Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt


Eitt skeið í samstarvi
millum Synergi og Confex


Share

Byrjar í oktober!

Undirvísingardagar:
- 4. november 2011
- 20. januar 2012
- 30. mars 2012

Intensiv útbúgving fyri

samskiparar, skrivarar og hjálparfólk
- fá prógv uppá tínar førleikar

Tak faldara niður her:

 

Fyll amboðskassan

 

Størri slagmegi

 

Størri motivatión og arbeiðsgleði

 

Fokus á styrkir og avbjóðingar

 

Fá eina serliga og persónliga útbúgvingartilgongd, har brennidepilin er settur á teg og tína persónligu og fakligu menning. Tú verður betur búgvin og víðariment/-ur innan mest viðkomandi økini í tínum starvi. Tú fert at trívast uppaftur betur í starvinum og verður styrkt/-ur sum sparringspartnari hjá bæði leiðara og starvsfeløgum.

Útbúgvingin er løgd til rættis sum ein samanrenning av undirvísing, coaching og sjálvlesnaði, so tú kanst fáa lærutilgondina at passa inn í ein gerandisdag, har nógv er at gera.

Afturmeldingarnar siga, at hetta er tann besta lærutilgongdin.

Tað, sum tú fært burturúr er m.a.:

  • Ein fyltan amboðskassa, soleiðis, at tú betur kanst stýra í einum rokutum gerandisdegi

  • Styrktar førleikar í samskifti, samstarvi og ósemjuhandfaring, sum tilsamans geva tær størri slagmegi

  • Størri motivatión og arbeiðsgleði

  • Fokus á styrkir og avbjóðingar – og eina ætlan fyri framtíðar mál

  • Prógv við tínum førleikum

Við útgangsstøði í egnari styrki verður tú uppaftur betri í samstarvinum við onnur fólk.

Skapa tær eitt gott netverk
- tað er stuttligt, og tú fært gleði av tí!

Longu fyrsta undirvísingardagin verður tú partur av einum netverksbólki. Tit kunnu brúka hvønn annan so hvørt, og líka so týdningarmikið er tað, at tit kunnu minna á mál og menningarøki og sparra við hvønn annan í gerandisdegnum.

Í útbúgvingini kanst tú eisini seta spurning-ar til høvundar og undirvísarar, so tú situr ongantíð eina við nýggja tilfarinum. Hevur tú spurningar um útbúgvingina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á Synergi.

Vælkomin til eina spennandi menningar-tilgongd!

Blíðar heilsanir

Annika og Ása
Synergi
 

 

Set gongd á allar førleikarnar

 

Faklig og persónlig menning

- tá


hevur
stundir

 

Nýggj og dagførd skrá

Modul 1: Persónligur effektivitetur og megi
Modul 2: Samskifti og slagmegi
Modul 3: At handfara ósemjur og strongd
Modul 4: Verkætlanarsamskipan og samstarv
Modul 5: Kreativitetur í gerandisdegnum
Modul 6: Positiv sálarfrøði, motivatión og arbeiðsgleði

Liðilig og málrættað útbúgving yvir 6 mánaðir

  • 3 undirvísingardagar

  • 6 lærubøkur

  • 2 coachingar

Prát við Unu, Súsonnu og Sólrun, ið luttóku á útbúgvingini 2010/2011:

 

  Málbólkur


Samskiparar, skrivarar, verkætlanarfólk
v.fl.
 



Útbúgvingin er fyri

Samskiparar, hjálparfólk, skrivtovufulltrúar, móttøkufólk, skrivarar, skúlaskrivarar, verkætlanarskrivarar, leiðsluskrivarar, advokatskrivarar, læknaskrivarar og onnur í líknandi størvum.
 

 

Úbúgvingarbygnaður

 

undivísing

coaching

lærubøkur

royndir

samskifti

netverk

Útbúgvingin er grundað á nyggjastu lærutilgongdirnar – ein samanseting av undirvísing, coaching, lærubókum umframt samskifti um royndir og netverk.

