|
Tak heystskránna niður her
(pdf)! |
|

Eitt skeið í samstarvi
millum Synergi og Confex
Share
|
16.
& 17. september 2010
Tvey daga skeið fyri teg, sum leiðir
men sum ikki hevur formella leiðarábyrgd
At leiða onnur
uttan at vera leiðari |
|

Tak niður faldara
her - pdf!
SPAR 10%
við at tekna 3 samstundis |
-
Hvat er góð leiðsla – og hvør leiðsluháttur hóskar best
til tín?
-
Soleiðis eyðmerkir og lyftir tú einstaklinga
styrkir og førleikar hjá starvsfeløgum
-
Lær at handfara “truplar” persónar í dagliga
arbeiðinum
-
Leiðslusamskifti – soleiðis skapar tú eldhuga og
jaligan framdrátt hjá øðrum
|
|
Menn tína fakligu vangamynd
Lær at leiða onnur uttan at verða leiðari
Hetta skeið er ment til tín, sum leiðir øðrum, tó
uttan at vera settur leiðari. Tú situr kanska í
einum sessi sum verkætlanarleiðari, hevur ábyrgdina
fyri einum serligum arbeiðsbólki ella øðrum bólki,
hevur ábyrgdina fyri yvirskipaðum samskifti, ella
kanska ert tú tann í deildini, sum fer inn fyri
leiðaran sum avloysari, tá ið tað er neyðugt.
Faklig vitan og ítøkilig amboð
Gjøgnum tveir læruríkar skeiðsdagar fært tú gjøgnum
fakliga vitan og ítøkilig amboð eitt haldgott tak um
persónligu leiðsluna.
-
Tú styrkir fakligu vitanina, soleiðis at tú verður
ein betri leiðari í tí tú gert
-
Tú fært vitan og amboð til, hvussu tú leiðir og motiverar fólk
-
Tú lærir, hvussu tú tillagar títt samskifti til
ymiskar støður og til ymiskar typir
-
Tú fært amboðini at handfara mótvilja ella ein
“truplan” starvsfelaga
-
Tú lærir, hvussu tú skapar eldhuga og fær fólk at
kenna, at tey “eiga” málini
-
Tú lærir, hvussu tú kann fáa autoritet uttan at tú
formelt hevur tað á pappírinum
– og uttan at starvsfelagar taka hetta negativt
|
|
“Tá ið eg hyggi eftir tí,
ið eg ynskti mær av
skeiðinum, og eg hyggi at tí, sum eg fekk við mær
heim,
so kundi eg ikki hava ynskt mær meira innihald .....
tað var gott”
Sille Krabbe, advokatskrivari, Advokatfirmaet
Poul Schmith,
Kammeradvokaten
Hvat
eyðmerkir ein góðan leiðara?
Soleiðis
setir tú mál
fyri bólkin hjá tær
Hvat skalt tú hugsa
um, tá ið tú leggur fram fyri ein bólk
|
Skrá |
|
Dagur 1 |
|
08.30 |
Skráseting og morgunbreyð við kaffi/te |
|
09.00 |
Vælkomin – Synergi |
|
|
Menn fakligu vangamyndina sum leiðari
- Hvat eyðmerkir ein góðan leiðara?
- Hvørjar styrkir og hvørjar veikleikar hevur tú í
leiðslu?
- Soleiðis mennir tú teg at gerast ein góður leiðari
At leiða og býta út arbeiði og
ikki vera leiðari – soleiðis fært tú tingini at
henda!
- Soleiðis brúkar tú samskifti at vera hoyrd/-ur,
sædd/-ur og lagd/-ur til merkis!
- Grundarsteinarnir í leiðslu – mest týðandi økini
hjá tær at seta fokus á
- Soleiðis gevur tú greiðar afturmeldingar (feedback), til
starvsfelagar og leiðarar
Visiónir og mál – soleiðis
gert tú!
- Soleiðis setir tú mál – og soleiðis náa tit teimum
- Soleiðis setir tú mál fyri bólkin hjá tær
- Soleiðis setir tú mál fyri hvønn einstaka
- Lær at skapa eldhuga og at fáa fólk at “eiga”
málini
Soleiðis setir tú saman
vælvirkandi bólkar - teams
- Hvat kanst tú gera frammanundan fyri at tryggja
samstarvið?
- Soleiðis setir tú bólkin saman og skapar eina
successfulla eind
- Hvat skalt tú gera fyri at fáa eitt gott
samstarvsumhvørvi við opinleika og góðum samskifti
- Bólkasálarfrøði – hvørji eru menningarstigini í
einum bólki?
Soleiðis lyftir og eggjar tú
einstaka starvsfelagan
- Fá amboð at coacha tínar starvsfelagar
- Gerst medvitandi um, hvussu hini síggja teg og
hvussu tú ávirkar tey
- Soleiðis samskiftir tú, tá ið tú skalt eggja øðrum
at gera teirra besta
- Finn javnvágina millum “písk og gularót”
|
|
16.00 |
Skeiðsdagurin endar |
|
Dagur 2 |
|
08.30 |
Morgunbreyð við kaffi/te |
|
09.00 |
Skeiðsdagurin byrjar
Virkið samskifti er tað
sama sum greið leiðsla
- Ver medvitað/-ur um egið samskifti
- Lær at málrætta títt samskifti til ymiskar
persónstypur
- Vilji til dialog er vegurin til sínamillum fatan
- Ver beinrakin og greið/-ur sum samskiftari og
leiðari
Ver betri at samskifta og at
greiða frá yvirfyri øðrum
- Hvat skalt tú hugsa um, tá ið tú leggur fram fyri
einum bólki?
