Vilt tú betra um tína fatan av
økonomi og fíggjarstýring?
So er hetta
skeiðið fyri teg! Tú situr kanska við eini fíggjarligari ábyrgd í
tínum arbeiði, og kortini tørvar tær betri fatan av
fíggjarligu samanhangunum á arbeiðsplássinum.
Gjøgnum báðar skeiðsdagarnar verður títt innlit í
fíggjarstýring og fíggjarætlanum ment, og tú verður
kunnug/-ur við grundleggjandi orðingar og
meginreglur í búskapi.
NB!
Sami kostnaður
sum í DK
Tú lærir m.a.
Hvussu tú lesur
og skilir fíggjarfrágreiðingar
Hvussu tú á ein
virknan hátt gert haldgóðar fíggjarætlanir
Hvussu tú
heldur skil á útreiðslunum við góðum rutinum
Hvussu tú
leggur fram og formidlar búskaparlig evni við
slagkraft og sannføring
Undirvísarin vil við
íblástri og góðum undirvísingarlag vísa tær
á hugtøk í
búskaparheiminum og eisini tær avbjóðingar, sum eru.
Undirvísingin skiftir millum teori og praktiskar
royndir. Á tann hátt fært tú bestu fortreytirnar at
arbeiða málrættað við búskapi og at taka røttu
fíggjarligu avgerðirnar, tá ið tørvur er á tí.
Skeiðið er fyri teg,
sum fylgir eini fíggjarætlan, gert fíggjarætlanir,
stýrir útreiðslum, skal søkja um fleiri pengar,
hevur ábyrgd av fíggjarligum avgerðum, greinar og
týðir fíggjarætlanarhall, samskiftir við tey, ið
taka avgerðir í fíggjarspurningum ella ger, lesur og
greinar búskapar-frágreiðingar.
Vælkomin á skeiðið!
Blíðar heilsanir
Synergi í samstarvi við Confex Danmark A/S
Les,
skil
og skriva betri búskaparligar
frágreiðingar
Fá
tey mest neyðugu fíggjarligu hugtøkini uppá pláss
Hvussu skulu
búskapar-frágreiðingar lesast?
Innanhýsis
roknskapir
Fá amboð til at
gera títt fíggarætlanararbeiði
meiri einfalt
"Super skeið og enn
einaferð lógvabrestir
til John fyri eitt gott skeið...”
Maiken M. Kofoed, specialist,
Københavns Brandvæsen
Skrá
DAGUR 1
08.45
Skráseting og
morgunbreyð við kaffi/te
09.00
Vælkomin
v/Synergi
09.05
Grundleggjandi
fíggjarlig hugtøk og orðingar
Aktivitetir ella botnlinja – hvat skal
fyritøkan lata?
Ver
kunnug/-ur við mest neyðugu fíggjarligu
hugtøkini
10.20
Steðgur við
onkrum leskiligum
10.40
Lær um mest týðandi
meginreglurnar og hugtøkini í
búskaparstýring og fíggjarætlanar arbeiði
Hvat er
ein fíggjarætlan og hvønn leiklut hevur
hon?
Fá
størri kunnleika til mest nýttu
hugtøkini í fíggjarætlanararbeiði
Hvussu
tryggjar tú eina effektiva
fíggjarstýring á tíni deild?
12.00
Matarsteðgur
13.00
At skilja og nýta
fíggjarlig dáta á bestan hátt
Fá
kunnleika um ymisk sløg av roknskapum og
búskaparfrágreiðingum
Hvussu
skulu frágreiðingarnar lesast?
Ársfrágreiðingin –
menn tína fatan av mest týðandi roknskapinum
í fyritøkuni
Hvat er
ein ársfrágreiðing/ársroknskapur?
Hvørjum
bólkum er ársfrágreiðingin ætlað?
Hvat
kann ársfrágreiðingin brúkast til?
Hvat
sigur ársfrágreiðingin um eina fyritøku?
Hvat
kanst tú lesa í tí, sum er skrivað - og
í tí, sum ikki er skrivað?
14.30
Steðgur við
onkrum leskiligum
14.50
Roknskapargreining,
nýtsla av lyklatølum og kritiskum parametrum
Samanhangur millum resultatuppgerð,
javnvág og uppgerð av peningasrensli
16.00
Fyrsti dagur á
skeiðnum endar - vit síggjast í morgin
DAGUR 2
08.45
Morgunbreyð við
kaffi/te
09.00
Fá skil á innanhýsis
roknskapunum
Við støði í einum ítøkiligum
modelli
hyggja vit nærri at:
Hvat er
ein innahýsis roknskapur /
tíðarskeiðsroknskapur
Hvat
skal tíðarskeiðsroknskapurin vísa?
Hvat er
grundarlagið fyri
tíðarskeiðsroknskapinum?
10.20
Steðgur við
onkrum leskiligum
10.40
Soleiðis skapar tú
bestu fortreytirnar fyri einum góðum
fíggjarætlanararbeiði
Hvussu
fært tú fatur á røttu vitanini?
Hvørjum
spurningum hevur tað týdning at finna
svar uppá, fyri at fíggjarætlanargrundarlagið skal verða
rætt?
