Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt


Eitt skeið í samstarvi
millum Synergi og Confex


Share

8. og 9. mai 2012
 


2-daga skeið - Lær nýggjar funkur og arbeið meiri professionelt við:

Pivotskráum
og rapportering í EXCEL 

Tak faldara niður her:


 

Heili

10,64

fekk skeiðið í miðal á vetri 2011
- eftir 13'skalainum

 

  • Ger betri greiningar og frágreiðingar
    við at brúka funkurnar í Pivotskráum
     
  • Spar tíð við snildum snarvegum
    og effektivum arbeiðshættum,
    tá ið tú ger professionellar frágreiðingar
     
  • Ger trygd og dygd betri
    við góðum hættum at innflyta dáta
    úr ymsum keldum og sniðum
 

Tað siga skeiðluttakarar:

Arbeiðir tú við at taka inn og viðgera stórar dátunøgdir og greiningar...

 

“Generelt var tað serliga gott at byrja við ymiskum hentleikum í Excel. Her gav skeiðleiðarin sera nógv góð hint og hetta var viðvirkandi til at skeiðið sum heilt gav mær meira enn eg hevði roknað við áðrenn eg kom á skeiðið."

Ulla Joensen,
fíggjarstjóri á Elektron

--- * ---

 

"Viðhvørt gekk tað nakað skjótt fyri seg, men sum heild eitt fantastiska læruríkt skeið."

Bjørg Danielsen
Bank Nordik

... og kundi tú hugsa tær at ment tínar førleikar og arbeitt meiri effektivt við Excel?

So hava vit skeiðið til tín!
Tú lærir at heinta inn, rudda og dygdartryggja dáta og at brúka møguleikarnar við Pivotskráum soleiðis, at tínar rapportir geva eitt gott avgerðargrundarlag og eru meira professionellar.

Á skeiðnum fært tú:
  • Neyvan kunnleika til Pivotskráir og tips og triks at gagnnýta tær á besta hátt
  • Praktiskar royndir at evna til professionellar rapportir yvir lyklatøl og status
  • Amboð at tryggja høga dygd í samband við at innflyta uttanhýsis dáta
  • Førleikar í trygging av dáta uppá fleiri mátar
  • Vitan um, hvussu tú fært Excel at arbeiða saman við øðrum Office-amboðum

Á skeiðnum verður tú undirvíst/-ur av leiðandi Excelserfrøðingi, sum við íblástri og á námsfrøðiliga góðum grundarlag ger teg føran at brúka funkurnar í Excel á gagnligan og tíðarsparandi hátt.

Fortreytir fyri at vera við
Roknað verður við, at tú ert ein royndur brúkari, og at tú nýtir forritið javnan. Tú ert sjálvlærd/-ur ella hevur í minsta lagið verið á grundskeiði og ynskir at betra tína nýtslu av Excel. Ivast tú í støðinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu Andreasen hjá Synergi.

AVMARKAÐ PLÁSS - Tekna teg longu í dag!
Tað eru avmarkaði pláss á skeiðinum, so tað er eitt gott hugskot, at tekna teg skjótast, fyri at tryggja tær pláss. Tú kanst tekna teg á heimasíðu okkara www.synergi.fo ella ringja á tel. 322 355. Tú ert eisini vælkomin at senda ein teldupost til asa@synergi.fo.

Hevur tú spurningar til skeiðið ella annað, ert tú vællkomin at venda tær til okkara á tlf. 322355 ella um t-post á synergi@synergi.fo.

Vit gleða okkum at bjóða tær til eitt gevandi skeið við nógvum íblástri.

Blíðar heilsanir
Synergi

Ása & Annika

  Málbólkur
  Hetta skeiðið er fyri royndar Excel brúkarar. Roknað verður við, at tú ert ein royndur brúkari, og at tú nýtir forritið javnan. Tú ert sjálvlærd/-ur ella hevur í minsta lagið verið á grundskeiði og ynskir at betra tína nýtslu av Excel. Ivast tú í støðinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu Andreasen hjá Synergi.
 
  Skrá

 

 

 

"Undirvísingarhátturin var professionellur og displineraður"

Menning Geyti
Effo

 

Dagur 1
08.50 Skráseting
09.00 Vælkomin v/Synergi

Soleiðis dygdartryggjar tú innflyting av dáta,
ruddar og viðgerð tøl

  • Lær at inn- og útflyta úr ymsum keldum og í ymsum sniðum
  • Hvussu tekur tú út dáta úr øðrum skipanum við dátufyrispurningum og við at brúka filtur?
  • Soleiðis setir tú Excel saman við onnur Officeforrit
  • Slepp undan feilum við konvertering og import av grunddáta
  • Rudda og skipa í innfluttum dáta

Lær at tryggja tíni dáta

  • Soleiðis tryggjar tú við ketum
  • Lær at tryggja dáta eftir flokking
  • Hvussu tryggjar tú á fleiri niveau’um?
  • Soleiðis arbeiðir tú við Pivotskráum grundaðar á fleiri separatum keldum

Nýt Pivotskráir at greina fíggjarlig dáta

  • Fá ítøkilig triks at skapa og formatera Pivotskráir
  • Lær at dagføra Pivotskráir frá uttanhýsis dátukeldum
  • Soleiðis broytir tú og setir saman í eini Pivotskrá
  • Ger tínar greiningar sjónligar við Pivotmyndum
  • Soleiðis gerst tú arbeiðið meira effektivt við formlum í Pivotskráum
  • Lær hvussu tú dygdartryggjar skráir, fyri at sleppa undan villum, nullvirðum o.ø.
     