- Soleiðis tryggjar tú, at øll hava skilt tað, sum
tú sigur
– og slepp undan misskiljingum
- Einføld og roynd retorisk amboð, sum tú kanst
brúka í arbeiðinum
- Styrk leiðsluevnini við betri og greiðari
samskifti
Soleiðis handfer tú ósemjur í
bólkinum
- Grundir og ávirkan – lær greitt at tulka
innihaldið í ósemjum
- Vanligir tankar, kenslur og atburður í eini ósemju
- Hvussu eigur tín leiklutur vera í eini ósemju?
- Hvat skalt tú gera fyri at ósemjurnar ikki
gerast størri?
- Soleiðis sleppir tú undan óttanum at fara inn í
ósemjur
- Soleiðis handfer tú mótvilja, so at tað ikki
avmarkar avrikið hjá øllum bólkinum
- Ymiskar ósemjur krevja ymiskar loysnir
Soleiðis motiverar tú teg
sjálva/-n og onnur
- Hvat er tað, sum motiverar okkum?
- Hvussu vísir tú tínum starvsfeløgum hvat ið
motiverar teg?
- Soleiðis motiverar tú starvsfelagarnar við at fáa
tey at “eiga” uppgávurnar
- Lær, hvussu tú skapar gott lag á arbeiðsplássinum
|
|
16.00 |
Takk fyri hesaferð og vit síggjast aftur!
|
|
|
Matarsteðgir
Fyrrapart og seinnapart eru 20 min. við kaffi/te og
onkrum leskiligum. Matarsteðgur er frá 12.00-13.00 |
|
|
 |
Skeiðleiðari |
Karin Jessen, Partnari, PS4 A/S-House of Leadership.
Karin er útbúgvin innan leiðslu, samskifti og
sálarfrøði og hon hevur fleri enn 25 ára royndir við
menning av fólki og fyritøkum.
Hon
hevur arbeitt hjá Ernst & Young, har hon arbeiddi
við ymiskum sløgum av fyritøkum og menniskjum.
Karin Jessen hevur verið í Føroyum fyrr og hildið
skeið fyri Synergi og tá vóru luttakarnir sera glaðir fyri
hennara undirvísing. |
|
|
Melda til longu í dag |
|
á
www.synergi.fo/tilmelding.htm.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær
til okkum á tel. 322 355 ella við t-posti til
synergi@synergi.fo.
Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomnum til tveir
eggjandi og lønandi skeiðsdagar.
Blíðar heilsanir
Synergi saman við Confex Danmark
|
|
Onnur tilboð frá Synergi |
Tørvar tær innanhýsis skeið í fyritøkuni ella at seta
saman ein spennandi dag við dugnaligum
fyrilestrarhaldarum? Set teg í samband við Ásu ella
Anniku á synergi@synergi.fo ella telefon 322355 og fá
nærri at vita.
|
|
Praktiskt |
|
Staður: |
Hotell Føroyar |
|
Dagur: |
16. & 17. september 2010
- kl. 9.00-16.00
Morgunmatur og skráseting frá 8.30 - 9.00.
|
|
Kostnaður: |
kr. 7.999 u/mvg. (kr.
9.998,75 v/mvg.)
NB! - Sami
kostnaður sum sama skeið kostar í DK.
Her sparir tú virðismikla tíð,
ferðakostnað, dagpengar, uppihald v.m. |
|
Avsláttur: |
Tit spara 10% um tit tekna 3 samstundis |
|
Íroknað: |
Íroknað kostnaðin er 2
daga skeið, íblástur, meirvitan og møguleiki
fyri at netverka og tosa við onnur, við somu
áhugamálum sum tú.
Umframt sjálvt skeiðið
fært tú
morgunmat, døgurða
og 2xkaffi við onkrum afturvið. |
|
Treytir fyri frámelding: |
Treytir fyri frámelding
Møgulig frámelding skal verða skrivlig og hon skal
stílast til Synergi og sendast til synergi@synergi.fo,
ella faxast til 322 329.
Við frámelding verður roknað umsitingargjald á 10%
av fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding – tó í
minsta lagi kr. 500,-.
Kemur frámeldingin seinni enn 30 dagar fyri
skeiðsbyrjan verður roknað eitt gjald uppá 50% av
fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding. 21 dagar
(ella seinni) fyri skeiðsbyrjan verður eingin
afturgjalding. Um tær ikki ber til at vera við, so
ert tú sjálvandi vælkomin at lata plássið til ein
starvsfelaga.
|
|
Mál: |
Undirvíst verður á
donskum. |
|
Tilmeldingarfreist: |
20. august 2010 |
|
Tilmelding
- VISA Dankort: |
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og
gjalda við VISA. Tað er nógv lættari ;-) |
|
Tilmelding
- Rokning: |
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og fáa
rokning.
NB! Minst til at rokning kemur fram á skermin
beinanvegin. |