Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt

Tak heystskránna niður her (pdf)!

4. & 5. oktober 2010

Professionelt nevndararbeiði
- strategi, leiðsla og stýring

TAK FALDARA NIÐUR HER!

 

Søren Brandi
er annar av partaeigarunum í kendu donsku succés fyritøkuni
 

Hildebrandt
& Brandi


Steen Hildebrandt hevur havt skeið í Føroyum í Synergi regi og havt fyrilestur á Ársins Leiðaradegi.

Steen Hildebrandt hevur fingið sera góðar eftirmetingar og tí gleðir tað okkum nú at bjóða hina helvtina av Hildebrandt & Brandi fyritøkuni til Føroya at hava skeið.

Søren Brandi
er maðurin handan bókina
"Bestyrelsen"
sum
Børsens Forlag
hevur givið út 2008
 

 

Eru tit fleiri frá somu nevnd
- ring og fá eitt

gott
tilboð!

Skeiðið er gjørt til nevndarlimir og leiðarar, sum vilja menna og styrkja teirra førleikar á økjum innan leiðslu og strategi.

At vera góður nevndarlimur krevur vitan um nøkur evni og vitan um, hvørjar kjarnu uppgávurnar í fyritøkuni ella organisatióninini eru. Vitan um virðiskapan og um, hvussu fyritøkan vinnur pening og um tær strategiir, sum skulu setast í verk eru týðandi fortreytir, um ein sum nevndarlimur skal kunna siga, at arbeiðið er gjørt til fulnar. Løgfrøðiligt og fíggjarligt innlit í samband við nevndararbeiði er eisini týðandi – men í roynd og veru snýr nevndararbeiði seg um strategiska leiðslu.

Skeiðið er á tann hátt ikki bara um, hvussu arbeitt verður í eini nevnd og um hvat tað krevur, tað er eisini um, hvussu leiðarar og nevndarlimir skapa sær grundarlag at taka mest týðandi og avgerandi avgerðirnar.

Vit hava sett saman eitt skeið, har snúningsdepilin er tað grundleggjandi leiðsluliga sjónarhornið í nevndararbeiði – her undir, hvussu nevndin allýsir (definerar) og arbeiðir við góðari fyritøkuleiðslu og tí vaksandi fokus á leiklutin hjá leiðsluni/nevndini í mun til strategiarbeiði í fyritøkuni.

Á skeiðnum brúka vit verulig dømi, innlegg til kjak og egnar royndir hjá luttakarunum. Skeiðið er ítøkiligt og vit síggja eina røð av best practises – klárar at seta í verk. Harumframt hitta skeiðluttakararnir aðrar royndar nevndarlimir og fáa íblástur frá teirra royndum við nevndararbeiði.
 

Endamál
At menna og styrkja nevndarførleikar hjá luttakarunum innan øki, ið eyðkenna leiðslu og strategi.
Skrá
Dagur 1

Vælkomin og inngangur

Nevndararbeiði nú og í framtíðini
- Tann dugnaliga og proaktiva nevndin

Framtíðar nevdararbeiði
- Framtíðar nevndarleiklutir og –førleikar

Eftiransandi og lurtandi leikluturin
- Leiðandi leikluturin
- Strategiski leikluturin

Vit runda dagin av
 

Dagur 2

Góðan morgun
  - Nevndin sum eitt toymi
  - Nevndarafturmelding og –menning
  - Dømi frá nevndini
  - Framtíðarmøguleikar við nevndini
  - Frásagnir og at fylgja málum í nevndini

Móti endanuum
  - Fellur og nær hava vit rokkið málunum
  -
Endi
 

Hvat fært tú burturúr at luttaka?

Við at luttaka á hesum skeiðinum, fært tú innlit í:

  • Grundleggjandi diciplinir í nevndararbeiði

  • Corporate Governance

  • Rollan hjá nevndini í sambandi við strategiarbeiði

  • Nevndin sum ovasta leiðsluorgan í fyritøkuni/felagnum

  • Nevndararbeiði í framtíðini

 

 

 

 

 

 

 

 

Soleiðis verður undirvíst

Meginreglur fyri at læra

Hildebrandt & Brandi arbeiða við leiðslu- og førleikamenning út frá eini meginreglu um, at ein framburðarrík menningartilgongd hevur tríggjar vinklar – ástøði, royndir og vitanarbýti.

Arbeiði við leiðslu- og førleikamenning er sermerkt við:
- at vera grundað á breiðar, ítøkiligar royndir
- at hava væl grundað, ástøðiligt festi
- at hava fokus á at kunna vera nýtuligt
- at kunna brúka dagførdar best practises
- at skapa karmar fyri sínámillum vitanar- og royndarbýti



 

Skeiðleiðari: Søren Brandi
Søren Brandi er forstjóri í Hildebrandt og Brandi og ráðgevi fyri nevndir og stjórnir í fleiri leiðandi fyritøkum innan strategiska leiðslu og broytingar. Hann hevur skrivað eina røð av bókum og undirvísir á m.a. MBA. Søren hevur arbeitt fyri LEGO og PA Consluting Group.

