 |
|
Útbúgvingin er frá
oktober 2010
- 7. apríl 2011

Eitt skeið í samstarvi
millum Synergi og Confex
Share |
Intensiv útbúgving fyri
samskiparar, skrivarar og hjálparfólk
- fá prógv
uppá tínar førleikar
|
|
 |
|
Tak faldara niður her!
|
|
Fyll
amboðskassan
Størri
slagmegi
Størri motivatión og arbeiðsgleði
Fokus á styrkir og avbjóðingar
|
|
Fá eina
serliga og persónliga útbúgvingartilgongd,
har brennidepilin er settur á teg og tína persónligu
og fakligu menning. Tú verður betur búgvin og
víðariment/-ur innan mest viðkomandi økini í tínum
starvi. Tú fert at trívast uppaftur betur í
starvinum og verður styrkt/-ur sum sparringspartnari
hjá bæði leiðara og starvsfeløgum.
Útbúgvingin
er løgd til rættis sum ein samanrenning
av undirvísing, coaching og sjálvlesnaði, so tú
kanst fáa lærutilgondina at passa inn í ein
gerandisdag, har nógv er at gera.
Afturmeldingarnar siga, at hetta er
tann besta lærutilgongdin.
Tað, sum tú fært burturúr er m.a.:
-
Ein fyltan amboðskassa, soleiðis,
at tú betur kanst stýra í einum rokutum
gerandisdegi
-
Styrktar førleikar í samskifti,
samstarvi og ósemjuhandfaring, sum tilsamans
geva tær størri slagmegi
-
Størri motivatión og
arbeiðsgleði
-
Fokus á styrkir og avbjóðingar –
og eina ætlan fyri framtíðar mál
-
Prógv við tínum førleikum
Við útgangsstøði í egnari styrki
verður tú uppaftur betri í samstarvinum við onnur
fólk.
Skapa tær eitt gott netverk
- tað er stuttligt, og tú fært gleði av tí!
Longu fyrsta undirvísingardagin
verður tú partur av einum netverksbólki. Tit kunnu
brúka hvønn annan so hvørt, og líka so
týdningarmikið er tað, at tit kunnu minna á mál og
menningarøki og sparra við hvønn annan í
gerandisdegnum.
Í útbúgvingini kanst tú eisini seta
spurning-ar til høvundar og undirvísarar, so tú
situr ongantíð eina við nýggja tilfarinum.
Hevur tú
spurningar um útbúgvingina, ert tú vælkomin at seta
teg í samband við okkum á Synergi.
Vælkomin til eina spennandi
menningar-tilgongd!
Blíðar heilsanir
Annika og Ása
Synergi
|
| |
Set gongd á allar førleikarnar |
|
Faklig og persónlig menning
- tá
TÚ
hevur
stundir
|
Nýggj og dagførd
skrá
Modul 1:
Persónligur
effektivitetur og megi
Modul 2:
Samskifti og slagmegi
Modul 3:
At handfara ósemjur og strongd
Modul 4:
Verkætlanarsamskipan og
samstarv
Modul 5:
Kreativitetur í
gerandisdegnum
Modul 6:
Positiv sálarfrøði, motivatión og arbeiðsgleði
Liðilig og málrættað útbúgving yvir
6 mánaðir
-
3 undirvísingardagar
-
6 lærubøkur
- 2 coachingar
|
|
|
Málbólkur |
|
Samskiparar, skrivarar, verkætlanarfólk
v.fl. |
Útbúgvingin er fyri
Samskiparar, hjálparfólk,
skrivtovufulltrúar, móttøkufólk, skrivarar,
skúlaskrivarar, verkætlanarskrivarar,
leiðsluskrivarar, advokatskrivarar, læknaskrivarar
og onnur í líknandi størvum.
|
| |
Úbúgvingarbygnaður |
|
undivísing
coaching
lærubøkur
royndir
samskifti
netverk |
Útbúgvingin er grundað á nyggjastu
lærutilgongdirnar – ein samanseting av undirvísing,
coaching, lærubókum umframt samskifti um royndir og
netverk.