Tú fært lærubøkurnar við postinum. Tú kanst lesa tilfarið og arbeiða við venjingunum, tá ið tað liggur fyri hjá tær. Í hvørari lærubók eru 50-100 síður við teoretiskum innliti og amboðum. Harumframt eru eisini dømi, venjingar, hugskot og prei, sum tú kanst brúka beinleiðis í gerandisdegnum.

Tú skalt rokna við 4-8 tímum til hvørja lærubókina. 

Í tilgongdini eru 3 undirvísingardagar, har nýggja vitanin verður roynd í verki. Nógv fæst burturúr, so tað hevur stóran týdning, at tú ert við til undirvísingardagarnar.

Gjøgnum útbúgvingina kanst tú fáa tvær persónligar coachingar. Tær verða skipaðar við royndum coachi, sum vil coacha og stuðla tær í menningini av persónligum førleikum, sambondum, evnum og øðrum viðkomdi spurningum í arbeiðslívinum.

Coachingarnar, ið verða umvegis telefon, verða bílagdar beinleiðis hjá coachinum. Meiri um hetta á fyrsta undirvísingardegi.

Les meira á www.synergi.fo.

Útbúgvingin endar við próvtøku, sum tú tekur heima umvegis netið. Tú fært síðani eitt prógv, um tú klárar próvtøkuna.

Eru ivamál um eitthvørt, ber til at seta seg í samband við Synergi, sum vil kanna málið hjá høvundanum og Confex, ið hevur ment skeiðið.

 

 

Yvirlit yvir dato og innihald á útbúgvingini

 

 

 

 

Persónligur effektivitetur og megi – fá meiri orku og størri yvirskot

 

 

Klárt samskifti – menn tína slagmegi og orku

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

At handfara ósemjur og strongd

 

Samskifti og handfaring av ósemjum

 

Verkætlanarsamskipan og samstarv – vit fylla amboðskassan

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Kreativitetur í gerandisdegnum – broyt vanan og ger okkurt nýtt

 

 

Positiv sálarfrøði – brennidepilin á
motivatión og arbeiðsgleði

 

Positiv sálarfrøði í verki


Vika 41/42 - 2011

4. november 2011

Vika 44

Modul 1 Undirsvísingar-dagur 1

Modul 2

Persónligur effektivitetur og megi – fá meiri orku og størri yvirskot

Persónligur effektivitetur – at tú klárar at avgreiða tínar uppgávur og er før/-ur at halda høvdið kalt, tá ið á stendur – er ein av hornasteinunum í trivnaði í starvinum. Á modul 1 fært tú ítøkilig amboð at gerast meira effektiv/-ur, so at tú ikki brennir ljós títt í báðum endum. Tú fært loyst tína orku og kanst í størri mun raðfesta tína tíð sjálv/-ur. Tað gevur javnvág í gerandis-degnum.

  • Fá amboð at dagføra tínar uppgávur í einum rokutum gerandisdegi

  • Lær at handfara avbrot á ein góðan hátt

  • Fá bilbugt við at útseta ting og við at alt skal vera fullkomið

  • Kenn aftur ymsu tíðarsløgini og lær meira um egið handlingsmynstur

  • Tey 5 neyðugu stigini til at broyta vanar

  • Fá hættir at taka burtur ringastu orkuslúkararnar og til at løða battaríini aftur

Persónligur effektivitetur og orkustýring

Tú venur arbeiðsløg, sum tú lærdi í fyrstu lærubók, soleiðis at tú fært bilbugt við tíðarrænararnar og tú kanst seta brenni-depilin á tað týðandi í gerandisdegnum. Tú fært íblástur til nýggjar og meiri gagnligar vanar, sum gera gerandisdagin stuttligari og lættari at yvirskoða.

