|
ICDL
teldukoyrikortið hevur altjóða støði innan
kt-førleikamenning.
ES hevur blástemplað ICDL/teldukoyrikort®
sum verandi tað teldukoyrikortið, sum allir
íbúgvar í ES áttu at havt. ICDL er eitt aðalkrav
innan fyri kt-brúkarakunnleika, herímillum
kt-greining, -frálæru og -prógv. Meira enn 9 mio
europearar hava tikið ICDL, sum er útbreitt í
172 londum runt í heiminum - og kann ICDL av
hesi orsøk sigast at vera tann størsta altjóða
framgongd innan fyri útbúgvingarøkið nakrantíð.
Modul
ICDL/teldukoyrikort® er
sett saman av 7 modulum, sum skulu klárast
innanfyri eitt tíðarskeið á 3 ár. Próvtøkurnar í
teimum einkultu modulunum eru samansettar av 36
spurningum, har minst 75% av spurningunum skulu
verða rætt svaraðir fyri at standa royndina.
|
ICDL
- teldukoyrikort |
ICDL
- teldukoyrikort - basic |
|
-
Modul 1 - KT-kunnleiki
-
Modul 2 - Stýriskipan (Windows)
-
Modul 3 - Tekstviðgerð (Word)
-
Modul 4 - Rokniark (Excel)
-
Modul 5 - Databasa (Access)
-
Modul 6 - Framløga (PowerPoint)
-
Modul 7 - Internet og teldupostur (Outlook)
|
-
Modul 2 - Stýriskipan (Windows)
- Modul 3 - Tekstviðgerð(Word)
- Modul 4 - Rokniark (Excel)
- Modul 7 - Internet og teldupostur (Outlook) |
Eisini ber væl til bert at taka einkult modul,
og tað er eingin treyt at fara upp til
próvtøku, um áhugi ikki er fyri tí.
Skills card og førleikamál
Fyri at verða
við í undirvísingini og fara til roynd krevst
eitt sonevnt "skills card", sum kann keypast frá
Synergi. Skills card'ið vísir hvørji ICLD-modul
hvør einstakur hevur klárað. Tá ið tey
fýra modulini, sum hoyri til basic
teldukoyrikortið eru klárað, kann luttakarin fáa
eitt prógv uppá basic koyrikortið. Og um øll 7 modul
eru klárað, verður skills card'ið býtt um við
eitt ICLD-prógv.
|