|

Eitt skeið í samstarvi
millum Synergi og Confex
Share
25. mai 2012 |
Skriva so tað selur
- Fullfíggjaði formulin til
at gera góðar tekstir
|
|
Eitt av
best
umtóktu
skeiðum
hjá Confex
NÚ
í Føroyum
Synergi og Confex
samstarva um bestu
skeiðini hjá
teimum.
|
Tú hevur 7
sekund at geva lesaran ans – hugsa væl um, hvussu tú
brúkar tey.
-
Soleiðis skrivar tú
seljandi tekstir, sum raka beint á málbólkin
-
Lær ítøkiligar
arbeiðshættir, sum draga fram boðskapin
-
Fá mannagongdir,
sum tú kann brúka alt fyri eitt
-
Lær at brúka málið
rætt, tá ið tú skrivar
Hetta skeið
er m.o. til tín, sum skrivar faldarar,
lýsingartekstir, tilboðsbrøv, tíðindaskriv ella
vev-tekstir. Tú fært amboðini at orða tekstir, sum
hóska til tørv málbólksins og sum selja tín boðskap.
|
|
Vek áhugan longu í yvirskriftini |
|
Hetta skeið
gevur tær hópin av hentum amboðum, sum tú kanst
brúka, tá ið tú skalt skriva kveikjandi tekstir.
“Skriva so tað selir” er eitt læruríkt og lætt skilt
skeið um arbeiðshættir, sum tú kann brúka til at
effektivisera og miðsøkja skriving tína.
Skrivligt
samskifti verður alsamt meira týðandi í øllum tættum
av arbeiðslívinum. Meira og meira samskifti er á
skrivt og lesa vit eisini meira sum móttakarar. Tí
er tað sera týðandi, at tú tíðliga vekir ans hjá
móttakaranum, um tú vilt seta títt fingramerki og
verða hoyrd/-ur.
Fá
amboðini og byrja longu í dag
Umframt íblástur og skrivigleði fært tú ítøkilig
amboð, sum hjálpa tær at skriva betur og og at raka
beint í málbólkin. Millum annað:
-
Vitan um
ymsar hættir at byggja upp tekstir – ein einføld
uppskrift við stórum virkningi
-
Arbeiðsløg at hjálpa tær at fanga uppmerksemið
hjá lesaranum
-
Seljandi
tekstir í ymsum greinum
-
Snarskriviskeið til netið – fá boðskapin út
Skjót
tilmelding verður viðmæld
Skeiðið er væl umtókt og talið av plássum er
avmarkað. Tí viðmæla vit skjóta tilmelding. Melda
til
her!
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við
okkum og fáa meira at vita um skeiðið. Ring á tel
322355 ella send t-post á
synergi@synergi.fo.
Vit gleða okkum at bjóða tær og starvsfeløgum tínum
til eitt hugvekjandi og læruríkt skeið
Við blíðum heilsanum
Synergi
Annika Andreasen og Ása Andreasen |
|
|
Málbólkur |
|
|
Skeiðið er á
byrjanarstøði og hóskar til tín, sum skrivar alt frá
faldarum, lýsingartekstum, tilboðsbrøvum og
tíðindafráboðanum til vev-tekstir og tíðindabrøv,
uttan at tú hevur eina bakgrund í samskifti. Á
einfaldan og eldhugaðan hátt vísa vit tær heilt
ítøkiliga, hvat tú skalt gera og hvørjar
arbeiðshættir og hvørji amboð tú kann brúka fyri at
fáa ávirkan hjá móttakaranum. |
|
|
Skrá |
|
|
Vælkomin og innføring
av undirvísaranum Pernille Steensbech Lemée
Einføld uppskrift – stórt
árin!
- Soleiðis málrættar tú títt samskifti – og rakar
beint hvørjaferð
- Lær at brúka grundhugtøkini í retorikki, tá ið tú
skrivar – alt um ethos, logos og pathos
- Kenn tín skrivistíl – hvat slag av høvundi ert tú?
Arbeiðshættir, sum hjálpa
tær at fanga og varðveita ansin hjá lesaranum
- Legg títt samskifti til rættis – soleiðis skapar
tú karmarnar um tín boðskap
- Soleiðis “krøkir” tú lesaran
- Raka málbólkin – lær at fokusera á tað, sum
móttakarin skal fáa burturúr
- Sálarfrøðin handan skriviskipanina – myndlar, sum
virka
Boðskapur og málstílur –
hvussu brúkar tú málið rætt?
- Fá vitan um tær skrivireglur, sum gera, at
teksturin er flótandi
- Soleiðis fært tú ein betri tekst – góðskutrygd og
ritstjórning
- Vald og møguleikar í málinum – brúka tínar
menningarmøguleikar
Seljandi tekstir í ymsum
tekstgreinum
- At siga søgu – soleiðis skapar tú samkenslu
- Fá amboðini at skriva eitt gott sølubræv
- Soleiðis gert tú tíni tíðindabrøv til ómissiligan
lesnað
Snarskriviskeið til netið
- Mangt av tí, sum vit skriva í dag, verður eisini
lagt út á netið. Vit lesa tó úti við 40% seinni á
skíggjanum, og stórir tekstir verða javnan ringir at fáa yvirlit yvir.
