|
Tak heystskránna niður her
(pdf)! |
|
Skeiðið er
17. & 18. november
2010

Eitt skeið í samstarvi
millum Synergi og Confex
Share |
2 dagar við brennideplinum á
Húsavørðin
- faklig og persónlig menning til tín, sum arbeiðir
við professionellum viðlíkahaldi og tænastu av
fastognum |
|
|
Arbeiðir tú við viðlíkahald av
fastognum, eitt nú sum húsavørður ella sum
starvsfólk á eini byggideild, so er hetta skeiðið
júst nakað fyri teg!
-
Fá
samstarvið við hini í fyritøkuni
at virka á besta hátt
-
Arbeið
meira effektivt við telduni
– prei, snildir og snarvegir
-
Soleiðis mennir tú teg í leiklutinum
sum týðandi starvsfólk
-
Lær at
handfara truplar persónar
og samrøður
- Ger arbeiðsdagin
meira effektivan
– fá skil á tíðartjóvunum og spar tíð
|
|
|
Málbólkur |
|
|
Øll, sum hava ábyrgd
av viðlíkahaldi av fastognum, eitt nú
húsavørðar,
skúlatænarar,
umsjónarfólk,
starvsfólk á byggideildum
og bygningsumsiting
|
| |
Øll vita, hvør húsavørðurin er,
men eingin veit,
hvat tú nágreiniliga kanst hjálpa við |
|
Ger títt arbeiði
meiri sjónligt
Góð tænasta
Trupul fólk
Effektiviser
telduarbeiði |
Kennir
tú omanfyrinevnda aftur? Tað er heilt vist, at øll
hava eina meining um, hvørjar uppgávur húsavørðurin
ger, og hvat tú við tínum ábyrgdarøki skalt gera
fyri tey. Men hvussu nógv síggja tað arbeiði, sum tú
gert?
Skeið við fokus á innanhýsis húsavarðatænastu
Vit hava sett saman eitt skeið við fokus á júst tín
gerandisdag: Tú fært tveir motiverandi og mennandi
dagar, fyltir við nýggjum førleikum, orku og humor.
Skeiðið gevur tær amboðini at:
- Gera
arbeiðsdagin meira effektivan
– hoyr
og lær, hvussu tú kann leggja sum mest í títt
arbeiði, uttan at tað elvir til meira strongd.
Her er nógv at læra frá m.a. ítróttinum.
-
Styrkja
samstarvið og tænastuna
– tú
lærir, hvussu tú verður meira tikin við í tí,
sum hendir á tínum arbeiðsplássi, og hvussu tú
gert títt arbeiðsøki meiri sjónligt og teg
sjálvan sum starvsfólk. Tú lærir eisini meira um
tænastu og um, hvussu tú fer við øðrum á
virðiligan hátt.
-
Arbeiða meira
effektivt við telduni
– her
fært tú eitt snarskeið í at arbeiða meira
effektivt og professionelt í Excel og Word. Mong
verða bilsin av, hvussu nógv tey kunnu læra í
heilt stutta tíð.
-
Seta mark og
handfara truplar persónar
– sum húsavørður ella starvsfólk í eitt nú
byggideildini hendir tað, at tú kemur í støður
við ósemjum. Her lærir tú, hvussu tú tekur tær
av truplum persónum og hvussu tú loysir ósemjur.
Melda teg til nú á www.synergi.fo - og fá avsláttur!
Finn tveir
starvsfelagar og meldið tykkum til saman á
www.synergi.fo – so fáa tit 10% avsláttur
-
ella tekna teg
áðrenn 1. oktober 2010 og spar heilar kr. 1.000.
Hevur tú spurningar til skeiðið ella annað, ert tú
vællkomin at venda tær til okkum á tlf. 322355 ella
um t-post á synergi@synergi.fo.
Vit gleða okkum at bjóða tær til eitt gevandi skeið
við nógvum íblástri.
Blíðar heilsanir
Synergi
Ása og Annika
|
| |
Fyrri dagurin - 17. november 2010 |
|
Avbjóðingar í
húsavarðar-tænastuni
Raðfesting av
uppgávunum
Øll hála í teg
- í senn, væl at merkja |
|
08.00 |
Skráseting og
morgunbreyð við kaffi/te |
|
08.30 |
Vælkomin
v/Synergi |
|
08.35 |
Hvørjar eru
avbjóðingarnar fyri framtiðar
húsavarðartænastum?