Tú fært
lærubøkurnar við postinum. Tú kanst lesa
tilfarið og arbeiða við venjing-unum, tá ið tað
liggur fyri hjá tær. Í hvørari lærubók eru 50-100
síður við teoretiskum innliti og amboðum. Harumframt
eru eisini dømi, venjingar, hugskot og prei, sum tú
kanst brúka beinleiðis í gerandisdegnum.
Tú skalt rokna við 4-8 tímum til
hvørja lærubókina. Tú kanst seta spurningar til
høvundarnar og netverka við hinar skeiðluttakararnar.
Í tilgongdini eru
3
undirvísingardagar,
har nýggja vitanin verður roynd í verki. Nógv fæst
burturúr, so tað hevur stóran týdning, at tú ert við
til undirvísingar-dagarnar.
Gjøgnum útbúgvingina kanst tú fáa
tvær
persónligar
coachingar.
Tær verða skipaðar við royndum coachi, sum vil
coacha og stuðla tær í menningini av persónligum
førleikum, sambondum, evnum og øðrum viðkomdi
spurningum í arbeiðslívinum.
Coachingarnar, ið verða umvegis
telefon, verða bílagdar beinleiðis hjá coachinum.
Meiri um hetta á fyrsta undirvísingardegi.
Les meira á www.synergi.fo.
Útbúgvingin endar við
próvtøku,
sum tú tekur heima umvegis netið. Tú fært síðani
eitt prógv, um tú klárar próvtøkuna.
|
| |
Yvirlit yvir dato og innihald á útbúgvingini |
|
Persónligur effektivitetur og
megi – fá meiri orku og størri yvirskot
Klárt samskifti
– menn tína slagmegi og orku
At handfara ósemjur og strongd
Samskifti og handfaring av
ósemjum
Verkætlanarsamskipan og
samstarv – vit fylla amboðskassan
Kreativitetur í gerandisdegnum – broyt vanan og ger
okkurt nýtt
Positiv sálarfrøði –
brennidepilin á
motivatión og arbeiðsgleði
Positiv sálarfrøði í verki |
|
|
Vika 40/41 - 2010 |
27. oktober
2010 |
Vika 43 |
|
Modul 1 |
Undirsvísingar-dagur 1 |
Modul 2 |
|
Persónligur effektivitetur og megi – fá
meiri orku og størri yvirskot
Persónligur effektivitetur –
at tú klárar at avgreiða tínar uppgávur og
er før/-ur at halda høvdið kalt, tá ið á
stendur – er ein av hornasteinunum í
trivnaði í starvinum. Á modul 1 fært tú
ítøkilig amboð at gerast meira effektiv/-ur,
so at tú ikki brennir ljós títt í báðum
endum. Tú fært loyst tína orku og kanst í
størri mun raðfesta tína tíð sjálv/-ur. Tað
gevur javnvág í gerandis-degnum.
-
Fá amboð at dagføra
tínar uppgávur í einum rokutum
gerandisdegi
-
Lær at handfara avbrot á
ein góðan hátt
-
Fá bilbugt við at útseta
ting og við at alt skal vera fullkomið
-
Kenn aftur ymsu
tíðarsløgini og lær meira um egið
handlingsmynstur
-
Tey 5 neyðugu stigini
til at broyta vanar
-
Fá hættir at taka burtur
ringastu orkuslúkararnar og til at løða
battaríini aftur
|
Persónligur effektivitetur og orkustýring
Tú venur arbeiðsløg, sum tú
lærdi í fyrstu lærubók, soleiðis at tú fært
bilbugt við tíðarrænararnar og tú kanst seta
brenni-depilin á tað týðandi í
gerandisdegnum. Tú fært íblástur til nýggjar
og meiri gagnligar vanar, sum gera
gerandisdagin stuttligari og lættari at
yvirskoða.
-
Kenn teg sjálva/-n – ger
eina persónsgreining og fá greiðu á, hví
tú hugsar og handlar, sum tú gert.
