Miðalmetingin av hesum
temadegi í Føroyum, er
10
eftir 13'skalainum
Ger
samstarvið við
ymiskar persónsmenskur væleydnað - og slepp undan misskiljingum
Best umtókta skeið hjá Confex
YVIRHØVUR!
Ósemjur kosta tíð, pengar...
og orku!
Summi eru trupul í eina tíð, onnur eru tað bara
altíð – felags eyðkenni fyri bæði sløgini er, at tey
stjala tíðina hjá tær og í kjalarvørrinum er
frustratión, inneffektivitetur, illsinni og øsing. Tú
sleppir ongantíð undan hesum fólkunum, men tú kann
menna tíni evni at handfara tey jaligt, so tú
sleppir
undan at tey brúka alla tína orku og oyðileggja góða
lagið.
Gleð teg til eina tætt stúgvaða skrá, sum vil hjálpa
tær at greiða mongu avbjóðingarnar í dagliga
arbeiðslívinum. Fá innlit í ymiskar persónsmenskur
og í teirra atburð. Lær um ítøkilig amboð og
hættir, sum gera teg føra at greiða tær orrustir,
sum koma, har menniskju hittast.
Menn evnini at handfara orrustur meira virkið og
við størri sjálvsáliti og slagkraft
Ver betur at seta mørk og fá betri innlit í,
hvussu tú sjálv og onnur bera seg at í ymsum støðum
Fá ítøkilig amboð at standa ímóti vreiði og frustratión hjá tær – og øðrum!
Kennir tú
typuna?
Útspillandi slanguna, ótolandi kundan, maktsjúka
kontrolfreak’in, oyðileggjandi damptrumluna,
møðsama, troyttandi og orkukrevjandi slagið, sum
órógvar arbeiðsdagin og oyðileggur góða lagið.
Luttak á ráðstevnuni og hoyr, hvussu tú
sleppur undan teimum.
Gott tilboð
- fyribyrgið í felag! Av tí at
ósemjur verða best loystar í felag hava vit
eitt serligt tilboð til tykkara. Teknið 5
samstundis og rindið bert fyri 4 :-).
LÆR TAÐ Í DAG
– BRÚKA TAÐ Í
MORGIN!
Fleiri enn 30.000 nøgdir luttakarar fara neyvan
skeivir? Tú skalt ikki vænta undurloysnir – tær eru
tíverri ikki til. Men vit kunnu tryggja tær, at
ráðstevnan gevur tær nakað at hugsa um, betri
sjálvsfatan og fult av íblástri.
Tú fert heim við
størri megi og við ítøkiligum hættum og amboðum at
loysa støður, har naggatódn er komin í. Og við betri
førleika at varðveita friðin í spentum støðum. Kom
og hoyr, hvussu tú kann fáa ein jaligan leiklut á
arbeiðsplássinum.
Vælkomin til tiltøk hjá
Synergi
Stutt sagt
- Gleð teg til
ein innihaldsríkan
og spennandi dag!
Skrá
Ger samskiftið við
starvsfelagar, starvsfólk og kundar betri
Ver
rólig og sissað
í strongdum støðum
Confex er ein stór
norðurlendsk skeiðskoncern, ið
Synergi
samstarvar við.
Soleiðis handfer tú
trupul fólk
- Finn vegin frá óloysiligari ósemju til
uppbyggjandi samstarv
08.30
Skráseting
og morgunbreyð v/kaffi/te
09.00
Vælkomin v/
Synergi
Munagott samskifti við
trupul fólk
• Hvat verður sagt - og hvat verður hoyrt?
Fá innlit í týdningin av kroppsmáli
• Hvørji tekin skalt tú varnast í
samskiftinum hjá tær og øðrum
• Lær at tillaga samskiftið til móttakaran
og hoyr, hvussu tú mennir evnini at geva
konstruktivar afturmeldingar
• Menn tína slagmegi - ein avgerandi
førleiki, tá ið tú hevur við trupul fólk at
gera
v/Henrik Leslye Legg dent á tína persóligu megi
• Fá ítøkilig amboð at bera teg fram við
størri sjálvsáliti og megi
• Hvussu sigur tú frá uttan at skúgva nakran
til viks? Lær at seta mørk fyri tær og
øðrum!
