Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt

UM OUTLET
Framsíða

TIL FRAMSÝNARAR

Kostnaður
Treytir
Um økini

 Share


OUTLET 2010
- super tilboð til tíni viðskiftafólk

Leygardagin 23. & sunnudagin 24. oktober '10
Í døgunum leygardagin 23. og sunnudagin 24. oktober 2010 verður fjølbroytt OUTLET stevna í Reinsarí'num og Perluni í Havn. Stevnan er fyri bæði detailhandlar og heilsølur, sum fáa eitt gott høvi eitt nú at selja sína restgoymslu beinleiðis til brúkaran ella at geva sínum viðskiftafólkum eitt super gott tilboð. 
 

Goymslan stjelur pláss, pengar og orku
Tit hava kanska ofta tosað um at fáa ruddað út í goymsluni, sum er full av gomlum, men góðum vørum, sum stjala alt ov nógv pláss, pengar og orku. Kanska er tað so fult, at tit í veruleikanum ikki ána, hvat fjalir seg, hvørki ovast, niðast ella innast.

Kjallarin fullur og loftið proppfult
Eigur tú sjálv/ur fyritøkuna, er tað kanska so galið, at goymslan hevur breitt seg til títt egna loft, kjallara, garaguna og nú umhugsar tú at biðja um pláss hjá foreldrum og vinfólki.

Fantastisk kensla
Tað kann helst kennast møtumikið at rudda út, áðrenn man er farin í gongd, men roynið tað, kenslan aftaná verður fantastisk:-). Tað er eisini gott at kunna geva kundum sínum eitt super tilboð.


Sera stórur áhugi
Hetta er fyrsta stevna av sínum slag í Føroyum, og vænta vit at undirtøkan verður eins góð her hjá okkum og í grannalondunum. Vit hava tosað við fleiri detailhandlar her, og hevur áhugin verið sera stórur, so tað gleðast vit um.

Alt millum himmal og jørð
Miðað verður ímóti at hava eitt breitt vøruúrval, eitt nú klæðir, skógvar, brúksting, bøkur, el-lutir, møblar, amboð, kosmetikk, smykkur, matvørur, gávulutir, leikur, tónleik, máling o.m.a.

Vælkomin at tøma goymsluna:-)

 

Endamálið við stevnuni
Endamálið við OUTLET 2010 er at skapa eina vinn-vinn støðu fyri viðskiftafólk okkara:-).

Detailhandlar og heilsølur fáa rættiligt høvi at rudda út í goymsluni og harvið fáa meira pláss, pening og orku. Harumframt høvið at gera vart við seg á ein øðrvísi hátt. Viðskiftafólkini fáa eitt super høvi at gera eitt rættiligt kvetti. Tað kann av røttum kallast ein vinn-vinn støða, ikki so ? :-).

 

Marknaðarføring 
OUTLET 2010 verður væl og virðiliga marknaðarførd. Málið er, at flestu føroyingar, ið hava áhuga fyri slíkari stevnu, eru varugir við og ynskja at vitja OUTLET 2010. Vit fara m.a. at lýsa við stevnuni í bløðunum - eisini teimum sum koma í hvørt húsarhald í Føroyum, bannarum á portalum, tíðindaskriv til miðlar, umframt okkara mongu tíðindahaldarar. Harumframt eisini í sjónvarpi, á facebook o.a.

Øki
Økini verða seld eftir "først til mølle" prinsippinum, so tað ræður um at gera skjótt av.

Tá tú skrásetir teg, verður tú biðin um at raðfesta 3 ymisk øki, hetta tí økið kann verða selt, uttan at síðan við tekningini er dagførd. Vit gera tó alt fyri at síðan við tekningini av økjunum er so dagførd sum gjørligt. Vinarliga haldi okkum til góðar, um misskiljingar standast av hesum.

Um stevnuna
OUTLET 2010 verður opin leygardagin 23. oktober frá kl. 10 - 20 og sunnudagin 24. oktober frá kl. 14 - 20. Hølinifara at bera brá av sonnum OUTLET stemningi við rættari rokan í fjøruni:-).

 

Opin

Leygardagin 23. oktober
kl. 10.00 - 20.00

Sunnudagin 24. oktober 2010
kl. 14.00 - 20.00

Tak faldara niður her!

Freistin longd

SUMMAR
TILBOÐ
Tað loysir seg at keypa øki NÚ!

Tilboð

Keyp áðrenn Kostnaður

1. sept. kr. 4.500 + mvg.
fyri 2 øki

Verið vælkomin at hava øki á
OUTLET 2010


 

 


 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergi@synergi.fo Tel. +298 32BELL (322355) • Fax. +298 322 FAX (322329)