Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt

29. feb. - 2. mars 2012
FULLTEKNAÐ

6. - 8. juni 2012
PLÁSS EFTIR

 

Bókhaldsskeið
- frá grundini
 

Sagt um Tummas, undirvísaran

"Tummas dugdi heilt fantastiska væl - eitt stórt rós til hansara."

Jan Danielsen, stjóri Heilsutrygd

--- " ---

"Hann er sera dugnaligur"

luttakari

Kom og lær teg bókhald frá grundini uppá 3 dagar

Kundi tú hugsað tær at fingið innlit í bókhald heilt frá grundini? At lært um debet og kredit, kassaroknskap, MVG, vøruroknskap, kontobygna o.m.a.?

Uppá 3 dagar lærir tú alt tað mest grundleggjandi, tú hevur fyri neyðini at vita, fyri at koma í gongd.

Skeiðið er sera viðkomandi fyri teg, sum eitt nú hevur egið virkið, arbeiðir á skrivstovu ella fyri teg, sum kundi hugsa tær at arbeitt innan bókhald ella á skrivstovu. Eisini er skeiðið gott fyri teg, sum bara kundi hugsað tær at fingið fríska vitanina upp ella kent meiri til bókhaldshugtøkini.

Tú lærir um øll tey vanligu grundleggjandi bókhaldshugtøkini. Tvs. líka frá hvat debet og kredit er til kontobygna, kassaroknskap, skuldarar, ognarar, MVG, roknskaparuppseting v.m.
  Eingin forkunnleiki krevst

Skeiðið krevur ongan forkunnleika, undirvíst verður á byrjanarstøði. Tú lærir alt frá grundini, so øll kunnu verða við.

Úrtøka

Tú fært grundleggjandi fatan um bókhald og vil aftaná skeiðið verða nógv betur før/ur fyri at arbeiða við bókhaldið umframt tú kanst fara í gongd við evt. egið minni bókhald. Á skeiðinum sleppur tú m.a. at royna at bóka í føroysku bókhaldsskipanini Sirius, sum fleiri bókhaldarar brúka.
 

  Málbólkur
 

Skeiðið er sera viðkomandi fyri øll, sum eitt nú hava egið virkið, arbeiða á skrivstovu ella fyri fólk, sum kundu hugsa sær at arbeitt innan bókhald ella á skrivstovu ella bara halda, tey mangla eitt sindur av vitan innan evni. Harumframt er skeiðið eisini egna til fólk, ið hava lært um ella arbeit við bókhaldi áður, men eru komin burtur frá tí og sostatt kundu hugsað sær at fingið fríska vitanina uppaftur.

 

Á skránni

 Debet

Kredit

MVG

Kassi

Skuldarar

Kontobygnaður...

- Grundleggjandi fatan av bókhaldi
- Góðir bókhaldssiðir og týdningurin av regluligum bókhaldsarbeiði
- Dupulti bókhaldshátturin (Ogn, Skuld, Eginpeningur, Kontuhugtakið)
- Kontobygnaður
- Vøruroknskapur og kostnaður í handilsvirkjum
- Kassaroknskapur
- MeirVirðisGjald - MVG
- Ognarar og Skuldarar
- Roknskaparuppgerð og roknskaparuppseting
 
Skeiðleiðari Tummas Jacobsen

Sagt um Tummas

--- " ---

"Mær dámar hann so væl, alt er bara í ordan, tá Tummas undirvísur..."

Tummas dugdi sera væl at greiða frá og var nemmur at skilja. Eisini gav hann sær stundir til at hjálpa, um ein hevði tørv á tí.

Asta Østerø, Heilsutrygd

Tummas hevur drúgvar royndir sum undirvísari, og hann er sera væl dámdur.

Umframt at Tummas hevur undirvíst í bókhaldið fyri okkum áður við sera góðum eftirmetingum, so er hann eisini ein av okkara væl dámdu undirvísarum í telduskeiðum.

Synergi hevur eina nútímans teldustovu, so hava tit tørv á onkrum serligum telduskeiðið, ber eisini til at fáa eitt gott tilboð, har bert tykkara starvsfólk luttaka. Skeiðið verður skræddaraseyma just til tykkara. Vit hava javnan slík telduskeið innan nærum øll forrit í Officepakkanum umframt onnur skeið, ið einki hava við teldur at gera;).

Ring ella skriva til okkara um gott tilboð, um tit hava tørv á onkrum skeiðið bert til tykkara starvsfólk. Tlf. 322355, teldupost synergi@synergi.fo.

 

Praktiskt

Staður:

Tórshavn

Dagur:

6. - 8. juni 2012, kl. kl. 9.00 - 15.30

Kostnaður: kr.  7.180 + mvg. ( kr. 8.975 v/mvg.)
Íroknað: Íroknað kostnaðin er 3 daga skeið, brúk av teldum, tilfar, geymi, íblástur, meirvitan og møguleiki fyri at netverka og tosa við onnur, við somu áhugamálum sum tú. Umframt sjálvt skeiðið fært tú døgurða og 2 x kaffi við onkrum afturvið allir dagarnar.
Mál: Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding: Gjalda við FR-VISA  - klikka her! - nógv lættari ;-)

Gjalda við rokning   - klikka her!

 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergisynergi.fo Tel. +298 22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329)

Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.