-
Lær at arbeiða smart
heldur enn hart
-
Ver medvitað/-ur um
ringar vanar, sum eru forðingar fyri
effektiviteti
-
Skapa tíð til menning og
fordjúpilsi
-
Fá góð ráð um viðgerð av
t-postum
-
Lær um venjingar at løða
battaríini
-
Ger tína egnu
handlingsætlan fyri at fáa meiri orku og
størri yvirskot í
gerandisdegnum
|
Klárt
samskifti – menn tína slagmegi og orku
Fá tey úrslit, sum tú fegin
vilt hava – og ver sjálv/-ur við alla tíðina.
Modul 2 tekur teg gjøgnum eina tilgongd, har
tú lærir at samskifta í samanrenning við
egnum
ætlanum, virðum og kenslum. Tað mennir tíni
sambond og tína slagmegi.
-
Laga títt samskifti til
ymiskar persónsmenskur – og kom skjótari
á mál við uppgávunum
-
Lær at samskifta við
slagmegi – so tú verður hoyrd/-ur, sædd/-ur
og so at tey minnast teg!
-
Fá innlit í assertivt
samskifti
-
Lær at siga hart og
greitt "ja" og "nei"
-
Sum tú spyrt, fært tú
svar.... Hvussu setir tú góðu
spurningarnar?
|
|
Høvundur:
Karin
Jessen,
PS4 A/S – royndur høvundur og mennari. |
Undirvísari:
Karin
Jessen
– inspirator við nærveru og innliving.
Undirvísingartíð
kl. 08.30-16.00
Morgunmatur og skráseting er
frá kl. 08.00-08.30 |
Høvundur:
Jette
Skeem
– sjálvstøðugur ráðgevi og nógv róstur
høvundur. |
|
|
Vika 45 |
26. november
2010 |
Vika 47 |
|
Modul 3 |
Undirvísingar-dagur 2 |
Modul 4 |
|
At
handfara ósemjur og strongd
Flestir arbeiðsdagar fara
uttan stóru ósemjurnar. Hinvegin kennir tú
kortini helst kensluna av, at tú fekst ikki
sagt
okkurt, ella at tú møguliga reageraði
nakað harðliga í eini ávísari støðu. Við
hesi lærubókini fært tú vant atburð í
ósemjustøðum. Harumframt fært tú nærri
kunnleika til strongd, og hvussu tú sleppur
undan, at gerandisrokið setir seg fast.
-
Lær at taka ósemjur
áðrenn tær gerast ov stórar
-
Ósemjutrappan – kenn tey
4 stigini
-
Fá góð ráð um at fara um
persónar, sum tú áður hevur verið ósamd/-ur
við
-
Hvussu kemur strongd, og
hvat ger hon við okkum?
-
Fyribyrg strongd og
fyribyrg at steðga upp – stýr egnum lívi
og bygg upp treystleika
|
Samskifti og handfaring av ósemjum
Gerst dugnaligari í
samskiftisheiminum. Lær, hvussu tú sjálv/-ur
kanst ávirka samveru og samrøðu við onnur og
fá ítøkilig amboð til álítandi og hugaligt
samskifti. Tað verður ein aktivur dagur við
venjingum, samrøðum í undirvísingarhølinum
og við dømum frá undirvísaranum.
-
Ven teg at lesa
samstarvsfelagar og at laga títt
samskifti
-
Fá tað sagt, sum tú vilt
siga – lær um arbeiðslag, sum tú kanst
brúka til framløgur
-
Fá amboð at brúka, tá
fjáltur kemur á teg
-
Fá venjing í at handfara
ósemjur ítøkiliga – lær um tað, sum
virkar málsliga og um atburð, sum minkar
um ósemjur
-
Hvussu sleppur tú undan,
at ósemjur seta seg "í kroppin" – lær at
fáa
upplivingina burtur frá tær
|
Verkætlanarsamskipan og samstarv – vit fylla
amboðskassan
Tey flestu arbeiða lutvíst
ella heilt í verk-ætlanum, og tey skulu ofta
samstarva ella bíða eftir at onnur koma við
teirra íkasti, fyri at kunna koma víðari. Í
modul 4 fært tú ítøkilig amboð, sum hjálpa
tær at "taka bóltin" og syrgja fyri, at tit
koma í mál – samstundis sum tit hava tað
stuttligt.
-
Fá skil á stigunum í
verkætlanararbeiði og lær teg at seta
realistisk og eggjandi mál.