- Fylg einføldum reglum fyri at tað skal vera lætt
at skriva og brúka
- Fá lættar leiðbeiningar um, hvussu tú skrivar á
netinum – stutt og gott!
Skeiðið endar
– takk fyri hesaferð!
|
|
|
Tíðir á skeiðsdegnum |
|
|
- Undirvísingin
byrjar kl. 09.00, møtið gjarna 5. min.
áðrenn
- Matarsteðgur
uml. kl. 12.00 - 13.00
- Undirvísingin
endar kl. 16.00
- Steðgir við
kaffi/te o.ø. leskiligum eru bæði fyrrapart og
seinnapart
|
|
Skeiðleiðarar |
|
|

 |
Pernille Steensbach Lemée
Pernille verður høvuðsundirvísari og fer at leiða
okkum gjøgnum dagin.
Pernille er ein av dugnaligastu
samskiftisserfrøðingunum í Danmark. Hon er cand.mag.
í retorikki og films- og miðlavísindi av Lærda
Háskúlanum í Kepmannahavn, og hevur m.a. verið í
starvi sum menningarstjóri í Grandjean Kommunikation.
Pernille er nú sjálvstøðugur samskiftisráðgevi og
arbeiðir á strategiskum og praktiskum støði við bæði
smáum og stórum fyritøkum.
Leif Láadal
Leif Láadal
verður gestaundirvísari á degnum.
Leif er sjálvstøðugur vinnurekandi, journalistur og
teksthøvundur. Hann hevur m.a. arbeitt sum
journalistur á
Dimmalætting, Kringvarpi Føroya,
Vinnuvitan og Rás 2, eins og hann í tíðarskeiðum
hevur arbeitt nógv við lýsingum og lýsingartekstum.
Undirvísingarháttur
Skeiðið bjóðar til virkna luttøku og er grundað á
upplegg, venjingar og sínamillum arbeiði.
|
| |
Praktiskt |
|
Dagur og staður: |
25. mai 2012, 100 Tórshavn
- júst hvar, frættir tú nærri seinni. |
|
Kostnaður: |
Kr. 4.999,00 u/mvg. (kr.
6.248,75 v/mvg.)
NB! Sami prísur sum í
DK |
|
Avsláttur: |
Tekna tit 3 samstundis,
fáa tit 10 % í avsláttur.
Eru tit fleiri enn 3,
ring og fá eitt tilboð. Eisini um tit t.d. kundu
hugsa tykkum hetta skeið ella partar av tí til
tykkara leiðarabólk. |
|
Íroknað: |
Íroknað kostnaðin er
undirvísing, íblástur, meirvitan og møguleiki
fyri at netverka og tosa við onnur, við somu
áhugamálum sum tú.
Umframt sjálvt skeiðið
fært tú gott undirvísingartilfar,
morgunmat, døgurða
og 2xkaffi við onkrum afturvið. |
|
Mál: |
Undirvíst verður á
donskum og føroyskum. |
|
Frámelding: |
Treytir fyri
frámelding
Møgulig frámelding skal verða skrivlig og hon skal
stílast til Synergi og sendast til
synergi@synergi.fo, ella faxast til 322 329.
Við frámelding verður roknað umsitingargjald á 10%
av fullum skeiðgjaldi fyri hvørja frámelding – tó í
minsta lagi kr. 500,-.
Kemur frámeldingin seinni enn 30 dagar fyri
skeið byrjan verður roknað eitt gjald uppá 50% av
fullum skeið gjaldi fyri hvørja frámelding. 21 dagar
(ella seinni) fyri skeið byrjan verður eingin
afturgjalding. Um tær ikki ber til at vera við, so
ert tú sjálvandi vælkomin at lata plássið til ein
starvsfelaga.
Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum og møguligum
broytingum í skránni. Avsláttir kunnu ikki
kombinerast. |
|
Tilmeldingarfreist: |
|
Tilmelding
- VISA Dankort: |
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og
gjalda við VISA. Tað er nógv lættari ;-) |
Tilmelding
- Rokning: |
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og fáa
rokning.
NB! Minst til at rokning kemur fram á skermin
beinanvegin. |
|
|
Tilboð uppá skeið og fyrilestrar inni á tykkara
fyritøku |
|
|
Tørvar tær innanhýsis skeið í fyritøkuni ella at seta
saman ein spennandi dag við dugnaligum
fyrilestrarhaldarum? Set teg í samband við Ásu ella
Anniku á synergi@synergi.fo ella telefon 322355 og fá
nærri at vita. |