|
Share
17. & 18. september 2012 |
Hjálparfólk
á dagstovni
- fá
grundleggjandi vitan um arbeiði á dagstovni |
|

|
Arbeiðir tú sum
hjálparfólk á einum dagstovni, ella kundi tú hugsa
tær at roynt hetta? So er hetta skeiðið júst nakað
fyri teg. Sum
hjálparfólk á dagstovni, hevur tú nógvar royndir við
at arbeiða við børnum, men av og á følir tú kanska,
at tær væntar vitan um títt øki og
vitan um, hvussu tú skalt tackla ymiskar støður. Tú ynskir at gera títt
arbeiði til vildar, men ert tó av og á í iva um,
hvat tað besta er at gera, út frá einum
námsfrøðiligum sjónarhornið.
Kundi tú hugsa tær
at fingið meiri vitan um, hvussu børn mennast og
fingið betur skil fyri barnaheiminum yvirhøvur? Og
kundi tú hugsa tær, at fingið íblástur til, hvør tín
serligi leiklutur kundi verið, í sambandi við
námsætlanir og dagliga arbeiði á dagstovninum?
Kom á skeið og fá
innlit, vitan og íblástur til, hvussu tú kanst gera
títt arbeiði uppaftur betur, til gagns fyri børnini
á dagstovninum.
Vælkomin á skeiðið
fyri hjálparfólk á dagstovni!
|
|
1 - 7 ár |
Á
skránni |
|
Lær tað í dag
- og brúka tað beinanvegin!

|
Á
skeiðinum fara vit at leggja dent á menningina hjá
børnum í aldrinum 1-7 ár.
Tú
fert eisini at fáa innlit í, hvat eyðkennir tað
dagliga virksemi á stovninum og hvussu dagurin er
skipaður.
Sum luttakari fært tú eina rúgvu av amboðum við tær
heim, sum tú kanst brúka beinanvegin.
-
Samskiftis amboð,
sum eru vanlig at brúka til at menna samstarvið
millum starvsfólki
-
Námsfrøðilig amboð
at brúka til málsliga menning hjá børnum
-
Námsfrøðilig amboð
at menna sosialu førleikarnir hjá børnum
-
Amboð at brúka til
at fyribyrgja happing
Dagarnir eru skipaðir við fyrilestri, upplegg,
filmi og samskiftið.
|
|
Skeiðleiðari |
Poula
Eidesgaard |
 |
Poula Eidesgaard er útbúgvin námsfrøðingur og
psykoterapeutur.
Hon hevur 20 ára drúgvar royndir sum ráðgevi hjá
Børn og Ung í Tórshavnar Kommunu og eisini sum
leiðari á dagstovni. Hon hevur hildið fleiri skeið,
ráðlegginardagar og fyrilestrar til foreldrafundir á
dagstovnum um t.d. samskiftið, samstarv,
námsfrøðiligar hugsanir í dagligum virksemi á
dagstovnum. |
|
|
Málbólkur |
 |
Skeiðið er ætlað til fólk sum arbeiða sum
hjálparfólk á dagstovnum, tvs. fólk, ið arbeiða við
børnum millum 1-7 ár.
Eisini er skeiðið ætla tær, sum kundi hugsa sær at
arbeitt við børnum á dagstovni, eitt nú um tú
umhugsar at skifta starv ella um tú ert
arbeiðsleys/ur.
|
| |
Praktiskt |
|
Staður: |
Tórshavn - Tvørgøta 13, ovast uppi.
Fitt av trappum eru upp til undirvísingarhølini.
Hetta er gott fyri hjartað, men um tú hevur torført
við at ganga trappur, so sig okkum endiliga frá;-)
|
|
Dagur: |
17. & 18. september 2012 - kl. 09.00 - 15.30 |
|
Kostnaður: |
kr. 2.550,00 u/MVG (kr. 3.187,50 v/MVG)
fyri 2 daga skeið |
|
Íroknað: |
Íroknað kostnaðin er
2
daga skeið, skeiðstilfar, íblástur, meirvitan og
møguleiki fyri at tosa við onnur við
somu áhugamálum sum tú.
Umframt sjálvt skeiðið
fært tú morgunmat, miðmála og kaffi við onkrum
afturvið. |
|
Mál: |
Undirvíst verður á
føroyskum |
|
Treytir fyri
frámelding: |
Treytir fyri frámelding
Møgulig frámelding skal verða skrivlig og hon skal
stílast til Synergi og sendast til
synergi@synergi.fo, ella faxast til 322 329.
Við frámelding verður roknað umsitingargjald á 10%
av fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding – tó í
minsta lagi kr. 500,-.
Kemur frámeldingin seinni enn 30 dagar fyri
skeiðsbyrjan verður roknað eitt gjald uppá 50% av
fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding. 21 dagar
(ella seinni) fyri skeiðsbyrjan verður eingin
afturgjalding. Um tær ikki ber til at vera við, so
ert tú sjálvandi vælkomin at lata plássið til ein
starvsfelaga.
|
|
Tilmeldingarfreist: |
Sí her! |
Tilmelding
- VISA Dankort: |
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og
gjalda við VISA. Tað er nógv lættari ;-) |
Tilmelding
- Rokning: |
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og fáa
rokning.
NB! Minst til at rokning kemur fram á skermin
beinanvegin. |