Soleiðis gagnnýtir tú fíggjarætlanir frá
árunum frammanundan
Hvussu
skalt tú byrja, tá ið tú setir hol á fíggjarætlanararbeiðið?
12.00
Matarsteðgur
13.00
Fá amboð at gera títt
fíggjarætlanararbeiði
meira trygt og einfalt
Hvat
krevst fyri at fáa eitt gott
fíggjarætlanararbeiði?
Hvussu
kanst tú byggja fleksibilitet inn í
fíggjarætlanina?
Hvussu
fylgir tú best við í eini fíggjarætlan?
Hví
hevur tað stóran týdning at fylgja við?
Hvussu
kanst tú hava eftirlit við, at
figgjarmálini verða fylgd?
Soleiðis kanst tú tíðliga síggja frávik
í fíggjarætlanini
14.30
Steðgur við
onkrum leskiligum
14.50
Soleiðis verður tú
betri at formidla og leggja fram
fíggjarligar boðskapir
Fá
betri førleika at samskifta við
starvsfelagar við økonomiskari bakgrund
Soleiðis leggur tú títt tilfar fram fyri
leiðsluna
Hvussu
kanst tú á einfaldan og áhugaverdan hátt
leggja fram fíggarviðurskiftini fyri
tína deild?
15.30
Skeiðið endar –
takk fyri hesaferð!
Skeiðleiðari:
John Eli Andersson
John Eli Andersson
hevur royndir gjøgnum mong ár sum undirvísari og
rithøvundur á fíggjarøkinum.
John er uttanhýsis lektor á Ingeniørhøjskolen í
Keypmannahavn og undirvísir m.a. á Handelshøjskolen
í Keypmannahavn og á Syddansk Universitetscenter.
Hann hevur nógvar vinnuroyndir sum stjóri og
nevndarlimur, umframt at hann hevur egna
ráðgevingarfyritøku.
Málbólkur
Skeiðið er fyri teg,
sum fylgir eina fíggjarætlan, ger fíggjarætlanir,
stýrir útreiðslum, skal søkja um fleiri pengar,
hevur ábyrgd av fíggjarligum avgerðum, greinar og
týðir fíggjarætlanarhall, samskiftir við tey, ið
taka avgerðir í fíggjarspurningum ella ger, lesir og
greinar búskaparfrágreiðingar.
Eru tit 3 sum tekna tykkum samstundis fáa tit 10% í
avslátturi
Melda til longu í dag
Á
www.synergi.fo/tilmelding.htm.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær
til okkum á tel. 322 355 ella við t-posti til
synergi@synergi.fo.
Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomnum til tveir
eggjandi og lønandi skeiðsdagar.
Eru tit 3 sum teknað tykkum saman, fáa tit 10% í
avslátturi. Send okkum ein teldupost við nøvnunum á
synergi@synergi.fo
Onnur tilboð frá Synergi
Tørvar tær innahýsis skeið í fyritøkuni ella at seta
saman ein spennandi dag við dugnaligum
fyrilestrarhaldarum? Set teg í samband við Ásu ella
Anniku á synergi@synergi.fo ella telefon 322355 og fá
nærri at vita.
Praktiskt
Staður:
Í hølunum hjá Synergi, Tvørgøta 13, 100 Tórshavn
Legg til merkis, at
fitt av trappum eru upp til undirvísingarhølini.
Hevur tú torført við at ganga trappur, so sig okkum
vinarligast frá, so finna vit eina loysn.
Dagur:
15.
og 16. mars 2012 - kl.
- 9.00-16.00 -
Dagur 2 endar kl. 15.30.
Kostnaður:
kr. 8.999 u/mvg. (kr.
11.248,75 v/mvg.) NB! - Sami kostnaður sum
í DK - og tú
sparir virðismikla tíð, ferðakostnað,
dagpengar, uppihald v.m.
Tilboð:
Eru tit 3 sum tekna tykkum saman, fáa tit 10% í avslátturi. Send okkum ein teldupost við nøvnunum á
synergi@synergi.fo
Íroknað:
Íroknað kostnaðin er 2
daga skeið, skeiðstilfar, íblástur, meirvitan og møguleiki
fyri at netverka og tosa við onnur við somu
áhugamálum sum tú.
Umframt sjálvt skeiðið
fært tú
morgunmat, døgurða
og 2xkaffi við onkrum afturvið.
Mál:
Undirvíst verður á
donskum.
Treytir fyri
frámelding:
Treytir fyri frámelding
Møgulig frámelding skal verða skrivlig og hon skal
stílast til Synergi og sendast til synergi@synergi.fo,
ella faxast til 322 329.
Við frámelding verður roknað umsitingargjald á 10%
av fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding – tó í
minsta lagi kr. 500,-.
Kemur frámeldingin seinni enn 30 dagar fyri
skeiðsbyrjan verður roknað eitt gjald uppá 50% av
fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding. 21 dagar
(ella seinni) fyri skeiðsbyrjan verður eingin
afturgjalding. Um tær ikki ber til at vera við, so
ert tú sjálvandi vælkomin at lata plássið til ein
starvsfelaga.
Meiningin við Synergi er
at geva
føroyska samfelagnum íblástur
og meirvitan. Soleiðis
fáa vit eitt betri
samfelag, betri fyritøkur
og glaðari og enn meiri
eldhugað starvsfólk.