  • Kenn teg sjálva/-n – ger eina persónsgreining og fá greiðu á, hví tú hugsar og handlar, sum tú gert.

  • Lær at arbeiða smart heldur enn hart

  • Ver medvitað/-ur um ringar vanar, sum eru forðingar fyri effektiviteti

  • Skapa tíð til menning og fordjúpilsi

  • Fá góð ráð um viðgerð av t-postum

  • Lær um venjingar at løða battaríini

  • Ger tína egnu handlingsætlan fyri at fáa meiri orku og størri yvirskot í
    gerandisdegnum

Klárt samskifti – menn tína slagmegi og orku

Fá tey úrslit, sum tú fegin vilt hava – og ver sjálv/-ur við alla tíðina. Modul 2 tekur teg gjøgnum eina tilgongd, har tú lærir at samskifta í samanrenning við egnum
ætlanum, virðum og kenslum. Tað mennir tíni sambond og tína slagmegi.

  • Laga títt samskifti til ymiskar persónsmenskur – og kom skjótari á mál við uppgávunum

  • Lær at samskifta við slagmegi – so tú verður hoyrd/-ur, sædd/-ur og so at tey minnast teg!

  • Fá innlit í assertivt samskifti

  • Lær at siga hart og greitt "ja" og "nei"

  • Sum tú spyrt, fært tú svar.... Hvussu setir tú góðu spurningarnar?

Høvundur: Karin Jessen, PS4 A/S – royndur høvundur og mennari.

Undirvísari: Karin Jessen – inspirator við nærveru og innliving.

Undirvísingartíð
kl. 08.30-16.00
 

Høvundur: Jette Skeem – sjálvstøðugur ráðgevi og nógv róstur høvundur.


Vika 1 2012 20. januar 2012 Vika 3 2012
Modul 3 Undirvísingar-dagur 2 Modul 4

At handfara ósemjur og strongd

Flestir arbeiðsdagar fara uttan stóru ósemjurnar. Hinvegin kennir tú kortini helst kensluna av, at tú fekst ikki sagt
okkurt, ella at tú møguliga reageraði
nakað harðliga í eini ávísari støðu. Við hesi lærubókini fært tú vant atburð í ósemjustøðum. Harumframt fært tú nærri kunnleika til strongd, og hvussu tú sleppur undan, at gerandisrokið setir seg fast.

  • Lær at taka ósemjur áðrenn tær gerast ov stórar

  • Ósemjutrappan – kenn tey 4 stigini

  • Fá góð ráð um at fara um persónar, sum tú áður hevur verið ósamd/-ur við

  • Hvussu kemur strongd, og hvat ger hon við okkum?

  • Fyribyrg strongd og fyribyrg at steðga upp – stýr egnum lívi og bygg upp treystleika

 

Samskifti og handfaring av ósemjum

Gerst dugnaligari í samskiftisheiminum. Lær, hvussu tú sjálv/-ur kanst ávirka samveru og samrøðu við onnur og fá ítøkilig amboð til álítandi og hugaligt samskifti. Tað verður ein aktivur dagur við venjingum, samrøðum í undirvísingarhølinum og við dømum frá undirvísaranum.

  • Ven teg at lesa samstarvsfelagar og at laga títt samskifti

  • Fá tað sagt, sum tú vilt siga – lær um arbeiðslag, sum tú kanst brúka til framløgur

  • Fá amboð at brúka, tá fjáltur kemur á teg

  • Fá venjing í at handfara ósemjur ítøkiliga – lær um tað, sum virkar málsliga og um atburð, sum minkar um ósemjur

  • Hvussu sleppur tú undan, at ósemjur seta seg "í kroppin" – lær at fáa
    upplivingina burtur frá tær

Verkætlanarsamskipan og samstarv – vit fylla amboðskassan

Tey flestu arbeiða lutvíst ella heilt í verk-ætlanum, og tey skulu ofta samstarva ella bíða eftir at onnur koma við teirra íkasti, fyri at kunna koma víðari. Í modul 4 fært tú ítøkilig amboð, sum hjálpa tær at "taka bóltin" og syrgja fyri, at tit koma í mál – samstundis sum tit hava tað stuttligt.