• Hvussu bert tú teg at, um tú kennir teg
álopna/an?
• Soleiðis handfer tú tíni egnu vónsvik og
tínar egnu øsingar
• Fá innlit í, hvussu tú kann svara aftur á
besta hátt, tá ið tú ert fyri atfinningum.
Og fá
amboð til at gera tað.
• Soleiðis sleppur tú undan, at kenslurnar
ráða – góð ráð og ítøkilig amboð
v/Henrik Leslye
Menn
arbeiðsumhvørvið og samstarvssambondini
• Soleiðis handfer tú trupul fólk og truplar
støður
• Hvussu vendir tú minus til pluss – hjá tær
sjálvari og tínum medmenniskjum
• Einfaldir og virknir hættir at handfara
ymisk sløg av truplum persónum
• Hugsa framum trupulleikarnar! Lær at
síggja vandateknini í góðari tíð
• Hvussu mennir tú evnini at handfara
spentar støður og at fyribyrgja ósemjum á
arbeiðsplássinum?
v/Henrik Leslye
12.00
Matarsteðgur
13.00
Hvussu handfer tú
trupul fólk?
• Hvat er tað, sum ger støðuna trupla?
• Hví kennast summi fólk trupul? Hvat liggur
aftanfyri?
• Ymiskar persónsmenskur: Hvussu hugsa tær?
• Ert tú sjálv/ur trupul? Lær teg at síggja
teg sjálva/an sum onnur síggja teg.
v/Sebastian Nybo
Soleiðis
tryggjar tú tær munagóða viðgerð av ósemjum • Kenn aftur ymisku ósemjurnar,
sum tú møtir – á arbeiðnum og heima
• Hvussu sært tú, at ein ósemja er um at
koma?
• Ver medvitað um fyrstu ávaringarnar
• Hvat gert tú, tá íð ein ósemja longu er
íkomin?
• Hvussu handfert tú hana á besta hátt?
• Góð ráð, tá ið tú fæst við fólk, sum tú
áður hevur verið í tvídrátti við
v/Sebastian Nybo
Um at menna
samstarvið við ymsar persónsmenskur
• Soleiðis mennir tú samstarv við onnur -
eisini tey, sum ikki líkjast tær!
• Illvilji ella bara tvør? Soleiðis handfer
tú illvilja, fordómar og “fýrakantaða”
støðutakan
• Lær ítøkiligan atburð, sum mennir
samstarvsmentanina
v/Sebastian Nybo
16.00
Takk fyri í dag og kom gott
heim
Undirvísari
Henrik
Leslye -
vinnupsykologur
HENRIK LESLYE hevur stóra
praktiska vitan frá vinnulívinum – hetta ger, at
hansara teoriir og model eru sera viðkomandi og at
tú altíð kanst brúka tað, hann leggur fram í
praksis.
Henrik hevur í
nøkur ár arbeitt sum vinnusálarfrøðingur og
fyrilestrarhaldari í konflikthondtering, samskifti,
broytingartilgongd, virðisgrundaðum toymum og
yrkisviðkomandi menning av menniskjaligum førleikum.
Sum undirvísari er
hann kendur fyri sítt ágrýtni, smittandi góða lag og
beinleiðis samskiftishátt, sum gevur ein góðan
og tryggan stemning fyri læru.
Eftirmetingar frá skeiðum við Henrik tala teirra greiða mál – so
tú kanst gott longu byrja at gleða teg!