- Hvat
verður størsta avbjóðingin hjá tær í
framtíðini?
- Hvørji
krøv verða sett tær?
- Hvussu
fyrireikar tú teg í arbeiðnum at taka
móti framtíðar avbjóðingum?
Ger
arbeiðsdagin meira effektivan
- Lær,
hvussu tú raðfestir tað mest týðandi
fyrst
- Skil
fortreytirnar fyri at virka optimalt í
starvinum
- Nær ert
tú mest effektiv/-ur? Og hvussu brúkar
tú ta vitanina til at fáa enda á
uppgávunum?
-
Soleiðis brúkar tú títt egna tilfeingi –
lær, hvussu tú kann spara orkuna til tær
krevjandi uppgávurnar
Menn
starvið – soleiðis skapar tú eitt betri
samstarv við hini í fyritøkuni
-
Soleiðis arbeiðir tú við fleiri ymiskum
leiðarum og
persónum, sum allir vilja siga tær,
hvussu tú skalt gera?
- Hvussu
tryggjar tú tær at onnur hava fatan fyri
og innlit í tað, sum er títt arbeiði?
-
Soleiðis handfer tú, at øll vilja siga
tær, hvussu tú skalt gera títt arbeiði
og eingin sær, hvussu tað sær út frá
tínari síðu.
- Ymiskir
hættir hvussu tú kanst vísa á, at títt
arbeiði er ein týðandi partur av
arbeiðinum í fyritøkuni/stovninum.
-
Soleiðis kemur tú ígjøgnum til leiðarar,
sum ikki duga at
síggja mest týðiliga tørvin á
viðlíkahaldi
-
Samstarv uppeftir og til grannan:
Soleiðis fært tú størri álit og góðvilja
frá leiðsluni.
- Hvat
kann tú sjálv/-ur gera fyri at gerast
ynskt/-ur og væl lýdd/-ur
samstarvsfelagi?
Tín
leiklutur sum tænastupersónur
- Hvat er
góð tænasta?
- Hvussu
livir tú upp til høg tænastu- og
dygdarkrøv í eini meira og meira
kroystari arbeiðsstøðu?
-
Soleiðis heldur tú fokus á tænastu í
rokaligum arbeiðsdøgum
- Fá at
vita, hvussu tú skapar fatan fyri, at tú
ikki altíð bara kann tveita tað frá tær,
sum tú stendur við beint nú fyri at gera
nakað annað
- Lær,
hvussu tú skapar virðing og fatan fyri
tínum
raðfestingum
Undirvísari:
Birger Norup |
|
15.30 |
Fyrsti
skeiðdagur endar
|
|
| |
Annar dagurin - 18. november 2010 |
|
|
|
08.30 |
Morgunbreyð við
kaffi/te |
|
09.00 |
Lær
at
brúka funkurnar í Word betri – snarskeið
- Fá
gagnligar snarvegir, soleiðis at tú
arbeiðir skjótari
- Lær,
hvussu ymsu forrtitini arbeiða saman
- Brøv,
spjaldur og t-postar til fleiri fólk
- Fá
skjót og smart prei, sum gera arbeiði
hjá tær lættari
Work
Smarter
í
Excel – snarskeið
-
Soleiðis gagnnýtir tú Excel einfalt og
lætt
- Ger
managongdirnar í Excel meira effektivar
við t.d. formlum og formateringum
- Lær,
hvussu tú brúkar listar og
sorteringsfunkur í Excel
Undirvísari:
Dánial á Dul Jacobsen
Soleiðis handfer tú truplar støður, samrøður
og persónar
- Ymiskar
persónsmenskur – hvussu hugsa tær og
hvussu eru tær andlit til andlits
- Hvat er
tað, sum ger, at summi fólk verða
uppfatað sum trupul
-
Einfaldir, men virknir hættir at
handfara ymisk sløg av truplum fólkum
- Nýt
rætta háttin at tosa – alt eftir
persóninum, sum tú tosar við
Grundskeið
í motivatión og stuttleika í starvinum
-
Arbeiðsgleði: Hvussu skapar tú eitt
arbeiðsumhvørvi, har tú trívist og har
tú kanst menna teg?