  • Fá skil á stigunum í verkætlanararbeiði og lær teg at seta realistisk og eggjandi mál.

  • Slepp undan ringastu fellunum í verkætlanararbeiði

  • Fá skil á, hvussu tú kanst brúka verk-ætlanir og tjekklistar virkið – fá amboð at raðfesta tað mest týðandi.

  • Lær at býta út uppgávur og at eggja onnur

  • Fá yvirlit yvir uppgávurnar, soleiðis, at tú fært frið í kroppinum og tú fært tær loystar á tryggan hátt

  • Góð ráð til effektivt samstarv

  • Stemma av væntanir og býti av leiklutum – hvør er best til hvat?

Høvundur: Berit Weise
PS4 A/S – viðurkendur ráðgevi og sjúkrarøktar-
frøðingur.

Undirvísari: Jette Skeem  energiskur undirvísari við stórum eldhuga

Undirvísingartíð
kl. 08.30-16.00
 

Høvundur: Mettelene Jellinggaard
In-Side Kommunikation – royndur ráðgevi. Góð at síggja avbjóðingarnar í gerandis-degnum

Vika 4 2012 vika 8 2012 30. mars 2012
Modul 5 Modul 6 Undirvísingar-dagur 3

Kreativitetur í gerandisdegnum – broyt vanan og ger okkurt nýtt

Øll kunnu finna nýggjar og betri hættir at gera tingini. Fá kunnleika til kreativar arbeiðshættir, sum kunnu verða stór hjálp, tá ið tú stendur frammanfyri smáum og stórum avbjóðingum, sum "bara" skulu loysast. Lær at fáa skapanarevnini fram her og nú og fá sjálvsøgd og einfald hugskot, sum kunnu gera stóran mun.

  • Tú fært eina rúgvu av skapandi
    arbeiðshættum og mannagongdum – og lærir at finna nýggjar vinklar á vanligum avbjóðingum

  • Broyt vanahugsan og lær at brúka tíni skapanarevni

  • Fá íblástur at síggja møguleikar heldur enn avmarkingar

  • Soleiðis setir tú ferð á tíni skapanarevni

Positiv sálarfrøði – brennidepilin á
motivatión og arbeiðsgleði

Positiv sálarfrøði er um mentala vælveru, trivnað og góð avrik. Somuleiðis við motivatión og arbeiðsgleði. Ert tú motiverað/-ur, gert tú eitt gott arbeiði – tú smílir og tað smittar.

  • Skil heilan og tað, ið elvir til gleði og ørkymlan

  • Menn títt sjálvsálit við at brúka tilfeingi, sum tú ikki visti, at tú hevði

  • Hvussu er við innaru samrøðuni – vend "feilir" til positiva læru

  • Soleiðis sleppur tú undan at øll orkan er brúkt, tá ið arbeiðsdagurin er av

  • Hoyr, hvussu motivatión kann
    skapast – finn drívmegina í tær og skapa eldhuga hjá starvsfeløgunum

  • Fá íblástur at liva í løtuni

Positiv sálarfrøði í verki

Venjing ger meistarar! Ven positiva sálarfrøði og blív betur til at fylla gerandisdagin við motivatión og arbeiðsgleði. Tað gevur tær hug at fáa tað besta burturúr lívinum á positivan og motiverandi hátt.

  • Fá venjingar at menna tína arbeiðsgleði við positivari hugsan

  • Tak ábyrgd av egnari motivatión – hvat eggjar teg mest í starvinum?

  • Finn 5 av tínum bestu førleikum og ger meira av tí, sum tú ert góð/-ur til – og sum gevur orku.

