Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt


Ein temadagur í samstarvi
millum Synergi og Confex


Share

27. apríl 2012

Motivatión og effektiv mál


v/Chris MacDonald

 

 

Eftirmetingin í FØ
á vári 2011:

Í miðal 

11,68

eftir 13'skalainum

 


 

 

Hetta søgdu luttakararnir
seinast Chris
var í Føroyum

Chris nýtti áhugaverdar mátar
at undirvísa í, soleiðis at eg helt mína konsentratión í fleiri tímar,
uttan at "logga av" og byrja at telja
lampur í loftinum o.l.
tí eina einastu ferðina!

Dánial Petersen

 

Innihaldið var sera áhugavert.
Meiri enn tað vanliga
"motión, grønmeti
og grønar bananir" :)

Rúni Brimvík, Formula

 

 

 

 

 

Vit kenna øll Chris MacDonald, hava sæð hann óteljandi ferð í sjónvarpinum og lisið um hann í bløðunum. Nú hevur tú møguleikan at síggja og hoyra hann LIVE ein heilan dag.

Við brennideplinum á tveimum av mest týðandi fortreytunum fyri arbeiðsgleði og íblástur – evnini at varðveita motivatiónina og evnini at seta effektiv mál – eru vit sera fegnar um at Chris MacDonald aftur hevur hug at venda nøsina norðureftir til Føroya, har hann kemur at leiða ein temadag um motivatión og at seta sær effektiv mál, sum geva meining og ikki minst halda. Gleð teg til ein sera inspirerandi og gevandi dag, har  tú fert heim við fult av amboðum at halda motivatiónina í topp og at seta tær effektiv mál.

Konsentratión, orka og vælvera

Intensivur temadagur við Chris MacDonald

Hesin intensivi temadagur við einum tí mest motiverandi fyrilestrarhaldarum í Danmark, Chris MacDonald, setir brennidepilin á tvær av mest týðandi fortreytunum fyri arbeiðsgleði okkara – eginleikarnir at varðveita motivatión og at seta effektiv mál.

Eftirmetingin í FØ á vári 2011:

Í miðal 

11,68

eftir 13'skalainum

 

Hetta søgdu luttakararnir á skeiðinum í apríl 2011

Prát við Birgir Hansen, fangavørð og venjari hjá kvinnunum í Sunsetkappingini hjá Neistanum

Prát við Dánial Petersen, ið var tann fyrsti at tekna seg til Chris MacDonald skeiðið í apríl 2011

 

Prát við Turið Horn, ið var sera glað aftaná skeiðið í apríl 2011

 

 

   Hetta søgdu luttakararnir í eftirmetingini



Frá eftirmetingini

"Hann er stuttligur, vitandi, frekur, inspirerandi og provokerandi. So er hann eisini nærverandi og persónligur. Eitt fantastiskt upplivilsi, sum gjørdi meg "høgan" í fleiri dagar.... "

Guðny Vang

“Eitt fantastiskt upplivilsi sum eg kann liva leingi uppá. Sjálvt nú, knapt 14 dagar eftir fyrilesturin kemur mær nógv til hugs frá fyrilestrinum sum fær meg at trekkja uppá smílibandi :)"

                                                                                      Margrét Bech, TAKS

“Kundi gott hugsað mær aftur at luttikið á skeiðnum. Eg haldi, at hann er fantastiskur. Eitt sera positivt menniskja at lurta eftir.”

                                                  Rúna Hentze, Bank Nordik

Aktivur, so har var ongin tjansur at "durva" og stutt ímillum pausunar, til at strekkja beinini...Haldi at øll høvdu havt gott av at verið til eitt skeið hjá Chris MacDonald... Hann far øll upp úr sofuni :)  

Súsanna Køtlum, Salong Madonna

  Temadagurin er settur saman av 3 høvuðsevnum



 

"Hann er stuttligur, vitandi, frekur, inspirerandi og provokerandi. So er hann eisini nærverandi og persónligur. Eitt fantastiskt upplivilsi, sum gjørdi meg "høgan" í fleiri dagar.... "

Guðny Vang






 

 

  1. Styrk hugin til títt arbeiði – finn tína drívmegi

    Chris MacDonald bjóðar tær av at seta orð á tað, sum motiverar teg, og á tað, sum fær teg úr songini um morgunin. Ein av mest týðandi fortreytunum fyri, at vit við góðum huga fara til arbeiðis er, at vit vita, hvat eggjar okkum. Tá ið tú veit, hvat ið motiverar teg, kanst tú fokusera á tað og tann vegin fáa uppaftur størri arbeiðsgleði.

     

  2. Finn lykilin til egna toppmotivatón og egið toppavrik

    Í einum gerandisdegi, har vit hava nógv um at vera, gloyma vit lættliga, at fyri at tað skal eydnast fyri okkum, er tað ikki nóg mikið at fokusera á sálarligu støðuna. Chris MacDonald bjóðar tær av, at seta bæði likam og sinni á dagsskránna. Hann metir um tína vælveru og gevur tær ítøkilig amboð, so at tú kann fara bæði til arbeiðis og heimaftur við fullari skjáttu av orku.
     

  3. Set effektiv mál  - og røkk teimum!

    Tú ert helst ikki í iva um, hvørjum tú vilt røkka til arbeiðis og heima. Kortini kann tað vera trupult at síggja og røkka tí, tú fegin vilt klára. Viljin er har – men hvussu førir tú eina avgerð til enda og skapar eina varandi broyting? Chris MacDonald tekur teg fyrstu stigini á vegnum og gevur tær amboðini at koma allan vegin á mál.