Fyritøkan Hildebrandt og Brandi arbeiðir við ráðgeving um strategiska leiðslu og broytingar. Teir hava í nøkur ár arbeitt við arbeiði í nevndum m.a. gjøgnum strategimenningartilgongdir, nevndarafturmeldingar og undrvísingartilgongdir fyri nevndum og nevndarlimum. Millum kundarnar hjá fyritøkuni eru fleiri av leiðandi fyritøkunum í Danmark. Fyritøkan hevur seinastu árini givið út tvær bøkur um at arbeiða í nevndum.

Seinastu bøkurnar:
Forandringens Vaner, L&R Business, mars 2010
Ledelse i skrumpende markeder, L&R Business, 2009
Langsigtet Lean, Gyldendal Business, 2009
Bestyrelsen, Børsens Forlag, 2008
 

  Málbólkur


Skeiðið er gjørt til nevndarlimir og leiðarar, sum vilja menna og styrkja teirra førleikar á økjum innan nevndararbeiði, leiðslu og strategi.

Herundir nevndarformenn/kvinnur og nevndarlimir - núverandi og komandi, eitt nú ovastu stjórar, funktiónsleiðarar, millumleiðarar, umframt leiðsluskrivarar, juristar, menningarleiðarar, controllarar og onnur, sum hava tørv og áhuga fyri førleikamenning og at fáa nýggja vitan innan nevndararbeiði.
 

 

Melda til longu í dag

Tilmelding fer fram á www.synergi.fo/tilmelding.htm. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á tel. 322 355 ella við t-posti til synergi@synergi.fo. Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomnum til tveir eggjandi og lønandi skeiðsdagar.

Avsláttur
Eru tit eru fleiri frá somu nevnd, sum teknað tykkum saman, fáa tit avsláttur. Ring og spyr um eitt tilboð.

Treytir fyri frámelding
Møgulig frámelding skal verða skrivlig og hon skal stílast til Synergi og sendast til synergi@synergi.fo, ella faxast til 322 329. Við frámelding verður roknað umsitingargjald á 10% av fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding – tó í minsta lagi kr. 500,-.

NB! Kemur frámeldingin seinni enn 30 dagar fyri skeiðsbyrjan verður roknað eitt gjald uppá 50% av fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding. 21 dagar (ella seinni) fyri skeiðsbyrjan verður eingin afturgjalding. Um tær ikki ber til at vera við, so ert tú sjálvandi vælkomin at lata plássið til ein starvsfelaga. Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum og møguligum broytingum í skránni.
 

  Onnur  tilboð  frá  Synergi

Kundi tú hugsa tær hetta skeið ella onnur skeið innanhýsis á tykkara arbeiðsplássi ella at vit seta saman ein spennandi dag við dugnaligum fyrilestrarhaldarum? So set teg í samband við Ásu ella Anniku á synergi@synergi.fo ella telefon 322355 og fá nærri at vita.
 

  Praktiskt
Staður:

Tórshavn

Dagur:

4. & 5. oktober 2010 - kl. 9.00-16.00 - Næsti dagur endar kl. 15.30
Morgunmatur og skráseting frá 8.30 - 9.00.

Kostnaður:

kr. 13.995 u/mvg. (kr. 17.493,75 v/mvg.)
NB! Sami kostnaður sum sama skeið kostar í Danmark

Tilboð:

SPAR 20% --- SPAR 20% --- SPAR 20%
Eru tit fleiri sum tekna tykkum saman, fáa tit avsláttur.

SPAR 10%
Um tit eru 2 ella 3 luttakarar frá somu nevnd

SPAR 20%
Um tit eru fleiri enn 4 luttakarar ella fleiri frá somu nevnd
 

Íroknað:

Íroknað kostnaðin er 2 daga skeið, skeiðstilfar, íblástur, meirvitan og møguleiki fyri at netverka og tosa við onnur við somu áhugamálum sum tú. Umframt sjálvt skeiðið fært tú morgunmat, døgurða og 2xkaffi við onkrum afturvið.

Mál:

Undirvíst verður á donskum.

Treytir fyri frámelding:

Treytir fyri frámelding
Møgulig frámelding skal verða skrivlig og hon skal stílast til Synergi og sendast til synergi@synergi.fo, ella faxast til 322 329.

Við frámelding verður roknað umsitingargjald á 10% av fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding – tó í minsta lagi kr. 500,-.

Kemur frámeldingin seinni enn 30 dagar fyri skeiðsbyrjan verður roknað eitt gjald uppá 50% av fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding. 21 dagar (ella seinni) fyri skeiðsbyrjan verður eingin afturgjalding. Um tær ikki ber til at vera við, so ert tú sjálvandi vælkomin at lata plássið til ein starvsfelaga.
 

Tilmeldingarfreist:

17. september 2010

Tilmelding
- VISA Dankort:

Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og gjalda við VISA. Tað er nógv lættari ;-)

Tilmelding
- Rokning:

Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og fáa rokning.
NB! Minst til at rokning kemur fram á skermin beinanvegin.

 

 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergisynergi.fo Tel. +298 22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329)

Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.