Müllers Pakkhúsið
Gleð teg eisini til afterparty, sum í ár verður í hugnaligu og serligu hølunum í Müllers Pakkhúsið, har Tórshavnar kommuna letur dyrnar standa opnar fyri landsins leiðarum. Sjúrður Skaale kemur at stýra kvøldinum.

Frá øðrum leiðaradøgum
 

Thyra Frank, 2011

Heðin Mortensen, 2010

Jón Danielsen - Ársins Leiðari '10

Jenny Petersen - luttakari

 

 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergi@synergi.fo Tel. +298 22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329)

Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.