Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt

UM OUTLET
Framsíða

TIL FRAMSÝNARAR

Kostnaður
Treytir
Um økini

 Share


Treytir hjá framsýnarum
1. Tilmeldingin er bindandi, tá tú hevur skrásett teg og goldið. Skráseting og gjald kann bert verða við FR/VISA kortið.

2. Fyriskipararnir taka út frá ynskjunum hjá fyritøkunum, endaliga avgerð um býti av økjunum. Teir framsýnarar, sum tekna seg fyrst, hava fyrsta rætt til at fáa ynsktu økini.

3. Fyriskipararnir kunnu avvísa tilmeldingar. Tað kann m.a. verða gjørt, um fyrireikararnir meta, at vøran av eini ella aðrari orsøk ikki hóskar til stevnuna.

4. Møguleiki er hjá fyritøkunum at seta tvey ella fleiri øki saman til eitt. Um so er, skal hetta viðmerkjast í tilmeldingini.

5. Um tvær fyritøkur ynskja at deilast um eitt øki, er hetta møguligt. Tá kemur eitt eyka gjald á kr. 500 fyri hvørja eyka fyritøku uppá kostnaðin.

Tað er ikki loyvt at framleiga økið til onnur. Bert fyritøkur, sum eru tilmeldaðar til stevnuna, kunnu luttaka á stevnuni.

6. Talið av starvsfólkum pr. øki er avmarka og skulu øll vera navngivin. Eyka starvsfólk eiga at gjalda vanligt atgongumerki. Tal av navngivnum starvsfólkum pr. øki er eftir hesum leisti:

Básastødd:          Navngivin starvsfólk
6m2   – 12m2       3
13m2 – 18m2       6
19m2 – 30m2       8

7. Um okkurt serligt skal gerast við økið, tosið við fyriskipararnar, um hetta kann lata seg gera.

8. Økini eru deild upp í 6m2 hvørt - tó verður ikki gingið upp í centrimetrar, soleiðis at skilja, at økini kunnu verða nakar centrimetrar størri ella minni. 

9.
Øll økini verða seld við einum borði og einum stóli - tvs. talan er IKKI um básaveggir. Møguleiki er fyri fleiri stólum og borðum, tó er avmarkað tal av hesum. Møguleiki er eisini fyri tráleysum interneti. Innrætting og útgerð annars er ikki íroknað prísin fyri økið.

10. Installatiónir so sum eyka el til t.d elektriskar vørum/útgerð kann bíleggjast hjá fyriskiparunum fyri egna rokning.

11. Um gjøld ikki eru goldin rættstundis, kann tað viðføra, at framsýnarin missir økið, og fyriskipararnir kunnu lata aðrar framsýnarar sleppa framat. Framsýnar skulu hava goldið, fyri at fáa atgongd til hølini, meðan stevnan er.

12. Plakatir o.a. kann ikki heingjast upp uttanfyri egna øki. Vøruroyndir og reklamutilfar kann bert verða býtt út frá egnum øki um annað ikki er avtalað.

13. Framsýning av vørum, útbýting av vøruroyndum, nýtsla av ljóð- og sjónamboðum, forsterkarum v.m. má ikki verða til ampa fyri grannaøkini ella umhvørvið annars. Møguligar klagur verða sendar til fyriskipararnar, sum taka avgerð.

Hetta hevur við sær, at um framsýnarin ynskir at hava tiltøk á økinum, sum kunnu larma ella kunnu verða til ampa hjá øðrum, skal hetta leggast til rættist í samstarv við fyriskipararnar.

14. Framsýnarin hevur sjálvur ábyrgdina, um hann ger skaða á bygning, innrætting, anlegg, persónar ella annað, stendst skaði, verður rokning send framsýnara til dekning av skaðanum. Reglur, leiðbeiningar og fyriskipanir frá myndugleikum, hølisveitarum, fyriskiparum og líkn. mugu verða gjølla fylgdar. Tað er eitt nú ikki loyvt at negla ella bora í veggir.

15. Fyriskipararnir taka sær av reingerð av almenna gólvarealinum. Um framsýnari ynskir eyka reingerð, kann hetta lata seg gera fyri egna rokning.

16. Um økini ikki eru ruddaði til ásettu tíðina, kunnu fyriskipararnir gera hetta arbeiði og senda framsýnarunum rokning. Økini skulu verða klár, tá stevnan opnar, og við atliti til kundarnar, er ikki loyvt at byrja at pakka saman, fyrrenn stevnan er stongd.

17. Økini skulu verða tømd 2 tímar eftir at stevnan er stongd sunnukvøldið, t.v.s. kl. 22.00.

18. Vaktarskipan, har vaktarfólk koyra framvið av og á, verður á staðnum um kvøldið/náttina. Men fyriskipararnir taka onga ábyrgd av teimum útstillaðu vørunum, útgerð og líkn. ella lutum hjá triðja manni. Framsýnarin má sjálvur taka sær av øllum flutningi, montering, demontering og varðveitslu av egnum vørum og møguligum dekoratiónsmateriali.

19. Fyriskipararnir taka endaliga avgerð um ivaspurningar í sambandi við, hvussu reglurnar skulu fyrisitast.

20. Umstøður, sum fyriskipararnir ikki hava ræði á sjálvir, so sum streymloysi, trupulleikar við hita, tele, datalinjum, internet o.a., saman við umstøðum, sum koma undir force majeure, geva ikki framsýnarunum rætt at krevja endurgjald ella rætt til at fáa básaleigu og luttakaragjald aftur.

Framsýnarar eiga at gera vart við seg beinanvegin, um einhvør trupulleiki stingur seg upp, so møguleiki er fyri at loysa trupulleikan á staðnum.

21.
Um stevnan verður avlýst, verður økisleigan endurgoldin. Aðrar útreiðslur, sum framsýnarin hevur havt, verða ikki endurgoldnar.  Fyriskiparin tilskilar sær rætt til at broyta um innrætting og/ella flyta tiltakið til annað hølið, um ov fá økir verða seld í Høllini á Hálsi.

22. Allir framsýnarar hava skyldu til at halda føroyskar lógir og skulu sjálvir fáa til vega neyðug loyvir í sambandi við stevnuna frá avvarðandi myndugleika.

Tak faldara niður her!

Freistin longd

SUMMAR
TILBOÐ
Tað loysir seg at keypa øki NÚ!

Tilboð

Keyp áðrenn Kostnaður

1. sept. kr. 4.500 + mvg.
fyri 2 øki

Verið vælkomin at hava øki á
OUTLET 2010

 


 

 


 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergi@synergi.fo Tel. +298 32BELL (322355) • Fax. +298 322 FAX (322329)