-
Slepp undan ringastu
fellunum í verkætlanararbeiði
-
Fá skil á, hvussu tú
kanst brúka verk-ætlanir og tjekklistar
virkið – fá amboð at raðfesta tað mest
týðandi.
-
Lær at býta út uppgávur
og at eggja onnur
-
Fá yvirlit yvir
uppgávurnar, soleiðis, at tú fært frið í
kroppinum og tú fært tær loystar á
tryggan hátt
-
Góð ráð til effektivt
samstarv
-
Stemma av væntanir og
býti av
leiklutum – hvør er best til hvat?
|
Høvundur:
Berit
Weise
PS4 A/S – viðurkendur ráðgevi og
sjúkrarøktar-
frøðingur. |
Undirvísari:
Jette
Skeem
energiskur undirvísari við stórum eldhuga
Undirvísingartíð
kl. 08.30-16.00
Morgunmatur og skráseting er
frá kl. 08.00-08.30 |
Høvundur:
Mettelene
Jellinggaard
In-Side Kommunikation – royndur ráðgevi. Góð
at síggja avbjóðingarnar í gerandis-degnum |
|
|
Vika 4 - 2011 |
Vika 8 - 2011 |
1. apríl 2011 |
|
Modul 5 |
Modul 6 |
Undirvísingar-dagur 3 |
|
Kreativitetur í gerandisdegnum – broyt vanan
og ger okkurt nýtt
Øll kunnu finna nýggjar og
betri hættir at gera tingini. Fá kunnleika
til kreativar arbeiðshættir, sum kunnu verða
stór hjálp, tá ið tú stendur frammanfyri
smáum og stórum avbjóðingum, sum "bara"
skulu loysast. Lær at fáa skapanarevnini
fram her og nú og fá sjálvsøgd og einfald
hugskot, sum kunnu gera stóran mun.
-
Tú fært eina rúgvu av
skapandi
arbeiðshættum og mannagongdum – og lærir
at finna nýggjar vinklar á vanligum
avbjóðingum
-
Broyt vanahugsan og lær
at brúka tíni skapanarevni
-
Fá íblástur at síggja
møguleikar heldur enn avmarkingar
-
Soleiðis setir tú ferð á
tíni skapanarevni
|
Positiv sálarfrøði – brennidepilin á
motivatión og arbeiðsgleði
Positiv sálarfrøði er um
mentala vælveru, trivnað og góð avrik.
Somuleiðis við motivatión og arbeiðsgleði.
Ert tú motiverað/-ur, gert tú eitt gott
arbeiði – tú smílir og tað smittar.
-
Skil heilan og tað, ið
elvir til gleði og ørkymlan
-
Menn títt sjálvsálit við
at brúka tilfeingi, sum tú ikki visti,
at tú hevði
-
Hvussu er við innaru
samrøðuni – vend "feilir" til positiva
læru
-
Soleiðis sleppur tú
undan at øll orkan er brúkt, tá ið
arbeiðsdagurin er av
-
Hoyr, hvussu motivatión
kann
skapast – finn drívmegina í tær og skapa
eldhuga hjá starvsfeløgunum
-
Fá íblástur at liva í
løtuni
|
Positiv sálarfrøði í verki
Venjing ger meistarar! Ven
positiva sálarfrøði og blív betur til at
fylla gerandisdagin við motivatión og
arbeiðsgleði. Tað gevur tær hug at fáa tað
besta burturúr lívinum á positivan og
motiverandi hátt.
-
Fá venjingar at menna
tína arbeiðsgleði við positivari hugsan
-
Tak ábyrgd av egnari
motivatión – hvat eggjar teg mest í
starvinum?
-
Finn 5 av tínum bestu
førleikum og ger meira av tí, sum tú ert
góð/-ur til – og sum gevur orku.
-
Lær einfaldar venjingar
innan
mindfullness. Tað fyllir battaríini
-
Ger eina ætlan fyri tína
persónligu menning – hvat ynskir tú
frameftir?
|
|
Høvundur: Lars
AP, Redhair
– skapandi strategur, sum
gevur íblástur til forvitni og nýhugsan. |
Høvundur: Henrik Leslye
SEB Gruppen A/S – viðurkendur
vinnusálar-frøðingur við tyngd.
|
Undrivísari:
Henrik
Leslye
høgt mettur undirvísari, sum skapar gleði og
trivnað.