Henrik er nomineraður sum Ársins undirvísari hjá
Confex innan leiðslu, kommunikatión & HR
Undirvísari
Sebastian
Nybo - ráðgevi í
arbeiðssálarfrøði og stjóri í SEB gruppen A/S
Sebastian Nybo er
ráðgevi í arbeiðssálarfrøði og stjóri í SEB gruppen
A/S. Hann hevur skrivað fleiri bøkur, m.a.
fakbøkurnar "Sådan håndterer du besværlige personer”
og ”Det indre lederskab” umframt bøkurnar "På sporet
af det etiske menneske” og ”Ro, balance og indsigt”
Gjøgnum sítt altjóða netverk af granskarum og
teoretikarum innan sálarfrøði, filosofi og
kommunikation hevur hann bygt eitt sterkt fundament,
sum seinastu 18 árini hevur inspirera meiri enn
95.000 fólk í bæði í Danmark, Føroyum og aðra staðni, m.a.
Lego, Skat, Novo og KMD. Sebastian
er kendur fyri at duga væl at greiða frá torførum
tilfari.
Sebastian fekk sera góðar eftirmetingar frá skeiðnum
seinast í Føroyum. "Fakliga sera væl fyri,
harumframt er hann eisini ein sera góður
formidlari".
Sagt um dagin
Væleydnaða Confextiltakið við fleiri enn
30.000
hugtiknum
luttakararum heldur fram - nú eisini fyri aðru ferð í Føroyum
"Haldi alt var gott,
góðir undirvísarar, góðar umstøður og góður matur" Oddbjørg Midjord, Føroya Banki
"Gott og greitt.
Upplagt at brúka eftirfylgjandi" Katrin Joensen
“Eindømi! Stutt,
greitt, skorið til beinið og ógvuliga stuttligt. Eg
havi fingið nógv nýtilig uppskot til
loysnir.”
Hanne Skovsted, skrivstovustjóri,
Statens
Luftfartsvæsen
”Eg kann bara bera
hesum tiltaki rósur. Tað var so læruríkt og gav so
nógvan íblástur. Undirvísararnir skulu hava rós -
teir dugdu sera væl at fáa fólk við og vóru
eggjandi.”
Linda Johansen,
verkæltanarstarvsfólk,
Københavns kommune,
Børne- og Ungdomsforvaltningen
Praktiskt
Staður:
Hotel Føroyar
Dagur:
8. oktober 2009, kl. 9.00 - 16.00
(morgunmatur og skráseting er kl. 8.30-9.00)
Kostnaður:
Kr. 3.399 u/mvg (kr. 4.248,75 v/mvg) NB!- Sami prísur sum sama skeið kostar í Danmark.
Av tí at ósemjur verða best
loystar í felag hava vit eitt serligt tilboð til
tykkara. Teknið 5 samstundis og rindið bert fyri 4
:-)
Íroknað:
Íroknað
kostnaðin er skeið, íblástur, meirvitan og møguleiki
fyri at netverka og tosa við onnur, við somu
áhugamálum sum tú.
Umframt sjálvt skeiðið
fært tú
morgunmat, døgurða
og 2xkaffi við onkrum afturvið.
Treytir fyri frámelding
Møgulig frámelding skal verða skrivlig, og hon skal
stílast til Synergi og sendast til synergi@synergi.fo,
ella faxast til 322329.
Við
frámelding verður roknað umsitingargjald á 10% av
fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding – tó í
minsta lagi kr. 500,-.
Kemur
frámeldingin seinni enn 30 dagar fyri skeiðsbyrjan
verður roknað eitt gjald uppá 50% av fullum
skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding. 21 dagar (ella
seinni) fyri skeiðsbyrjan verður eingin
afturgjalding. Um tær ikki ber til at vera við, so
ert tú sjálvandi vælkomin at lata plássið til ein
starvsfelaga.
Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum og møguligum
broytingum í skránni. Avsláttir kunnu ikki
kombinerast.
Meiningin við Synergi er at geva
føroyska samfelagnum íblástur
og meirvitan. Soleiðis
fáa vit eitt betri
samfelag, betri fyritøkur
og glaðari og enn meiri
eldhugað starvsfólk.