- Fest í
neistan: Soleiðis motiverar tú teg
sjálvan og tínar starvsfelagar
- Amboð
at skapa stuttleika
- Lær
hættirnar at fáa ein eitt sindur
stuttligari gerandisdag
Undirvísari:
Poul Jákup Thomsen
|
|
16.00 |
Annar
skeiðdagur endar - Takk fyri hesuferð
|
|
|
|
Skeiðleiðarar |
|
|
Birger Norup
undirvísir allan tann fyrsta dagin. Birger gevur ein
ótrúligan íblástur, hann er dugnaligur og
eldhugaður, og hann gevur tær við vissu eina rúgvu
av amboðum, sum tú kann brúka beinleiðis í tínum
gerandisdegi. Hann hevur meira enn 12 ár verið
ráðgevi og undirvíst í verkætlanarstýring, samskifti
og handfaring av strongd.
Dánial á Dul
Jacobsen
Dánjal hevur drúgvar royndir
sum superbrúkari innan teldur og hann hevur
undirvíst í teldukoyrikortinum í nógv ár. Eitt nú
fyri Formula.fo, á Handilsskúlanum v.fl. Hann er ein
fyrikomandi og tolin maður og hevur sera gott
ummælið sum undirvísari.
Poul Jákup Thomsen
Poul Jákup Thomsen er útbúgvin innan leiðslu og
sálarfrøði við Robert Gordon University umframt hann
eisini hevur NLP – og Gestaltterapi útbúgving.
Harumframt er hann royndur skeiðsleiðari. Poul Jákup
er sera vælumtóktur skeiðleiðari sum dugur sera væl
at formidla sín boðskap uppá ein góðan og
skemtiligan máta.
|
|
|
Melda til longu í dag |
|
|
á
www.synergi.fo/tilmelding.htm.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær
til okkum á tel. 322 355 ella við t-posti til
synergi@synergi.fo.
Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomnum til tveir
eggjandi og lønandi skeiðsdagar.
Blíðar heilsanir
Synergi saman við Confex Danmark
|
|
|
Onnur tilboð frá Synergi |
|
|
Tørvar tær innanhýsis skeið í fyritøkuni ella at seta
saman ein spennandi dag við dugnaligum
fyrilestrarhaldarum? Set teg í samband við Ásu ella
Anniku á synergi@synergi.fo ella telefon 322355 og fá
nærri at vita.
|
| |
Praktiskt |
|
Staður: |
Hotel
Hafnia, Tórshavn |
|
Dagar: |
17. & 18. november 2010 |
|
Kostnaður: |
kr. 6.999,- + mvg. (8.748,75 v/mvg.) pr.
luttakara.
NB!
Sami prísur sum í DK |
|
Íroknað: |
Íroknað kostnaðin er
sjálvt skeiðið og tilfar. Harumframt morgunmatur, frokost og
2xkaffi pr. dag. Tú fært sjálvsagt eina rúgvu av
íblásturi, meirvitan og møguleika fyri at netverka og tosa við
onnur við somu áhugamálum sum tú.
|
|
Frámelding: |
Treytir fyri frámelding
Møgulig frámelding skal verða skrivlig og hon skal
stílast til Synergi og sendast til synergi@synergi.fo,
ella faxast til 322 329.
Við frámelding verður
roknað umsitingargjald á 10% av fullum skeiðsgjaldi
fyri hvørja frámelding – tó í minsta lagi kr. 500,-.
Kemur frámeldingin
seinni enn 30 dagar fyri skeiðsbyrjan verður roknað
eitt gjald uppá 50% av fullum skeiðsgjaldi fyri
hvørja frámelding. 21 dagar (ella seinni) fyri
skeiðsbyrjan verður eingin afturgjalding. Um tær
ikki ber til at vera við, so ert tú sjálvandi
vælkomin at lata plássið til ein starvsfelaga.
|
|
Mál: |
Undirvíst verður á
donskum dag 1 og á føroyskum dag 2. |
|
Tilmeldingarfreist: |
1. november 2010 |
Tilmelding
- VISA Dankort: |
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og
gjalda við VISA. Tað er nógv lættari ;-) |
Tilmelding
- Rokning: |
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og fáa
rokning.
NB! Minst til at rokning kemur fram á skermin
beinanvegin. |
|
|
Fyrivarni verður tikið fyri villum og broytingum í
skránni. |