|
Flextíð, avspáking, jarðarferðir, tannlækna,
royking, menningarsamrøður...
Skabelón av
starvsfólkahondbókini við tær á geyma!
Max. 16 luttakarar |
Tann 11. november 2010
bjóða vit eitt skeið um uppbygging av
eini starvsfólkahondbók. Kundi tú hugsað tær
nakrar leiðbeinandi reglar, ið kundu hjálpt tær í
hesum arbeiði, reglar ið hjálpa og stuðla undir
framtíðarætlanunum hjá fyritøkuni. Reglar, ið bæði
tú og starvsfólkini eru glað fyri. So er hetta
skeiðið júst nakað fyri teg.
Flextíð, avspáking,
jarðarferðir, tannlækna, royking,
menningarsamrøður...
Somu spurningar stinga seg upp umaftur og umaftur -
tú uppfinnur trúliga djúpa tallerkin hvørja ferð.
Kanska eitt sindur ørg/argur, tí hvussu var tað nú,
vit gjørdu seinast? Følir ikki, at tú ferð aftaná
ferð kann brúka tíð og orku uppá somu spurningar.
Ein starvsfólkahondbók gevur tær og tínum
starvsfólkum nakrar leiðreglar at halda tykkum til,
soleiðis at tit sleppa undan diskussiónum og kanska
kegli um hópin av spurningum.
Ein starvsfólkahondbók kann brúkast bæði í sambandi
við hvørjar reglar skulu verða galdandi á
arbeiðsplássinum, og hvussu vit skulu menna
starvsfólkini, fyri at fyritøkan/stovnurin skal
røkka teimum málum, vit hava sett okkum.
Skabelón av
starvsfólkahondbók við tær á geyma
Eingin orsøk
at gera implementeringina truplari enn neyðugt. Tú
fært ein geyma við einum dømi uppá konkreta
starvsfólkahandbók við tær aftaná skeiðið. So er
lagamanni at tillaga bókina, so hon hóskar júst til
tykkara arbeiðspláss.
Skeiðið vendir
sær
til
stjórar og leiðarar, ið hava ábyrgd av
starvsfólkaleiðreglum og starvsfólkamenning í
fyritøkum. Gott hugskot er, um fyritøkan
luttekur við stjóra/leiðara og einum starvsfólki, tí
so er møguligt at fáa eina fjølbroytta diskussión og
implementeringin kann gerast lættari.
Majken
Thykier,
stjóri og ráðgevi i Team-up ApS,
fer at hjálpa okkum at byggja upp eina
starvsfóklahondbók. Majken hevur praktiskar
royndir sum stjóri/leiðari
innan human ressource, sølu, marketing, formidling og
útbúgving. Hon hevur m.a. verið
starvsfólka-/skrivstovuleiðari í Fólkatinginum,
Christiansborg (350 starvsfólk). Her hevur hon
eisini gjørt eina starvsfólkahondbók.
|
|
Um Team-up
 |
Hjá Team-up ApS arbeiða tey við
ráðgeving og
rekruttering í fyritøkum, sum sjálvar ikki eru førar
fyri at loysa uppgávur innan fyri t.d.
starvsfólkafyrisiting. Tey kunnu eisini virka sum
uttanveltaðir
ráðgevar í leiðslubólkum í styttri ella longri
tíðarskeið.
Nógv freelance
starvsfólk eru knýtt at fyritøkuni, við førleikum innan
hvør sítt serøki, so sum projektleiðslu,
økonomi,
starvsfólkafyrisiting og annað.
Team-up ger sítt til at økja um kappingarevnið
hjá fyritøkuni, tey arbeiða fyri.
Starvsfólkið í fyritøkuni fær betur tíð til at taka
sær av kjarnuøkinum hjá fyritøkuni og harvið økist
vinningsbýtið.
Team-up:
"Set verk aftan fyri vøkru orð
um, at starvsfólkini eru tað týdningarmesta í
fyritøkuni.
Tað ræður um at
menna og halda uppá síni starvsfólk. " |