Undirvísingartíð
kl. 08.30-16.00
Morgunmatur og skráseting er
frá kl. 08.00-08.30 |
|
|
Próvtøka |
7. apríl 2011 |
|
|
|
|
Melda til longu í dag |
|
|
á
www.synergi.fo/tilmelding.htm.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær
til okkum á tel. 322 355 ella við t-posti til
synergi@synergi.fo.
Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomnum til tveir
eggjandi og lønandi skeiðsdagar.
Blíðar heilsanir
Synergi saman við Confex Danmark
|
|
|
Onnur tilboð frá Synergi |
|
|
Tørvar tær innanhýsis skeið í fyritøkuni ella at seta
saman ein spennandi dag við dugnaligum
fyrilestrarhaldarum? Set teg í samband við Ásu ella
Anniku á synergi@synergi.fo ella telefon 322355 og fá
nærri at vita.
|
| |
Praktiskt |
|
Staður: |
Hotel Hafnia, Tórshavn |
|
Dagar: |
|
Tíðarskeið: |
Útbúgvingin er
í tíðarskeiðinum oktober 2010 - 7. apríl
2011 |
|
Undirvísing: |
27. oktober
2010 + 26. november 2010 + 1. apríl 2011 |
|
Sjálvlestur: |
2010: Vika
40/41, 43, 45 og 47 2011: Vika 4
og 8 |
|
Próvtøka: |
Próvtøka heima
tann 7. apríl 2011 |
|
|
Coaching: |
Coachingarnar skulu bíleggjast hjá coachinum. Nærri
boð á fyrsta undirvísingardegi. |
|
Kostnaður: |
kr. 18.999,- + mvg. (23.748,75 v/mvg.) pr.
luttakara.
NB!
Sami prísur sum í DK |
|
Avsláttur:
|
Tekna
tit 3 samstundis, fáa tit íalt heilar kr. 6.000 í
avslátturi. |
|
Íroknað: |
Íroknað kostnaðin eru
seks lærubøkur, 3 undirvísingardagar írokna
morgunmat, frokost og kaffi, tvær coachingar,
próvtøka og útbúgvingarprógv. Harafturat íblástur,
meirvitan og møguleiki fyri at netverka og tosa við
onnur við somu áhugamálum sum tú.
|
|
Frámelding: |
Treytir fyri frámelding
Møgulig frámelding skal verða skrivlig og hon skal
stílast til Synergi og sendast til synergi@synergi.fo,
ella faxast til 322 329.
Við frámelding verður
roknað umsitingargjald á 10% av fullum skeiðsgjaldi
fyri hvørja frámelding – tó í minsta lagi kr. 500,-.
Kemur frámeldingin
seinni enn 30 dagar fyri skeiðsbyrjan verður roknað
eitt gjald uppá 50% av fullum skeiðsgjaldi fyri
hvørja frámelding. 21 dagar (ella seinni) fyri
skeiðsbyrjan verður eingin afturgjalding. Um tær
ikki ber til at vera við, so ert tú sjálvandi
vælkomin at lata plássið til ein starvsfelaga.
|
|
Mál: |
Undirvíst verður á
donskum. |
|
Tilmeldingarfreist: |
21. oktober 2010
- jú fyrr tú meldar til jú meiri tíð er at lesa
fyrstu lærubókina:) |
Tilmelding
- VISA Dankort: |
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og
gjalda við VISA. Tað er nógv lættari ;-) |
Tilmelding
- Rokning: |
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og fáa
rokning.
NB! Minst til at rokning kemur fram á skermin
beinanvegin. |
|
|
Fyrivarni verður tikið fyri villum og broytingum í
skránni. |
|
|
Synergi •
Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands
•
synergi synergi.fo
•
Tel. +298
22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329) |
|
Meiningin við Synergi er
at geva
føroyska samfelagnum íblástur
og meirvitan. Soleiðis
fáa vit eitt betri
samfelag, betri fyritøkur
og glaðari og enn meiri
eldhugað starvsfólk. |
|