16.00 Fyrsti skeiðsdagur er av – takk fyri í dag
Dagur 2
09.00 Hvussu setir tú saman einfaldar og brúkaravinarligar rokniarksmyndlar?
  • Nýtsla av hyperlinks
  • Lær um ad hoc frágreiðingar av lyklatølum og fíggjarligum status
  • Hvussu gert tú einfaldar og brúkaravinarligar frágreiðingartalvur, sum onnur kunnu brúka

Brúka góðar arbeiðshættir at seta saman fleiri rokniørk

  • Soleiðis gerst tú professionellar framløgur og yvirlitsmyndir
  • Soleiðis brúkar tú grafar og trendlinjur til forsagnir
  • Brúka Pivotskráir at taka út viðkomandi dáta (Drill down)

Ger myndlarnar sjálvvirknar

  • Soleiðis gert tú makroir til at arbeiða sjálvvirknar og til dagføring av Pivotskráum og -myndlum
  • Legg makroir í amboðslinjur, skráir og objekt

Samankoyring við onnur Officeforrit

  • Lær at keta tíni Exceldáta saman við frágreiðingum í Word og framløgum í PowerPoint

Ráð og triks til lættar snarvegir og funkur

  • Set inn ymiskar og gagnligar funkur
  • Lær góðar og tíðarsparandi snarvegir
  • Fá ítøkilig hugskot og arbeiðshættir til at effektivisera rutinuarbeiði
15.30 Skeiðið er av – takk fyri hesaferð
  Tíðir á skeiðsdøgunum
 
  • Skráseting kl. 08.50
  • Undirvísingin byrjar kl. 09.00
  • Matarsteðgur uml. kl. 12.00 - 13.00
  • Undirvísingin endar kl. 16.00 fyrra dagin, seinna dagin kl. 15.30.
  • Steðgir við kaffi/te o.ø. leskiligum eru bæði fyrrapart og seinnapart

Skeiðleiðari

Ernst Lohse

 

Undirvísari er Ernst Lohse, sum hevur verið í Føroyum fleiri ferðir fyrr.

Ernst undirvísir fyri Confex í Danmark á hesum skeiðinum og tey fáa har sera góðar afturmeldingar uppá skeiðini. Hann er ein sera royndur og jaligur undirvísari, sum dugur at undirvísa á øllum niveaum.

  Melda til longu í dag
  á www.synergi.fo/tilmelding.htm. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á tel. 322 355 ella við t-posti til synergi@synergi.fo. Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomnum til tveir eggjandi og lønandi skeiðsdagar.

Blíðar heilsanir
Synergi saman við Confex Danmark

 

  Praktiskt
Staður: Í hølunum hjá Synergi, Tvørgøta 13, 100 Tórshavn. Fitt av trappum eru upp til høli, so sig vinarligast frá, um tú ikki fært gingið trappur.
 
Dagur:

8. og 9. mai 2012

Kostnaður: kr. 9.499,00 u/mvg. (11.873,75 v/mvg.) NB! Sami prísur sum í DK
Avsláttur: Tekna tit 3 samstundis, fáa tit 10 % í avsláttur.
Eru tit fleiri enn 3, ring og fá eitt tilboð.
Teldur: NB! Til skeiðið skalt tú ikki hava tína egnu teldu við, tú fært teldu á staðnum.
Undirvíst verður í 
Office 2010, men hevur tú Office 2007, so ber væl til at fylgja við.
Íroknað: Íroknað kostnaðin er 2 daga undirvísing, íblástur, meirvitan og møguleiki fyri at netverka og tosa við onnur, við somu áhugamálum sum tú. Umframt sjálvt skeiðið fært tú gott undirvísingartilfar, frokost og 2xkaffi við onkrum afturvið.
Mál: Undirvíst verður á donskum.
Frámelding: Treytir fyri frámelding
Møgulig frámelding skal verða skrivlig og hon skal stílast til Synergi og sendast til synergi@synergi.fo, ella faxast til 322 329.

Við frámelding verður roknað umsitingargjald á 10% av fullum skeiðgjaldi fyri hvørja frámelding – tó í minsta lagi kr. 500,-.

Kemur frámeldingin seinni enn 30 dagar fyri skeið byrjan verður roknað eitt gjald uppá 50% av fullum skeið gjaldi fyri hvørja frámelding. 21 dagar (ella seinni) fyri skeið byrjan verður eingin afturgjalding. Um tær ikki ber til at vera við, so ert tú sjálvandi vælkomin at lata plássið til ein starvsfelaga.

Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum og møguligum broytingum í skránni. Avsláttir kunnu ikki kombinerast.
 
Tilmeldingarfreist: Sí her!
Tilmelding
- VISA Dankort:
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og gjalda við VISA. Tað er nógv lættari ;-)
Tilmelding
- Rokning:
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og fáa rokning.
NB! Minst til at rokning kemur fram á skermin beinanvegin.
  Tilboð uppá skeið og fyrilestrar inni hjá tykkum
  Tørvar tær innanhýsis skeið í fyritøkuni ella at seta saman ein spennandi dag við dugnaligum fyrilestrarhaldarum? Set teg í samband við Ásu ella Anniku á synergi@synergi.fo ella telefon 322355 og fá nærri at vita.
 

 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergisynergi.fo Tel. +298 22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329)

Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.