Max. 30 luttakarar
Sagt um skeiðið:
"Hann dugdi
serstakliga væl at undirvísa og at fáa øll við. Hann
skapti ein sera góðan og tryggan stemning."
"Eg dugi ikki
at síggja, hvussu hetta kann gerast betri".
"Hóast vit komu inn á nógv evnir viðvíkjandi framløguteknikki, so var eisini farið í dýbdina við
teimum".
"Gott at flexa
millum framløgur og undirvísing - sera livandi"
|
Kundi tú hugsa
tær at betra um tínar framløgur?
At kent teg tryggari í framløgustøðuni?
Skalt tú ofta ella
av og á hava framløgur fyri eini fjøld? Fyri nevnd,
stjórn, leiðslu, starvsfeløgum, almenninginum ella
øðrum?
So er tað nú, tú hevur møguleikan at betra um
førleikan og harvið kenna teg tryggari, tá tú skalt
leggja fram.
Anders
Stahlschmidt, fyrrverandi sjónvarpsvertur á TV2, og
kendur fyri m.a. bøkurnar "Tag ordet - grib
forsamlingen" og "Præsentationsteknik",
er sera góður undirvísari við nógvum royndum.
Nú hevur tú møguleika at koma á skeið hjá
hesum roynda manni um framløguteknikk. Hann
hevur havt skeiðið 3 ferðir áður í Føroyum og
hevur fingið sera góðar eftirmetingar, so tú
kanst veruliga gleða teg til skeiðið.
Fyrireiking og
framløga av fakligum fyrilestrum, sum geva meining og festa seg
Vit venda okkum til
onnur fyri at ávirka tey á
einhvønn hátt. Tað er næstan gandakent, tá ið
fólk við stórari vitan eisini duga at formidla hesa
vitan víðari til onnur. Men hvussu ger man tað? Tað
er ikki nokk bert at rigga
powerpointkanónina til, seta 700
punkt á glærurnar og so bara tosa frítt frá
livrini.
Faklig
formidling til starvsfelagar og almenningin?
Á skeiðinum lærir tú at leggja fram tína vitan til
áhoyrarar, sum hava somu fortreytir sum tú og
áhoyrarar, sum ikki hava hesar fortreytir.
Fá innlit í, hvussu
heilin fatar ein boðskap:
Hvussu kanst tú
tryggja tær, at tað, sum tú sigur, festir seg? At
tað verður so virkið, sum tú ynskir? Hvussu sleppur
tú undan bermudatrýhyrninginum í
PowerPointframløguni, har boðskapur og menniskju
hvørva undir heilt? Fyrrverandi sjónvarpsverturin og
rithøvundurin av fleiri bókum um samskifti, Anders
Stahlschmidt, gevur tær nøkur góð ráð og nakrar
einfaldar, munadyggar meginreglur.
Fyri at ávirka onnur,
má tað, sum vit siga, geva meining. Boðskapurin má
leggjast til rættis, soleiðis at fortreytirnar fyri
tí, sum tú vilt siga, kemur í rættari raðfylgju.
Brúkar tú PowerPointglærur, kunnu tær hjálpa tær –
treytað av, at tú leggur soleiðis til rættis, at tær
fylla út í minsta lagi eina av hesum funkum: Tær
skulu vekja spurningar, tær skulu beinanvegin kunna
lesast og tær skulu tæna einum endamáli.
Hví luttaka?
- Tú lærir at
fyrireika teg betri, áðrenn tú skalt leggja
fram
- Tú fært
nøkur amboð til at skipa sjálvt tilfarið
- Tú lærir,
hvussu tú fært uppmerksamheitina frá
áhoyrarunum - og heldur hana
- Tú lærir at
upptraðka trúverdugt uttan at virka
keðilig/ur
- Tú lærir at
blíva bevíst um, hvat virkar best fyri teg
persónliga
- Tú fært 4
leiðreglur, sum gera teg til ein betri
fyrilestrarhaldara
|
 |
Anders Stahlschmidt er
royndur miðlamaður og samskiftisráðgevi við royndum
gjøgnum mong ár í sjónvarps- og miðlaheiminum. Hann
hevur skrivað eina røð av bókum um samskifti, m.a.
”Tag ordet – grib forsamlingen” og
”Præsentationsteknik”, sum eru grundarlagið fyri
skeiðið. Hann undirvísir í leiðandi fyritøkum í
framløguteknikki, spyrjiteknikki og leiðslusamskifti
og byggir sína undirvísing á holla ástøðiliga og
verkliga vitan um at bera fram ein boðskap. Anders
er kendur fyri at skapa eitt læringsrúm, har
avbjóðingar og royndir hjá einstaka luttakararanum
verða brúktar og vendar. Hann er eldhugaður
undirvísari, sum fær luttakararnar við í bæði
orðaskifti og verkligar royndir.
Um "Tag ordet -
grib forsamlingen," sum er onnur av bókunum, skeiðið er grundað á:
"Tá man hevur lisið bókina, er hon ein fín
uppslagsbók. Plagi ikki at skriva í bøkur, men í
hesa eru nógvar undirstrikingar, soleiðis eg skjótt
kann finna fram til bestu hugskotini og ráðini, tá
eg havi tað fyri neyðini."
Peter Mose, ummælari
, Kommunikatøren
Anders starvast nú á
fyritøkuni Lumholdt &
Stahlschmidt Kommunikation |