  • Lær einfaldar venjingar innan
    mindfullness. Tað fyllir battaríini

  • Ger eina ætlan fyri tína persónligu menning – hvat ynskir tú frameftir?

Høvundur: Lars AP, Redhair – skapandi strategur, sum gevur íblástur til forvitni og nýhugsan.

Høvundur: Henrik Leslye
SEB Gruppen A/S – viðurkendur vinnusálar-frøðingur við tyngd.

 

 

Undrivísari: Henrik Leslye høgt mettur undirvísari, sum skapar gleði og trivnað.

Undirvísingartíð
kl. 08.30-16.00
 


Próvtøka 11. apríl 2012 - 23. apríl 2012
  Melda til longu í dag
 

á www.synergi.fo/tilmelding.htm. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á tel. 322 355 ella við t-posti til synergi@synergi.fo. Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomnum til tveir eggjandi og lønandi skeiðsdagar.

Blíðar heilsanir
Synergi saman við Confex Danmark
 

  Onnur tilboð frá Synergi
  Tørvar tær innanhýsis skeið í fyritøkuni ella at seta saman ein spennandi dag við dugnaligum fyrilestrarhaldarum? Set teg í samband við Ásu ella Anniku á synergi@synergi.fo ella telefon 322355 og fá nærri at vita.
 
  Praktiskt
Staður:

Synergi, Tvørgøta 13, 100 Tórshavn

OBS! Fitt av trappum eru upp til undirvísingarhølini, men tað er gott fyri hjartað ;-) Hevur tú trupulleikar við at ganga trappur, sig okkum vinarligast frá.
 

Dagar:
Tíðarskeið: Útbúgvingin er í tíðarskeiðinum oktober 2011 - 11. apríl 2012
Undirvísing: 4. november 2011 + 20. januar 2012 + 30. mars 2012
Sjálvlestur: 2011: Vika 41/42, 44  2012: Vika 1, 3, 4 og 8
Próvtøka: Próvtøka heima tann 11. apríl 2012
Coaching: Coachingarnar skulu bíleggjast hjá coachinum. Nærri boð á fyrsta undirvísingardegi.
Kostnaður: kr. 18.999,- + mvg. (23.748,75 v/mvg.) pr. luttakara.  NB! Sami prísur sum í DK
Avsláttur: Tekna tit 3 samstundis, fáa tit íalt heilar kr. 6.000 í avslátturi.
Íroknað:

Íroknað kostnaðin eru seks lærubøkur, 3 undirvísingardagar írokna morgunmat, frokost og kaffi, tvær coachingar, próvtøka og útbúgvingarprógv. Harafturat íblástur, meirvitan og møguleiki fyri at netverka og tosa við onnur við somu áhugamálum sum tú.
 

Frámelding:

Treytir fyri frámelding
Møgulig frámelding skal verða skrivlig og hon skal stílast til Synergi og sendast til synergi@synergi.fo, ella faxast til 322 329.

Við frámelding verður roknað umsitingargjald á 10% av fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding – tó í minsta lagi kr. 500,-.

Kemur frámeldingin seinni enn 30 dagar fyri skeiðsbyrjan verður roknað eitt gjald uppá 50% av fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding. 21 dagar (ella seinni) fyri skeiðsbyrjan verður eingin afturgjalding. Um tær ikki ber til at vera við, so ert tú sjálvandi vælkomin at lata plássið til ein starvsfelaga.
 

Mál:

Undirvíst verður á donskum.

Tilmeldingarfreist:

Jú fyrr tú meldar til, jú meiri tíð er at lesa fyrstu lærubókina:)

Tilmelding
- VISA Dankort:

Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og gjalda við VISA. Tað er nógv lættari ;-)

Tilmelding
- Rokning:
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og fáa rokning.
NB! Minst til at rokning kemur fram á skermin beinanvegin.
 
Fyrivarni verður tikið fyri villum og broytingum í skránni.

 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergisynergi.fo Tel. +298 22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329)

Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.