  Hetta fært tú burturúr


 


Íblástur, motivatión, møguleikar og arbeiðshættir

Við sínum framúr evnum at geva øðrum íblástur at broyta teirra lív, fáa tú og starvsfelagar tínir møguleikan at flyta tykkara arbeiðslív rætta vegin, og tit fáa eina uppliving, sum tit seint fara at gloyma. Chris gevur tær innlit í, hvussu tit seta tykkum verulig mál, og hvussu tú leggur til rættis soleiðis, at tú eisini røkkur málunum.

Tú fært nakað at hugsa um og tú fært íblástur og amboð, sum gera tað møguligt fyri teg ella títt arbeiðsumhvørvi at taka tað týðandi fetið á vegnum, sum gevur tykkum eitt arbeiðslív við meiri orku, størri effektiviteti og størri arbeiðsgleði – bæði í við- og mótráki.

  Ársins motivator


Chris MacDonald er sera væl umtóktur millum kundar hjá Confex – tí vann Chris í 2009 prísin "Årets Motivator 2008". Hann hevur eisini verið nomineraður fleiri ferðir og er tí millum bestu undirvísarar hjá Confex.

  
  Hvussu gongur dagurin fyri seg?

 


Temadagurin er skipaður við tvívegis uppleggum frá Chris MacDonald, og allan dagin er tað møguligt at seta spurningar, sum Chris svarar.
 
  Málbólkur



 


Hesin temadagur er skræddaraseymaður til tín, sum ynskir virkin amboð at náa tínum málum. Dagurin vendir sær í stóran mun eisini til tín, sum ynskir íblástur at varðveita motivatiónina og arbeiðsgleðina í gerandisdegnum. Temadagurin er við øðrum orðum til øll í fyritøkuni, um tú ert leiðari og vilt geva víðari boðskapin um motivatión og mál til tíni starvsfólk – ella tú ert starvsfólk og vilt hava íblástur og eitt vinarligt skump rætta vegin tá tað ræður um sunnan lívsstíl, motivatión og at seta mál.

Kom einsamøll/-mallur ella tak starvsfelagarnar við og fá eina uppliving út um tað vanliga við fokus á motivatión og at seta mál.

  Leiðari á temadegnum: CHRIS MACDONALD


Chris MacDonald er kendur í Norðurlondum og altjóða fyri inspirerandi evnislestrar um leiðslu, coaching, teambuilding og sunnan livsstíl – og fyri at vera við í ymsum sjónvarpssendingum og sum fastur greinaskrivari í Politiken hvønn sunnudag.
 
 

Tíðir á temadegnum

 
  • Morgunmatur og skráseting kl. 08.30-09.00
  • Dagurin byrjar kl. 09.00
  • Matarsteðgur kl. 12.00 - 13.00
  • Dagurin endar kl. 16.00
  • Steðgir við kaffi/te o.ø. leskiligum eru bæði fyrrapart og seinnapart
  Melda til longu í dag
  á www.synergi.fo/tilmelding.htm. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á tel. 322 355 ella við t-posti til synergi@synergi.fo. Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomin til ein eggjandi og lønandi skeiðsdag.

Blíðar heilsanir
Synergi
- saman við Confex Danmark

 

  Onnur tilboð frá Synergi
  Tørvar tær innanhýsis skeið í fyritøkuni ella at seta saman ein spennandi dag við dugnaligum fyrilestrarhaldarum? Set teg í samband við Ásu ella Anniku á synergi@synergi.fo ella telefon 322355 og fá nærri at vita.

Les meira her um okkara innanhýsis skeið!
 

  Praktiskt

Staður:

Hotel Føroyar

Dagur:

27. apríl 2012 - 09.00 - 16.00
- Morgunmatur og skráseting millum kl. 08.30 - 09.00.

Kostnaður:

kr. 3.299 u/mvg. (4.123,75 v/mvg.) NB! Sami prísur sum í DK.
Avsláttur: Eru tit fleiri enn 3, ið tekna tykkum saman, tosið við okkum um tilboð. Avmarkað pláss.

Íroknað:

Íroknað kostnaðin er ein heilur dagur við kenda motivatorinum Chris MacDonald, íblástur, meirvitan og møguleiki fyri at netverka og tosa við onnur, við somu áhugamálum sum tú. Umframt sjálvt skeiðið fært tú morgunmat, døgurða og 2xkaffi við onkrum afturvið.

Mál:

Undirvíst verður á donskum.

Frámelding:

Treytir fyri frámelding
Møgulig frámelding skal verða skrivlig og hon skal stílast til Synergi og sendast til synergi@synergi.fo, ella faxast til 322 329.

Við frámelding verður roknað umsitingargjald á 10% av fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding – tó í minsta lagi kr. 1000,-.

Kemur frámeldingin seinni enn 30 dagar fyri skeiðsbyrjan verður roknað eitt gjald uppá 2.000 kr. fyri hvørja frámelding. 21 dagar (ella seinni) fyri skeiðsbyrjan verður eingin afturgjalding. Um tær ikki ber til at vera við, so ert tú sjálvandi vælkomin at lata plássið til ein starvsfelaga.

Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum og møguligum broytingum í skránni. Avsláttir kunnu ikki kombinerast.
 

Tilmeldingarfreist:

Sí her!

Tilmelding
- VISA Dankort:

Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og gjalda við VISA. Tað er nógv lættari ;-)

Tilmelding
- Rokning:

Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og fáa rokning.
NB! Minst til at rokning kemur fram á skermin beinanvegin.

 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergisynergi.fo Tel. +298 22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329)

Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.