|
13.
juni 2012 |
Mindfulness |
|
Finn leiðina til at stilla betur inn – og til
andligt yvirskot
- Fá virkin
amboð at skapa frið, javnvág og yvirskot í einum
rokutum gerandisdegi
- Lær at gagnnýta egið tilfeingi betur og fá meira
orku
- Hvess evnini at síggja tingini úr nýggjum
sjónarhorni – við víðskygdum eygum
- Vek aftur sambandið til, hvør tú ert og hvat tú
vilt
- Ávirka arbeiðsumhvørvið jaliga og finn aftur alt
tað, sum tú kann bjóða sum starvsfólk |
Fá
íblástur frá teimum, sum altíð hava yvirskot
Listin kann
lærast! Stýr stillisliga og medvitað í einum rokutum
gerandisdegi og steðga at renna um kapp við tíðina,
langar ger-hetta listar, ringa samvitsku og støðug
avbrot. Fá íblástur frá Mindfulness - Sinnisnærveru – ein tann
mest virkni arbeiðshátturin í okkara tíð, serliga
sniðgivin at økja um evnini at avrika, varðveita
savningina, fyribyrgja strongd og menna tína arbeiðs-
og lívsgleði. Arbeiðshættirnir eru einfaldir og
greiðir – ómetaliga virknir – og kunnu brúkast hvønn
dag.
Tað, sum tú fært burturúr:
-
Fá
kunnleika til ómedvitað tilfeingi og ótilvitaða
orku – og fá eyka yvirskot
-
Lær at
handfara strongd – finn friðin og javnvágina í
einum avbjóðandi gerandisdegi
-
Lær at
savna teg betri og at gerast meira virkin í
tínum arbeiðsuppgávum
-
Fá betri
sjálvsinnlit og fá størri medvit um tín atburð
-
Finn
aftur á sambandið til, hvør tú ert, og hvat tú
ynskir
-
Menn
evnini at vera í løtuni, at liva í
nú'inum og fá størri frælsi og
nøgdsemi í gerandisdegnum
-
Hvess
evnini at síggja tingini úr nýggjum sjónarhorni
– við víðskygdum eygum
-
Finn
aftur á tilfeingið sum starvsfólk – og ávirka
arbeiðsumhvørvið jaliga
Finn vegin til meira megi
-
Tak
persónliga ábyrgd av, at tað verður ein góður
dagur
-
Varðveit
friðin og ven andadráttin
-
Trúgv
uppá, at tað skal ganga!
|
|
|
Á skránni |
|
Eitt av
populerastu
skeiðunum hjá Confex í Danmark í løtuni |
|
08.30 |
Skráseting og
morgunbreyð við kaffi/te |
|
09.00 |
Undirvísarin bjóðar vælkomin |
|
|
Hvat er
Mindfulness - Sinnisnærvera – og hví virkar tað?
-
Grundreglurnar í Sinnisnærveru – tín
vegleiðing til eftirsketni, betri
konsentratión og størri yvirkskot
-
Lær at stilla á løtuna! Steðga
sjálvvirkandi tankastreyminum og gagnnýt
tínar eginleikar til fulnar
-
Fá betri fatan av samanhanginum millum
tankar, kenslur og gerðir
-
Menn tína orku og fá samband við størri
andaligt tilfeingi
Lær at stýra
stillisliga og medvitað í einum strævnum
gerandisdegi – ítøkilig ráð og amboð
-
Lær at handfara strongd og fá størri
lívsvirði
-
Ítøkiligar mannagongdir, sum skapa frið,
javnvág og yvirskot i einum avbjóðandi
gerandisdegi
-
Soleiðis tekur tú tær av mest vanligu
ófriðarkeldunum á arbeiðsplássinum
-
Menn evnini at stilla inn og at savna teg –
eisini tá ið nógv er um at vera
-
Skapa eina betri javnvág millum arbeiði
og frítíð: Hættir at finna frið, tá ið
tú hevur frí
Menn samstarvið við
onnur – fá javnvág millum tín tørv og tørv
hjá øðrum
-
Ger títt sjálvvirði sterkari – lat
innara tilfeingið upp og fá atgongd til
óbrúktar eginleikar
-
Nýt sinnisnærveru í sambondunum við
starvsfelagar, leiðarar og
samstarvsfelagar
-
Betri sambond byrja við betri tonkum –
hvussu gert tú tað?
-
Slepp neiligum atburði og brót niður
mentalar forðingar
Soleiðis brúkar tú
Mindfulness - Sinnisnærveru í gerandisdegnum – ítøkilig
amboð og ítøkiligir arbeiðshættir
-
Sinnisnærvera í verki – hvat skalt tú
gera? Tú kanst røkka stórum bata við
smáum tøkum.
-
Ven evnini at vera til staðar í
kroppinum: Fá samband við teg sjálva/-n
og brúka títt tilfeingi á besta hátt
-
Hugskot til venjing í gerandisdegnum:
Arbeiðshættir til meditatión, sum kunnu
brúkast í tínum egna arbeiðsdegi
-
Forðingar í venjing av sinnisnærveru –
soleiðis vinnur tú á teimum
|
|
|
Takk fyri
hesuferð ;-) |
| |
|
|
|
Skeiðleiðari |
Charlotte Fruergaard |
|
 |
Charlotte Fruergaard er venjari í Sinnisnærveru,
jogalærari og MBTI- og EI-lærd coach við bæði
heimligum og altjóða royndum. Hon hevur í mong ár
arbeitt við privatum fyritøkum og almennum stovnum,
og seinastu 17 árini hevur hon undirvíst uml. 4.000
fólkum í persónligari menning.
Hon er kend og vird í vinnulívinum fyri
viðurkennandi undirvísingarhátt og fyri at kunna
seta arbeiðshættirnir í Sinnisnærveru í beinleiðis
samband við arbeiði og gerandislív á ein ítøkiligan,
veruleikakendan og dagliga nýtiligan hátt. Tað
tryggjar stórt avkast og nýtilig amboð fyri øll.
|
| |
Praktiskt |
|
Staður: |
Tvørgøta 13, 100 Tórshavn
|
|
Dagur: |
13. juni 2012
Morgunmatur og skráseting frá 8.30 - 9.00. |
|
Kostnaður: |
kr. 4.499 u/mvg. (kr.
5.623,75 v/mvg.)
NB! - Sami kostnaður sum
í DK - og tú
sparir virðismikla tíð, ferðakostnað,
dagpengar, uppihald v.m. |
|
Íroknað: |
Íroknað kostnaðin er skeið, skeiðstilfar, íblástur, meirvitan og møguleiki
fyri at netverka og tosa við onnur við somu
áhugamálum sum tú.
Umframt sjálvt skeiðið
fært tú
morgunmat, døgurða
og 2xkaffi við onkrum afturvið.
|
|
Mál: |
Undirvíst verður á
donskum. |
Tilmelding
- VISA Dankort: |
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og
gjalda við VISA. Tað er nógv lættari ;-) |
Tilmelding
- Rokning: |
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og fáa
rokning.
NB! Minst til at rokning kemur fram á skermin
beinanvegin. |
|
Treytir fyri
frámelding: |
Treytir fyri frámelding
Møgulig frámelding skal verða skrivlig og hon skal
stílast til Synergi og sendast til synergi@synergi.fo,
ella faxast til 322 329.
Við frámelding verður roknað umsitingargjald á 10%
av fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding – tó í
minsta lagi kr. 500,-.
Kemur frámeldingin seinni enn 30 dagar fyri skeiðsbyrjan verður roknað eitt gjald uppá 50% av
fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding. 21 dagar
(ella seinni) fyri skeiðsbyrjan verður eingin
afturgjalding. Um tær ikki ber til at vera við, so
ert tú sjálvandi vælkomin at lata plássið til ein
starvsfelaga.
|
|
|
Onnur tilboð frá Synergi |
|
|
Tørvar tær innanhýsis skeið í fyritøkuni ella at seta
saman ein spennandi dag við dugnaligum
fyrilestrarhaldarum? Set teg í samband við Ásu ella
Anniku á synergi@synergi.fo ella telefon 322355 og fá
nærri at vita.
|